mánadagur 19. mai 2014síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 19. mai 2014 · Nr. 56
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kjak
Hvat hendir við ES-boykottinum?
Høgni Hoydal
Støðan viðvíkjandi boykott
inum hjá ES ímóti Føroyum
av øllum vørum og flutningi,
sum hava við makrel og sild
at gera, er tað mest ógvusliga
valdsamboðið, sum hevur
verið nýtt ímóti Føroyum –
og helst ímóti øðrum londum
við, í friðartíð. Við hesum
atgerðum hevur ES sett
handils- og flutningsstongsul
í verk ímóti knøppum trið
ingi av føroyska útflutnings
virðinum.
Endamálið er greitt: ES
vil við hesum vinna sær vald
til at gera av, hvørji rættindi
Føroyar eiga til makrel og
Norðhavssild.
Javnbjóðis
samráðingar millum stranda
lond um eitt rættvíst býti, ið
verður bygt á saklig krøv, eru
harvið undirgrivin.
Hvussu ógvuslig hendan
valdsskeiklingin er, kom í
ljós, tá ES brúkti føroysku
kvotuna av Norðhavssild til
at fremja boykottið. Norð
havssild finst so at siga ikki
í ES-sjógvi – og tað var bert
orsakað av trýsti úr Danmark
síðst í 90-árunum, at ES kom
uppí strandalandaavtaluna
um Norðhavssild og enntá
fekk størri kvotupart enn
Føroyar.
Bert vald ímóti ein
um landi, sum ikki
er sjálvstøðugt
Øll eru greið um, at ES
brúkti Norðhavssildina sum
umbering fyri at seta tiltøk
í verk ímóti Føroyum, sum
skuldu gagna ES í stríðnum
um makrel. Við hesum slapp
ES eisini at brúka vald ímóti
einum landi, sum ikki er
sjálvstøðugt. ES hevur ikki
torað at sett tiltøk í verk
ímóti sjálvstøðugum londum
í makrelstríðnum. Nú eru
Føroyar við í semju um
makrelin – men boykottið
stendur við ímóti Føroyum,
hóast onnur lond ikki eru við
í semjuni um makrel.
Støðan er so ógvuslig og
margháttlig, at allar orsøkir
og allir møguleikar eru hjá
føroyska landsstýrinum til
at varpa ljós á støðuna og
leggja trýst á allastaðni: Við
at gera vart við seg mótvegis
einstøkum
stjórnum
og
politikarum í ES-londum.
Við at fáa umrøðu av støð
uni í fjølmiðlum og í al
menninginum. Við at ávirka
vinnulívsfeløgini í ES og
lobbyistar teirra. Og við at
leggja trýst á donsku stjórn
ina, sum hevur ræðið á føro
yskum
uttanríkismálum,
men kortini tekur lut í boy
kottinum og atkvøddi blankt,
tá heimildarlógin til revsi
amboðini upprunaliga varð
samtykt.
Verður landsstýrið
trýst til at slaka
fyri ES?
Landsstýrisins altjóða ser
frøðingar hava gjørt eitt
frálíkt arbeiði til í sam
bandi við rættarmál ímóti
ES sambært Havrættarsátt
málanum og sambært regl
unum hjá WTO.
Men politiskt tykist málið
als ikki at elva til nøkur átøk
frá landsstýrinum.
Heldur bendir alt á, at
tá málið er so pínligt fyri
Danmark og fyri viðurskiftini
millum Føroyar og Danmark,
so vil landsstýrið fjala málið
sum mest.
Og istaðin er stórur vandi
fyri, at bæði Danmark og ES
leggja stórt trýst á og vilja
hava Føroyar til at binda
seg til at slaka í kvotuni av
Norðhavssild, afturfyri at ES
skal sleppa boykottinum.
Hendir tað, so eru tað ikki
longur samráðingar millum
strandalond, men boykott og
valdsamboð frá ES, sum gera
av, hvørji rættindi Føroyar
hava til ferðandi fiskastovnar
í okkara egna sjógvi.
Fyrispurningur
til løgmann
Tí er soljóðandi §52a-fyri
spurningur settur til til løg
mann um átøk landsstýrisins
í sambandi við ES-boykottið:
1. Hvat metir landsstýrið, at
ES-boykottið ímóti Før
oyum hevur kostað higartil
fyri føroyska vinnu og
útflutningsinntøkur?
2. Hvat metir landsstýrið, at
ES-boykottið fer at kosta
fyri føroyska vinnu og út
flutningsinntøkur, um tað
stendur við í ár?
3. Hvørji diplomatisk átøk
hevur landsstýrið framt
mótvegis
einstøkum
stjórnum og politikarum
í ES-londum til tess at
varpa ljós á boykottið og
avleiðingarnar og at vinna
undirtøku fyri at fáa tað
burturtikið – eitt nú:
Hvussu nógvar fundir og
samrøður hava løgmaður
ella landsstýrisfólk havt
við stjórnarleiðarar í ES?
4. Hvørji átøk hevur lands
stýrið
framt
mótvegis
vinnu- og øðrum lobby
istum í ES til tess at
varpa ljós á boykottið
og avleiðingarnar og at
vinna undirtøku fyri at
fáa tað burturtikið – eitt
nú: Hvussu nógvar fundir
og samrøður hava verið
við vinnuna í ES, og hvat
gjørdi landsstýrið í sam
bandi við árligu fiski
vinnustevnuna í Brússel í
ár?
5. Hvørji diplomatisk átøk
hevur landsstýrið framt
mótvegis fjølmiðlum og
almenningi í ES til tess
at varpa ljós á boykottið
og
avleiðingaranar
og
at vinna undirtøku fyri
at fáa tað burturtikið –
eitt nú: Hvussu nógvar
greinar eru skrivaðar til
fjølmiðlar í ES-londum um
málið, og hvussu nógvar
samrøður hava løgmaður
og landsstýrisfólk havt við
fjølmiðlar í ES-londum?
6. Hvørji átøk hevur lands
stýrið
framt
mótvegis
donsku stjórnini til tess
at varpa ljós á boykottið
og leggja trýst á at fáa tað
burtur?
7. Hvat hevur danska stjórn
in gjørt mótvegis ES og al
menninginum í ES-lond
um til tess at varpa ljós
á boykottið og at fáa tað
burtur?
8. Roynir ES framvegis at til
skila sær rætt til at gera av,
hvussu Føroyar áseta sína
kvotu av Norðhavssild í ár
og at brúka boykottið sum
valdsamboð til hetta?
9. Hevur danska stjórnin
lagt trýst á landsstýrið
til tess at fáa Føroyar at
ganga undir ES-krøvini
og trýsta Føroyar til at
samráðast við ES – og ikki
øll strandalondini – um
føroysku sildakvotuna?
Opið bræv til Løgmann og
løgtingslimur samgongunnar
Frank Davidsen
Sørvági
1. Taka tit undir við, at lands
stýrismaður
samgong
unnar tekur lóggevandi
valdið, nevnliga Føroya
Løgting, av ræði?
2. Taka tit undir við, at sami
landsstýrismaður
ein
særis fremur kollveltandi
broytingar í okkara fiski
vinnulógávu?
Hesar
fremur
fiskimála
ráðharrin saman við aðal
stjóranum, og uttan doku
menteraða viðgerð verða
nýggir
standardir
settir
fyri umsiting av lógini um
vinnuligan fiskiskap – mill
um annað avgerðir, ið eru
í stríð við uppritið 27. apríl
2010, uppskotið til kunngerð
27. apríl 2010 og uppskotið til
kunngerð 4. juni 2010.
3. Taka tit undir við, at tað
av fiskimálaráðharranum
verður gjørdur grovur
mismunur av vinnulívs
monnum? Um ikki, hvørja
viðmerking hava løgtings
umboðini úr Vágum so til,
at vinnurekandi í Vágum
við einum hóskandi upp
sjóvarskipð orsakað av
beinleiðis ósannindum frá
fiskimálaráðharranum
ikki fær lut í tí velduga
tilfeingi, ið Vágarnar eiga
sín sjálvsagda lut í? Ella
meta okkara løgtings
umboð, at 2,6 % er nøkt
andi fyri okkara oyggj.?
Og hvussu leingi afturat
kunnu tit liva við at vera
atkvøðuneyt hjá Fólka
flokkinum?
4. Taka tit undir við, at
hereftir verður tað ikki
tað
lóggevandi
valdið,
Føroya Løgting, ella rætt
arligu reglur, ið koma at
vera avgerðandi fyri, um
vit fáa ein frían mark
naðarbúskap?
5. Taka tit undir við, at sami
landsstýrismaður
brýt
ur reglurnar um ræðis
avmarking
og
skapar
fordømi fyri, at hereftir
verður tað reint anarki, og
ikki tær parlamentarisku
og rættarligu reglunar ið
verða galdandi?
Nú haldið eg, at tað er upp
á tíðina, at í øllum førum
umboð Sambandsflokksins
bróta
tøgnina,
smoyggja
undirbrotligheitina av sær
og greiða veljarnum frá, um
tey taka undir við tí anarkii,
sum hevur valdað úti í Fiski
málaráðnum undir sitandi
fiskimálaráðharra.
ES-boykottið ímóti Føroyum er mest ógvusliga revsiátak frá ES ímóti einum øðrum landi í
friðartíð og rakar upp móti triðingi av okkara útflutningsvirði. Kortini er kvirrari enn kvirt
um hetta málið. Helst tí at landsstýrið vil verja Danmark í teirra pínligu og margháttligu
støðu. Tí er fyrispurningur settur til løgmann um, hvat landsstýrið ger við málið
www.sosialurin.fo • www.sosialurin.fo • www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo • www.sosialurin.fo • www.sosialurin.fo