Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-19, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. mai 2014síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 19. mai 2014 · Nr. 56 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur H E S A V I K U N A 4 Tórður Thomsen Hevur verið tryggur aftasti skansi hjá B36. Avrikini eru javnt góð og hann tekur tað hann skal. Hevur við verið settur í støður, har hann bjarga liðnum í evstu løtu. Hevur hinvegin fingið fleiri vandamiklar støður, so sum innlegg, at síggja púra vandaleyst út, tí hann kemur væl út úr málinum. 4 Høgni Eysturroy Avrikar javnt gott í øllunum dystunum. Hevði nakrar veikar løtur móti NSÍ, men spældi tá við skaða. Hann er tryggur í tí hann fyritekur sær. Er sterkur á bóltinum og er fleiri ferðir fyrsti maður í uppspælinum, tá B36 byggir upp. Kemur væl fram við eisini. 4 Hørður Askham Spælir sum ein royndur miðverji. Hann ger framvegis onkrar barnafeilir, men við í metingini er eisini, at hann spælir undir liðini á einum øðrum púra óroyndum miðverja. Tað kann ikki verða lætt fyri ein so ungan miðverja. Hann hevur ikki gjørt teir sjónligu feilirnar og er sterkur í tvídystunum. 4 Andrias H. Eiksen Hevur spælt seks dystir í miðvejruni hjá B36, og avrikini eru betri enn nakar í B36 hevði kunnað droymt um. Hann er follin væl til og vísir eisini, at B36 í løtuni hevur eitt “set-up”, sum gevur ungum spælarum sjálvsálit. Ein spennandi spælari, sum hevur avrikað yvir miðal og til eitt 6-tal fyri ein púra óroyndan spælara. 4 Alex Mellemgaard Um Alex Mellemgaard var høgra beintur, so spældi hann ikki á høgra bakki. Hann er á vinstra bakki, tí hann er lámur og upp á mangul av betri. Hann hevur tó røkt plássið fyrr í AB og tað ger hann eisni væl í B36. Hevur heilt víst sína styrki í uppspælinum og álopsspælinum. Hevur lagt upp til fleiri mál, men tykist enn verða eitt vet frá toppform og hevur til tíðir trupulleikar við skjótum og tekniskum vengrum. Hevur tó spælt við skaða í fótinum í eina tíð. 2 Klæmint Matras Tók gaggurnar av hillini aftur stutt fyri kappingarbyrjan. Hann kennir B36 og tað hevur hjálpt væl upp á breiddina, at hann er komin við aftur, men tað gongur nokk ein tíð áðrenn hann spælir eins væl og hann gjørdi, tá hann var í toppform. Enn manglar hann nakað og skaðar hava eisini gjørt um seg. 5 Róaldur Jakobsen Hevur verið fantastikur fyri B36 á miðvøllinum. Skorar avgerandi mál, leggur avgerandi avlevringar og mengar fyrimyndaliga at stýra einum dysti frá sínum plássi á miðvøllinum. Hansara veikleiki er, at hann kann blíva vekk í einum dysti. Spælara­ metingar til B36 fyri fyrstu 9. umførini: Tróndur Arge – við Løkin B36 vann í gjár 1-0 á NSÍ í góðveðrinu við Løkin. Einsa­ malla málið skoraði Adeshina Lawal fáar minuttir fyri hálvleik, tá hann revsaði ein fei í uppspælinum hjá NSÍ. B36 hevði onkran annan møguleika í dystinum, men sum heild var talan um eitt langt NSÍ álop í seinna hálv­ leiki, har teir høvdu allar møguleikar at fáa okkurt burturúr dystinum. NSÍ rakti, stengurnar, tvør­stong­ ina og hevði fríleyparar, men líka mikið hvat, so vildi bólt­ urin ikki í mál. B36 er oddalið í Effo­ deildini, nú ein triðingur er spældur. Besta álopið B36 hevur í ár staðið fyri tekn­iskum og skjótum um­ stillngsfótbólti, har teir revsa hini liðini fyri feilirnar tey gera. Serliga er tað upp­ spælið, sum gongur væl, har menn sum Jákup á Borg, Róaldur Jakobsen, Lukasz Cieslewicz og Adeshina Lawal eru lykilin. B36 hevur verið koyrt í botn í onkrum dystum, men hevur hvørja ferð megnað at fingið okkurt burturúr. Millum annað fáa teir mál í yvirtíðini móti Víkingi og HB. Tey stigini telja nógv í dag, tí annars hevði HB verið nummar eitt, og Víkingur verið nærri silvur­heiðurs­ merk­inum. B36 hevur besta álopið við 23 málum fyri níggu tey fyrstu umførini. Teir hava somu­leiðis gott tak á verju­ part­inum, tí bara HB hevur latið færri mál. B36 er fult uppiborið odda­lið aftaná níggju umfør. Vegurin til oddasessin umfar: 15. mars B36 – Skála 2-0 (1-0) 1-0 Hanus Thorleifsson, 33 2-0 Klæmint Matras, 69 Tað byrjaði við einum plikt­ sigri. Skála er uppflytari og lítið verður væntað av teim­ um. Óvist er um styrkina hjá B36, men tað er ongin ivi um, at B36 skal vinna dystin. Hanus Thorleifsson skorar fyrsta málið í Effo-deildini, tá hann leggur B36 á odda. Í seinna hálvleiki staðfestur Klæmint Matras sigurin í sínum »come-back« dystii fyri B36. umfar: 22. mars AB – B36 2-1 (1-1) 0-1 Róaldur Jakobsen, 33 1-1 Jobin Drangastein, 44 1-2 Róaldur Jakobsen, 75 Dysturin skal upprunaliga spælast fríggjakvøldið 21. mars, men verður útsettur til leygar­dagin, tí verðrið er so ringt. Tað passar AB spæl­ arunum illa siga teir, men av­gerðin er røtt. Talan er um javnan dyst, sum Róaldur Jakobsen avgerð. Hann skorar tvey frálík mál og tryggjar B36 sigur á grann­ unum. umfar: 28. mars B36 – Víkingur 2-2 (1-2) 1-0 Adeshina Lawal, 12 1-1 Símun Joensen, 13 sjm. 1-2 Súni Olsen, 18 br. 2-2 Jákup á Borg, 90+4 br B36 er framvegis oddalið í Effo-deildini, men tað var upp á hangandi hár, at teir kláraðu at halda fast í sessinum móti NSÍ, sum rakti bæði stengur og tvørstongina hár Er tað heilt gali? Soleiðis spurdi Sámal Erik Hentze, venjari hjá B36, ein at síggja til skaddan Høgna Eysturoy stutt fyri tíð. JA! Svaraði Høgni, og so mundu tey flestu halda at Sámal Erik fór at skifta Høgna út. Men so var ikki. Høgni mátti spæla allan dystin alíkavæl. So kundi ein spurt hvat Høgni skuldi svara fyri at blivið útskiftur? (0-1) 0-1 NSÍ – B36 0-1 (0-1) 0-1 Adeshina Lawal, 39 Dómari: Petur Reinert fótbóltur 1 til 6 John Andersen: NSÍ fjeppari Huff!! Ja hvat skal man siga...... Vit áttu seinna hálvleik, allan sum hann var, høvdu onkrar MEGA kjansir, men inn vildi bólturin ikki. Vit mugu fáa nøkur stig á konto. Botnliðini hava hug at nærkast.... Koyr á NSÍ Upp á hangnadi