týsdagur 20. mai 2014síða 8
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 21. mai 2014 · Nr. 57
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jón Brian Hvidtfeldt
Á tíðindafundi í Fíggjarmála
ráðnum
mánadagin
varð
Íleggingargrunnurin nevnd
ur sum ein av teimum, ið
kun-nu hugast at fara at vera
við til at fíggjar báðar undir
sjóvartunlarnar,
ið
skulu
gerast næstu árini.
- Og tað er ikki annað enn
natúrligt, metir Palli Ziska
son, formaður í Íleggingar
grunninum. Grunnurin var
við til at fíggja bæði Vága
tunnilin og Norðoyatunnil
in, umframt aðrar stórar
samferðsluíløgur og íløgur í
føroyska undirstøðukervið.
Íleggingargrunnurin
vikn
aði tó munandi, tá Vága
Floghavn skuldi byggjast
út. Grunnurin varð fyrst
niðurkapitaliseraður við 365
milliónum krónum, ið vórðu
brúktar til at byggja út flog
havnina, og síðani vórðu
28 milliónir krónur afturat
tiknar úr grunninum til at
rudda økið við floghavnina
fyri gamalt dynamitt.
Palli Ziskason ynskir ikki
at upplýsa, hvussu nógv
Íleggingargrunnurin
er
førur fyri at læna til nýgg
ja tunnilsfelagið. Hann vísir
tó á, at grunnurin hevur
møguleika at stýra sínum
útlánspolitikki eftir ávísum
íløgum, um so er at avgerð
verður tikin um tað. Skilt á
tann hátt, at velur grunn
urin at fara inn at fíggja
undirsjóvartunlarnar,
so
kann grunnurin halda aftur
við øðrum útlánum, so hvørt
sum verandi lán verða aftur-
goldin.
Men
óansæð,
hvussu
víkir og vendir, so er láni
tørvurin hjá P/F Eystur- og
Sandoyartunlar nógv størri
enn tað, ið Íleggingargrunn
urin kann bjóða:
- Tað er greitt, at við so
stórum upphæddum koma
vit ikki at vera førandi láni
veitari. Men vit vilja tó fegin
vera við, um vit fáa ein fyri
spurning um tað, sigur Palli
Ziskason,
formaður
fyri
Íleggingargrunnin.
Eysturoyartunnilin skal
takast í nýtslu í 2019 og
Sandoyartunnilin í 2021, og
tá er partapeningurin úr
landskassanum bara komin
uppá 150 milliónir krónur,
sambært
langtíðaríløgu
ætlanini hjá landsstýrinum.
Jón Brian Hvidtfeldt
Tað sær kanska ikki út av
nógvum, tá partapening
urin í einum felag, sum
skal gera íløgur fyri tvær
milliardir krónur, er 15
milliónir krónur. Men nú
almenna tunnilsfelagið er
stovnað og formliga farið til
verka, hevur tað eisini eina
heilt aðra, fíggjarliga tyngd
enn partapeningurin vísir.
Lógarverkið undir felag
num ásetir, at landskassin
næstu 10 árini skal seta til
samans 400 milliónir krón
ur í felagið. Tann lógin kann
sjálvandi broytast, men tað
er neyvan sannlíkt, tá eitt
samt løgting stendur aftan
fyri hana.
Hartil
hevur
lands
stýrismaðurin í tunnilsmál
um fingið fleiri heimildir til
at styrkja fíggjarliga grund
arlagið undir felagnum.
Tunnilslógin
heimilar
nevniliga
landsstýris
manninum
at
hækka
partapeningin, um so er
er at tað vísir seg at vera
neyðugt. Heimildin, sum
verður givin í grein-5, stk.
4 í lógini, verður í viðmerk
ingunum lýst sum ”ein
síðsta trygd”. Einki verður
tó nevnt um, hvussu nógv
landsstýrismaðurin hevur
heimild til at hækka parta
peningin.
Enn hava ongar realitets
samráðingar
verið
um
fíggingina av tunlunum.
Men nýstovnaða tunnils
felagið hevur møguleika
at
fáa
eina
trygd
frá
landsstýrinum við sær til
samráðingarborðið.
Sam
bært tunnilslógini hevur
landsstýrismaðurin heim
ild til at veita trygd fyri
eini minstu inntøku til
Sandoyartunnilin,
ið
av
serfrøðini ikki verður mett
ur at klára at skapa ta stóru
inntøkuna við tunnilsgjøld
um.
Við hesum í huga hevur
landsstýrismaðurin heimild
til at veita tunnilsfelagnum
10 milliónir krónur um árið
til at reka Sandoyartunnilin
fyri. Tann heimildin verður
ikki aktuell at brúka, fyrr
enn Sandoyartunnilin verð
ur tikin í nýtslu, ætlandi í
2021.
Íleggingargrunnurin vil fegin fíggja
-Íløgur í undirstøðukervið er natúrligur partur av okkara virkisøki, sigur Palli Ziskason,
formaður í Íleggingargrunninum, sum vil vera við til at fíggja undirsjóvartunlarnar
FAKTA
Soleiðis fíggjar
landskassin
tunlarnar:
2014: 15 milliónir
2015: 5 milliónir
2016: 25 milliónir
2017: 35 milliónir
2018: 35 milliónir
2019: 35 milliónir
2020: 50 milliónir
2021: 50 milliónir
2022: 50 milliónir
2023: 50 milliónir
2024: 50 milliónir
Tilsamans skal
landskassin gjalda 400
milliónir krónur inn í
almenna partafelagið
Eystur- og Sandoyar
tunlar, næstu 10 árini.
Íleggingargrunnurin
hevur áður fíggjað
bæði Vágatunnilin og
Norðoyatunnilin. – Tað
er greitt, hesar komandi
íløgur eru nógv størri enn
vit klára at fíggja einsamøll,
men vit vilja tó fegin vera
við, sigur Palli Ziskason
Landsstýrismaðurin kann stuðla meira
Ein ventilur í tunnilslógini ger, at almennu Føroyar
tá avtornar kunnu koma at gjalda meira enn tær 400
milliónirnar, sum løgtingið hevur samtykt
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur víðar
heimildir at stuðla almenna tunnilsfelagnum