Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-06-29, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. juni 2000síða 6

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 11 gult cyan magenta svart tíðindablaðið sosialurin gult cyan magenta svart tíðindablaðið sosialurin Nr.122 - 29. juni 2000 Nr.122 - 29. juni 2000 Tekna teg sum haldara, so fært tú sosialin 5 ferðir um vikuna til dyrnar Haldarar ’ F¿royum: 360,-/‡rsfj. Haldarar ’ Europa: 510,-/‡rsfj. 5 bl¿Ý einaferÝ um vikuna ’ Europa: 425,-/‡rsfj. Onnur lond: Ymiskir pr’sir Internet: 240,-/‡rsfj. AUTO - Dag sum nátt - - skjótt og gott - Skalt tú bil hýra - so er tað 311234 BENZIN DIESEL KIOSK - ALT DØGNIÐ - AUTO 311234 AUTO Streymoy Vilja tygum vi› í Í b‡in - hvønn hósdag Ynskja tygum at l‡sa í teiginum í b‡in, so fylli› út henda lepan og sendi› hann til Sosialin, box 76, 110 Tórshavn – ella fax 314720 Tekstur Nor›urlandahúsi› í Føroyum Sí SVF tekstvarp s. 650 Lesið -tað loysir seg Nor›oyggjar Mat- seðilin Hósdagin 29. juni: Karbonadir Fríggjadagin 30. juni: Svínakambur Leygardagin 1. juli: Enskur búffur Mánadagin 3. juli: Kjøtfrikadellir Týsdagin 4. juli: Fiskafrikadellir Mikudagin 5. juli: Hamburgarryggur Kostnaður 30,- kr. *** Seinnaparts- TILBOÐ frá kl. 14.00: Juniorburgari 14,95 Maxiburgari ella Búffsandwich 19,95 Matstovan í Hoyvík Sosialurin - 311820 Klaksvíkar Klubbi Klubbin hevur: POOLBORÐ BILLARDBORÐ ENSKAN FÓTBÓLT Á SKY Diskotek verður leygarkvøldið 1. juli. Martin vendir plátum! NÁTT- BUSSURIN hjá Øssuri Christiansen Leygarkvøldið: • Úr Vestmanna kl. 24 • Úr Tórshavn kl. 01 • Úr Vestmanna kl. 04 • Úr Tórshavn kl. 05 (Koyrt verður um Kvívík og Kollafjørð, tá fráboðan fyriliggur) Onnur kvøld kann koyrast eftir avtalu Tlf. 424254 Bussarnir: Tlf. 287752 • 286254 Kaggin ÓLAVUR LAVUR ØSTER STER BAND BAND ÓLAVUR ØSTER BAND Kaggin Kaggin Kaggin www.kaggin.fo Fríggja-og leygarkvøldið spælir Leygardagin verður BINGO frá kl. 16.00 Sosialurin - 311820 Køkurin er opin fríggjakvøldið kl. 18.00-22.30 leygarkvøldið kl. 20.00-22.30 Semifinalurnar verða vístar á stórskíggja Opið er: Mán.– Hós. kl. 1700 – 2330 Fríggjadag kl. 1700 – 0330 Leygardag kl. 1700 – 0330 Sunnudag kl. 1700 – 2330 www.marcopolo.fo Føroyar eru ein lítil loynidómur Yaacov Bergman, ið ferðast kring heimin sum dirigentur, var fyri tveimum árum síðani í Føroyum og stjórnaði Requiem hjá Verdi. Hann gjørdist sera hugtikin av Føroyum og fólkinum og nú er hann aftur á vitjan hjá Atlantsljómi og skal stjórna stórverkinum Requiem hjá Brahms DAGFINN OLSEN Á King‘s Suite á Sjómans- heiminum í Havn situr Yaa- cov Bergman. Útsýnið om- an í aldingarðin við Gamla Bókhandil, Havnar Kirkju og Vágsbotn er einastand- andi vakurt í góðveðrinum og tað fegnast hann um, tí hann er vanur at hava myndatól við sær og taka myndir av útsýninum úr kamarsvindeyganum á gist- ingarhúsinum, har hann heldur til. Og hann ferðast víða. Maestro Bergman er nevniliga ikki ein og hvør. Hann er føddur í Ísrael og býr nú í New York. Hann ferðast kring heimin og stjórnar orkestrum kring all- an heim. At nevna allan list- an við framførslum, heið- ursteknum og útbúgvingar- støðum hevði verið ov nógv avgjørt á hesum stað. Men lat okkum staðfesta, at hann m.a. hevur verið í læru hjá Leonard Bernstein og Vladimir Kin, umframt á ymsum hægri lærustovnum. Hann er giftur Joan Behrens Bergman, ið er klaverleik- ari. Hann ferðast kring heimin og er kendur víða, sum dugnaligur dirigentur. Vitjar aftur Fyri tveimum árum síðani eydnaðist at fáa Yaacov Bergman til Føroya at stjórna Requiem hjá Verdi. Og hann gjørdist sera hug- tikin av landinum og fólki- num, ið her býr. – Slíkt sær og upplivir ein ikki í Amerika og heldur ikki aðrastaðni í heiminum, sigur Bergman, ið sigur, at land og fólk eigur sín lut í, at hann so fegin vil vitja aftur til Føroya. Hann er hugtikin av fólki- num og trivnaðinum her. Hann minnir á, at tónleikur og náttúra er ein sterkur frymil ella formul, og tí heldur hann, at hetta má vera eitt stað, har nógvur tónleikur sær dagsins ljós. Festivalir hava týdning Yaacov Bergman vísir á, at tað hevur alstóran týdning, at tónleikafstivalar eru. Størri týdning, enn mong geva sær far um. Samfelagsliga hevur tað týdning og kann eisini fáa búskaparligan týdning, um festivalurin gerst kendur. Men eisini fyri íbúgvar, gestir og trivnaðin sum heild, hava festivalar sum Atlantsljómur/Summartón- ar týdning. – Tónleikafagnaðir siga nakað um lívskvalitetin á staðnum. Tað hevur týdning fyri, um fólk dragast at stað- num. Um læknar og onnur tíma at búðsetast og so framvegis, sigur Yaacov Bergman. Hann vísir eisini á, at mangir stórir tónleikafagn- aðir eru í sera lítlum pláss- um. Kanska gerast tey kend av hesum. Bergman vísir á, at nú olja er aktuell í Føroyum, so er hetta bert pengar, men tað hevur týdning at minn- ast til sálarliga trivnaðin. Føroyar eru eitt paradís fyri listafjepparar og tað, at vit eru so avbyrgd, er partur av hesum. Hóast heimurin í dag gerst alsamt minni, so er tað so, at fólk vilja út í krókarnar at ferðast. Og slíkt, sum mentan og tón- leikur er gótt fyri t.d. ferða- vinnuna. – Og so skal ein minnast til, at fólk, sum hava ferðast her, eru umboðsmenn fyri landið. – Eg eigi nøkur vinfólk, sum fyri kortum fingu teldu og internet. Tað fyrsta, tey leitaðu seg inn á, var At- lantsljóm/Summartónar og Føroyar, sigur Bergman, ið eisini vísir á, at í New York Times hvønn leygardag er ein lítil teigur, ið nevnir júst slík smá mentanartiltøk, sum Atlantsljóm. – Stuttligt er eisini, at eg mundi havt eitt kór uppá 90 sangarar úr Colerado við mær til Føroya, men tað eydnaðist ikki at fáa hetta at hanga saman fíggjarliga, sigur Bergman, sum hevur ein dreym um, at tað eisini skal bera til at fáa teir mongu serkønu sangararnar og tónleikararnar, ið vitja við slíkt tiltak sum Atlants- ljóm, at geva frálæru og hava skeið. Føroyar ein loynidómur – Tað eru ikki mong, ið kenna til Føroyar. Føroyar eru sum ein lítil loynidóm- ur. Og her er annað, enn bert tónleikurin. Náttúran, fjøll- ini, vatnið og fólkini. Rátt og sera góður íblástur til alla list, heldur Yaacov Berg- man, ið ikki dylir, at tað eisini er hann sjálvur, ið hevur strongt á fyri at koma aftur til Føroyar. Og Yaacov Bergman er ikki bangin at fara undir eitt stórverk sum Requiem eftir Brahms, nú hann skal starv- ast í Føroyum. Hann veit, hvat hann kemur til og hann er vanur at arbeiða við bæði serkønum og dugnaligum leikfólki. - Eg kenni eitt sindur til kórini og eldsálirnar aftan- fyri Atlantsljóm/Summar- tónar, sigur Bergman og nevnir t.d. Ólav Hátún. Og Bergman himprast als ikki at fara undir stórverkið eftir Brahms. - Longu tá vit vóru á veg til flogvøllin í Vágum fyri tveimum árum síðani, gjørdu Ólavur og eg av at fara undir Requiem hjá Brahms. Tað skuldu so ganga tvey ár, til tað eydn- aðist at savna allar snøklar, so tað kundi eydnast, sigur Bergman og minnir á øll tey fólkini, ið leggja lív á sál í hetta megnar tiltak og sum sita við telduna í tímavís og senda teldupost. - Eisini Norðurlandahúsið er ein perla. Bæði tá um- ræður ljóð og snið, sigur Bergman og hyggur út ígjøgnum vindeygað í King‘s Suite á Sjómans- heiminum, har sólin, sjógv- urin, fjøllini og fólkini og lívið bíða eftir honum. Alt, ið hann metir sum en lítlan loynidóm, sum fleiri áttu at fingið innlit í. Longu í gjárkvøldið byrj- aðu venjingarnar til Requi- em há Brahms, har Maestro Bergman skal leiða orkest- ur og sangarar, men íbúgv- ararnir í loynidóminum í At- lantshavi mugu skunda sær til atgongumerkjalúkurnar, tí tað er eingin loyna, at av- markað atgongd er til tær báðar framførslurnar av Re- quiem hjá Brahms í Norð- urlandahúsinum. Á King‘s Suite á Sjómans- heiminum í Havn situr Maestro Bergman. Hann er hugtikin av landinum og fólkinum og dylir ikki, at hann sjálvur strongdi á fyri at vitja aftur í Før- oyum, eftir vitjanina fyri tveimum árum síðani Mynd: Dagfinn Olsen - Eg kenni eitt sindur til kórini og eldsálirnar aft- anfyri Atlantsljóm/Summ- artónar, sigur Bergman, ið her er avmyndaður saman við tveimum av fyrireikarunum av Atlants- ljómi, Karin Kass og Urd Johannesen Mynd: Dagfinn Olsen – Tað eru ikki mong, ið kenna til Føroyar. Føroyar eru sum ein lítil loynidóm- ur. Og her er annað, enn bert tónleikurin. Náttúran, fjøllini, vatnið og fólkini. Rátt og sera góður íblástur til alla list, heldur Yaacov Bergman Mynd: Dagfinn Olsen