hósdagur 29. juni 2000síða 4
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nýtt føroyskt mánaðarblað
Glaðing er heitið á snotuliga og dygdargóða føroyska mánaðarblaðnum, sum
fimm føroyskir journalistar hava tikið stig til at geva út
JOHN JOHANNESSEN
Nýggja føroyska mánaðar-
blaðið, Glaðing, var at
síggja á hillunum í sølubúð-
unum í gjár. Talan er um eitt
litblað í sokallaðari maga-
sinstødd, og er tað fult á
hædd við líknandi útlendsk
bløð, bæði tá talan er um
innihald og um pappírsgóð-
sku.
Aðalmunurin á Glaðing
og hinum snotuligu útlend-
sku bløðunum á søluhillun-
um er bert tann, at Glaðing
er skrivað á føroyskum,
somuleiðis sum viðgjørdu
evnini eru viðkomandi fyri
føroyskar lesarar.
Glaðing er innihaldsliga
fjølbroytt. Tað viðger lagnu-
søgur, átrúnað, uttanríkis-
politikk umframt, at tað eis-
ini inniheldur portrett og
annað líkandi.
Fyrsta útgávan av Glað-
ing hevur millum annað
eina grein, sum kallast »Á
deyðans egg«. Hetta er ein
søga um ein ungan føroy-
ing, sum brádliga gjørdist
so sjúkur í lungunum, at
hann reið á eggini millum
lív og deyð.
Eisini skrivar blaðið um
myndir av naknum føroysk-
um gentum á internetinum.
Tørvur á øðrvísi blað
Teir fimm journalistarnir, ið
standa aftan fyri Glaðing,
siga eina av orsøkunum til
nýggju útgávuna vera, at
teira meta tørv vera á einum
alternativi til verandi fjøl-
miðlar í Føroyum. Einum
fjølmiðli, sum er øðrvísi.
Og júst Glaðing meta teir
vera øðrvísi.
Í oddagreinini í blaðnum
verður sagt, at tað ber til at
viðgera ymsu søgunar í
Glaðing ørðvísi enn aðrir
fjølmiðlar, júst tí, at talan
er um eitt mánaðarblað. Tað
ber til at leggja eitt dygar-
betri journalistiskt arbeiði í
tilfarið, arbeitt verður við.
Eisini siga teir fimm
journalistarnir
í
odda-
greinini eina aðra orsøk til,
at teir eru farnir undir
uppgávuna vera, at tað er
spennandi og hugaligt at ar-
beiða við tilfari, sum ikki
skal prentast ella sendast út
í luftina um ein hálvan tíma.
Journalistisk dygd
Tað er okkara mál, at tilfar-
ið, bæði skrivliga tilfarið og
myndatilfarið, verður oman
fyri tað, vit eru von við í
gerandisdegnum, Afturfyri
verða strong krøv sett teim-
um, sum skriva blaðið.
Somuleiðis verða strong
krøv sett til myndirnar í
blaðnum. Um málið er
eydnast, ella um tað fer at
eydnast, kann lesarin sjálv-
ur gera av. Vit vilja í hvussu
er gera okkara, siga teir
fimm journalistarnir.
Teir fimm journalistarnir,
ið geva Glaðing út, eru Kári
Mikkelsen, Grækaris Djur-
huus Magnussen, Kári Dur-
huus, Ólavur Rasmussen og
Per Højgaard. Blaðstjóri er
Grakaris Djurhuus Magnus-
sen.
Sætti stigtakarin er Dánjal
Pauli Davidsen, sum er út-
búgvin cand. merc. í markn-
aðarføring og millum annað
hevur starvast við marknað-
arleiðslu á Berlingske Tid-
ende og Det Fri Aktuelt.
Glaðing er greitt til prent-
ingar á Sosialinum og prent-
að hjá ROTAROTA í Dan-
mark.
Skeiðsmiðdep-
il í Miðbýnum
Menninir aftanfyri handilin Mega í
Miðbýnum í Havn, eru hava nú á ov-
aru hæddini í handilshølunum inn-
rættað høli til skeiðvirksemi. Sjálvir
siga teir, at hóast talan er um mega
stóra íløgu, so eru vónirnar góðar, tí
lngu nú hava fólk víst áhuga
DAGFINN OLSEN
KT vinnan er fyri øgiligari
menning og innan hesa
vinnu síggjast alt fleiri virki
og fyritøkur av ymsum slag.
Handilin Mega í Miðbý-
num í Havn hevur fingist
við at selja teldur og teldu-
útgerð. Nú hevur fyritøkan
tikið eitt náttúrligt stig aft-
urat og er farin undir skeið-
virksemi, har fólk kunnu
læra at nýta teldurnar.
Mark Joensen frá Mega
sigur, at hetta við skeiðvirk-
semi ikki er nýtt fyri teim-
um. Men áður hava teir leig-
að seg inn í skúlar og aðra-
staðni og ymsir vansar hava
verið við hesum. Tí hava
teir nú stovnað KT-Centr-
um, ið stendur fyri skeið-
virkseminum.
Mark Joensen sigur, at
fleiri fyrispurningar hava
verið um skeið frá bæði
privatfólki og stovnum og
fyritøkum.
Tendra og sløkk skeið
Tí fóru teir undir KT-Centr-
um. Møguleiki er at taka
teldu koyrikort, internet-
skeið og sonevnd temdra og
sløkk skeið til nýbyrjarar,
men eisini eru skeið fyri
royndar teldunýtarar.
Skeiðini eru ætlað til
bæði fyritøkur, privatper-
sónar og familjur.
Útgerðin er góð í sera
hugnaligu høkunum. Hew-
lett Packard útgerð í 1.
flokki og 19 tumma teldu-
rútar onframt uppvørpu og
sooround sond. 10 pláss eru
og tað verður mett at vera
hóskandi.
Internet sambandið koyrir
sera skjótt og sum heild
manglar einki, tá tað ræður
um tøkni í nýggju hølunum
hjá KT-Centrum.
Marglati
Og fyri veruliga at seta prik-
in yvir i‘ið, so er avtala
gjørd við matstovuna Rio
Bravo, ið er nærhendis.
Skeiðluttakarar kunnu so
strekkja beinini og spáka
oman at fáa sær ein bita í
marsteðginum. Ætlanir eru
eisini um skeiðpakkar til
familjur, sonevndir viku-
skiftispakkar, har gist verð-
ur á gistingarhúsi. Hetta er
tó ikki komið í rættlag enn.
KT-Centrum byrjar í dag
og hóast talan er um eina
MEGA stóra íløgu, sum
stigtakararnir
skemtandi
taka til, so eru vónirnar góð-
ar, tí fólk hava longu víst
áhuga.
6
7
gult cyan magenta svart
tíðindablaðið sosialurin
gult cyan magenta svart
tíðindablaðið sosialurin
Nr.122 - 29. juni 2000
Nr.122 - 29. juni 2000
DIA MIDJORD
Seks fólk hava mannað ráð-
leggingarbólkin fyri Koltur,
og trý teirra hava undir-
skrivað
uppskotið
hjá
minnilutanum
Mortan
Winther Poulsen - eitt nú
DIA MIDJORD
Óli Hammer, stjóri á Smyril
Line, og skipari og maskin-
sjefur á Norrönu verða til
staðar, tá sjey metur langa
mini-modellið av nýggju
Norrönu fer sín tíggjunda
Minniluta-
uppskot
ørkymlað
grunnin
Ný Carlsberg grunnurin hevur ikki
viljað sent koltursmilliónirnar til
Føroya, tí eitt minnilutauppskot frá
Mortan Winther Poulsen hevur
ørkymlað grunnin
Ætlaðu milliónirnar til koltursbóndan eru fyribils lagdar inn aftur í pengaskápið hjá Ný Carlsberg grunninum
formaður og skrivari.
Ný Carlsberg grunnurin
vísir serliga til hetta uppskot
í brævinum til Koltursbónd-
an og harmast um, at pen-
ingastuðulin á 2 milliónir
fellur burtur.
- Viðurskiftini er so mikið
ógreið í løtuni, at vit meta
ikki, at arbeiðið í Koltri
kann gerast sum ætlað,
stendur í brævinum til
Koltursbóndan.
Ikki mín skyld
– Tað er ikki rætt at geva
mær skyldina fyri, at peng-
arnir ikki koma hendavegin.
Eg havi einans gjørt eitt
minnilutauppskot,
sigur
Mortan Winther Poulsen, ið
umboðað hevur Forngripa-
felagið
í
ráðleggingar-
nevndini fyri Koltur.
Í uppskotinum vísir Mort-
an Winther Poulsen á, at
málið um at privatisera
landsjørðina aftur hevur
verið í løgtinginum:
– Vit eiga ikki at vera við-
virkandi til, at danskir stuð-
ulsgrunnar framhaldandi
seta pening í fornminni í
Koltri, sum um stutta tíð
kunnu gerast privat ogn.
Tað er skylda okkara at
kunna teir um hetta, stendur
eitt nú í minnilutauppskot-
inum.
Modellið av Norrönu
seinasta royndartúr
Sjey metrar langa modellið av nýggju Norrönu skal í morgin standa sína
endaligu roynd í Hamburg
og seinasta túr í roynd-
artanganum í Hamburg.
– Tað er ikki vanligt, at
modellini er so ofta í
royndartanganum. Men av
tí at vit hava lagt doyðin á,
at minst møguligt av larmi
og ristingum skulu vera,
mugu so nógvar royndir
gerast, sigur Óli Hammer,
stjóri á Smyril Line.
Smyril Line hevur havt
ein svenskan serfrøðing at
hjálpa sær í hesum sam-
bandi. Á hesum seinasta
túrinum í morgin, fáa so
umboðini fyri Smyril Line
staðfest, hvussu ristingin og
larmurin verða, tá 30.000
hestakreftir flyta Norrönu
við 21 sjómílum um tíman.
Sigldu slakar tólv milliónir í kassan
Á ársaðalfundinum hjá p/f
Smyril Line týsdagin, bleiv
øll nevndin afturvald.
Avlopið hjá felagnum var
11,5 milliónir í fjør. Hetta
talið er hálvatriðju millión
minni enn árið framman-
Avlopið hjá Smyril
Line í fjør var 11,5
milliónir. Hetta er
nakað minni enn
árið frammanundan
Tú kanst við nýggja skip-
inum ferðast „bíliga“ og tú
kanst eisini ferðast sum ein
greivi. Skipið hevur eina
svitu, 12 luksuskømur, 299
kømur í ymsari stødd og 6
kømur til rørslutarnað. Um-
framt eru eisini 324 cou-
chettir á 70 kømrum.
Mest loyvda ferðafólkatal
er 1482 og mest loyvda
manningartal er 118. Skipið
kann taka um 800 persón-
bilar ella 130 trailarar á 14
metrar.
Á leið 1000 sitipláss eru.
Og vilt tú ikki sita niðri,
kanst tú stytta tær stundir í
vøddavenjingarrúminum á
niðasta dekki. Her kanst tú
eisini svimja og fara í gos-
bað ella sauna. Og Smyril
Line bjóðar eisini teim ferð-
andi gott veður, tí solarium
er umborð.
Fýra høvuðsmotarar geva
skipinum eina ferð á leið 21
sjómíl um tíman. Skipið er
163 metrar langt , 30 metrar
breitt og tað stingur 6
metrar.
Eta hvør sær
Har afturi á sætta dekkinum
finst matstovan, har borð-
reitt verður við køldum
borði og a la carte. Henda
matstovan er býtt sundur í
tvey, so fólk, ið eitt nú njóta
ein góðan enskan búff, ikki
verða órógvað av fólki til
og frá kalda borðinum.
undan.
Í tíðindaskrivi verður
sagt, at leiðslan er greið yv-
ir, at Norröna er vorðin ov
lítil til tørvin í summar-
hálvuni. Tískil er man farin
undir at byggja eina nýggja
Norrönu, sum eftir ætlan
skal verða liðug og av-
loysa verandi Norrönu á
vári 2002.
dia
Nøkur lyklatøl
Sambært Smyril Line er
tað av royndum, at matstova
og barr eru plaserað har aft-
uri á skipinum.
Gerst tú svangur, meðan
tú liggur á sóldekkinum, so
finnast eisini ráð fyri tí. Ein
sølubúð, har tú kanst keypa
tær okkurt leskandi og okk-
urt lætt at eta, verður á
sóldekkinum.
Óli Hammer, stjóri á Smyril
Line, er stak væl nøgdur við
nýggja skipið, ið skal av-
loysa verandi Norrönu á
várið 2002
Lesið eisini Sosialin
á Internetinum
www.sosialurin.fo