mánadagur 19. mai 2014síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 19. mai 2014 · Nr. 56
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Diplomatiskur
advokatur
Djóni Thomassen, advo
katur hjá Føroya Hand
verkarafelag í sambandi
við trotabúarviðgerðina
av Faroe Seafood, heldur,
at hansara klientar hava
bíðað nóg leingi eftir at
fáa løn og uppsagnarløn
útgoldna, sum teir eiga
til góðar í trotabúnum.
Men hann ásannar sam
stundis, at teir ikki hava
krav upp á at fáa nakað
útgoldið, fyrr enn alt
búgvið er liðugt uppgjørt.
- Hálvt fjórða ár er
leingi at bíða, men talan
er um eitt stórt nógv,
og tað hevur ikki bara
gingið sum eftir ánni at
gera krøvini upp. Ósem
ja hevur eisini verið um
okkurt av teimum, og vit,
sum umboða lønarkrøv
ini, kunnu helst heldur
ikki siga, at vit onga skyld
hava av, at tað hevur
drigið út at enda trota
búgvið, sigur hann.
Djóni
Thomassen
fegnast tó um, at tað nú
røkist fyri, at trotabúgvið
kann endast tíðliga í
summar.
- Vit vita jú, at tað er
nóg mikið av pengum til
okkara krøv, og rætturin
hevur við dómi staðfest
krøvini. Tað er gleðiligt,
og tað er eisini gleðiligt, at
starvsfólkini eftir øllum
at døma fara at fáa sínar
pengar í næstum, sigur
hann.
- Vit, sum umboða lønarkrøvini kunnu helst
ikki siga, at vit onga skyld hava av, at tað hevur
drigið út at enda trotabúgvið eftir Faroe Seafood,
sigur Djóni Thomassen, advokatur, sum umboðar
krøvini hjá limunum í Føroya Handverkarafelag
nú stava frá fastogn ella
vørugoymslum, sum jú ikki
kundu brúkast at gjalda
rokningar við, tá brúk var
fyri pengunum, sigur Djóni
Thomassen.
Eyðfinnur Jacobsen legg
ur dent á, at virðini í einum
trotabúgvi kunnu broytast
nógv báðar vegir, eftir at ein
húsagangur er lýstur.
- Tí kann tað vera torført
at siga aftaná, hvat virðini
høvdu verið, um fyritøkan
helt áfram, sigur hann.
40 milliónir krónur
fara at liggja eftir til
kravánararnar, tá
trotarbúarviðgerðin
av Faroe Seafood
endar um stutta tíð.
Men tað merkir ikki,
at húsagangurin var
lýstur av órøttum,
eru advokatarnir
Eyðfinnur Jacobsen
og Djóni Thomassen
samdir um. Teir eru
ávikavist bústjóri og
umboð fyri kravánarar
í sambandi við
trotabúarviðgerðina
FAROE SEAFOOD Á HÚSAGANG