mánadagur 19. mai 2014síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 19. mai 2014 · Nr. 56
ítróttur
Rannvá G. Fossaberg
Tey trý, ið umboða Før
oyar eru teir báðir FM
vinnararnir í fitness í ár
David A. Galán og Árna
Fjallstein, og so luttekur
eisini
Jórun
Mørkøre.
David og Árna gjørdust
føroyameistarar í fitness
um vikuskiftið, og um
framt heiðurin og heitið,
so sleppa tey eisini við til
Natural Power Fitness í
Danmark. Jórun Mørkøre,
sum bleiv FM vinnari
seinasta ár, hevur sjálv
meldað seg til kappingina
nakað síðani, og sostatt
luttekur hon eisini.
–
Hetta
er
fyrstu
ferð, tað verður skipað
fyri eini slíkari kapping
í Skandinavia, og tað,
sum er heilt serligt við
hesi kappingini, er, at als
eingi evni ella ískoyti av
nøkrum slag eru loyvd, og
tað ganga fyrireikararnir
sera høgt uppí, sigur
Jákup Jacobsen, ið er ein
av fyrireikarunum av FM
í Fitness kappingini.
Stranga eftirlitið merk
ir, at luttakararnir millum
annað skulu til nakrar
heilt serligar kanningar.
– Tey skulu avlevera
nakrar urinroyndir, og so
skulu tey eisini gjøgnum
føra eina sokallaða lygn
kanning, ella tað sum tey
flestu kenna sum eina
»lie detector« kanning.
Og hetta verður gjørt
fyri at fyriskipararnir av
kappingini kunnu tryggja
sær, at luttakararnir hava
hildið seg hundrað pro
sent frá ólógligum evnum
ella ymsum tilskotum við
vónini um at klára seg
betur í kappingini, greiðir
Jákup Jacobsen frá.
Kappast
verður
í
tríggjum greinum, sum
luttakararnir
sjálvir
hava
meldað
seg
til.
Árna Fjallstein luttekur
í Natural Bikini, meðan
David A. Galán og Jórun
Mørkøre skulu royna seg
í greinini Natural Power
Fitness.
Skulu
umboða
Føroyar
uttanlands
fitness
Tann 14 juni fara tríggir føroy
ingar til Danmarkar at luttaka
í stóru fitness kappingini
Natural Power Fitness,
sum fer fram í Herning
Gekk sum vónað
Hjá monnum gjørdist tað
29 ára gamli David A. Galán,
sum samanlagt kláraði seg
best í FM í fitness. Hetta er
fyrstu ferð, hann hevur still
að upp til eina slíka kapping.
– Eg vil siga, at tað gekk,
sum eg hevði vónað. Tað er
ótrúliga stuttligt at vinna,
tá mann hevur vant so nógv
og so seriøst í langa tíð, sigur
David A. Galán, sum sjálv
ur heldur, at rógvingin var
hansara veika síða til kapp
ingina.
– Í rógvingini bleiv eg
nummar trý, so tað gekk
minni væl, men hinvegin so
var tað eisini nakað, sum eg
hevði væntað, sigur David A.
Galán.
Sjálvur er hann ógvuliga
fegin um, at skipað verður
fyri slíkum kappingum.
– Eg havi íkað fitness í so
langa tíð, og tað er stuttligt
at sleppa at kappast innan ta
ítróttargreinina, ið ein dyrk
ar, sigur David A. Galán, sum
hevur vant tvær ferðir um
dagin seinastu tíðina.
Um minni enn ein mánað
skal David A. Galán luttaka í
fitness kapping niðri í Dan
mark, og næstu vikurnar ætl
ar hann sær at venja miðvíst
til ta kappingina.
– Har er styrkirundan
vid deadlift, so tad fari eg at
venja meira av næstu tíðina.
Annars haldi eg áfram at
rógva, sigur David A. Galán,
sum rør við 10-mannafari á
Argjum.
rannva@sosialurin.fo
Myndir: Álvur Haraldsen
Teir 10 luttakararnir standa á pallinum, beint
eftir at endaliga úrslitið er kunngjørt