Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-19, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. mai 2014síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 19. mai 2014 · Nr. 56 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Allan Enghamar: HB fjeppari Spæli hjá okkara monnum var einki at reypa um, men vit fingu so 3 stig og tað er tað sum telur.. Flott at síggja eitt Skála lið koma í Gundadal og vilja spæla fótbólt og tað gjørdu teir flott eisini. Koyr á HB fótbóltur Jóannes Hansen Men HB málverjin kendi ikki, at sigurin hjá honum og lið­ feløgunum nakrantíð var í vanda ímóti uppflytarunum. Fríggjadagin syrgdi HB við 2-0 heimasigri á Skála fyri, at tað framvegis er trýst á B36, og at kappingin um FM heitið fyrst og fremst er upp­gerð millum grannarnar í Gunda­ dali. Skála spælararnir vóru ikki komnir í Gundadal at leggja seg niður. Gestirnir vóru frammarlaga á vøll­ inum, og setningurin var at trýsta HB verjuna. Heima­ liðið hevði bóltin nógv størsta partin av tíðini, men orsaka av Skála stress­inum gekk tað illa hjá heima­lið­ num at flyta spælið fram á síðsta triðingin av vøllinum. Gestirnir vístu góðan hug­burð, og teir høvdu fleiri ferðir góðar møguleikar at skjóta mál. Tað eydnaðist ikki. Part­vís tí tað var fjáltur á óroyndu monnunum, tá ið teir vóru í góðum støðum, og partvís tí HB málverjin Teitur Matras Gestsson enn eina ferð bjargaði meistarliga væl í fleiri førum. At tað í níggju umførum bara eru farin fimm mál ígjøgnum hjá HB kemst fyrst og fremst av, at málverjin hevur verið so sannførandi. Í fleiri førum hava mótstøðuliðini spælt seg til møguleikar, og soleiðis var tað eisini hesa ferð, men Teitur var væl upplagdur. Pál Mohr Joensen setti hol á eftir lítlan hálvan tíma, tá ið hann eftir innkast og send­ing frá Andrew av Fløtum úr vinstru sendi bóltin í málið aftanfyri Mark Ryutin, sum í hesum førinum ikki var so sannførandi. Og Fróði Benjaminsen staðfesti sigurin, tá ið tað restaði eitt stórt korter. Hann umsetti við høvdinum horna úr høgru og aftur um handara stólp­an og innfyri aftur. Vinstri vongverji hjá Skála er liðformaðurin Teitur R. Joensen: – Vit vónaðu at fáa í hvussu so er eitt stig, og mesta partin av tíðini vóru vit væl við, men vit tóku ikki av, tá ið vit fingu møgu­leik­ar­ nar. Munurin var, at teir tóku av. Teir eru meistarar, og tað vístu teir ímóti okkum. Vit eru uppflytarar, men vit kenna okkum væl í deildini, men vit hava nógv at læra. Eftir at teir vóru komnir fram­um, var tað torført hjá okk­um. Eftir steðgin byrjaðu vit av nýggjum, og tað gekk væl, men tá ið teir høvdu økt til 2-0, var tað avgjørt. Hóast vit arbeiða nógv, so ber tað ikki til at vinna 2-0 aftur. Høvdu tak á tí HB málverjin Teitur Matras Gestsson ásannaði, at tað darvaði, at Skála legði trýst á frammar­laga á vøllinum, men hann helt ikki, at tað nakran­tíð var ivi um, at HB fór at vinna. – Í fótbólti kann alt koma fyri, men vit høvdu bóltin nógv mesta partin av tíðini, og eg haldi ikki, at møguleikarnir hjá teimum vóru so stórir. Hóast vit høvdu bóltin nógv, so vóru vit ikki so vandamiklir, sum vit hava verið í fleiri øðrum dystum. Hóast tað leingi var 1-0, so høvdu vit tak á tí, og um teir høvdu javnað, so ivist eg ikki í, at vit høvdu megnað at svara aftur. HB málverjin heldur, at tað boðar frá dygdum, at liðið hjá honum hevur skor­ að 22 mál og at bara seks mál eru farin ígjøgnum. – Eg eri fegin um, at eg ikki standi í málinum hjá mót­støðuliðnum, tí vit hava so nógvar sterkar og góð­ar spælarar. Vit kundu havt fleiri stig, tí vit mistu í síðstu løtu ímóti B36 og ímóti Víkingi vóru vit eisini framman­fyri 2-0, áðrenn teir javnaðu. Men vit eru nøgdir við gongdina, og vit halda okkum hava møgu­ leika at vinna bæði steypa­ kapp­ing­ina og FM, sigur HB málverjin. joannes@sosialurin.fo Jóannes Hansen 3-2 sigurin við Margáir ber við sær, at Víkingur er farin av sjeynda plássi og fram á bronsu­plássið. Tølini siga, at Víkingur plagar at hava gott tak á EB/ Streymi. Á vøllinum mundu tølini telja lítið í góð­veðr­ inum í Streymnesi í gjár, tá ið tað enn eina ferð varð stað­ fest, at Víkingur er omaná í innanhýsis upp­gerð­unum. 3-2 sigurin bar við sær, at víkingarnir fluttu av sjeynda plássi og fram á bronsu­ plássið, og úrslitið bar við sær, at EB/Streymur datt nið­ur á fimta plássið. Tó er tað bara eitt stig frá Víkingi og aftur til EB/Streym. EB/Streyma miðvallarin Niels Pauli Danielsen helt, at talan var um tætta uppgerð, har Víkingur var omaná í fyrra umfarinum, og har heima­liðið hevði takið í 2. hálv­leiki. – Tá javnaðu vit til 2-2, og tá ið vit høvdu javnað, kendu vit tað soleiðis, at vit vóru omaná. Vit høvdu møguleika at leggja okkum framum, men í staðin vóru tað teir, sum skoraðu. Longu mikukvøldið hittast tit aftur í steypa­ kapp­ingini í Gøtu. Hvat sigur tú til tað, nú tit taptu lands­ kappingardystin 3-2? – Tað dámar okkum væl. Tað er hugaligt at spæla, og tá ið tú hevur tapt, so vilt tú fegin fáa nýggjan møguleika. Vit halda høvdið høgt, og vit gleða okkum at fara til Gøtu mikukvøldið. Tá skulu vit byggja á avrikið í 2. hálvleiki í gjár, sigur Niels Pauli Danielsen. Vóru greitt omaná Víkinga venjarin Sigfríður Clementsen er ikki samdur í, at talan var um uppgerð, har liðini áttu hvør sín hálvleik. – Í fyrra hálvleiki vóru vit greitt oman á. Vit løgdu okkum framum við tveimum góðum málum, og vit høvdu fleiri møguleikar at økja um leiðsluna. Nógv tann størsta partin av 1. hálvleiki høvdu teir lítið at bjóða uppá, tí vit pakkaðu Arnbjørn Hansen og Hans Paula Samuelsen so væl inn. Teimum so líkt so minkaðu teir stutt undan steðginum um munin, tá ið teir fingu mál mest sum burtur­úr ongum. Teir vunnu bóltin í umstilling, og Pól Jóhannus Justinussen stýrdi bóltin í málið eftir innlegg, og hetta ávirkaði fyrstu løt­ una eftir steðgin: – Teir høvdu momentum, og tá ið Arnbjørn hevði javn­ að til 2-2, høvdu teir møgu­ leika at leggja seg framum. So fingu vit tak aftur á tí, og umftramt sigursmálið, sum Hans Jørgen Djurhuus skoraði við fluktara upp í hornið, so høvdu vit fleiri aðrar møguleikar at skora. Meðan vit spældu væl í fyrra hálvleiki, so var avrikið eftir steðgin eyðkent av at hørðum arbeiði. Nú koppar tað tykkum til fyrimunar? – Vit spæla hvørja ferð fyri at vinna. Vit hava ikki havt marginalirnar við okkum, men vit kunnu ikki goyma okk­um aftanfyri javnleikir. Vit hava møguleika at vinna ímóti øllum, men vit kunnu eisini tapa ímóti øllum hin­ um. Hjá øllum uttan B36 og HB hevur tað higartil verið upp og niður. Nú vóna vit, at havnarliðini eisini fara í dalin, so tað verður meiri spenn­ingur í toppinum, droymir Víkinga venjarin Sigfríður Clementsen. Og hvussu verður tað ímóti EB/Streymi miku­ kvøld­ið í Gøtu? – Tá verður talan um heilt aðra uppgávu. Bæði liðini brúktu nógva orku í gjár, og bæði liðini hava seinastu árini góðar traditiónir at vísa á í steypa­kappingini. Vit eiga heimavøll, og tá eiga vit at vinna. Men tað verður tætt og spennandi, og tað skal avgerast í tveimum dystum. kendi ikki sína vitjunartíð hevur takið á EB/Streymi (1-0) 2-0 (1-2) 2-3 1-0: Pál Mohr Joensen 27. 2-0: Fróði Benjaminsen 75. Dómari: Petur Reinert 0-1: Heðin Hansen 20. 0-2: Finnur Justinussen 35. 1-2: Pól Jóhannus Justinussen 44. 2-2: Arnbjørn Hansen 65. 2-3: Hans Jørgen Djurhuus 71. Dómari: Páll Augustinussen HB Teitur M. Gestsson – Jógvan Rói Davidsen (Levi Hanssen, 74.), Rógvi S. Holm, Jóhan Troest Davidsen, Pál Mohr Joensen – Fróði Benjaminsen (Tróndur Jensen, 78.), Christian R. Mouritsen, Heini Vatnsdal – René S. Joensen, Andrew av Fløtum, Kristin R. Mouritsen (Símun Samuelsen, 65.) Skála: Mark Ryutin – Jákup Johansen, Pætur Dam Jacobsen, Petur Pauli Mikkelsen, Teitur R. Joensen – Jákup Johansen (Karstin Justesen, 89.), Andras Frederiksberg (Hendrik á Fríðriksmørk, 81.), Edvin Jacobsen, Ólavur Mikkelsen, Holgar Durhuus (Uni Jacobsen, 89.) – Brian Jacobsen EB/Streymur Jákup Andrias Hansen – Jónas þór Næs, Egil á Bø ■, Marni Djurhuus, Rógvi E. Nielsen (Høgni Madsen, 84.) – Gert Hansen ■, Pól Jóhannus Justinussen, Niels Pauli Danielsen – Leif Niclasen (Gunnar Zachariasen, 58.), Arnbjørn Hansen, Hans Pauli Samuelsen Víkingur: Geza Turi – Bárður Hansen ■, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen – Súni Olsen, Hans Jørgen Djurhuus – Philip Djordjevic (Gunnar Vatnhamer, 80.), Hallur Hansson ■, Heðin Hansen – Finnur Justinussen Um Hans Jørgen spældi við EB/Streymi var hann topp­skorari í effodeildini. Hann skorar ALTÍÐ í Streymnesi Besta SMS Fótbóltssendingin Triði hálvleikur á Rás2 Rógvi Dam: EB/Streymur fjeppari Fjepp Vit hava einki, at skriva um í dag, og nú er, at vinna næsta dyst. Saman standa vit sterk eb/Streymur Rúni Klein Joensen: Víkinga fjeppari Hans Jørgin Djurhuus er ringasti »Eb/Streyma« dreymurin. Tey støkka upp »Hvar er Hans Jørgin« Ein fantastiskur arbeiđssigur í dag. Vit hoppa 4 pláss og eru nú á 3 plássi. Hettar var dagur í viku. Fantastiskt dreingir!! Komandi mikudag fáa Sundalagsmenn onki mál og og dreymurin »Hans Jørgin« verđur aftur veruleiki. WLYV víkingur Steingrím Jacobsen: Skála fjeppari Spældu fult upp ímóti HB. Tað mest kyniska liðið vann!... Men tá man sum uppflytari fer hamrandi ónøgdur úr Gundadali eftir eftir 2-0 tap ímóti HB, tá sigur tað ikki lítið um Skála liðið!! skála