mánadagur 19. mai 2014síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 19. mai 2014 · Nr. 56
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
borðtennis
Henrietta Nielsen gjørdi bart og vann einmansleik, tvímansleik, blandaðan
tvímansleik og liðkapping, tá ið Føroyar um vikuskiftið var vertur fyri einari væl
eydnaðari Arctic Open, sum er samstarv ímillum norðuratlantisk lond
Pætur Albinus
Um vikuskiftið hava tilsam
ans 30 luttakarar luttikið í
Arctic Open, sum er ein árliga
afturvendandi borðtennis
kapping ímillum Føroyar,
Jútland, Ísland, Grønland
og Hetland, sum hava tikið
stig til hesa kapping at koma
londum í norðuratlantshøv
um tilgóðar.
Kappingin er at kalla
spildurnýggj og varð á fyrsta
sinni spæld í Reykjavík í fjør.
Í ár var Føroyar vertur, og
kappingin var – sum ein
av fyrireikarunum tók til
undan kappingini – ein frá
líkur møguleiki at venja
seg við at fyriskipa til einar
møguligar oyggjaleikir í 2019.
Hetta var fyrsta kapping í
Føroyum við fleiri útlendsk
um londum síðani oyggja
leikirnar fyri 25 árum síðani.
Luttakarar hesaferð vóru
Føroyar, Ísland og Grønland.
Spælt varð í høllini á Hálsi
Dýra biðidag, leygardagin og
sunnudagin.
Henrietta tók alt
20
ára
gamla
Henrietta
Nielsen, sum er uppvaksin í
Fuglafirði, men er búsitandi
í Týsklandi, var komin heim
til Føroya at luttaka í Arctic
Open. Hon avrikaði væl í
fyrstu kappingini í Reykjavík
í fjør, har hon vann gull í ein
mansleiki og í blandaðum
tvímansleiki saman við Halli
Thorsteinsson.
Hesaferð gekst enn betur
hjá henni. Í fyrsta lagi vann
hon liðkappingina saman við
Duritu Fríðadóttir Jensen og
Onnu Mikkjalsdóttir. Tær
vunnu á bæði Íslandi og
Grønlandi.
Í tvímansleiki spældi hon
saman við Duritu Fríðadóttir
Jensen, meðan hon í bland
aðum tvímansleiki spældi
saman við Fróða Fríðason
Jensen. Hon megnaði at
vinna saman við báðum
tveimum, og var hon eisini
helst avgerandi leikarin í
báðum tveimum. Munurin
er tann, at hini londini hava
ilt við at hava fleiri kvinn
ur á høgum støði, meðan
Henrietta – sum varð funnin
uttanlands við ætt úr Føroy
um – breiðkar munandi um
føroyska kvinnuhópin.
Sannførandi
einmansleikur
Í einmansleiki hjá kvinnum
gjørdi heldur eingin nakað
sum helst við Henriettu
Nielsen. Hon gjørdi ikki mat
ari enn at vinna alla kapping
ina uttan at tapa eitt einasta
sett. Í finaluni hitti hon
Sivertsoq Gærtner, og hóast
tað gjørdist tætt í onkrum
setti, so vísti Henrietta sítt
frálíka støði og avgjørdi at
enda øll settini. Hon vann
sannførandi 4-0 í settum.
Henrietta Nielsen spælir
fyri Flensburg TSB í Týsk
landi, har hon bæði ven
ur nógv og spælir nógvar
kappingar. Hetta hevur ført
til, at hon hevur hækkað
ítróttur
Henrietta
Nielsen
vann alt
Arctic Open: