mánadagur 19. mai 2014síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 19. mai 2014 · Nr. 56
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Arnfinnur Thomassen
"Oldabbi tín kom av Bø", hoyrdist
ofta, tá ið okur sum smádreingir
fregnaðust um fedrarnar. Gamli var
søgufróður, so har treyt ikki kelda
at oysa úr. Tíverri vóru oyruni tá
í tíðini kanska meira vend móti
píkatráði úr Liverpool. Man átti at
sitið betur undir orðinum...
Flestu føroyingar kenna Kirkjubø,
men mong munnu tey vera, sum ikki
vistu, at eitt hanagleiv suðureftir lá
bygdarlag, sum hevur sínar røtur
heilt aftur í føroysku Miðøldina.
Fyri jól kom út ein sera áhugaverd
bók um bygdina, sum var - og sum
onkur vil vera við - kortini ikki var.
Fólkini Úti á Bø er ein hugfarslig og
poetisk lýsing av fólki og lagnum
hjá teimum, sum vóru ognarleys
tænastufólk, men kortini royndu
at lívbjarga sær suður móti Kirkju
bønesi.
Arnstein Niclasen greiðir frá í verki
sínum, sum SPROTIN gav út fyri jól,
um fólk og fæ úti á Bø. Stutt eftir
aldamótið kallaði Dimmalætting
Tingakross "Familieblad for Kirke
bø og Omegn". Sera áhugavert er
verkið, sum tó ikki setir nakran eftir.
Hvør veit t.d. at Føroya løgmaður,
Guttormur Anderssøn, í 1550 festi
ein 20 marka løgmans-garð úti á
Bø? ("Whteby i Kirkeby")
Fleiri kenna kanska søgnina um
Símun í Kirkjubø, Huldu Símun,
sum søgnin sigur verða tiknan av
huldumonnum. Tá búði Úti á Bø
maður, ið dugdi meira enn at mata
seg, Trølla Baraldur av navni. Hann
bað Símun ikki fara. Men Símun
lurtaði ikki eftir "trøllaskortum".
Minnist at eg einaferð ringdi til
Petur Martin Rasmussen, prest,
tá ið hann gav út Kirkjubøkurnar
fyri Suðurstreymoyar prestagjald,
at spyrja eftir ættini úti á Bø. Har
var eingin ivi: allar søguligar keldur
vísa, at har búði fólk so langt aftur,
sum nakar veit um at siga.
Í fimtiárunum komu út so-kallaðar
glæstribøkur. Ein het "Hvørji búgva
í bóndans garði". Tað er ein fitt,
romantisk lýsing av einum bónda-
garði. Men glæstribøkurnar gloyma
at siga børnunum frá, hvør ið
arbeiddi og strevaðist á garðinum.
Tað
hevur
Arnstein
ikki
gloymt! Í verki sínum lýsir
hann bóndafólkini á Garði í
Kirkjubø, men høvuðsdentur
er lagdur á tey, sum stríddust
sum uppsitarar úti á Bø.
Tey búðu undir einari lon,
suður eftir og norður eftir.
Ein høvuðsinn-gongd var.
Suður eftir búði Joen Ole
Joensen (1791-1881), Byrgis
Jógvan kallaður, og norður
eftir
búði
Niclas
Joen-
Eriksen (1804-1884). Hann
var kallaður Niklas á Bø.
Lagna teirra var at tæna
sum uppsitarar - sjálvi áttu
tey einki.
Raskir
og
menskir
vóru teir, tá ið teir í 1849
bjargaðu
einum
illa
støddum Velbastaðbáti við
8 monnum og farmi.
Suðurhelvt legði - tá ið eimurin
kódnaði - um fjørðin til nýbygdina
Skopun. Norðurhelvt endaði á
Argjaboða, í Havn og ymsa staðni
um landið. Og nøkur settu búgv
suðuri í Suðuroy. Tá ið Julianna
Poulsdóttir í 1835 fór til Suðuroyar
at giftast við Jógvan í
Lopra (ættfaðir til familjuna Dahl)
fylgdi Poul Johannes Joen-Eriksen
við og búsettist í Sjúrðhúsi í Vági.
Hann giftist við Lisu í Sjúrðhúsi
og fekk 9 børn. Eitt av hesum var
kendi skiparin Niclas í Sjúrðhúsi,
sum saman við fleiri brøðrum
sínum búsettist í Grimsby.
Langomma mín, Greta í
Tøðuni, var ein systir.
Arnstein
Niclasen,
skyldmaðurin, hevur við
verki sínum sett fedrum
okkara
ein
minniligan
minnisvarða. Nógvar for
vitnisligar myndir eru í bók
ini umframt ættaryvirlit,
frásagnir og staðanøvn.
Tað ger hana ikki minni
áhugaverda og lesiliga.
Var ætlanin við bóka
verkinum at skriva Bø
monnum eitt klípi í Føroya
søgu, so má sanniliga sigast,
at tað hevur eydnast honum
til fulnar.
Í 1894 savnar seinasta
einkjan
pjøkarnar
saman
og fer við øllum reiðrinum
til Havnar. Tá bleiv øskukalt
úti á Bø. Men minnið um farnar
fedrar og megnar møður fer at
liva, so leingi sum fløðir og fjarar í
Skirgjógv... Tað skal Arnstein hava
mangfoldiga takk fyri.
Tíðindaskriv frá
Klaksvíkar Dansifelag
Fríggjakvøldið á Norðoyarstevnu,
tann 30. mai, skipar Klaksvíkar
Dansifelag fyri einum áhuga
verdum hugnakvøldi. Á skránni
verður sera góður matur við rá
vørum úr Norðoyggjum, framúr
skemt við kabarettini “Luktur
í
smakkinum”
og
føroyskur
dansur.
Kvøldið byrjar í Skálanum
klokkan 18.00 við borðhaldi. Fyri
matinum stendur sjónvarps-kokk
urin Gutti Winther, ið megnar at
fáa spennandi forkunnugar rættir
burtur úr føroyskum rávørum.
Gutti fer at borðreiða við trimum
rættum. Forrætturin verður salt
fiskur, meðan høvuðsrætturin
verður lambskjøt. Báðir rættirnir
verða krydraðir við heimligum
summargrønum urtum. Oman á
verður borðreitt við rabarbum,
har havhestaegg og vanilla gera
dessertina til nakað heilt serligt.
Afturvið matinum verða spennandi
drykkjuvørur frá Føroya Bjór.
Drykkjuvørurnar eru útvaldar,
við tí fyri eyga, at geva gestunum
eina framúr heildaruppliving, har
matur og drekka arbeiða hond í
hond, gómanum at frama. Góðir
veitslusangir og harmonikutónar
verða partur av borðhaldinum.
Klokkan 21.00 verður farið
til hallarkabarettina “ Luktur í
Smakkinum”. Hallarkabarettin er
í Badmintonhøllini, ið liggur 20
metrar frá Skálanum. Klaksvíkar
Dansifelag hevur bílagt pláss til
gestirnar, so ikki verður neyðugt
at skunda sær frá borðinum.
Hallarkabarettin hevur, á hvørj
um ári, verið sera væl frágingin,
og í ár sigst ikki verða nakað
undantak. Tað eru kend fólk, sum
fara á pallin hetta kvøldið. Úr rúgv
uni kunnu nevnast Jákup Veyhe,
Rudolf Joensen, Hilmar Jan og
Jákup Bernhard Brim. Tónleikin
til kabarettina spæla Showmenn,
ið er mannað av James Olsen, Jens
Marni Hansen, Kim Hansen og
Jóhannus á Rógvu Joensen.
Eftir kabarettina kl. 23.00 verð
ur almennur føroyskur dansur í
Skálanum, og hava tey, sum melda
seg til tiltakið, ókeypis atgongd.
Annars eru allir Norðoya
stevnugestir vælkomnir í før
oyskan dans í Skálanum hetta
kvøldið.
Tiltakið kostar 550 kr. Til
melding fer fram hjá Jónleifi
Johannesen,
teldupost
:
jonleif.johannesen@skulin.fo
ella á tlf: 235766.
Við Norðoyarstevnukvøðu
Matgleði, kabarett og dansur
Fólkini Úti á Bø – eitt ummæli
UMMÆLI