Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-06-29, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. juni 2000síða 3

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 5 gult cyan magenta svart tíðindablaðið sosialurin gult cyan magenta svart tíðindablaðið sosialurin Nr.122 - 29. juni 2000 Nr.122 - 29. juni 2000 Veljarakanning almannakunn- gjørd í kvøld Seinastu dagarnar hevur Fynd gjørt eina nýggja veljara- kanning fyri Sjónvaprið og Sosialin í sambandi við gongdina í fullveldissamráðingunum JOHN JOHANNESSEN Í kvøld fæst at vita, hvat vanliga føroyingurin heldur um ætlanina hjá landsstýr- inum um at fáa ST upp í fullveldissamráðingarnar við donsku stjórnina. Eisini fæst at vita, um vanligi føroyingurin heldur tað vera rætt av landsstýr- inum at seta møguligt ríki- dømi úr undirgrundini í veð fyri at leingja skiftistíðina, eins og landsstýrið gjørdi á seinasta samráðingarfundi. Hetta eru nevniliga tveir av spurningunum í veljara- kanningini, Fynd seinastu dagarnar hevur gjørt fyri Sjónvarpið og Sosialin. Skuldi vera mynd av fólkaatkvøðuni Kanningin, sum verður al- mannakunngjørd í kvøld, er tann triðja veljarakanningin, Fynd hevur gjørt í sambandi við fullveldissamráðingar- nar. Fyrsta kanningin varð gjørd beint eftir, at samráð- ingarútspæl landsstýrisins var vorðið alment. Onnur kanningin varð gjørd eftir fyrsta samráðing- arfundin millum landsstýrið og donsku stjórnina, tá danska stjórnin skúgvaði størsta partin av føroyska sáttmálauppskotinum til viks. Sambært Fynd var ætlan- in, at triðja kanningin skuldi gerast tá samráðingarnar vóru lidnar, soleiðis, at kannigin vísti støðu føroy- inga til endaliga úrslitið. Veljarakanningin skuldi so- stætt geva eina mynd av, hvussu úrslitið av fólkaat- kvøðuni í heyst fór at síggja út. Men samráðingarnar hava higartil ikki gingist, eins og landsstýrið hevði ætlað. Tað stendur í botni millum landsstýrið og donsku stjórnina í spurning- inum um búskaparligu skiftistíðina, og tí sýnist eingin møguleiki vera fyri, at fólkaatkvøða verður hild- in um ein fullveldissáttmála í heyst. Rætt at gera kanning nú Jógvan Mørkøre, ið sam- skipar arbeiðið hjá Fynd, heldur tað vera rætt at gera eina veljarakanning nú. Hann vísir á, at samráðing- arnar fingu eina heilt aðra vend, enn væntað. Brádliga snúu samráðingarnar seg ikki longur um sjálvan full- veldisspurningin, men um longdina á skiftistíðini. Harafturat vísir Jógvan Mørkøre á, at tað er áhuga- vert at fáa at vita, hvat fólk halda um, at landsstýrið á seinasta samráðingarfundi setti møguligar inntøkur frá einari komandi oljuvinnu í veð fyri at fáa longri skift- istíð. Somuleiðis heldur hann tað vera áhugavert at fáa at vita, hvat fólk halda um ætl- anirnar um at fáa ST upp í samráðingarnar. Studentar gera arbeiðið Tá Fynd ger veljarakann- ingar, er vanligt, at skúlaflokkar taka sær av verkliga partinum av ar- beiðinum. Hetta er at ringja til fólk, seta fram spurning- arnar og skráseta svarini. Hesaferð tekur ein stud- entaskúlaflokkur í Hoydøl- um sær av arbeiðinum, og hevur lærari teirra, Christ- ian Ihlen, umsjón við, at alt fer rætt fram. Mánadagin og týsdagin tókust næmingarnir við at ringja kring landið og seta fram spurningarnar. Dagur- in í gjár fór við at skráseta svarini á teldu og rokna saman. Veljarakanningin spyr, umframt áður nevndu spurningarnar, millum ann- að, hvønn flokk fólk høvdu valt, um val var í morgin, hvønn flokk fólk ynskja sín flokk at samstarva við, hvønn politikkara fólk helst høvdu sæð sum løgmann og um fólk taka undir við, at Føroyar verða skipaðar sum fullveldisríki, um tillaging- artíðin verður fýra ár. Í kvøld fæst at vita, hvat vanligi føroyingurin heldur um seinastu gongdina í fullveldissamráðingunum við danir Høgni Hoydal: Lítið sannlíkt at vit fáa ST upp í samráðingarnar ÁKI BERTHOLDSEN –Tað fer neyvan at bera til at fáa ST upp í fullveldis- samráðingarnar ímillum donsku stjórnina og lands- stýrið. Tað ásannar Høgni Hoy- dal, landsstýrismaður í full- veldismálum, nú. Eftir tann triðja samráð- ingarfundin við donsku stjórnina tann 15. juni, har tað heldur ikki eydnaðist at fáa donsku stjórnina at vika seg í spurninginum um eina búskaparliga skiftistíð, bar landsstýrið upp á mál at fáa ein triðja part upp í sam- ráðingarnar. Danska stjórnin vísti hes- um aftur. Men landsstýrið hevur kortini vent sær til ST at vita, hvussu ein ber seg at í eini støðu, sum hesari og, hvørjir møguleikar eru. –Støðan er nevniliga tann, at danska stjórnin heilt einfalt vil ikki samráðast. Hon vil hvørki tosa um áramálið og hon vil heldur ikki gera eitt felags grund- arlag at meta skiftistíðina útfrá. – Hetta vísir, at hon metir hetta sum eitt danskt mál burturav. Og tað vísir eisini, hvussu ójøvn samráðingar- støðan hjá pørtunum er og, hvussu óvirðiligari og mannminkandi støðu, før- oyingar eru í, sigur Høgni Hoydal. – Hetta vísir heilt einfalt, at so leingi, vit ikki hava fullveldið, hava vit bara tey rættindi, sum danska stjórn- in er sinnað at lata okkum fáa, tí tey rættindi, sum tað ikki hóvar henni, at vit skulu fáa, tey noktar hon bara at tosa við okkum um. Hann sigur, at Lands- stýrið helt tað tí vera eitt hugskot at fáa ein triðja part upp í, fyri at fáa eina javnari samráðingarstøðu ímillum partarnar. – Vit høvdu ætlað, at hes- in triði parturin skuldi stuðla uppundir at fáa veru- ligar samráðingar ígongd í- millum partarnar um tey málini, sum partarnir ikki so frægt sum hava fingið tosað um enn. – Hann kundi eisini verið við til at gjørt eitt óheft grundarlag til at avgreiða tann búskaparliga partin út- frá. Tvs, at hann kundi mett um, hvussu føroyski bú- skapurin er í løtuni, hvussu búskaparligu viðurskiftini eru ímillum Føroyar og Danmark, og sostatt kundi hann verið við til at lagt grundarlagið fyri einari bú- skaparligari uppgerð ímill- um londini bæði. –Men tað ein misskiljing, tá ið sagt verður, at Lands- stýrið vil hava ein triðja part uppí fyri at fáa eina semju við donsku stjórnina um tann búskaparliga partin í samráðingunum. – Einasta endamálið við at fáa ein triðja part uppí, er at fáa glið á sjálvar sam- ráðingarnar. Hetta er eitt úr- slit av teirri niðurstøðuni, sum vit órongiliga máttu koma til eftir tann seinasta samráðingarfundin, tí vit halda, at danska støðan er eitt greitt brot á tær avtalur, sum eru gjørdar í sambandi við samráðingarnar. – Men tá ið danska stjórn- in, sum hevur buktina og báðar endarnar, sigur nei, mugu vit ásanna, at tað er lítið sannlíkt at tað fer at eydnast at fáa ein triðja part uppí. –Um danska stjórnin noktar, hava vit ongan møguleika at krevja, at ein triði partur skal koma uppí. – So leingi, vit ikki eru eitt sjálvstøðugt land, hava vit ongan rætt. ST er ein samgonga ímillum sjálv- støðug lond og tað leggur seg ikki út í innanlands við- urskifti hjá limalondunum. Høgni Hoydal sigur, at landsstýrið fer enn einaferð at heita á donsku stjórnini um at lata vit og skil ráða og at góðtaka, at ein triði partur kemur uppí. –Hetta er ikki tí at vit vilja samanbera hesa støðuna í Føroyum við støðuna í teimum londum, sum vit vanliga seta í samband við uppílegging frá ST. –Men vit halda, at hetta málið kann viðgerðast sum spurning um altjóða rætt og tí fara vit at royna einaferð enn, sigur Høgni Hoydal. Næstu ferð í Føroyum Annars sigur Høgni Hoy- dal, at landsstýrið ætlar sær at samráðast við donsku stjórnini til eitt ítøkiligt úr- slit er komið burturúr. Hann sigur, at tað er neyðugt fáa eitt ítøkiligt uppskot burturúr, sum fólkaatkvøða síðani skal vera um. Hann veit enn ikki, nær hendan fólkaatkvøðan kann vera. Upprunaliga var ætlanin, at hon skuldi vera í ár, men nú er mest sannlíkt, at hon ikki verður fyrrenn næsta ár. Landsstýrismaðurin sig- ur, at tá ið samráðingarnar hava ført til eitt ítøkiligt úr- slit er tað neyðugt at al- menningurin og andstøðan á tingið fáa hóskiligt av tíð til at seta seg inn í uppskotið og at viðgera tað. Hann heldur, at tríggir mánaðir kundi verið ein hóskiligt tíð frá tí at at eitt úrslit er komið á borðið, til fólkaatkvøðan kann vera. Og tá ið næsti samráð- ingarfundurin ikki er avtal- aður enn, er tað lítið, sum bendir á, at fólkaatkvøðan kann verða fyrrenn í hvussu so er eftir ársskiftið. Landsstýrið arbeiðir nú við at avtala tann næsta samráðingarfundin við donsku stjórnina. –Vit vilja hava tann næsta fundin í Føroyum, tí vit eru ikki sinnað at fara aftur til Danmarkar til ein sjónleik afturat. – Vit vilja fegin hava, at fundurin verður sum skjót- ast. Men danski taktikkurin hevur týðiliga avdúkað, at teirra endamál er at draga samráðingarnar út, so enn er ilt at siga, nær fundurin kann vera. –Men tað er ómetaliga ó- heppið, at vit standa so leingi í eini samráðingar- støðu, har vit ikki so frægt sum fáa sett hol á avgerð- andi spurningar. Tað ger, at alt kemur at snúgva seg um pening og skiftistíð og at ov lítið kemur at snúgva seg um fyrimunirnar við einum føroyskum fullveldi, sigur Høgni Hoydal. Hava havt fyrireikandi fund um Vágatunnilin Ráðgevarin hjá P/F Vágatunlinum hevur mælt til fyrst at venda sær til NCC, sum hevði lægsta tilboðið, um at gera sjálvan undirsjóvartunnilin ÁKI BERTHOLDSEN Tað eru nú ábendingar um, at tað verður byggi- samtakið NCC Norge og NCC Danmark, sum fær arbeiðið at gera sjálvan tunnilin undir Vestmanna- sundi. Hetta var eisini samtak- ið, sum hevði tað lægsta tilboðið. OT Blindheim í Trónd- heimi og Norconsult í Oslo, sum eru ráðgevarar hjá P/F Vágatunlinum, hava mælt til at samband fyrst verður tikið upp við NCC um at gera tunnilin. Og nú hevur tann fyrsti fundurin verið ímillum NCC og Vágatunnilin. Men Dávid Reinert Han- sen, stjóri í P/F Vágatunl- inum, leggur dent á, at hetta var ikki ein samráðingar- fundur. –Hetta var ein uppklár- andi fundur. Ráðgevarar okkara halda, at NCC hevur eitt áhugavert tilboð og hev- ur mælt okkum til at taka upp samband við byggisam- takið fyrst, fyri at fáa fleiri upplýsingar um nøkur við- urskifti, sum vit hildu vera ógreið í tilboðnum hjá teim- um. – Hesar upplýsingarnar hava vit nú fingið og nú fara ráðgevarar okkara at við- gerða upplýsingarnar og so fara teir at gera okkum eitt tilmæli og tá verður støða tikin til, høvnn vit fara at samráðast um sjálvt arbeið- ið við. Fundur hevur ikki verið, og er ikki avtalaður við nak- að annað av hinum trimum byggisamtøkunum, sum hava bjóðað uppá arbeiðið. NCC bjóðaði sær til at gera ein 8,5 metrar breiðan tunnil fyri 142,3 milliónir og ein 10 metrar breiðan tunnil fyri 151,6 milliónir. Annars høvdu tvey onnur byggisamtøk latið tilboð inn, sum lógu nakrar fáar milliónir hægri enn tilboðið hjá NCC. Annað samtakið, Mika, Spesialkontrakt og J&K Petersen kunnu gera tann smalara tunnilin fyri 147 mió og tann breiðara fyri 157 milliónir. Og Højgaard & Schultz, Selmer Fure- holmen og Veidekke kunnu gera tann smalara tunnilin fyri 153,6 mió. og tann breiðara fyri 164,8 mió. Hinvegin er tað enn púra ógreitt, hvør fær arbeiðið at gera vegirnar í sambandi við tunnilin. Samráðingar hava verið við J&K Peter- sen, sum hevði næstlægsta tilboðið, men eftir at rumbul stóðst av, at samráðingar ikki vóru við Byggitek, sum hevði lægsta tilboð, bað landsstýrið Vága- tunnilin tosað við Byggi- tek. Tann fundurin var fríggjadagin og aftaná tað kom eitt tíðindaskriv, sum er líka onkissigandi, sum tað er stutt. Har stendur at Vágatunnilin og Byggi- tek hava havt ein kunn- andi og konstruktivan fund, at at misskiljingar eru ruddaðar av vegnum og at samband verður í- millum partarnar fram- yvir. Men leiðslan í Vága- tunlinum vil ikki út- greina, um hetta merkir, at samráðingar nú verða við Byggitek, og um J&K Petersen eru settir til viks. Spurningurin er púra opin, og vit úttala ikki øðrvísi, enn vit gera í tíðindaskrivinum, sigur Dávid Reinert Hansen. Higartil standa fullveldissamráðingarnar í botni í avgerandi spurningum. Vit eru ikki sinnað at fara til Danmarkar til ein sjónleik afturat. Tí vilja vit hava næsta samráðingarfundin í Føroyum, sigur Høgni Hoydal Landsstýrið hevur nú vent sær til ST fyri at vita, hvussu ein ber seg at í eini støðu, sum hevur tikið seg upp í samráðingum við donsku stjórnini um fullveldið. Men Høgni Hoydal ásannar nú, at tað er ógvuliga lítið sannlíkt, at tað ber til at fáa ein triðja part upp í samráðingarnar