hósdagur 29. juni 2000síða 2
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
HØGNI MOHR,
FLOGVØLLURIN
- Eg fari at fáa mær vinir í
Runavík og spæla við teir!
Hesi vóru fyrstu orðini
hjá einum eysturslavonsk-
um smádreingi, sum kom til
Føroya í gjár. Saman við
næstringum sínum hevur
hann livað sum ólógligur
flótti í Danmørk í tvey ár.
Men nú er hann sloppin at
búgva í Føroyum.
Flogfarið við teimum
báðum
eysturslavonsku
familjunum setti seg í Vág-
um klokkan 10.55 fyrrapart-
in í gjár.
Jasmin var glaður, tá ið
hann setti fótin á føroyska
Eg eri bara glaður
FLÓTTAR. Tólv flóttafólk komu í gjár til Føroya við flogleiðini hjá Maersk.
Hóast frøin var stór hendan søguliga dagin, er óvissan millum tey vaksnu í
ferðalagnum ikki heilt horvin enn. Men eysturslavonsku børnini eru bara glað
jørð. Men kortini jarð-
bundin, tá ið hugsað verður
um, at hann bert er tíggju
ára gamal. Hann kendi orð-
ið »óvissa«, tá ið vit spurdu
hann. Men nú kendi hann
seg ikki longur so ótryggan.
- Eg eri bara glaður, segði
hann
Tá ið vit kunnaðu unga
dreingin um Runavík, har
familjurnar fara at búgva
fyri fyrst, spílaði hann oyr-
uni út.
- Eg eri spentur, gjørdi
hann greitt á flótandi donsk-
um.
Jákup Pauli við
Tær báðar eysturslavonsku
familjurnar hava farnu tvey
árini verið noyddar at
krógva seg fyri donsku
myndugleikunum, sum ikki
vildu hava tær í Danmørk.
Tískil komu føroyingar upp
í leikin, og við Jákupi Paula
Olsen á odda eydnaðist við
tógvið stríð at fáa teimum
uppihaldsloyvi í Føroyum.
Jákup Pauli Olsen var við
í ferðalagnum í gjár. Tað var
ein sperdur maður við kó-
boybksunum
hangandi
nakað væl niður á endan,
sum kortini glaður kundi
staðfesta, at tað loysir seg
at stríðast fyri tí, ein heldur
vera rætt.
- Fyribils eru vit komin á
mál, lat hann okkum skilja,
meðan hann skundaði sær
út í túnið við komuhøllina
at tosa við ein bussførara.
Útsett óvissa
Mamma Jamal, sum reikaði
í kring í komuhøllini, sjón-
liga rørd, vildi hava eina
sigarett at pumpa upp á eina
løtu.
- Eg eri eitt sindur í ørviti.
Vit høvdu trupulleikar við
pappírunum hjá børnunum.
Men nú eru vit sloppin inn.
Og vit kenna okkum trygg
nú. Trupulleikarnir eru fyr-
ibils gloymdir. Hóast hetta
á pappírinum er ein fyribils
loysn, so vóna vit at uppi-
haldið verður varandi. Nú
líta vit framm eftir og fara
at royna at skapa okkum
ihaldsloyvi í Føroyum.
Hvussu eydnast skal teim-
um at fáa endaligt loyvi at
vera í Føroyum, nú tær ikki
sleppa at vera í Danmørk,
er enn ógreitt.
Men Jasmin, sum fer í
fjórða flokk í summar,
hugsaði ikki um paragraffir,
lógir og politikk, meðan
hann stóð á sólgylta vølli-
num í Vágum.
- Eg veit ikki, hvussu før-
oysk børn eru, men eg
vænti, at tey eru ordiliga fitt,
segði hann stórbrosandi.
Tíggju ára gamli Jasmin úr Eysturslavonia var ein av
tólv flóttafólkum, sum komu til Føroya í gjár. Tey hava
fingið uppihaldsloyvi í Føroyum. Jamal væntar sær
nýggjar vinir í Runavík, har flóttarnir fyribils fara at
búgva.
Mynd: Jens Kristian Vang
Tólv eysturslavonar komu
fyrrapartin í gjár til
Føroya at búgva. Talan er
um tvær familjur. Í aðrari
familjuni eru 4 børn, og í
hinari 3 børn og ein
omma.
Mynd: Jens Kristian Vang
eina líkinda tilveru her í
Føroyum, segði hon við
Sosialin, áðrenn ein grøn-
lendsk kona, sum hevur búð
leingi í Føroyum, tók fast í
hondina á nýkomnu flótta-
konuni.
- Her í Føroyum er gott
at vera, segði brosandi grøn-
lendska konan. Føroyski
maður hennara tók undir
við henni, og nikkaði seig-
liga.
Ordiliga fitt
Fyribils hava familjurnar
bert fingið arbeiðs- og upp-
3
gult cyan magenta svart
tíðindablaðið sosialurin
Nr.122 - 29. juni 2000
Bátsbeinabjølgur
brunnin
»Bátsbeinabjølgur brunnin«
er heitið á fyrsta yrkinga-
savninum hjá Valdamar á
Løgmansbø.
Hóast hetta er fyrsta
yrkingasavnið, ið hann hev-
ur givið út, er hann als ikki
debutantur innan yrking.
Valdemar er kendur av
mongum í Føroyum sum
ein av limunum í Systkinum
á Løgmansbø, ið hava givið
út tvey bond við sjómans-
songum eftir Harry á Birtu-
líð. Mong av løgunum til
hesar sangir hevur Valde-
mar sjálvur smíðað.
Harumframt hevur Valde-
mar givið út eitt band við
songum og løgum, ið hann
sjálvur hevur yrkt og smíð-
að. Mong kenna eisini sang-
irnar »Robin Hood« og
»Agnes Louise«.
Valdemar er 47 ára gamal
og ættaður úr Miðvági.
Hann hevur yrkt alt lív sítt,
og hevur tað at yrkja og
syngja altíð havt stóran lut
í gerandisdegi hansara og
familju hansara.
Savnið er givið út á egn-
um forlagi, kápumyndina
hevur Valdemar sjálvur tik-
ið. Hestprent hevur prenta,
savnið er 64 blaðsíður og
kostar 100 krónur.
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
Marknaðardeild:
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Dánjal Højgaard
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakstein
Høgni Mohr
Ítróttur: Jákup Mørk
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Álvur Haraldsen
Útgevari, uppseting:
Sp/f Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argir
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820
Telefax. 314720
e-mail: post@sosialurin.fo
Lýsingar: lysing@sosialurin.fo
Internet: www.sosialurin.fo
Prent: P/F Prentmiðstøðin
Sosialurin
Oddagrein
Fiskivinnan dálkar
AV og á hava røddir verið frammi í al-
menna orðaskiftinum her á landi, sum
hava torað at talað „Róma“ ímóti. Tvs. sum
hava funnist at tí hugburði, sum fiskivinnan
hevur til umhvørvið - til tilfeingisgrundar-
lagið.
EIN teirra - John Smith, sáli - man vera
tann, sum oftast tók til orðanna ella rættari
treiv í pennin fyri at gera vart við tær
negativu avleiðingar, sum fiskivinnan, tá
hon ber seg skeivt at - hevur á umhørvið
og harvið lívsgrundarlagið. Vit minnast,
hvussu hann aftur og aftur vísti á, hvussu
ávís veiðuútgerð fer við botninum. Vit
minnast greinar hansara um at hava rætta
hugburðin til tilfeingið og umstøður tess.
SAMI John Smith var fleiri ferðir innstill-
aður til at fáa virðisløn fyri sítt slóðbrótandi
arbeiði á nettup hesum øki. Og hann var
eisini um reppið at fáa hesa viðurkenning.
NÚ kemur so viðurkenningin - um enn ov
seint - nú er OSPAR, sambart tíðindunum
í útvarpinum í gjár, komið til ta niðurstøðu,
at fiskivinnan dálkar og verður m.a. víst
til, hvussu reiðskapur, sum verður drigin
eftir botninum hevur skaðiligt árin á eitt
nú korallir oa.
EINGIN ivi er um, at vit sum liva av tí
havið gevur, eiga at geva hesum meira
gætur. Vit hava so sanniliga eisini okkara
ábyrgd av at halda havið reint.
Í hesum sambandi kunnu vit eisini nevna
áhugverdu greinarnar, sum ein fyrrverandi
fiskasølumaður hevur skrivað her í blaðn-
um um nettup sama mál: hvussu vit sjálvi
vísa ábyrgd fyri at varðveita eitt reint og
sunt umhvørvi. Og her hevur so alingin
ein týðandi leiklut eisini. Um somu tíð sum
vit menna hesa vinnu, eiga vit eisini at
fylgja við, hvussu økta framleiðslan dálkar
og annars nervar viðkvæma umhvørvið.
UPPSKOTIÐ um at alivinnan, sum hevur
góðar dagar, leggur ávisa upphædd av til
nettupp umhvørivsvernd er áhugavert og
vóna vit, at tað fæst eitt orðaskifti um hetta
málið eins væl og tað, sum OSPAR í
næstum fer at leggja fram á fundi sínum í
Keypmannahavn.
NÚ oljuvinnan bankar uppá dyrnar eiga
vit so sanniliga at vera á varðhaldi og
tryggja okkum, at vinnan ber seg rætt og
skynsamt at, hvat umhvørvinum viðvíkur.
Tað kan kanska ljóða eitt sindur øvugt,
men kanska vit sum fiskivinnutjóð hava
nakað at læra av frá oljuvinnuni, tá tað
ræður um umhvørvið.
Í sambandi við Jóansøkuna,
sum í ár varð hildin suðuri í
Vági, kom nýggj fløga við
harmonikutónleiki á markn-
aðin.
Tað er vágbingurin Sjúrð-
ur Strøm, sáli, sum einsa-
mallur hevur spælt øll løgini
á hesi fløgu.
Hetta er tann fyrsta fløgan
í eini røð av trimum ella
fýra, sum ætlanin er at geva
út í næstum.
Ein partur av tilfarinum
er fyrr givin út á kasettu-
bondum, men meginpartur-
in eru løg, sum eru funnin í
bandasavninum hjá Sjúrða,
men ongantíð givin út.
Í áttatiárunum fekk Sjúrð-
ur Strøm sær upptøkutól, so
Tøkk
Vit takka fyri sýnda samkenslu, tá ið maður,
pápi, abbi og bróðir okkara,
Jógvan Davidsen
doyði og varð jarðaður.
Fam. vegna
Sigrun
Nýggj fløga við harmonikutónleiki
hann á tann hátt sjálvur
kundu innspæla sín egna
tónleik til bandaútgávu. Ein
stórur partur av tí tilfari-
num, sum Sjúrður legði eftir
seg, varð tó ongantíð givin
út, men nú er so høvi til at
ogna sær hendan tónleik.
– Vit hildu tað vera harm-
iligt, um hesar upptøkur
fóru fyri skeyti, so tí er
hendan fløguútgávan komin
í lag, siga fyrireikararnir.
Sjúrður Strøm var, um-
framt at vera útbúgvin
smiður, ein sera virkin og
avhildin harmonikuspælari
í heimbygd síni, Vági, og
setti hann har sín serliga
dám á bæði veitslur og al-
mennan dans.
Stigtakari til hesa fløgu er
Pauli Jacobsen, Tórshavn,
og er tað plátufelagið Tutl,
sum stendur fyri útgávuni.
Varmakeldustevna í Fuglafirði
Komandi vikuskifti verður
Varmakeldustevnan hildin í
Fuglafirði við eini rættulig-
ari fjølbroyttari skrá. Um-
framt dans og spæl, sum
hoyrir einihvørjari stevnu
til, eru eisini forkunnugar
vitjanir og tiltøk
Danmarks Radios Pige-
kor er á vitjan. Tey fara at
hava ymsar konsertir bæði
upp undir og um sjálva
Varmakeldustevnuna so-
leiðis, sum lýst er í skránni.
M.a. fara tey at syngja, tá
ið Hallbjørg Hansen, bý-
ráðsformaður, setur mál-
ningaframsýningina í fim-
leikarhøllini í Fuglafjarðar
Skúla fríggjakvøldið, kl.
19.00. Á málningaframsýn-
ingini kl. 20 fara Håkan
Hagegård og Elisabeth Bo-
strøm at syngja og spæla
fyri okkum.
Sum onnur ár fer Fugla-
fjarðar Fornminnisfelag at
hava eina framsýning í
Piddasa handli Niðri í Støð,
har Fuglafjarðar Heima-
virkið heldur til. Í ár er evn-
ið fyri listamálari okkara,
Símun Olivur Johannesen,
sum 22. apríl 2000 hevði
fylt hundrað ár. Sum vant
bjóðar Fornminnisfelagið
eisini ein kaffimunn við ein-
um drýlbita afturviðl
Gitna og væl umtókta
framsýningin hjá J. P. Gre-
goriussen við tekningum
hansara av gomlu kirkjum
okkara letur eisini upp í
kjallaranum í Býráðshúsun-
um. Fuglafjarðar Manskór
syngur við upplatingina.
Varmakeldustevnan verð-
ur sett kl. 14.00 niðri á Bug
við Bókasavnið og Kunn-
ingarstovuna av Dánial
Vang, lærara og býráðslimi.
Ítróttarfólk ganga skrúð-
gongu
og
Fuglafjarðar
Hornorkestur spælir. Eftir
setanina verður farið niðan
á leikvøllin, har ársins fót-
bóltsdystur byrjar kl. 15.00.
Hetta verður ikki hissini
dystur, tí føroyameistararnir
hjá ÍF frá 1979 skulu spæla
móti einum liði, sum neyv-
an kann mannast – hvørki í
EM- ella í VM-høpi, tá ið
hugsað verður um teir, ið
tiknir eru út til dystin. Mót-
støðuliðið hjá gomlu ÍF-
meistarunum verður nevni-
liga mannað við 11 synum
Eyðgerð og Berg Petersen í
Fuglafirði. Skuldi 79-liðið
havt nakrna fyrimun í mun
til Berg-liðið skuldi tað ver-
ið, at teir kanska eiga fleiri
eykaspælarar at seta inn.
Úti á Varmakeldu – á
midnátt – verður varma-
keldubálið tendrað, Signar
á Brúnni fer at flyta fram
røðu og Fuglafjarðar Mans-
kór fer at syngja nakrar
sangir og syngja fyri í fel-
agssanginum. Sum undan-
farin ár fara vit at sláa ring
og vita, um vit ikki kunnu
fáa onkra vísu undir fót á
sjálvi Varmakelduhelluni
undir Guds fríðu náttúru.
Sunnudagin verður fólka-
fundur heimi á Bug við
Bókasavnið kl. 14, har
Dávur Winther flytir fram
røðu. Sum hini árini verður
okkara trúfasta hornorkest-
ur eisini við her og fer at
blása nøkur av yndisløgum
sínum fyri teim vónandi
mongu áhoyrarunum.
Til
skemtanar
hevur
Fuglafjarðar Sjónleikarafel-
ag sett saman og vant eitt
Varmakelduteiti, sum neyv-
an man fara at vera lakari
enn seinasta ár.
Við vón um, at stevnan
verður væl vitjað og at veð-
urgudarnir vera til vildar,
ynskir Fuglafjarðar Ítróttar-
felag øllum vælkomnum á
Varmakeldustevnu.