mánadagur 19. mai 2014síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 19. mai 2014 · Nr. 56
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
F
øroyar hava ikki ráð til at takka nei, tá
vit hava møguleika at knýta útlendskar
kapacitetar at okkum.
Tað er einans við støðugum broyt
ingum og tillagingum, at besta úrslitið
fæst. Ítróttur er einki undantak til støðugu áminn
ing Darwins um, at »the fittest survives«. Har merkir
»fittest« hvørki tann fittasta ella sterkasti, men tann,
ið dugir best at tillaga seg. Avleitt av enska »to fit«.
Fyri viku síðani varð finala í lítlu steypakapp
ingini – liga cup – í Ungarn. Tomislav Sivic, sum
flestu fótbóltselskandi føroyingar kenna, stóð sum
venjari hjá vinnandi liðnum. Sami Tomislav skal
komandi leygardag standa á síðulinjuni, tá stóra
steypakappingin verður spæld. Ein kapping, sum
Tomislav eisini hevur verið við til at vinna áður við
øðrum ungverskum felag.
At Sivic nú hevur møguleika at vinna sítt triða
steyp í Ungarn, Hetta staðfestir týðiliga, at talan
er um meira enn bert eitt lucky punch. Ungverska
deildin er kanska ikki tann sterkasta í Europa, men
hon er total-dominera av nøkrum liðum, ið umvegis
almennan stuðul hava greiðar kappingarfyrimunir.
Og tí er tað bragd í sjálvum sær, um okkurt av
smærru feløgunum stingur nøsina fram.
Í góð fimm ár var Sivic venjari í føroyskum
fótbólti. Fyri tað mesta við sera góðum úrslitum.
Hann var ikki tann, sum tagdi um egnar dygdir,
og meira enn tí einu ferðina fanst hann at, at FSF
eftir øllum at døma als ikki hevði hug at gagnnýta
hansara venjaraevnir.
Hvør orsøkin var, kann bara illgitast um, men
onkursvegna stendur ein sterk mynd av, at FSF
heldur vildi tvíhalda um egnu venjaraskúlingina,
heldur enn at taka ímóti íblástri uttanífrá. Sæð
burtur frá A-landsliðsvenjaranum, so hevur FSF
mest sum púrasta einvíst brúkt venjarar úr egnari
veltu. Altso venjarar, sum allir hava somu uppaling.
Alt gott um tað, tí sjálvandi skal FSF vísa hesum álit.
Men verður tað álitið púrasta blint, kvettir tú eisini
møguleikan fyri tí íblástri, sum altíð er fortreytin
fyri støðugum tillaginum. Og tá verður menningin
ikki tann, sum hon kundi verið.
Við tí, sum Sivic síðani hevur avrikað, kunnu vit –
við allari virðing fyri øllum teimum, sum hava virkað
her á landi – staðfesta, at við undantaki av Brian
Kerr, hevur eingin teirra avrika í nær námind tí, sum
Serbin hevur gjørt. Og vit kunnu eisini staðfesta, at
tað er stórt spell, at hesi venjaraevni ikki í enn størri
mun komu føroyskum fótbólti tilgóðar.
Ræðast
broytingar
www.ab.fo:
Í mun til síðstu viku var tað ikki bara veðrið, sum var gott. Tað var eisini ein
góður dystur og eisini ein uppiborin 4-1 sigur til okkum.
www.b36.fo:
Við ytsta partinum av neglunum hildu vit fast um oddasessin, tá tað í dag
eydnaðist at koma úr Runavík við trimum stigum
www.eb-streymur.fo:
Áðrenn dystar byrjan var greitt, at René Tórgarð, sum er Føroya besti
málmaður, ikki var tøkur vegna sjúku. So Jákup Andrias mátti taka tørnið í
hansara stað.
www.hb.fo:
Hóast vit samamuntikið vunnu ein góðan sigur, vóru fleiri støður, sum
skálamenn helst eiga at iðra seg um. Vit vóru neyvari tá á stóð og skoraðu
tey neyðugu málini. Seinasta korterið koyrdu vit sigurin heim.
www.nordlysid.fo:
KÍ fekk bank á Svangaskarði í kanska vánaligasta dystinum hjá KÍ síðani
uppflytingina í 2010. Dysturin var ikki meir enn byrjaður, so var 2-0 til
B68. Og so var støðið lagt. Hetta skuldi blíva ein tann mest pínligi KÍ
dysturin í fleiri ár. Eingin vilji, einki samanhangandi spæl og ein rúgva av
persónligum mistøkum.
www.b68.fo:
Annars kunnu vit fyri stuttleikar nevna, at undan kappingarbyrjan, setti
Norðlýsið fleiri av teimum kendastu viðhaldsfólkunum hjá KÍ spurningar
um, hvat teir væntaðu av Effodeildini 2014. Tað sum teir allir samlir vóru
samdir um, var at B68 fór at flyta niður, so tað má følast heldur súrt eftir
dagsins dyst. Livst so spyrt.
Heimasíðurnar skriva:
Ítróttar klumman
Jákup Mørk
■ Veit ikki hvat var ræðuligari
í Fuglafirði í dag - grindadrápið
ella Effo liðið hjá ÍF ?
( ÍF - AB )
Besta sms'ið í Triða Hálvleiki hjá Rás2:
ítróttur ítróttartoymið
Tróndur
Arge
Hilmar Jan
Hansen
Heri
Simonsen
Jóannes
Hansen
Pætur
Albinus
Álvur
Haraldsen
André
Olsen
Teitur
Joensen
Pætur
E. Jensen
SuSvim vann mest
á FM/JM 2014
Tróndur Arge
Ásbjørg Hjelm setti føroyskt
met og juniormet í 50 metra
bringusvimjing, tá ið hon
fríggjamorgunin
svam
teinin uppá 33.90 sekund.
Ásbjørg setti eisini nýtt før
oyskt juniormet, tá ið hon
leygarkvøldið
svam
100
metra bringusvimjing uppá
1 minutt og 14.52 sekund.
Emma
Festirstein
Nystrøm setti nýtt føroyskt
met í 200 metra bringusvimj
ing, tá ið hon hon í kvøld
svam teinin uppá 2 minuttir
og 36.12 sekund.
Og
teir
fýra
Høgni
Simonsen, Dánjal Martin
Hofgaard, Eyðbjørn Joensen
og Róland Toftum úr Suður
oyar Svimjifelag settu nýtt
føroyskt met í 4x50 metra
frísvimjing, tá ið teir svumu
tann teinin uppá tilsamans 1
minutt og 35.06 sekund.
Pál
Joensen
skrivaði
søgu við at fara upp um
100 gullmerki tilsamans á
Føroyameistarastevnu, bæði
íroknað liðsvimjingar og sum
einstaklingur. Hann hevur
nú vunnið 101 gullmerki sum
einstaklingur, og 105 um vit
telja liðsvimjingarnar við.
So er Juniormeistarastevnan og Føroyameistarastevnan avgreidd
fyri í ár, og úrslitið var at Suðuroyar Svimjifelag vann flest
heiðursmerki bæði í juniorbólkinum og opna bólkinum
Fjórði venjarin fær bann Trygvi Mortensen, venjari
hjá NSÍ, er tann fjórði venjarin, sum fer at fáa bann
í Effo-deildini higartil hetta kapppngarárið. Undan
honum hava Eyðun Klakstein(KÍ), Sigfríður Clementsen
(Víkingur) og Bill M. Jacobsen(AB) fingið bann.