Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-20, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. mai 2014síða 13

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 21. mai 2014 · Nr. 57 meldurin hann hevði hug til at gera tekningarnar, og tá hann játtaði, greiddi eg honum frá, hvussu hesi ymsu børn­ ini sóu út, og hvussu tey vóru, og út frá teimum upp­ lýs­ing­unum hevur hann so gjørt tekningarnar í bókini. Eg haldi sjálv, at hann hevur megnað ótrúliga væl at fanga úttrykkini á hesum børn­ unum, sum eg lýsi í bókini, sigur Birna Breckmann. Eisini maðurin, Óli, og dóttirin, ið eins og pápin starvast sum lærari, hava havt ein leiklut við at gera bóka­útgávuna til veruleika. – Tey hava bæði lisið søgur­nar fleiri ferðir, gjørt onkrar rættingar, lisið um­ aftur og so framvegis. Tað er eitt stórt arbeiði, ið liggur aft­an fyri eina slíka bók, slær Birna Breckmann fast. At skriva bøkur er tó ikki nakað heilt ókent í familj­uni. Birna Breckmann er nevn­ iliga systir Sólrun Michelsen, sum hevur skrivað og týtt fleiri bøkur. – Eg fortaldi henni um hesar søgurnar, sum eg hevði skrivað niður, fyri langari tíð síðani, men eins og flest onnur bleiv hon tikin á bóli, tá eg mánakvøldið legði eina mynd av bókini út á Face­ book, har eg greiddi frá, at nú var bókin altso prentað og klár at fara út í bókasølurnar, sigur Birna Breckmann og flennir. – Eg haldi eisini, at tað hevur verið stuttligt, at skula royna meg sum rit­ høv­und uttan at fáa hjálp frá nøkrum professionellum, og ikki minst hevur tað verið ein spenn­andi tilgongd at kunna fylgja við í, hvussu ein bók verður til, fortelur Birna Breckmann. Hugflogið skal stimbrast Ein av orsøkunum til, at Birna Breckmann velur at út­geva barnaminni um ymisk spøl og hendingar á bók, er, at hon heldur, at spæla úti í náttúr­uni hevur al­stóran týdn­ing fyri trivna og menn­ing hjá børnum. – Børn hava eitt ótrúligt hugflog, og børnini í dag hava ivaleyst akkurát sama hugflog, sum vit høvdu, tá vit vóru børn. Munurin er kanska tann, at børnini í dag sleppa ikki á sama hátt sum vit at brúka teirra hugflog, sigur Birna Breckmann. Hon heldur, at í nógvum heimum fylla tey ymisku elek­tron­isku tólini meir enn gott er, tá tað kemur til at undir­halda børnini. – Sjálvandi áttu børnini í dag at spælt nógv meira úti. Tað sigi eg, tí tað mennir sansirnar so heilt ótrúliga nógv hjá barninum at vera úti, har til ber at síggja og upp­liva ymiskt. Men eg haldi, at foreldrini áttu eisini at verið meira úti saman við børnum sínum, men tað ber ofta ikki til, uttan so at tað er onkur frídagur, tí í dag ar­ beiða so at siga øll foreldur, sigur Birna Breckmann og leggur aftuar: – Men foreldur kunnu um ikki annað fara ein túr út í hagan ella okkurt annað stað bara í ein hálvan tíma ella so, tí tað er ofta soleiðis, at tað eru teir túrarnir, ið børnini minn­ast allarmest, sigur Birna Breckmann. Okkurt bendir á, at hetta ikki verður einasta bóka­ útgávan frá Birnu Breck­ mann, og spurd, um fleiri bóka­útgávur eru fyri framm­ an, er hon skjót at svara: – Eg skrivi altíð okkurt, og leggi tað síðani í eina skuffu. Tað kann vera um alt møgu­ligt, okkurt sum fer fram í samfelagnum ella eitt­hvørt, eg sjálv hugsi nógv um. Møguliga fari eg at gera meira við skrivaða tilfarið í skuff­uni. Í hvussu er føli eg, at eg havi tíð til tað nú, sigur Birna Breckmann rannva@sosialurin.fo Tað er júst okk­ara spæli og hugflogi, at eg vóni, at børnini, sum lesa bók­ina, kunnu læra av ella um ikki annað fáa íblástur frá – Børn hava eitt ótrúligt hugflog, og børnini í dag hava ivaleyst akkurát sama hugflog, sum vit høvdu, tá vit vóru børn. Munurin er kanska tann, at børnini í dag sleppa ikki á sama hátt sum vit at brúka teirra hugflog, sigur Birna Breckmann. Mynd: Álvur Haraldsen