týsdagur 20. mai 2014síða 6
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 21. mai 2014 · Nr. 57
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ein uppgáva fyri tvær milliardir
Sum nevndarformaður í P/F Eystur- og Sandoyartunlar situr Bergur Poulsen við endan í føroya
størstu samferðsluútbygging. Almenna tunnilsfelagið varð stovnað mánadagin
Jón Brian Hvidtfeldt
Mánadagur 19. mai 2014
klokkan 13. Gongst sum løg
tingið ætlar, kann tíðspunktið
gerast áhugavert í føroyskari
samferðslusøgu. Boðað er til
stovnandi aðalfund í almenna
tunnilsfelagnum, P/F Eystur-
og Sandoyartunlar. Felagið
er stovnað við 15 milliónum
krónum í partapeningi, og
tað skal næstu árini standa
fyri at gera Eysturoyar- og
Sandoyartunnilin.
Tvær
tunnilsverkætlanir, ið skulu
vera lidnar ávíkavist í 2019
og 2021, og sum samanlagt
eru at rokna sum nógv tann
størsta samferðsluútbygging
í Føroya søgu.
Arbeiðið er ikki bjóðað út
enn, men sambært feskastu
metingunum
fer
Eystur
oyartunnilin at kosta 1050
milliónir
krónur,
meðan
Sandoyartunnilin
fer
at
kosta 865 milliónir. Næstu
10 árini skal tað almenna
seta tilsamans 400 milliónir
krónur
í
partapeningi
í
nýggja tunnilsfelagið, meðan
almenna tunnilsfelagið skal
læna restina.
– Eg haldi at 400 milliónir
krónur í partapeningi er nú
ikki so lítið, tá talan er um
íløgur fyri tilsamans tvær
milliardir í okkara infrakervi.
Partapeningurin átti at gjørt
tað áhugavert hjá íleggjarum
at læna pengar til hesar
verkætlanir, sigur Bergur
Poulsen, sum á stovnandi
aðalfundi tók við sum nevnd
arformaður.
Ein av fyrstu uppgáv
unum verður at lýsa eftir
stjóra til P/F Eystur- og
Sandoyartunlar.
Fleiri
kjarnuboringar skulu gerast,
umframt at almenna tunn
ilsfelagið skal út í samráð
ingar við privata P/F Eyst
uroyartunnilin um at keypa
tey data, sum privata felagið
eigur um Eysturoyartunnilin.
Eisini skal fíggingin fáast
upp á pláss.
Av tí at talan er um sera
stórar upphæddir, so roknar
Bergur Poulsen við, at neyð
ugt verður at fara út um
landoddarnar eftir størsta
partinum av fíggingini.
Landsstýrismaðurin
í
fíggjar- og tunnilsmálum,
sum mánadagin lat stafett
ina víðari til nevndarfor
mannin í P/F Eystur- og Sand
oyartunlar, er somuleiðis
sannførdur um, at almenna
tunnilsfelagið er stovnað
á tryggari grund og hevur
góðar møguleikar at útvega
sær neyðugu fíggingina til
báðar undirsjóvartunlarnar.
Jørgen Niclasen vísir á, at
tunnilsfelagið harumframt
hevur møguleika at fáa styrk
úr landskassanum.
– Leisturin er lagdur so
leiðis, at landið kann veita
trygd fyri einari minstu
ferðslu í Sandoyartunnlinum.
Tað merkir, at tað almenna
veitir vissu fyri, at almenna
partafelagið fer at hava eina
ávísa inntøku, sigur Jørgen
Niclasen.
Kjølfesti
Almenna tunnilsfelagið er
stovnað oman á eitt lógar
verk, ið eitt samt løgting
stendur
aftanfyri.
Allir
30 løgtingslimir, ið vóru í
løgtinginum til 3. viðgerð 10.
apríl, atkvøddu fyri lógar
uppskotinum hjá Jørgeni
Niclasen, sum síðani í fjør
heyst eisini hevur verið
landsstýrismaður í tunnils
málum.
–
Politisku
flokkarnir
eiga rós uppiborið fyri, at
vit í felag kundu finna eina
breiða politiska semju, sigur
Jørgen Niclasen.
Linjuføringarnar
fyri
báðar tunlarnar eru ásettar
í sjálvari tunnilslógini.
– Tunlarnir hava ferðast
aftur og fram í politisku
skipanini í áravís. Og tí er tað
sera gott, at spurningurin um
linjuføring er avgreiddur. Tað
ger okkara uppgávu neyvari
og gevur okkum møguleika at
miðsavna okkum um okkara
høvuðsuppgávu, heldur enn
at taka politisk atlit, sigur
Bergur Poulsen.
Nýggja tunnilsfelagið fer
undir sínar forkanningar
í ár, og longu um tvey ár
verður farið undir at bora
Eysturoyartunnilin.
Tunn
ilslógin, ið løgtingið enda
liga samtykti 10. apríl, sigur
at í seinasta lagi í 2018 skal
farast undir at bora Sand
oyartunnilin.
Les meira á síðu 8
tíðindi
Nevndin í P/F Eystur- og Sandoyartunlar
Bergur Poulsen, form.
Evy Jacobsen, næstform.
Ewald Kjølbro
Petur Alberg Lamhauge
Marita Hentze
Christian Danielsen
Gunnvá á Lofti
Nevndarformaðurin fær
8000 krónur um mánaðin,
næstformaðurin 6000
krónur um mánaðin og
hini í nevndini fáa 4000
krónur um mánaðin.
FAKTA
– Eg fari nú at handa arbeiðshjálmin víðari til Berg Poulsen, segði Jørgen Niclasen á tíðindafundi seinnapartin mánadagin, tá
fyrrverandi stjórin í Havsbrún tók við sum nevndarformaður í nýstovnaða tunnilsfelagnum P/F Eystur- og Sandoyartunlar