Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-19, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. mai 2014síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 19. mai 2014 · Nr. 56 ítróttur hondbóltur Sum heild var talan um ein góðan fótbóltsdyst. Tvey lið, sum spæla væl, gott veður, nógvur spenningur og nógvir áskoðarar. Deiligt fótbóltsupplivilsi. Hendingin við Monradi H. Jacobsen var eitt stórt minus í einum annars góðum dysti. Hending fekk øði í menn og Trygvi bleiv útvístur í støðuni. B36 eru hepnir at fáa ann­að stigið, tá dómarin bríksl­ar fyri seinastu ferð. Víkingur er á odda 2-1 og er nær sigrinum, tá Rúni Gaardbo brádliga bríkslar fyri brots­ sparki til B36. Víkingarnir eru í øðini, men Jákup á Borg er ísakaldur og skorar trygt upp á brotssparkið. Eftir­fylgjandi fær venjarin hjá Víkingi, Sigfríður Clementsen, leikbann frá FSF fyri at vísa fjórða dómar­ anum fingurin. umfar: 11. apríl B36 – HB 1-1 (0-1) 0-1 Christian R. Mouritsen, 31 1-1 Jákup á Borg, 91 Aftur bjargar Jákup á Borg B36 eitt stig í evstu løtu. Hesa ferð er tað í granna­ upp­gerðini móti HB. Tað eru teir reyðu og svørtu, sum koma á odda í fyrra hávleiki. B36 er annars leikliga oman á í fyrra hálvleiki, meðan HB hevur fleiri møguleikar at av­gera dystin í seinna hálv­ leiki. Alt endar við, at Jákup á Borg sendir bóltin upp í málhornið eftir stutt horna­ spark í yvirtíðini. umfar: 17. apríl B68 – B36 2-4 (1-3) 0-1 Óli H. Olsen, 1 1-1 Hørður Askham, 3 1-2 Lukasz Cieslewicz, 25 1-3 Jákup á Borg, 42 br. 1-4 Hørður Askham, 76 2-4 Óli H. Olsen, 88 B36 fær ein ávaring longu í fyrsta minutti, tá Óli H. Olsen leggur B68 á odda longu aftaná ein minutt. B36 svarar aftur longu tveir minuttir seinni. Ein av­ger­ andi løta kemur mið­skeiðis í fyrra hálvleiki, tá B68 verjuspælarin Mads Rosen­ berg verður útvístur. B36 tekur yvir og longu áðrenn hálv­leik er støðan 3-1. umfar: 23. apríl ÍF – B36 2-5 (0-3) 0-1 Róaldur Jakobsen, 7 0-2 Róaldur Jakobsen, 11 0-3 Jákup á Borg, 36 0-4 Rasmus Dan Sørensen, 53 1-4 Bartal Eliasen, 61 2-4 Kristoffur Jakobsen, 65 2-5 Adeshina Lawal, 90+3 Hetta er dysturin, sum av álvara setti B36 á kortið fyri Effo-deildina í ár. At vinna 2-5 í Fuglafirði er nærmast óhoyrt farnu árini, men B36 eru eirindaleysir og revsa ÍF. At skjóta fimm mál á útivølli er tekin um gott álopsspæl. Serliga eru tað profilarnir, sum ganga á odda. 7. umfar: 4. mei B36 – EB/Streymur 3-1 (1-0) 1-0 Gert Hansen, (Sjálvmál) 2-0 Adeshina Lawal, 82 3-0 Jákup á Bog, 88 3-1 Egil á Bø, 90 Helst besti dysturin hjá B36 higartil. Teir spæla alt EB/ Streyma liðið sundur og vinna 3-1. Smáspælið á mið­ vøll­inum er í hæddini og neyv­leikin frammanfyri mál­inum er avgerandi. Inn­ skiftingar­nar gera eisini mun og liðið sær út sum eitt odda­lið í føroyskum fótbólti. umfar: 11. mei KÍ – B36 1-3 (1-2) 1-0 Rodrigo Silva, 3 1-1 Adeshina Lawal, 29 1-2 Jákup á Borg, 43 br. 1-3 Adeshina Lawal, 89 B36 staðfestur oddasessin í rok­utum dysti í Klaksvík, sum fær eftirspæl í fjøl­miðl­ unum. Leikliga er B36 saman­ lagt omaná og hevur nøkun­ lunda tamarhald á støðuni, men KÍ verða snýttir fyri brots­spark og kundu eins væl komið upp á 2-2, men tað endar við at B36 vinnur 3-1. umfar: 18. mei NSÍ – B36 0-1 (0-1) 0-1 Adeshina Lawal, 39 B36 vinnur uttan iva hepn­ asta sigurin í fyrsta triðing­ inum í kappingini. Stutt fyri hálvleik revsar B36 vertir­nar, tá teir missa bóltin í upp­ spæl­inum. NSÍ hevur fleiri møgu­leikar at skora, men bólturin vil ikki í málið. trondur@sosialurin.fo Besti spælari fyrstu 9 umførini Jákup á Borg 6 Er toppskjútti á liðnum saman við Adeshina Lawal. Hann hevur skotið seks mál í ár og verið avgeradi. Hann skorar millum annað avgerandi málini móti HB og Víkingi, sum tryggjar B36 javnleiki móti teimum. Spælir sum ein frískur ungur maður, ið ætlar sær á landsliðið. Hann gongur á odda í trýstinum og stríðist fyri fleiri. Hann er somuleiðis við í flestu av álopunum, sum B36 hevur og eingur sín lut í skjóta tekniska álopsfótbóltinum hjá oddaliðnum. 5 Lukasz Cieslewicz Hevur verið framúr sum hangandi áleypari. Hann er lykilin, tá B36 skal venda spælinum og koma úr trýstinum hjá mótstøðuliðnum. Hann hálar minst tveir spælarar til sín og tað gevur hinum pláss. Einasti veikleikin higartil í ár, err at hann fær ov fáa mál. Hann hevur bara skotið eitt mál í landskappingini, men tað ger ikki so nógv, so leingi hinir skjóta tey. 5 Adeshina Lawal Prógvar í ár, at tað var rætt av B36 at halda fast í framherjanum. Tað var ikki nøkur sjálvsfylgja, at B36 vildi hava hann at halda fram eftir farna kappingarár, men í ár spælir hann ótrúliga væl. Hann søkir allar møguleikarnar og fær løn fyri stríðið. Skorar eisini avgerandi mál. 3 Rasmus Dan Sørensen Ein av lærlingunum á liðnum hjá B36. Hevur fyri tað mesta spælt á vengrunum. Arbeiur hart og tekur tær renningarnar, sum skulu til í bæði álopsspælinum og í verjuspælinum. Enn haltar smáspælið og tekniski førleiki í mun til profilarnar á liðnum, men tykist annars passa væl inn í liðið. 3 Hanus Thorleifsson Hevur í ár prógvað, at hann framvegis hevur nakað at geva føroyskum fótbólti. Hevur verið tveittur eitt sindur frá á liðnum, umframt at hann eisini hevur verið darvaður av skaðum. Vit tí í huga, so hevur hann spælt væl, tá hann hevur verið á vøllinum. Orkuni og tekniskar førleikanu bilar einki, men enn manglar hann at blíva spældur heitur og kropsligastyrkin er í minna lagi, tá hann spælir á miðvøllinum. 6 Sámal Erik Hentze Nýggi venjarin hjá B36 hevur funnið júst røttu samansetingina á liðnum. Tey mundu verða fá, sum væntaðu at B36 for at verða nummar eitt aftaná 9. umfar, eftir at B36 tapti 5-1 fyri HB í Klaksvíkskappingini. Bagge hevur tó fingið skil upp á liðið. Hann hevur givið ungum spælarum møguleikan og megnar at motivera profilarnar. Á taktiskar økinum hevur hann eisini rakt rætt, hóast tað hevur staðið nógv á í fleiri av dystunum. Eitt 6-tal til Sámal Erik fyri fyrsta triðingin av landskappigni. Símun Joensen, Eli F. Nielsen, Høgni Midjord, Benjamin Heinesen, Tóki á Lofti og Sandri Færø hava allir spælt undir 300 minuttir, sum vit hava sett sum mark fyri at kunna gera eina meting. spælarameting Monrad brotið armin Stutt fyri tíð bleiv Monrad H. Jacobsen skumpaður meðan hann var leysur upp frá. Tað endaði við, at hann lendi skeivt og hevur brotið yvirarmin. Sum skilst, so skal hann nú ganga við gips í fýra til seks vikur. Trygvi Mortensen, venjarin hjá NSÍ, bleiv útvístur í somu hending. Myndir: Álvur Haraldsen Baggi er settur sum vesputínari í Runavíkar kommunu Besta SMS Fótbóltssendingin Triði hálvleikur á Rás2 Jóannes Niclasen: B36 fjeppari Enn ein stríðsigur hja okkara hvítu tikarum. Flott, ein fyri allar og allir fyri ein - HVÍTIR! Koyr á B36 NSÍ Andras Gango – Jónhard Frederiksberg, Jens Joensen(Debes Danielsen, 79.min), Monrad Holm Jacobsen, Einar Tróndargjógv – Magnus H. Olsen, Sjúrður Jacobsen – Andy Olsen, Jann Martin Mortensen (Haraldur R. Højgaard, 65.min), Árni Frederiksberg (Meinhard E. Olsen 79.min) – Klæmint A. Olsen B36 Tórður Thomsen – Høgni Eysturoy, Hørður Askham, Andrias Eriksen, Alex Mellemgaard (Benjamin Heinesen, 88.min) – Klæmint Matras (Eli F. Nielsen, 67.min), Róaldur Jakobsen – Jákup á Borg (Høgni Midjord, 13.min), Lukassz Cieslewicz, Hanus Thorleifsson – Adeshina Lawal 1 til 6