Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-19, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. mai 2014síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 19. mai 2014 · Nr. 56 ítróttur borðtennis Úrslit Arctic Open 2014: Einmansleikur, menn: 1. Magnús K. Magnússon, Ísland 2. Aqqalu Nielsen, Grønland Einmansleikur, kvinnur: 1. Henrietta Nielsen, Føroyar 2. Sivertsoq Gærtner, Grønland Tvímansleikur, menn: 1. Magnús K. Magnússon/Gunnar S. Ragnarsson, Ísland 2. Aqqalu Nielsen/Ivik Nielsen, Grønland Tvímansleikur, kvinnur: 1. Henrietta Nielsen/Durita F. Jensen, Føroyar 2. Kolfinna Bjarnadóttir / Sigrún E. Thomasdóttir, Ísland Blandaður tvímansleikur: 1. Fróði F. Jensen/Henrietta Nielsen, Føroyar 2. Julius Anike/Sivertsoq Gærtner, Grønland Liðkapping, menn: 1. Grønland 2. Ísland 1 3. Føroyar 1 4. Ísland 2 5. Føroyar 2 Liðkapping, kvinnur: 1. Føroyar 2. Ísland 3. Grønland støðið munandi seinastu tíð­ ina og serliga er frammar­liga at spæla við skrúvu, sum ann­ars plagar at vera ein trupul­leiki hjá kvinnum. Magnús endurvann gullið Magnús K. Magnússon vann í fjør gull í einmansleiki hjá monnum. Tað gjørdi hann í rímiliga góðum stíli, hóast hann í fjórðingsfinaluni var um reppið at tapa ímóti Halli Thorsteinsson, sum hevði tríggjar dystarbóltar. Magnús venur fimm ferð­ ir um vikuna og má sigast at vera stinnasti leikarin í londunum, sum luttaka í hesi kappingini. Hann var tískil favorittur at endurvinna gullið. Lættliga spældi hann seg víðari úr bólkaspælinum, og í fjórðingsfinaluni, hálv­final­ uni og finaluni gjørdi hann av álvara bart. Hann vann allar dystirnar 4-0. Í finaluni vann hann ímóti Aqqalu Nielsen úr Grønlandi, sum hevði eina frálíka kapping, men tóktist útkoyrdur í final­uni ímóti einum ógvu­ liga væl uppløgdum Magnús. Fróði F. Jensen tapti hálv­ finala ímóti Aqqalu Nielsen 1-4 og fekk harvið bronsu. Tríggir føroyingar víðari Í einamansleiki hjá monnum, sum í luttakaratali var størsta kappingin í Arctic Open, og í ein mun eisini besta kappingin í mun til støðið, stóðu føroyingarnir seg væl í bólkaspælinum. Tríggir av teimum spældu seg nevniliga víðari. Heldur óheppið var tað, at Peter H. Nicalasen og Fróði F. Jensen hittust í hálv­finaluni. Hetta merkti, at annar mátti rúka, men hin­vegin merkti tað eisini, at føroy­ingar vóru tryggjaðir ein lut­takara í hálvfinaluni. Ímill­um Fróða og Peter, sum var ein endurtøka av FM-final­uni, stóð Fróði seg aftur best og vann. Hallur Thorsteinsson var eisini óheppin og hitti favorittin Magnús K. Magnússon, har hann tapti greitt 0-4. Í hálvfinluni taptu Fróði F. Jensen sum kunnugt ímóti Aqqalu Nielsen, og var tískil eingin føroyingur við í final­ uni í einmansleiki hjá monn­ um. Grønland bergtók sum lið Í liðkappingini hjá monn­ um var Ísland við Magnús K. Magnússyni á odda favo­ rittur at vinna kappingina, men tað vísti seg, at Grønland hevur tikið seg ógvuliga nógv fram. Somikið nógv, at teir vunnu kappingina. Grøn­land endaði í fjør á 4. plássi í liðkappingini, men við einum álopskendum liði megn­aðu teir at taka øll á bóli og vinna liðkappingina, har spælt var best út av fimm dystum ímillum teir tríggjar leikararnar, ið vórðu út­valdir at umboða landslið sítt. Føroyar og Ísland høvdu somikið breiðan hóp, at tey høvdu tvey lið í kappingini. Bestu liðini hjá Føroyum og Íslandi hittust í avgerandi dysti um at spæla seg til silvurið, og í hesum dysti stóðu íslendarar seg betur og vunnu 3-1, soleiðis at Føroyar vann bronsuna. Føroyar besta kvinnuliðið Føroyska kvinnulandsliðið, sum er umboðað av Henriettu Nielsen, Duritu F. Jensen og Onnu Mikkjals­ dóttir, var júst afturkomið úr HM í Tokyo og var tískil í sera góðari dystarvenjing til hesa kappingina. Tað vístu tær við at leggja bæði Ísland og Grønland aftur um seg og vinna liðkappingina. Fyrsti leikari føroyinga var Henrietta Nielsen, sum enn einaferð var essið og vann allar dystir sínar. Hetta lætti um hjá 16 ára gomlu Onnu Mikkjalsdóttir og 15 ára gomlu Duritu F. Jensen, sum vístu gott spæl og enn eru við fyri at vinna sær góðar royndir. Komið at vera Samstarvið ímillum londini, sum vegna landafrøðiligu vans­arnar hava ilt við at fáa útlendska mótstøðu í borð­ tennis, tykist at vera komið fyri at vera. Kappingin hevur tænt endamálinum væl og hevur verið ógvuliga væl mót­tikin frá øllum pørtum. Ísland var vertur fyri fyrstu Arctic Open í fjør, meðan Føroyar síðani tóku sær av kappingini í ár. Ætlan­ in er, at Grønland verður fyri­skipari næsta ár. Umframt at hesi lond eru í somu støðu, so eru tey ítróttarliga eisini á jøvnum støði. Hetta førdi við sær, at tað í kappingini um viku­ skiftið vóru ógvuliga nógvir javnir og spennandi dystir, og kastaði hetta eisini bara gott av sær ímillum nevndar­ limir úr teimum luttakandi londunum, sum allir høvdu sína vón um, at Arctic Open er komin fyri at vera. albinus@sosialurin.fo Myndir: Álvur Haraldsen