Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-20, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. mai 2014síða 12

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 21. mai 2014 · Nr. 57 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Birna gevur íblástur til barnaspæl – Tá mamma doyði fyrr í ár, og vit systkini fingu nakað av arvi, visti eg alt fyri eitt, at peningurin skuldi brúkast til at útgeva hesa bókina. Mamma hevði verið nakað fegin, hevði hon sæð, at bókin nú er blivin veruleiki. Tað sigur Birna Breckmann, sum hevur skrivað og júst útgivið sína fyrstu barnabók, har hon greiðir frá spølum og upplivingum, frá tá hon var barn meldurin Rannvá G. Fossaberg – Í roynd og veru var henda bókin liðug fyri meira enn tveim­um áðrum síðani, men eg havi havt so nógv um oyr­ uni, at tað ikki var fyrr enn nú, at eg hevði stundir til út­ geva hana. Soleiðis sigur 58 ára gamla Birna Breckmann, sum júst hevur útgivið sína fyrstu barnabók. – Tá eg á fyrsta sinni stóð við bókini í hondini mána­ kvøldið, fekk eg eina ótrúliga góða kenslu, og eg eri so ovur­fegin. Ovurfegin um, at tað loksins gjørdist veruleiki við hesi bókini, sigur Birna Breckmann. Skálkabrøgd er heitið á bókini, sum inniheldur 27 søg­ur við barnaminnum hjá Birnu Breckmann, sum øll síni barna- og ungdómsár búði á Argjum. – Børn í dag spæla ikki, eins og vit gjørdu fyri eini 50 árum síðani. Við hesi bók­ini vil eg vísa, hvussu nógv­ar góðar upplivingar, eg hevði sum barn, tá vit ikki høvdu sjónvarp, teldu ella tele­ fon. Kanska kann bókin fáa børn­ini meira út í náttúr­una at spæla, greiðir Birna Breck­ mann frá. Vil deila barnaminnini Bókin, sum Birna Breckmann hevur skrivað, snýr seg um spøl, skálkabrøgd og yms­ ar upplivingar, sum rit­høv­ undurin sjálvur hevði, tá hon var um seks ára aldur. – Eg havi so nógvar góðar, stuttligar og annarleiðis upp­livingar frá tí tíðini, og eg minnist allar hesar ymsu løturnar ógvuliga væl. Tí havi eg mangan for­talt bæði mínum egnu og øðrum børn­ um um onkrar av hend­ing­ unum, sum fóru fram, tá eg var lítil og búði á Argjum, sigur Birna Breckmann og heldur fram: – Eg havi leingi hugsað, at tað kundi møguliga ver­ið stuttligt hjá øðrum børn­um at hoyra um tey ymsu spøl­ ini, vit spældu tá, hvat vit upp­livdu, og øll tey kúlla­ sligu tingini, vit funnu upp á at gera, greiðir Birna Breck­ mann frá. Søgurnar í bókini eru frá tíðini, áðrenn Birna Breck­ mann fór í skúla. – Líka so skjótt eg fór í skúla, byrjaðu allar lektiur­ nar og ein ávís ábyrgd fylgdi við. Áðrenn tað høvdu vit havt okkara fría lív og funnu upp á eina rúgvu at gera, tí vit gingu jú heldur ikki í barnagarði, sigur Birna Breck­mann og vísir á, at um­ støðurnar tá gjørdu, at børn­ ini vóru noydd til at vera meira kreativ og finna upp á ymiskt sjálvi. – Hatta var tíðin, tá alt var spæl, og vit vóru úti frá morgni til myrkurs, tí inni spældu vit næstan ikki. Tað vóru ongar teldur, telefonir ella sjónvarp, ið órógvaðu okk­ara spæl. Og tað er júst okk­ara spæli og hugflogi, at eg vóni, at børnini, sum lesa bók­ina, kunnu læra av ella um ikki annað fáa íblástur frá, sigur Birna Breckmann. Tíðin var røtt Birna Breckmann dylir ikki fyri, at tað leingi hevur verið ein dreymur at útgeva eina barnabók við egnum upp­liv­ ing­um og minnum frá barna­ ár­unum á Argjum, men ikki fyrr enn nú, fór hon at gera álvara av dreyminum um barna­bókina. – Allar søgurnar vóru skriv­aðar niður og fyri so vítt lidnar fyri tveimum árum síðani, men tær hava líka síðani liðið í eini skuffu heima hjá mær, sigur Birna Breckmann, sum sigur ymsar orsøkir vera til, at bókin ikki er útgivin fyrr enn nú. – Fyrst og fremst er tað ógvuliga kostnaðarmikið at útgeva eina bók. Harnæst fór eg at læra til heilsurøktara, sum eg bleiv liðug við í jan­ uar í ár, so eg havi havt nógv um oyruni, og havi so at siga sett bókina til viks í eina tíð, fortelur Birna Breckmann. Mamma hennara minti hana tó fleiri ferðir á bókina, og segði ferð eftir ferð, at nú átti bókin at verið útgivin. – Mamma doyði, stutt eftir at eg var liðug við út­ búgv­ingina sum heilsu­røkt­ ari, og nakað av tí fyrsta, ið rann mær til hugs tá, var, at nú skuldi bókin gevast út. Arvurin, sum vit systkini fingu, skuldi brúkast til at fíggja bókina, og nú bókin er komin út, eri eg ótrúliga fegin um, at eg tók ta avgerð, sigur Birna Breckmann. Ein familjuverkætlan – Bókin var ongantíð útgivin, hevði eg ikki fingið so góða hjálp frá mínum nærmast, sigur Birna Breckmann. Eitt nú hevur sonur henn­ ara, Ludvík, sum gongur á lista­skúla í Danmark, gjørt tekn­ingar til fleiri av søg­ unum í bókini. – Eg spurdi hann, um