mánadagur 19. mai 2014síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 19. mai 2014 · Nr. 56
ítróttur
Birgir Petersen: ÍF fjeppari
Samanhaldið er í topp – allir fingu niðurtúr í senn,
nú mugu vit »back to basics«. Onki spæl og ongin
vilji. AB var nógv grammari og fingu í posa og sekk
Koyr á ÍF
Bárður Olsen: AB fjeppari
Eitt satt Sorin Anghel show í góð veðrinum í fuglafjørði í dag. Ein kærkomin
sigur har AB stóð fyri øllum málunum í 1-4 sigrinum. AB lá klárt omaná í dag
har ÍF ikki hevði tað stóra at bjóða uppá. Nú skullu vit bara byggja víðari á
hendan sigurin. So vil eg ynskja eitt vælkomi aftur til Dimitri og Jòan Símun
sum báðir høvdu stóran positivan leiklut í dystinum í dag.
Koyr á AB
Jóannes Hansen
Meðan teir í AB stórfegn
aðust um sigurin og avrikið
hjá Sorin Anghel, so ásannar
ÍF venjarin, at hansara lið er
alt ov illa mannað at vera
við í kappingini um fremstu
plássini.
Tað vóru flongdir heima
menn, sum í góðveðrinum
seinnapartin í gjár tóku
stuttu brekkuna av vøllinum
og niðan í felagshúsini í
Fløtugerði. Á rygginum bóru
fuglfirðingar 4-1 tap ímóti
AB, sum frammanundan ikki
hevði vunnið í sjey dystum,
og sum bara hevði vunnið í
fyrsta umfari í Gøtu.
Sorin Anghel var stóri
maðurin í Fuglafirði. Hann
skoraði reint hattrikk, tá ið
hann vendi 0-1, sum aftur
komni miðverjin Dmitrije
Jankovic var so óheppin
beinanvegin at geva ÍF, til
3-1. Í øllum førunum stýrdi
Sorin, sum hesa ferð var
ytstur
á
miðvøllinum
í
vinstru, bóltin í málið við
høvdinum, og í tveimum før
um var tað, eftir at Jákup
Mikkelsen í fyrsta umfari
hevði
hálvbjargað
eftir
roynd frá Sorin Anghel.
ÍF
venjarin
Albert
Ellefsen kendi 4-1 tapið sum
stóra eyðmýking:
– Eg havi ongantíð áður
verið úti fyri sovornum. Hetta
er stutt sagt tað vánaligasta,
sum eg nakrantíð hava verið
við til. Vit góvu teimum tvey
mál, tá ið verjuspælari hjá
okkum gav álopsspælara hjá
teimum bóltin frammanfyri
brotsteigin hjá okkum. Í
tveimum førum var Sorin
Anghel fyrstur á returbólti,
eftir at Jákup hevði bjargað.
Vit høvdu tosað um, at hetta
mátti ikki koma fyri, men vit
snorksova. Tað er skjótt at
staðfesta, at vit hava onga
verju, var staðfestingin hjá
ÍF venjaranum.
– Í fjør vóru vit 17-18 spæl
arar. Nú eru vit 12 spælarar,
og tað ber ikki til. Høgni
Zachariassen hevur verið
skaddur alt árið, og tað er
dyggur smeitur. Vit hava
ongan vinstra vongverja, og
tað kostar. Vit vóru stutt sagt
niðurspældir. Síðstu løtuna
sendu vit Bartal fram í álopið,
men hesa ferð hjálpti tað ikki.
Albert Ellefsen sigur, at
teir sjálvandi fara at arbeiða
við at tetta, áðrenn oyggja
uppgerðina ímóti B68 um
eina viku, men hann dugir
ikki at siga, um tað fer at
bera til at fáa meiri fólk.
– Nú mugu vit standa
saman sum eitt lið og arbeiða
við at reisa okkum.
Høg sigarføring í AB
AB liðformaðurin og framrætt
aði miðvallarin Jónas Stenberg
var ovurfegin um, at tað
endiliga hevði eydnast honum
og liðfeløgunum at vinna:
– Hóast vit ikki høvdu
vunnið seinastu sjey umfør
ini, so hava vit alla tíðina trúð
uppá, at tað fór at bera til. At
vinna 4-1 í Fuglafirði er ikki
bara bara, og tað var flott, at
vit reistu okkum, hóast vit
góvu teimum leiðslumálið. Eg
misti í uppspæli, og tað skal
ikki leggjast Dmitrije Jankovic
til last, at hann var óheppin
at stýra innleggi í okkara mál.
Hann var annars ein brandur.
At hann vann luftdystirnar
og var tryggur á bóltinum,
hóast hann ikki er í fullgóðari
venjing, vísir bara hvønn
týdning hann fer at hava fyri
okkum, heldur Jónas Stenberg,
og hann heldur fram:
– Ætlanin var at spæla í
borðunum og leggja innfyri.
Tað hevur eydnast áður,
men hesa ferð eydnaðist tað
at fáa úrtøku. Vit eiga fleiri
góðar framrættaðar spælarar.
Hesa ferð var Sorin framúr
og dagsins maður, og tað var
eisini hugaligt, at Jóan Símun
Edmundsson varð skiftur inn.
Tað merkist beinanvegin, tí
hann er so góður at spæla
framá, og tað var eisini gott,
at hann skoraði eitt mál.
Koma royndirnar frá í fjør
tykkum til góða nú?
– Kanska gera tær tað. Vit
hava spælt væl í fleiri um
førum, hóast vit hava tapt,
men nú halda vit fram so
leiðis, sum vit gjørdu í dag,
var viðmerkingin hjá AB lið
formanninum, sum saman
við liðfeløgunum trýr uppá,
at tað ikki verður AB, sum
í heyst fer at flyta niður í
næstbestu deildina!
kendi seg eyðmýktan
(1-1) 1-4
1-0: sjálvmál 6.
1-1: Sorin Anghel 9.
1-2: Sorin Anghel 71.
1-3: Sorin Anghel 75.
1-4: Jóan S. Edmundsson 90.+1.
Dómari: Rói Jacobsen
fótbóltur
Jóannes Hansen
Topptrimmaðir toftamenn
vóru ovfarnir av, hvussu lætt
tað var at gera av við svøvn
tungu klaksvíkingarnar.
Føroyingum so líkt so var
ein stórur partur av teimum,
ið sóu B68 og KÍ spæla í
gjár, ikki komin á vøllin, tá
ið Dagfinn Forná bríkslaði
fyri fyrstu ferð. Millum hesi
vóru tey, sum komu við
bussinum úr Klaksvík. Tá ið
tey í dýrdarveðrinum settu
seg í sólini, vóru einir sjey
minuttir farnir, og tá var
støðan longu 2-0 til B68!
Hóast tað var púra stilt, so
blásti B68 mótstøðuliðið av
vøllinum. Andrias á Líkna
gøtu, sum er uppvaksin í
NSÍ, men roynir fótbólts
eydnuna á Toftum, skoraði
í 3. og 4. minutti. Í báðum
førum var tað eftir skjótt
uppspæl í vinstru og innlegg
inn um vongverjan í vinstru.
Klaksvíkingarnir á og kring
vøllin
hugdu
at,
meðan
heimamenninir
í
sætta
giri runnu framvið og frá
mótstøðumonnunum, sum
als ikki tóktust vera fyrireik
aðir til sovornan umgang:
– Tað var ikki tí, vit ikki
høvdu tosað um hetta. Vit
vóru ávaraðir, tí mikukvøldið
legði B68 fyri á sama hátt
í steypadystinum ímóti ÍF.
2-0 ber til at vinna aftur, og
vit høvdu møguleikar. Undir
hvíldini royndu vit at fóta
okkum aftur, og tað átti at
verið nóg mikið at skora trý
mál í 2. hálvleiki. Men tá vóru
mistøkini eisini nógv og stór,
og mótstøðumenninir tóku
av, sigur KÍ venjarin Eyðun
Klakstein.
Nú skulu tit spæla ímóti
HB?
– Eftir so vánaligt avrik er
tað gott at fáa møguleika at
vísa betri avrik. Tann møgu
leikin verður ikki betri, enn
tá ið HB vitjar í Klaksvík, so
nú fáa vit høvi at vísa betri
avrik enn á Toftum. Hetta
var ein orduligur bumm
túrur, sigur Eyðun Klakstein,
sum ikki dugir at síggja so
stóran glotta í, at tað síðstu
løtuna eydnaðist at pynta
um, so úrslitið ikki var vána
ligari enn 5-3 tap.
– Nei. Tølini síggja frægari
út, enn tey kundu havt gjørt,
men avrikið var ógvuliga
vánaligt.
Ovurfegin
um sínar menn
B68 venjarin Jógvan Martin
Olsen er sera fegin um, at
hansara menn so rudduliga
vunnu.
– Vit vóru ovfarnir av, at
tað vísti seg at vera so lætt
at vinna á KÍ. Tað høvdu vit
ikki roknað við. Serliga í 1.
hálvleki spældu vit væl, og
í steðginum vóru vit harmir
um, at vit ikki høvdu vunnið
fleiri mál. Vit avráddu, at
tað skuldu vit syrgja fyri
beinanvegin eftir steðgin,
og tað eydnaðist væl. Síðstu
løtuna minkaði munurin til
5-3. Møguliga var tað orkan,
sum gekk undan, tí vit í
eina viku hava spælt tríggj
ar dystir. KÍ legði nógv fyri
í deyðbóltsstøðum, og tá
var tað vandamikið. Annars
spældu teir nógv við longum
sendingum, og tað var ikki so
torført, tí miðverjarnir hjá
okkum eru bæði stórir og
stinnir í luftspælinum, sigur
B68 venjarin, sum umframt
spælarunum rósar hjálpar
venjarunum Øssuri Hansen
og Jóhan Petur Poulsen fyri
gott arbeiði.
– Vit hava arbeitt nógv
við at betra avrikið á fremsta
triðinginum. Nú hava vit
í tveimum dystum skorað
níggju mál. Tað boðar frá, at
arbeiðið hevur borið frukt.
Nú stendur ÍF fyri tørni?
– Tað verður nýggj av
bjóðing, sum ikki verður
minni torfør, eftir at ÍF bæði
hevur
tapt
steypadystin
ímóti okkum og í gjár ímóti
AB. Men vit fyrireika okkum,
og sjálvandi er lagið gott, tá
ið nógv arbeið ber gott fót
bóltsspæl og mál og sigrar
við sær.
B68 blásti KÍ um koll
(2-0) 5-3
1-0: Andrias á Líknagøtu 3.
2-0: Andrias á Líknagøtu 4.
3-0: Óli Højgaard Olsen 49.
4-0: Hákun Edmundsson 51.
4-1: Páll A. Klettskarð 59.
5-1: Óli Højgaard Olsen 76.
5-2: Sørmundur Kalsø 78.
5-3: Páll Klettskarð 87.
Dómari: Dagfinn Forná
B68 Kristian Joensen – Kristian Anton Andreasen,
Jóhan Dávur Højgaard, Ovi Brim, Bjarki Johannesen
– Hákun Edmundsson ■, Evrard Blé (Bergur
Gregersen, 87.), Jann Ingi Petersen (Janus W.
Mortensen, 80.) Mads Rosenberg – Andrias á
Líknagøtu (Jonleif Højgaard, 74.), Óli H. Olsen
KÍ Meinhardt Joensen – Gunnar Christiansen,
Jonas Flindt Rasmussen, Sørmundur Kalsø,
Tórur Justesen ■ – Ndende Adama Guéye, Hjalgrím
Elttør (Heðin Klakstein, 56.), Atli Danielsen
(Rodrigo Silva, 67.) – Álvur F. Christiansen (Henry
Heinsen, 64. ■), Páll A. Klettskarð, Heðin á Lakjuni
ÍF Jákup Mikkelsen – Leivur Joensen, Bartal
Eliassen, Poul N. Mikkelsen, Fritleif í Lambanum
– Karl Løkin, Kristoffur Jakobsen (Nenad Saric,
60.) – Ari Ó. Ellingsgaard ■ (Aleksandar Jovevic,
85.), Bogi R. Petersen (Pól Magnus Petersen, 72.),
Dánjal á Lakjuni – Cleyton Soares
AB Heðin Stenberg – Martin Midjord, Jógvan
Isaksen, Dmitrije Jankovic, Beinir Ellefsen
– Bárður Olsen (Magnus Egilsson, 86.), Kári
Nielsen – Hørður M. Mohr, Jónas Stenberg (Jobin
Drangastein, 83.), Sorin Anghel – Leivur Holm
Joensen ■ (Jóan Símun Edmundsson, 57.)
Øssur Jacobsen: B68 fjeppari
at vit ikki eru frammanfyri 4-0 i fyrra hålvleiki skal
blåa Bylgjan verda glad fyri, tað var klassamunur
å lidinum i dag å øllum plåssum, Forza B68.
Koyr á B68
Kristian Joensen: KÍ fjeppari
Vit burdu bara fingið okkum eini tríggjar
útlendingar aftrat
Koyr á KÍ