Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-19, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. mai 2014síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 19. mai 2014 · Nr. 56 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Rannvá G. Fossaberg Um vikuskiftið var skipað fyri føroyameistarakapping í fitness. Hetta er triðja árið á rað, henda kappingin er, og undirtøkan var góð bæði við luttakarum og áskoðarum, sum vóru savnað saman í Norðurlandahúsinum leygar­kvøldið, har kappingin fór fram. Mett verður, at útvið 300 fólk vóru komin í Norður­landahúsið at fylgja við í kapp­ingini. Seks menn og fýra kvinnur vóru tilmeldað kappingina, og sambært einum av fyri­skipar­unum, Jákup Jacobsen, er tað eitt nøktandi lut­takaratal. – Tað er ótrúliga flott, at 10 fólk stilla upp til eina slíka kapping, og tað var eis­ini nakað, sum donsku dóm­ararnir vóru rættiliga ovfarnir av. Teir hildu tað vera ógvuliga væl klárað, at vit hava so nógvar topp atletar innan fitness, tá hugs­að verður um fólkatalið, sigur Jákup Jacobsen og leggur afturat: – Teir báðir donsku dóm­ ararnir, sum ferðast kring allan heimin at døma slíkar kapp­ingar, nevndu fleiri ferðir fyri okkum, at støðið var ógvuliga høgt, og teir vóru í roynd og veru rætt­ iliga ovfarnir av føroysku lut­ tak­arunum, og hvussu væl teir vóru fyri, sigur Jákup Jacobsen. Hetta er aðru ferð, at kapp­ingin fer fram í Norður­ landa­húsinum. Fyrstu ferð var fyri trimum árum síðani, og í fjør var Hotel Føroyar karm­ur um kappingina. – Vit valdu at brúka Norður­landahúsið, tí tað er har, at luttakararnir hava tær bestu umstøðurnar. Hølini aftan fyri pallin eru góð, pall­urin er stórur, og so eru ljóð- og ljós­viður­skiftini eis­ini framúr góð, sigur Jákup Jacobsen. Kappast varð í fýra grein­um, og tá stigini blivu løgd saman, vóru tað tey bæði Havnar­fólkini Árna Fjallstein og David A. Galán, ið stóðu seg best í kappingini. Eg trúgvi tí ikki Tann 41 ára gamla Árna Fjallstein kann nú kalla seg Føroya meistara í fitness fyri kvinnur. Hetta er triðju ferð, at Árna Fjallstein luttekur í FM í fitness, og loksins eydn­ aðist at røkka fyrsta pláss­ inum. – Eg hevði ein skaða í rygg­ inum til seinastu kapping, og fekk tá ikki vant soleiðis, sum eg vildi. Av tí sama vildi eg gera tað betur hesaferð. Eg vildi bara vinna, sigur ein ovurfegin Árna Fjallstein, sum bleiv rættiliga bilsin, tá hon fann útav, at hon lá nummar eitt samanlagt. – Fyri at siga sum er, so misti eg tali sjálv, tá eg gjørdi chin ups, so eg visti ikki heilt hvar eg lá. Sama skil var, tá eg gjørdi dips, tí eg misti talið, og so mátti eg bara koyra á inn til eingin orka var eftir. Í rógvingini sá eg beina­veg, at eg lá nummar tvey, og poseringina veit mann ikki fyrr enn til sein­ ast, so hetta gjørdist eitt stórt yvir­raskilsi, sigur Árna Fjallstein. Seinastu tíðina hevur hon vant upp til níggju ferðir um vikuna – rógving fyrrapart og fitness um kvøldið. Í næsta mánaði skal hon lut­ taka í stórari kapping í Dan­ mark, men aftaná tað ætlar hon at venja minni. – So havi eg brúk fyri at hvíla og venja sum flest onn­ ur fólk, tað vil siga eini fýra ferðir um vikuna, sigur Árna Fjallstein og leggur afturat: – Eg haldi ikki, at eg havi fatað enn, at eg havi vunnið. Eg eri so ótrúliga glað, sigur Árna Fjallstein. ítróttur Árna og David eru fit'ast fitness Leygarkvøldið varð skipað fyri FM í fitness í Norðurlandahúsinum. Samanlagt stóðu Árna Fjallstein og David A. Galán seg best, og sostatt kunnu tey nú kalla seg Føroya bestu innan fitness