mánadagur 19. mai 2014síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 19. mai 2014 · Nr. 56
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Tróndur Arge
Føroyski
úrmælingurin
í
kropsligari fótbóltsvenjing
hevur saman við viðurkenda
danska ítróttarfysiologinum
og fyrrverandi hjálparvenj
aranum í Juventus, Jens
Bangsbo, útgivið bókina, sum
er ætlað sum ein faklig bók
til venjarar.
-
Hetta er ein bók,
sum er ætlað venjarum bæði
her í Føroyum og venjarum
í størri feløgum kring fót
bóltsheimin, sigur Magni
Mohr, sum hevur eina fortíð,
har hann hevur arbeitt fyri
millum annað italska Juvent
us og enska Chelsea.
Hugskotið aftanfyri bók
ina er persónlig venjing til
fótbóltsspælarar. Fram til
aldarskiftið hevur verið van
ligt, at allir spælarar hava
verið bólkari saman og vant
tað sama. Síðani aldarskiftið
er ferð komin á gransking
innan fótbóltsfysiologi og
persónlga venjing til ein
staka fótbóltsspælaran.
-
Spælarar,
sum
spæla á sama plássi kunnu
hava ymiskar fortreytir. Tú
kanst t.d. hava ein høgra og
ein vinstra bakk, sum eru
ymiskir. Annar er framrættar
og hin er meiri verjukendur.
Tú kanst eisini hava tveir
sentralar
miðvallarar,
ið
hava heilt ymiskan spælistíl,
hóast teir spæla á sama
plássi. Tá eru krøvini ymisk
til tann einstaka spælaran. Tí
er týdningarmikið, at venja
teir ymiskt fyri at fáa sum
mest burtur úr venjingini,
sigur Magni Mohr.
Fokus í bókin er at skilja
millum teir ymisku spælarar
nar á teimum ymisku pláss
unum, tí mangan er munurin
stórur.
Juventus førandi
á økinum
Ferðin inn í fysiologiska
ítróttheimin
hjá
Magna
Mohr byrjar í Keypamanna
havn, tá hann byrjar at
lesa á universiteti í danska
høvðusstaðnum.
Ein
av
granskarunum
er
Jens
Bangsbo, sum samstarvar við
italska stórfelagið, Juventus.
Jens Bangsbo bjóðar
Magna
at
gera
ymiskt
granskingararbeiði fyri hann
í samband við Juventus. Tað
er í 1999. Nakað seinni eru
boð eftir danska ítróttar
fysiologinum sum hjálpar
venjara
hjá
høgtvirda
Marcello Lippi í sama felagi.
-
Uttan
at
vita
neyvt
hvat
fyrigongur
í øllum øðrum feløgum,
so havi eg eina hóming
av, at vit í Juventus vóru
førandi
innan
økið
við
persónligum
venjingum
til fótbóltsspælarar, sigur
Magni Mohr, sum eisini
stendur fyri kropsligu fyri
reikingini hjá danska fót
bóltslandsliðinum
undan
HM endaspælinum í 2002 í
Japan og Korea.
Magni hevur eisini ar
beitt í enska stórfelagnum
Chelsea. Í 2008 eru boð
eftir honum úr London. Í
2009 verður Carlo Ancelotti
settur sum venjari. Hann
er fyrrverandi venjari hjá
Juventus
og
inngangs
vinkulin til venjingina er ikki
ókendur fyri Magna Mohr.
Vágbingurin fær nú ein
størri leiklut, har hann er
við til at ráðgeva tilrættis
leggingini av kropsligu- og
fótbóltsvenjingini hjá besta
liðnum hjá Chelsea. Hetta
verður gjørt við millum
annað at filma spælarar
individuelt til dyst og greina
hvat teir gera á vøllinumí
mun til tað, sum venjarin
ynskir.
-
Tað, sum vit millum
annað gjørdu í Chelsea var, at
hyggja nærri eftir tí einstaka
spælaranum. Hvat ger hann í
einum dysti, hvat vil venjarin
hava hann at gera og hvussu
fáa vit á bestan hátt vant tað,
sum hann skal blíva betri til,
sigur Magni Mohr og vísir
til hugtakið Key Perfor
mance Indicators, sum er tey
teknisku, taktisku og krops
ligu økini sum first og fremst
skulu mennast hjá einstaka
leikaranum.
Hetta er ein máti at velja
nakrar eginleikar hjá einum
spælara út, sum hann skal
hava fyri at passa á eitt ávíst
pláss í eisini ávísari spæli
skipan. Út frá hesum ber til
at tilrættisleggja persónliga
venjing fyri tann einstaka
spælaran.
-
Fyri ein áleypara
kann tað verða, at hann
skal verða skjótur á fyrstu
metrinum. Fyri ein vong, at
hann er førur fyri at seta ein
spælara av. So raðfestur tú
individuellu eginleikarnar og
arbeiður út frá tí, sigur Magni
Mohr, og vísir til fyrrverandi
Chelsea
spælaran,
Arjen
Robben, hvør høvuðsstyrki
liggur í at seta menn av við
skjótum dribblingum.
Tað er millum annað við
royndum frá Juventus og
Chelsea, at Magni Mohr og
Jens Bangsbo geva bókina út.
Í bókini verður eisini víst til
dømi, sum teir hava upplivað
í síni tíð í stóru feløgunum í
Evropa.
Testa tínar spælarar
Bókin gevur eisini venjarum
møguleikan at testa sínar
spælarar á tekniskum økjum.
Hetta fyri at kunna síggja
neyvt hvørjar eginleikar ein
spælari hevur. Hvørjum økj
um teir skulu arbeiða við og
hvørjum økjum teir hava sín
ar styrkir.
-
Bókin gevur venjar
um ein møguleika at testa
spælararnar á heilt neyv
um økjum. Síðani vísa vit
eisini á hvussu tú kanst
arbeiða við teimum ymisku
eginleikunum, sum venjar
in ella spælarin ynskir at
blíva betri til, sigur Magni
Mohr, sum í ár var knýttur at
Víkingi í uppstarttíðarskeiði
num.
Hann leggur afturat, at
hetta er hent hjá serliga ung
dómsvenjarum at fáast við.
Eisini til føroyskar
spælarar
Tað kann tykjast møtumikið
hjá føroyskum venjarum, ið
ikki hava somu umstøður
sum stóru feløgini í heimi
num, at skula geva hvørjum
einstøkum
spælara
per
sónliga venjing. Her vísir
Magni Mohr á, at í einum
venjingarøvisli kunnu fleiri
spælarar fáa síni persónligu
venjingar.
-
Í einum øvilsi kann
t.d. ein spælari venja teknist
og ein annar kropsliga, sigur
Magni Mohr og leggur aftur
at;
-
Tað snýr seg um at
fáa øvislini at líkjast týdn
ingarmiklum hendingum í
einum dysti mest møguligt
fyri einstaka leikaran, so at
tað passar fysiologiskt við
tað arbeiði, sum ein spælari
ger, tá hann kemur í eina
tílíka støðu í einum dysti,
sigur Magni.
Hetta er onnur bókin,
sum Magni og Jens Bangsbo
geva út saman og tann fjórða
hjá Magna Mohr. Tann fyrra
bókin hjá Magna og Jens
eitur “Fitness Testing in Foot
ball” (2012). Eisini her bleiv
dentur lagdur á, at øll skulu
kunnu fáa nyttu burtur úr
bókini.
-
Tá gjørdu vit tað
eisini so, at tey smærru feløg
ini kunnu fáa nyttu burtur
úr bókini. Tað gera vit við
at vísa á møguleikar, sum
smærri feløg kunnu nýta,
sigur Magni Mohr.
Magni leggur at enda
afturat, at bókin er ætlað sum
ein venjarabók til venjarar.
Bókin “Fitness Testing in
Football” er hagartil blivin
umsett
til
kinesiskt
og
verður millum annað brúkt
á venjaraútbúgvingum úti
í heimi. Ætlanin er eisini at
nýggja bólkin skal umsetast
til millum annað kinesiskt og
onnur mál, sum hon røkkur
kring
heimin.
Bókin
er
upprunaliga á enskum.
trondur@sosialurin.fo
Magni Mohr við nýggjari bók
- Tveir spælarar, sum spæla á sama plássi kunnu hava ymiskar fortreytir. Tí er týdningarmikið at venja teir ymiskt,
sigur Magni Mohr, sum saman við Jens Bangsbo hevur útgivið bók um persónligar venjingar til fótbóltspælarar