týsdagur 20. mai 2014síða 15
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mikudagur 21. mai 2014 · Nr. 57
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
nøvn
Fram við bryggjukantinum
í Havn eru nógvar fyritøkur
og stovnar, sum onkursvegna
hava sítt virksemi á sjónum
ella fram við sjóvarstrondini.
Vanliga er hetta avbyrgt øki
fyri almenninginum, men 9.
juni – 2. hvítusunnudag – fara
hesar fyritøkur og stovnar
at hava opið hús, har høvi
verður hjá øllum áhugaðum
at støkka inn á gólvið og
kunna seg um virksemið hjá
teimum.
Talan er um 10-15 fyri
tøkur, sum á einhvønn hátt
eru knýttar at bryggjukant
inum.
Tiltakið byrjar klokkan
12:00 við Eystaru bryggju,
haðani verður farið á vitjan
hjá stovnum og fyritøkum
fram við bryggjukantinum.
Allastaðni verður okkurt for
vitnisligt á skránni umframt
livandi tónleik og okkurt til
matna. Bjargingarbáturin Lív
og Pressarin fara at flyta fólk
millum Eystaru og Vestaru
bryggju. Tiltakið endar hjá
Mest við Vestaru bryggju
umleið klokkan 17:00.
Alt tiltakið er ókeypis.
Skrá fyri dagin verður send
út til hvørt húsarhald í
Tórshavnar kommunu.
Luttakarar á HavnarDeg
num eru:
Skansi Offshore
Smyril Line
Taks
Smyril Blue Water
Tórshavnar Havn
Faroe Ship
Vónin
Bakkafrost
Effo
Magn
Samskip
Mest
Til ber eisini at frætta nærri
um HavnarDagin á heim
asíðunum hjá hesum fyri
tøkum og stovnum.
HavnarDagur: Opið hús
á bryggjuni í Havn
Annan hvítusunnudag
hava stovnar og fyritøkur á
bryggjuni í Havn opið hús