Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-20, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. mai 2014síða 7

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mikudagur 21. mai 2014 · Nr. 57 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 – trygt og ómakaleyst til hús Sí fleiri hús á inni.fo PF INNI Niels Finsensgøta 37 Postboks 364 FO-110 Tórshavn Telefon 348900 inni@inni.fo Vit hava stóran eftirspurning eftir húsum. Hevur tú hug til at selja? - Vinaliga, set teg í samband við okkum. Virðisgrundarlag Grundvirðið hjá INNI er álit millum seljara, keypara og meklara, og INNI arbeiðir støðugt við før leika- og virkismenning. INNI arbeiðir virkið fyri at skapa dygdargott arbeiði, nøgdsemi og gjøgnum- skygni. Sølustatistikkur Tað gongur væl við søluni í INNI. Hesar farnu mánaðirnar í ár hevur INNI selt ímeðal 13 ognir um mán aðin. INNI ger eitt neyvt arbeiði við víkjandi sølustatistikki, so at fylgjast kann við gongdini. Keyparasavn - seljarar eisini fyrimun INNI hevur eitt Keyparasavn, har tú kanst skráseta teg. Tú fært ein t-post, hvørja ferð ein ogn verður lýst til sølu, ið hóskar til tín. Tú kanst eisini velja út tínar yndis- ognir, so tú kanst fylgja við í og fáa ein teldu post, tá boð koma á ognina, tá ið prísuppskotið broyt- ist, og tá ið ognin er tikin av sølu- lista. Við Keyparasavninum hava seljarar eisini tann stóra fyri- munin, at teir kunnu koma á gátt hjá INNI og síggja, hvussu nógvir møgu ligir keyparar eru til húsini. Starvsfólk Í INNI arbeiða 5 starvsfólk; Kára, Bergur, Dánjal Jákup, Sigmund og Maibritt. INNI vil við hesi góðu starvs- saman seting ganga fakliga á odda fyri húsa mekling í Føroyum. Um okkum INNI varð stovnað í 1998 og er elsta meklarafyritøka i Føroyum. INNI hevur soleiðis 16 ára royndir innan húsasølu. INNI er dótturfelag hjá Eik Banka. Kára á Dunga er stjóri. Kára er advokatsskrivari HU og hevur síðani 1993 arbeitt sum skrivari m.a. á Advokat- skrivstovuni, har hon øll árini hevur arbeitt við húsasølu og verk ætlanum. Kára hevur somu- leiðis royndir innan húsamekling frá INNI eitt skifti í 2007. Harafturat hevur Kára tikið leiðara skeið GLÚ og er í holt við akademi útbúgving AÚ innan leiðslu á Føroya Handilsskúla. Kára tók við sum stjóri í INNI tann 1. mai 2010. Bergur Godtfred er sølu- og metingarmaður. Bergur er útbúgvin lærari og hevur lisið sálarfrøði á Pædagogiska Universitetinum. Bergur hevur í fleiri ár undirvíst á Handils skúlanum í m.ø. sølu og tænastu, marknaðarførslu, sálar frøði, samskifti og leiðslu, eins og hann hevur ráðgivið og hevur hildið eina ørgrynnu av skeiðum innan somu øki. Bergur hevur arbeitt í INNI síðani februar 2005 og tekur sær av dagliga sølu arbeiðinum, metingum, ráðgeving o.ø. Dánjal Jákup Wiberg Holm er sølu- og metingarmaður. Dánjal Jákup er útbúgvin húsasmiður og byggifrøðingur. Dánjal Jákup hevur drúgvar royndir innan byggivinnuna, bæði í Føroyum og í Danmark og hevur í nøkur ár verið sjálvstøðugt vinnurekandi innan húsasmíð og byggifrøðiliga ráðgeving. Dánjal Jákup hevur arbeitt í INNI síðani oktobur 2010 og tekur sær av dagliga søluarbeiðinum, metingum, ráðgeving o.ø. Sigmund Signarsson er sølu- og metingarmaður. Sigmund er útbúgvin húsasmiður og byggifrøðingur. Sigmund hevur drúgvar royndir innan byggi vinnuna, bæði í Føroyum, Danmark og Noregi og hevur verið sjálv støðugt vinnurekandi innan húsasmíð og byggifrøðiliga ráð geving í 14 ár. Sigmund hevur arbeitt í INNI síðani oktobur 2010 og tekur sær av dagliga sølu arbeiðinum, metingum, ráðgeving o.ø. Maibritt Johannessen er samskipari. Maibritt er avlærd á Advokatskrivstovuni, har hon hevur arbeitt í mong ár sum advokat skrivari, og har hon m.a. tók sær av skeytisskriving og ting lýsing. Harafturat hevur Maibritt í 2009-2010 verið leiðslu skrivari á Almannaráðnum. Maibritt hevur arbeitt í INNI síðani oktobur 2010 og tekur sær av av greiðslu og fyrisiting, skeytis- avgreiðslu og tinglýsing.