mánadagur 19. mai 2014síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 19. mai 2014 · Nr. 56
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kjak
Útlendsk arbeiðsmegi einasta boðið
Eyðgunn Samuelsen
tingkvinna.
Samgongan hevur samtykt
at loyva byggivinnuni at
innflyta handverkarar, nú
virksemi í vinnuni er vaks
andi. Sum gongdin er á
okkara
arbeiðsmarknaði,
har handverkarar í stórum
talið arbeiða uttanlands, er
sjálvandi neyðugt at taka stig,
so tørvurin á arbeiðsmegi her
heima kann nøktast. Tann
lættasta loysnin, er at loyva
útlendskari arbeiðsmegi at
koma til Føroyar.
Samgongan hevur, síðan
hon tók við í 2011, sitið á
hondunum meðan okkara
faklærda
arbeiðsmegi
er
farin av landinum. Tað er
sera skilligt at handverkarar,
heldur enn at ganga hond í
lumma fara har, ið arbeiðið
er. Vit eru heppin at eiga so
dugnaliga arbeiðsmegi, ið er
eftirspurd eisini úti í heimi.
Ein viðvirkandi orsøk til
arbeiðsloysi
innan
byggi
vinnuna, seinnu árini, hevur
uttan iva verið, at almennu
byggiverkætlaninar eru fleiri
ár seinkaðar. Nú eru nógvar
verkætlanir klárar at fara í
gongd samstundis og er hetta
orsøk til fløskuhálsin. Ì staðin
fyri, at almenna byggiarbeiðið
var meira javnt yvir ár.
Politiski myndugleikin
má taka stig
Samgongan hevur nú í sløk
3 ár tosað, um at útvega
lærupláss men onki er hent.
Tað kann ikki koma óvart
á politiska myndugleikan,
at trot verður á faklærdari
arbeiðsmegi,
tá
ið
sami
myndugleiki samtykkir at
fara í holt við fleiri stórar
byggiverkætlanir samstund
is.
Andstøðan hevur áhald
andi víst á trupulleikarnar,
ið fara at koma, og hevur lagt
fleiri uppskot fram, ið kundu
verið ein partur av loysnini
at nøkta tørvin á faklærdari
arbeiðsmegi.
Samgongan
hevur felt tey øll, sum eitt.
Brúka okkara
egna tøka fólk
Fakfeløgini hava gjørt vart
við, at tað eru 1000 arbeiðs
leys, umframt eini 300 ið
eru dottin burtur úr ALS.
Ein stórur partur av teim
arbeiðsleysu eru ófaklærd,
ið ikki tykjast at sleppa úr
ALS skipanini tí onki ar
beiðið er til tey. Her átti
politiski myndugleikin, fyri
langari tíð síðan at hava
tikið stig, so hesin part
urin av arbeiðsmegini fekk
ein møguleika, nú byggi
virksemi økist. Til dømis
kundu hesi fólk fingið tilboð
um eina styttri upplæring
so tey høvdu møguleika at
bjóða seg fram á arbeiðs
marknaðinum.
Innflyta handverkarar
og hvat so
Loyvið at innflyta faklærda
arbeiðsmegi fatar um ES
borgarar. Hesir skulu hava
tryggja
minst
30
tímar
arbeiðsviku og føroyska løn.
Í okkara grannalondum er
sosial dumping ein ovur
honds
stórur
trupulleiki.
Vit hava sæð dømir um, at
hóast arbeiðarin, á pappír
inum, er tryggjaður sátt
málaløn og trygging í sam
band
við
vanlukkur
og
sjúkur, so er hetta als ikki
veruleiki. Orsaka av at teir
millummenn, ið útvega hesa
arbeiðsmegi,
fara
avstað
við peninginum. Vit hava
eisini sæð dømir um, at út
lendska
arbeiðsmegin
er
undirlønt og verður brúkt
til at trýsta lønina hjá lokalu
arbeiðsmegini niður. Hava
vit nakra trygd fyri at tílíkt
ikki hendur hjá okkum ?
Sosial dumping er, tíverri, ein
altjóða trupulleiki, tí kann ein
seta spurningin um vit sleppa
undan trupulleikanum her
hjá okkum.
Vit eiga at berjast
ímóti sosialari
dumping bæði á
sjógvi og landi
Javnaðarflokkurin
hevur
varpa ljós á sosiala dumping
á sjónum og víst á loysnir, ið
kunnu steðga hesum. Hesar
loysnir eru feldar í tinginum,
ikki minni enn 3 ferðir. Onki
sæst til, at samgongan vil
seta aðrar loysnir í staðin.
Nú vit eisini fara at innflyta
arbeiðsmegi á landið, er
spurningurin
ikki
minni
aktuellur og tí eiga átøk at
verða sett í verk, ið hava til
endamáls at basa hesum
trupulleika.
Fimm bókstavir
Heri Mohr
Nógv bendir á, at okkara ABC
hevur fingið mønustingin, so
lærarar nú ekkaleyst kunnu
halda fram við at læra tey
smáu ABDið. ABCið er um at
fara í søguna, hóast næstan
øll vita, at okkara skriftmál
als ikki kann vera c, q, w, x
og z fyri uttan. Bøkur av
øllum sløgum og til øll enda
mál eru tjokkfullar av hes
um
fimm
bókstavunum.
Læknaheimurin,
gransk
ingarheimurin,
tónleikar
heimurin,
bókaheimurin,
skúlaheimurin við ella uttan
alheimsatlasið, elektroniski
heimurin osfr. kunnu als ikki
vera hesar fimm bókstavirnar
fyri uttan, um vit skulu duga
at skriva, formulera, stava,
granska og virka lítarleyst og
framkomið. Úti og heima.
Við løgtingslóg nr. 59 frá
15. mai 2012 varð Málráðið
stovnað 1. januar 2013 við
11 limum valdir av feløgum
og stovnum. Millum allar
limirnar velur landsstýris
maðurin við mentamálum
formann og næstformann.
Ráðið er valt fyri tíðarskeiðið
1. januar 2013 til 31. desember
2016.
Almennir myndugleikar
eiga í størst møguligan mun
at fylgja niðurstøðunum frá
Málráðnum.
Hetta er skilagóð tala, sum
øll kunnu taka undir við.
Men so hendi tað, sum ein
stórur parturin av Føroya
fólki ikki gongur inn fyri.
Meirilutin av Málráðnum
hevur felt dóm: Omanfyri
nevndu
fimm
bókstavir
eiga ikki pláss í tí føroyska
alfabetinum. Okkara gamla
ABC hevur ongan rætt í
barnaskúlanum.
Seiglívað
hevur tað tó verið, tí sambært
Nólsoyar Páll kundi Jákup á
Møn á tólvta ári at remsa
upp ABC; og her fara vit tvær
øldir aftur í tíðina.
Uttan mun til hvat løg
tingið og landsstýrismenn
siga og gera, so er nú ára
drúgva indoktrineringin av
ABDnum í barnaskúlanum
ein legaliseraður veruleiki.
At amputera okkara alfabet
– líka mikið hvussu sjónlig
árinini
og
avleiðingarnar
fóru at verða – skuldi bara
fremjast. Skurðtiltakið varð
framt av væl lærdum og væl
útbúnum føroyingum!
Eingi x og z
= lamskotin
matematikkur.
Í føroysku orðabókini 1998
eru c, q, w, x og z við heilt
fáum orðum, tí ”tey vanliga
ikki verða nýtt í Føroyum.”
Undir c: celsius og C-vitamin,
undir w: watt og kilowatt,
undir x: X og x-ás, undir z:
einki. Í telefonbókini eru C
og W og Z í hundraðtali. Í
donsk-føroysk
orðabókini
er frumevnið zink við kem.
frámerki Zn stavað: sink og
zoom: sum. Tey, ið granska
astronomi, kunnu als ikki
finna zenit, um tey leita í
føroysku orðabókini 1998.
Í donsk-føroysku orðabók
ini 1995 er zenit umsett
á føroyskum til senit. Og
zebra til sebra. Í teimum
norðurlendsku skriftmálun
um verður Z/z brúkt í mate
matikkini, fremmandum orð
um og fólkanøvnum.
Næstan tað sama kann
verða sagt um q/Q. Tað
verður um okkara leiðir
einans brúkt til fremmand
orð. Men eitt nú í tí grøn
lendska skriftmálinum verð
ur í hvussu er q/Q brúkt í
grønlendskum býar- og bygd
arnøvnum.
Nógv er gjørt í okkara
orðabókum til tess at sleppa
undan umrøddu bókstavum,
sum eru ”óføroyskir”, hóast
teir hoyra til heildina av
okkara
latínska
alfabeti.
Hesir bókstavir verða brúkt
ir dag og nátt, úti og heima,
av børnum og ungum og
gomlum. Eingin kann steðga
hesum. Heldur ikki ”avl
amnar” orðabøkur.
Hví er tað nú so altav
gerandi neyðugt at beina
fyri fimm bókstavum í alfa
betinum? Kann hetta ikki
órógva nervalagið í okkara
mentanaramboðunum meira
enn gott er? Og hví skulu vit
gera okkum fremmand mót
vegis londum á tí europeiska
meginlandinum, ið standa
okkum
mentanarliga
og
sosialt og á øðrum økjum
nær?
Góð ráð: ein
hjálpandi hond
Vit eru øll góð við okkara
oyggjar og okkara mál –
ikki minst tey, ið rýma av
landinum – men hvør kann
trívast í áhaldandi klandri
og orrustu um nøvn og
bókstavir? Hetta er mann
minkandi.
Órógvandi.
Vi
mugu sleppa burt úr hesum.
Hetta krevur eina loysn.
Er tað ein gongd leið, at
landsstýrið saman við 4 (2+2)
limum úr málráðnum venda
sær til Nordisk Sprogråd
undir Nordisk ministerråd,
sum virkar fyri at fremja
demokratiskan málpolitikk.
Kanska kundu vit soleiðis
fingið vegleiðing og góð
ráð og loyst tann gordiska
knútin endaliga?
Eg var mær og vitjaði
bróður….
Eitt ævintýr
Í einari skaldsøgu hjá Alek
sandr Solzjenitsyn lesa vit
eitt lítið, tvætlugt ævintýr:
”Hví
skal
menniskjan
liva í hundrað ár? Tað líkist
ongum. Og nú skalt tú hoyra
hví.
Allah býtti lívið. Øll djór
ini fingu hálvtrýss ár. Frálíkt.
Men menniskjan stóð í sein
astu røð, og tá hevði Allah
bert fimmogtjúgu ár eftir.
Menniskjan gjørdist eitt sind
ur prippin: hetta er ov lítið!
Allah sigur: tað er nóg mikið.
Men menniskjan gevst ikki:
hetta er ov lítið! Alt í lagi, far
hon so at vita: far tú sjálv út
og spyr, kanska er tað onkur,
sum kann geva tær nøkur ár.
So fór menniskjan av stað.
Fyrst møtti hon einum hesti.
”Hoyr,” – sigur hon – ”mítt
lív er so stutt. Gev mær eitt
sindur av tínum.” – ”Jamen,
tak so fimmogtjúgu.” Hon
heldur fram við at ganga og
møtir einum hundi. ”Hoyr
hundur mín, gev mær eitt
sindur av tínum lívi.” – ”So
far við fimmogtjúgu!” Hon
heldur fram. Ein apa. Eisini
frá henni biddar hon fimm
ogtjúgu ár.
So fer menniskjan aftur
til Allah, sum sigur við hana:
”Tú hevur fingið tað, sum
tú sjálv ynskti. Tey fyrstu
fimmogtjúgu árini fer tú at
liva sum ein menniskja. Tey
næstu
fimmogtjúgu
skal
tú arbeiða sum ein hestur. Í
fimmogtjúgu ár fer tú so at
goyggja sum ein hundur; og
tey seinastu fimmogtjúgu
árini verður flent at tær, sum
man flennur at einari apu…”
Vónandi verða vit føroyingar
ikki útflentir sum í hesum
(russiska?) ævintýrinum.