týsdagur 20. mai 2014síða 14
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 21. mai 2014 · Nr. 57
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
nøvn
Dátt kom tað okkum við, tá
vit pálmasunnudag fingu
boðini um, at Ruth knappliga
var deyð. Fáar dagar framm
anundan var ætlanin at hon
skuldi vitja aftur á sínum
gamla arbeiðsplássið, Ráð
gevingini fyri føroyingar í
Danmark, har hon hevði sítt
lívsstarv. Krím kom tó upp í
leikin, og avrátt varð, at vit
bara kundu hittast aftur
einaferð aftaná páskir. Ikki
óraði okkum, at hetta ikki
skuldi fara at bera til.
Ruth var úr Havn og altíð
havnarfólk, hóast hon búði
meginpartin av lívinum í
Keypmannahavn. Her hevði
hon sítt lív og sítt virki, sum í
meira enn 30 ár snúði seg um
at veita føroyingum í Dan
mark ráð og vegleiðing um
lívsins viðurskifti.
Ruth varð útbúgvin sosial-
ráðgevi í 1982 og byrjaði
beinanvegin at arbeiða sum
sjálvboðin í Ráðgevingini í
Keypmannahavn, sum farið
var undir um tað mundið.
Ruth var sostatt við til at
stovna og uppbyggja sjálvs
ognarstovnin
Ráðgevingin
fyri føroyingar í Danmark.
Hon var umboð í nevndini í
nógv ár. Fyrst fyri tey, sum
sjálvboðin arbeiddu fyrstu
árini og síðani umboð fyri
starvsfólkini frá 1987, tá hon
bleiv sett í fast starv í Ráð
gevingini.
Har
starvaðist
Ruth líka til hon fór á pensjón
1. november 2013. Soleiðis
gjørdist hennara brennandi
áhugi fyri at veita hjálp og
linna eisini hennara lívsstarv,
sum so mangur føroyingur,
frá hægstu til lægstu rók,
hevur notið gott av.
Hennara hugur og hjarta
arbeiddu altíð fyri at hjálpa
teimum veikastu í samfelag
num, og hon arbeiddi og
stríddist altíð móti órættvísi.
Ruth var ein mannakennari
burtur av, og dugdi so væl at
síggja tað ósjónliga og hoyra
tað ósagda, - og soleiðis evn
ini til finna inn til kjarnina
í trupulleikunum. Hon var
ikki bangin fyri teimum
truplu
samrøðunum
og
tordi at verða til staðar. Ikki
minst hevði hon eina sterka
intuitión fyri hvat ið rørdi
seg, bæði í arbeiði, í føroyska
útisetalívinum og í samfelag
num sum heild.
Ruth dugdi so væl at seta
viðkomandi spurninar til
arbeiðið í Ráðgevingini, so
tað gjørdist lættari og huga
ligari at taka av nýggjum
avbjóðingum og arbeiðsupp
gávum. Hon var ein góður
liðleikari og loyalur sam
starvsfelagi.
Lívsins fjørður er rógvin
og fekk ein so ófatuliga brád
ligan enda. Hóast teinurin
eisini innihelt andróður og
brotasjógvar, so formáddi
Ruth altíð at halda á kósina
og halda fast um síni grund
leggjandi lívsvirði, sum hon
fegin lat víðari til onnur.
Okkara tankar leita til
Lærke og Niels og familju
hennara.
Ærað veri minni hennara.
Bogi Dánjalson Davidsen,
Marianna Andreassen,
Randi Johannesen,
Ráðgevingin fyri
føroyingar í Danmark og
Tormóður Stórá
fyrverandi nevndarlimur
Minningarorð
Ruth Dal-Christiansen
16.10.1948 – 13.04.2014
Tøkk
Øllum tykkum, sum gleddu okkum á
gullbrúdleypsdegnum 1. mars, takka
vit hjartaliga. Tøkk, tit sum vaktu
okkum við sangi, takk fyri gávur,
blómur, heilsanir og tit, sum ringdu.
Tøkk, tit sum komu at halda dagin
saman við okkum. Stóra tøkk til
børn, svigarbørn, barnabørn o.o. sum
gjørdu tað møguligt hjá okkum at
halda dagin.
Kærar heilsanir
Asta og Marius Vang
Tøkk
Hjartaliga takki eg øllum tykkum,
sum á ymiskan hátt gleddi meg
á 90 ára degnum 3.mai 2014.
Blíðar heilsanir
Jona Johansen
Tvøroyri