hósdagur 29. juni 2000síða 5
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SVEINUR TRÓNDARSON
Øll ræðast tankan um eld
og tann skaða hann kann
gera. Men kortini eru nógv,
sum dagliga starvast við at
berjast móti hesum henta
tænara, sum kortini kann
gerast so vandamikil, tá ein
ikki hevur tamarhald á hon-
um.
Í størru býunum, t. d. í
Havnini, er starvið, sum
sløkkiliðsmaður, fulltíðar-
starv, men á Skálafjørðinum
er sløkkiliðið, enn sum áður,
meiri og minni sjálvboðin
arbeiðsmegi.
Felags fyri
allan fjørðin
Tað var í apríl mánaði í
1975, at tær fýra kommun-
urnar við Skálafjørðin, Run-
avíkar, Tofta, Stranda og
Skála kommuna samdust
um at stovna eitt felags
sløkkilið undir heitinum
Skálafjarðar Kommunala
Sløkkilið, stytt SKS.
Fyrsti bilurin fekk basa á
Skála, meðan onkrar av hin-
um kommununum høvdu
buss við sløkkiútgerð tøkan.
Seinni er ein sløkkibilur
komin í Runavík, og tað
gevur borgarunum eina
betri trygd.
Tann 22. mai í 1975 heitti
bygdarráðið á Skála á átta
menn um at taka á seg starvi
sum sløkkiliðsmaður. Teir
vóru Andras Hansen, Petur
Christian Rasmussen, Kaj
Olsen, Hilmar Joensen, Jó-
annes Thomsen, Dánjal J.
Joensen, Dánjal Jacobsen
og Ólavur Berg.
Hesir menninir átóku sær
uppgávuna og væl man
hava borið til at samstarvað,
tí teir eru allir, uttan ein, í
starvi enn. Dánjal Jacobsen
mátti fyri góðum fimm ár-
um síðani leggja frá sær av
heilsuávum, og í hansara
stað kom Vilhelm M. Olsen.
Sløkkiliðið á Skálafjørðinum 25 ár
Sera gott samstarv
Tað er Jóannes Thomsen,
sum er leiðari fyri sløkki-
liðið á Skála, og hann minn-
ist, at tað var eitt sindur
buldrasligt tað fyrsta árið.
- Vit høvdu ikki færri enn
átta útrykningar tað fyrsta
árið. Eg haldi, at fólk ynsktu
sløkkiliðið har pipari grør,
tí knappliga fór alt at
brenna, sigur hann og smíl-
ist.
Síðani hevur verið eitt
sindur meira lagaligt.
Samanlagt heldur hann, at
sløkkiliðið á Skála hevur
verið úti upp í móti 100
ferðum, og tað er ikki alt,
sum hevur verið so tespiligt.
- Nei, fór ólukkan, sigur
hann.
Síðani sløkkkiliðið varð
stovnað, eru arbeiðsupp-
gávurnar broyttar rættiliga
nógv. Í fyrstani var fyri tað
mesta talan um sløkkiupp-
gávur, og tá var tað um allan
fjørðin. Soleiðis er tað ikki
heilt í dag, tí nú halda teir
seg á vestara armi, um ikki
teir fáa boð úr Runavík at
koma at hjálpa. Samstundis
leggjast aðrar uppgávur til,
so í dag virkar sløkkiliðið
líka nógv, sum eitt bjarging-
arfelag.
- Nú fáa vit áheitanir um
at pumpa skip ella at hjálpa
til, tá stormskaðar eru, og
tað gera vit fegnir. Tað skal
ikki misskiljast, men vit
hava ikki havt alla ta neyð-
ugu útgerðina, men tað er
við at koma, sigur hann.
Eitt annað, sum ger tað
lættari at vera sløkkiliðs-
maður í dag eru brandpost-
arnir.
- Í byrjanini var ikki ein
brandpostur og tá máttu vit
demma í áum og pumpa úr
sjónum, tá vit vóru úti. Nú
eru brandpostar so at siga
allastaðni og tað ger tað
meira arbeiðsligt, sigur Jó-
annes.
Allir arbeiddu á Skála
Tað er eingin loyna, at tíðir-
nar eru nógv broyttar hesi
25 árini síðani SKS varð
stovnað. Hetta merkist eis-
ini á sløkkiliðnum á tann
hátt, at tað ikki er so lætt at
fáa fatur á sløkkimonn-
unum, sum tað var fyrr.
- Í »gomlum« døgum ar-
beiddu næstan allir sløkk-
iliðsmenninir á vestara armi
á skipasmiðjuni, men tað
gera teir ikki longur. Tá var
næstan nóg mikið at ringja
á Skipasmiðjuna, tí so
nógvir mans vóru har, men
í dag ferðast nógvir við ar-
beiðinum, og tað ger tað eitt
sindur truplari, greiðir Jó-
annes Thomsen frá.
Kortini vísa menn ein sera
stóran vilja at vera við í ar-
beiðinum. Men hóast vilja
og evnir, so kunnu nakrir í
sløkkiliðnum á Skála ikki
renna undan, at tað um ikki
so langa tíð verður brúk fyri
nýggjum monnum og Jó-
annes vónar, at aðrir standa
til reiðar at taka yvir.
- Onkrir okkara fara um
ikki so langa tíð at leggja
frá okkum, og so vóna vit,
at tað ber til at fáa nýtt fólk,
sigur hann.
Umstøðurnar eru eisini
eitt sindur batnaðar, tí í dag
fáa sløkkiliðsmenninir eina
fasta samsýning um mánað-
SVEINUR TRÓNDARSON
Kriminalløgreglan er enn
einaferð í ferð við at kanna
eitt mál um siðamisbrot.
Bergleif Brimvík, leiðari á
kriminaldeildini í Havn,
váttar, at teir eru í holt við
eitt mál.
- Talan er um eitt »gam-
alt« mál. Nakað, sum er
Enn eitt mál um siðamisbrot
Løgreglan er í løtuni í holt við at kanna enn eitt mál um siðamisbrot. — Enn er málið ikki búgvið til ákæru,
men tað verður ikki so leingi áðrenn ákæra verður reist, sigur Bergleif Brimvík, leiðari á kriminaldeildini
farið fram fyri tíð síðani og
sum nústani er meldað,
sigur Bergleif, sum greiðir
frá, at løgreglan er við at
vera liðug við kanningar-
nar. Tá tað arbeiðið er lið-
ugt, verður ákæra reist móti
tí skuldsetta.
Er nakar handtikin í mál-
inum?
- Eingin er handtikin,
men vit hava avhoyrt fólk í
málinum, og ein persónur
er skuldsettur, sigur Berg-
leif Brimvík.
Tað er einki yvir at dylja,
at tað hava verið nógv mál
um siðamisbrot her á landi
í seinastuni, men sambært
løgregluni, so er tað ikki
tí, at tað verða framd fleiri
siðamisbrot í Føroyum. Or-
søkin er harafturímóti, at
fólk - offur, og tey kring
tey - eru meira tilvitað um
tað, sum er framt móti
børnunum og lata tað koma
fyri ein dag.
- Fjølmiðlarnir í Dan-
mark gera nógv við slík
mál, og tað økir um tilvit-
anina um siðamisbrot. Til
dømis hava fleiri sendingar
verið í sjónvarpinum, har
ljós verður varpað á siða-
misbrot av einum og øðrum
slagi, og tað ger, at fólk
hugsa meira um tað, sigur
Bergleif.
Mangan hevur verið tikið
til, at tað er meiri enn trup-
ult hjá teimum, sum hava
verið úti fyri slíkum, at tosa
um tað, og tað er ikki ókent
fyri løgreglumanninum. —
Nógv av málunum koma
ikki undan kavi, fyrr enn
fleiri ár aftaná at lógarbrot-
ið er steðgað. Tað ger tey
ikki minni viðkomandi,
men tað vísir, at tað er ser-
liga viðkvæmt at tosa um
eitt slíkt mál, sigur Bergleif
Brimvík.
Mánadagin 22. mai var liðin fjórð-
ingsøld, síðani skálamenn mannaðu
sín part av sløkkiliðnum á Skálafjørð-
inum. Stutt frammanundan høvdu
fýra kommunur gjørt av at stovna eitt
felags sløkkilið og fyri skálamenn
hevur eftir øllum at døma verið talan
um eitt gott arbeiðspláss, tí enn hevur
bert ein av átta lagt frá sær
in, um hon ikki er so stór.
- Fyrr fingu vit fyri mista
arbeiðstíð tá vit vóru úti í
sløkkiørindum og tá vit
høvdu venjingar, greiðir Jó-
annes frá.
Venja eina ferð
um mánaðin
Tað sigur seg sjálvt, at tá tú
arbeiðir sum sløkkiliðsmað-
ur, er tú noyddur til at halda
vitanina við líka og kanna
um útgerðin virkar sum hon
skal. Tað gera teir eisini og
í miðal hava teir eina venj-
ing um mánaðin.
- Um veturin er eingin
trupulleiki at savna fólk til
venjingar, tí tá eru teir flestu
heima. Men um summarið
kann tað vera meira trupult,
tí tá hendir tað seg meiri enn
so, at menn fara á flot. Men
tað mugu teir eisini hava
loyvið til og tí hava vit av-
talað
nær
venjingarnar
skulu vera. Tað ger tað lætt-
ari at halda skil á hjá øllum,
sigur Jóannes.
Og m. a. tí kunnu fjarð-
búgvar sova trygt um nátt-
ina við vitanini um, at hend-
ir okkurt, eru sløkkiliðs-
menninir í SKS til dystin
fús. Báðu megin fjørðin…
8
9
gult cyan magenta svart
tíðindablaðið sosialurin
gult cyan magenta svart
tíðindablaðið sosialurin
Nr.122 - 29. juni 2000
Nr.122 - 29. juni 2000
"Skalt tú giftast"
so kom í Liljuna
og set hárið og
legg make-up
Salong
Liljan
Torfinsgøta 6
100 Tórshavn
Tel. 314768
Sosialurin - 311820
EYÐUN KLAKSTEIN
Í løtuni eru hondverkarar í
holt við at tøma bygningin
hjá teldufyritøkuni Com-
Data, sum brendi fyri nøkr-
um vikum síðani.
Alt verður tikið innan úr
bygninginum, og tá tað er
gjørt, fara fólk frá trygg-
ingini at kanna, um betong-
ið kann verða standandi og
brúkast aftur. Um betongið
eisini hevur fingið skaða,
verður tað rivið niður.
Stjórin
á
Com-Data,
Oliver Thomsen, sigur, at
teir ætla at byggja bygn-
ingin aftur, men enn er ó-
greitt, hvørjum líki hesin
bygningur verður í. Tað
veldst millum annað um,
um betongið skal brúkast
aftur, ella um tað skal rívast
niður eisini.
Com-Data hevur tveir
bygningar, og tað var tann
norðari av teimum, sum
brendi í ógvusliga eldsbrun-
anum. Tann sunnari bygn-
ingurin hevur ongan skaða
fingið, men hesin bygning-
urin er ikki nóg stórur til at
hýsa øllum virkseminum
hjá fyritøkuni.
– Í løtuni er tað rættiliga
trongligt hjá okkum, og vit
sita fleiri á hvørjum kontóri,
sigur Oliver Thomsen.
Halda til í tveimum
bygningum
Eftir
eldsbrunan
hevur
Com-Data eisini leigað sær
EYÐUN KLAKSTEIN
Eftir tvær fløguútgávur,
eina sjónbandaútgávu og
fleiri væl eydnaðar kon-
sertir, eru Kular Røtur
vorðnar eitt hugtak í før-
oyskum tónleikalívi.
Bæði á Norðoyastevnu
og á Jóansøku vóru nógv
fólk til konsertirnar hjá
teimum, og leygardagin
fara røturnar úr Klaksvík
at spæla á stórari konsert
á Varmakeldustevnu.
Seinna fløgan hjá Kul-
um Rótum, sum kom út
fyrst í hesum mánaðinum,
hevur selt so væl, at út-
gevararnir nú fara at upp-
afturprenta fløgurnar. Tær
1500 fløgurnar, sum vóru
gjørdar í fyrstu syftu, eru
við at verða útseldar, og
hóast bara góðar tríggjar
vikur eru síðani útgávu-
dagin, verður nú neyðugt
at fáa fleiri fløgur fram-
leiddar.
EYÐUN KLAKSTEIN
Skal dálkingin avmarkast
og steðgast, so skal tað ger-
ast gjøgnum altjóða avtalur
um at steðga nýtsluni av
umhvørviseitrandi evnum.
Hetta segði Eyðun Elttør,
landsstýrismaður við um-
hvørvismálum, á ráðstevnu
hjá norðurlendska Ráð-
harraráðnum fyrst í vikuni.
Ráðstevnan var um matvør-
ur.
Eyðun Elttør luttók á ráð-
stevnuni fyri Føroyar, og
hann vísti serliga á, at før-
oyska fólkið í øldir hevur
livað av tí, sum havið gav,
og at broyttir kostvanar og
tann umfatandi dálkingin
ger, at føroyingar mugu
vera meira varnir við, hvat
teir eta.
– Men tað hevur týdning,
at fólk sjálvi hava møgu-
Kular Røtur
við fullari ferð
Leygardagin hava vælumtóktu
Kular Røtur konsert á Kambsdali
Á konsertini, sum verð-
ur í ítróttarhøllini á Kam-
bsdali leygardagin, er
nógv á skránni. Fyrst og
fremst snýr tað seg um
sangirnar, sum fólk kenna
frá teimum báðum fløg-
unum, men harafturat
verður eisini stórt mynda-
show
á
stórskíggja,
skemt, dansigentur og ó-
keypis Pop-Top og ball-
ónir.
Tann øðiligi Trølla-
Pætur verður eisini við á
konsertini, og hann fer at
syngja onkran sang fyri
áhoyrarunum.
Men annars kunnu fólk
hoyra sangir sum Hon er
omma mín, Hundur mín
Kingoson, Abbabeiggi úr
Amerika, Bilurin hjá okk-
um, Nósi og aðrar sangir.
Alt samalt í einum stór-
um familjutiltaki í ítrótt-
arhøllini á Kambsdali
leygarkvøldið klokkan
19.00.
EYÐUN KLAKSTEIN
Hann verður einsamallur
við gittarini. Júst sum tá
alt tað byrjaði í Klaksvík
í 60‘unum.
Hanus Johansen, sum
júst hevur hildið 50 ára
føðingardag, og í tí sam-
Hanus á
heimavølli
Sunnudagin fer Hanus Johansen at
hava konsert í Klaksvík
bandi er fløguaktuellur,
fer sunnudagin at hava
konsert í Klaksvík.
Tað er fløgu- og bóka-
handilin Leikalund, sum
skipar fyri konsertini, og
Hanus fer at spæla í høl-
unum hjá Norðoya Forn-
minnissavni.
Tað sleppa út ímóti 100
fólk til konsertina, og at-
gongumerki
kunnu
frammanundan keypast í
Leikalund.
Nýggja fløgan hjá Han-
usi Johansen, har hann
spælir síni løg saman við
Aldubáruni, gongur væl,
og tað er í sambandi við
hesa útgávuna og fimti
ára føðingardagin, at
Hanus aftur verður at
hoyra í Klaksvík.
Konsertin
verður
sunnudagin
klokkan
17.00.
Tøma brenda bygningin
Tá bygningurin hjá teldufyritøkuni Com-Data, sum brendi herfyri, er tømdur,
verður støða tikin til, um betongið skal rívast niður
skrivstovuhøli hjá JFK Trol
við Garðavegin, og har hava
nøkur fólk havt skrivstovu
síðani. Hini fólkini halda til
í sunnara bygninginum við
Stangavegin.
– Umstøðurnar at arbeiða
undir eru ikki tær bestu í
løtuni, og tí vilja vit hava
ein nýggjan bygning upp at
standa norðanfyri skjótast
gjørligt, sigur Oliver Thom-
sen.
Ikki í fýra hæddum
aftur
Hann sigur, at ætlanin er, at
nýggi bygningurin norðan-
fyri verður bygdur fastur í
tann sunnara bygningin, og
at ein inngongd skal vera
millum báðar bygningarnar.
Tá Com-Data fer at
byggja aftur norðanfyri
verður tað neyvan í fýra
hæddum, soleiðis sum tann
gamli bygningurin var. Tað
verður helst ein hædd
minni, men hvussu bygn-
ingurin kemur at síggja út,
verður støða ikki tikin til,
fyrr enn tað er greitt, um
betongið í gamla bygning-
inum skal brúkast aftur.
Knapt 20 fólk starvast
dagliga á teldufyritøkuni
Com-Data, sum hevur lagt
seg eftir at gera serloysnir
til vinnulívið.
Hondverkarar eru í ferð við at tøma alt innan úr brenda bygninginum hjá Com-Data. Ein hædd er eisini rivin niður, og
nú skal kannast, um tað verður neyðugt at ríva restina av betonginum niður
Altjóða avtalur skulu
steðga dálking
leika at veiða og gera matin
til, segði landsstýrismaður-
in.
Dálking í hvali
ein ávaring
Hann vísti á, at norður-
lendska samstarvið er av
stórum týdningi í arbeið-
num at gera altjóða avtalur,
sum kunnu steðga útbreiðsl-
uni av umhvørisskaðiligum
evnum. Hesar altjóða avtal-
ur eru loysnin á dálkingar-
trupulleikanum, og longu
nú eru onkur úrslit at síggja
av hesum arbeiði, segði
Eyðun Elttør.
–PTað er umráðandi at
síggja ta dálking, sum vit
síggja í til dømis hvali sum
eina ávaring um, hvat kann
enda við øllum tí livandi
tilfeingi, vit hava, um einki
verður gjørt.
Eyðun Elttør segði eisini,
at tað er um umráðandi at
styrkja tað norðurlendska
arbeiðið á hesum økinum.
Hann vísti á, at ráðharrar og
brúkarar hava eina felags
ábyrgd av, at matvørurnar
ikki verða oyðilagdar av
dálking og manglandi mat-
vørutrygd.
Poppbólkurin Aria fer at
spæla til dans í ítróttar-
høllini á Kambsdali
leygarkvøldið.
Bólkurin úr Klaksvík,
sum fyri einum góðum
ári síðani gav eina fløgu
út, hevur ikki spælt nógv
seinastu tíðina, men í
summar verður helst eitt
sindur at hoyra til bólkin.
Onkur av limunum í
Aria eru búsitandi uttan-
lands, men leygarkvøld-
ið verður allur bólkur
samlaður, tá teir fara at
spæla til stóra dansin á
Varmakeldustevnu.
Í Aria eru Jógvan Han-
sen, Ólavur Wolles, Erik
Biskopstø, Magnus Hus-
gaard og Petur Hans
Niclasen.
Eyðun Elttør, landsstýris-
maður
Aria
spæla á
Kambsdali
Rannvá Lützen er ein av sangarunum í Kulum Rótum
Mynd: Jonhard Hammer