hósdagur 29. juni 2000síða 7
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
13
gult cyan magenta svart
tíðindablaðið sosialurin
gult cyan magenta svart
tíðindablaðið sosialurin
Nr.122 - 29. juni 2000
Nr.122 - 29. juni 2000
Johannes Brahms (1833-
1897) varð borin í heim 7.
mai 1833. Tónleikagávurnar
hevði hann frá faðirinum Jo-
hann Jakob Brahms, sum
ungur var komin úr Ditmars-
chen fyri at lívbjarga sær fyrst
sum strætis- og dansitónleik-
ari og seinni sum kontrabass-
spælari í býarorkestrinum í
Hamburg. Tað var eisini páp-
in, sum fyrstur legði gávuríka
soninum lag á at spæla bæði
horn, cello og fiól. Sjey ára
gamal fekk Johannes klaver-
undirvísing frá kendum mu-
sikklærara, og gjørdi hann so
stór og skjót framstig, at hann
longu 10 ára gamal hevði sína
fyrstu
almennu
konsert.
Fagnaðurin var óførur, og
ferðandi ameriku maður legði
pápanum til at koma yvir til
Amerika á konsertferð við
soninum; men tíbetur fylgdi
faðirin hygnu ráðunum frá
musikklæraranum ikki at
fara.
Fátæksligt var í heiminum
og pápin hevði tí sonin við
sær út at spæla til ymiskt
veitsluhald og á drykkjustov-
um, og trettan ára gamal og
nøkur ár frameftir var hann
fastur barrmusikari niðri við
dokkirnar í Hamburg. Fá-
tækradømið í heiminum og
ólevnaðurin í drykkjustovu-
num settu sær nívandi og var-
andi spor í sinnið hjá unga,
viðkvæma listamanninum,
men samstundis fekk hann
við hesum frælsa tónleika-
virksemi ment sínar gávur til
improvisatoriskt spæl og til
at leggja sær skrivaðan tón-
leik í geyma, ein menning
sum seinni kom honum til
góðar í konsertsalum víða um
í Evropa.
Klaverlærarin hevði stórar
vónir um, at Johs. Brahms
skuldi gerast heilt framúr-
skarandi pianistur, men hann
helt fyri: ”bara hann kundi
hildi uppat at fjasast so við
at
komponera!” Tíbetur
dugdu lærarin og pápin tó at
varnast óvanligu skapanar-
gávurnar, sum búði í unga
tónlistamanninum, og fingu
honum samband við góðan
lærara í teori og komposisjón.
Avgerandi týdning fyri Johs.
Brahms varð tað, at hann í
1850 kom í samband við fiól-
leikaran Eduard Remenyi, ið
sum politiskur flóttamaður
eftir uppreistur í Ungarn kom
til Hamburg. Remenyi var
ungverji av zigeunarætt, og
sambandi og vinskapurin við
hann góvu Brahms innlit í
ungverskan tónleik, sum við
sínum irregileru rytmum, a-
symetriska taktabýti og sín-
um rubatospælið (t.e. spæli
við skiftandi tempo) komu at
seta sín dám á hansara skap-
andi virksemi. Tónleikaheiti
sum ”Ungarische Tanze” og
”Ziegeunerlieder” bera boð
um hesa ávirkan.
Í 1853 fóru hesir báðir
ungu menninir Brahms og
Remenyi út á konsertferð
saman. Frá hesari ferð greiddi
Eduard Marxsen, teorilærarin
hjá Brahms, m.a. soleiðis frá:
Minnið hjá Brahms var so
ómetaligt, at tað datt honum
ikki í hug at hava nótar við
sær. Fylgispælið til alt tón-
leikaúrvalið hjá Remenyi,
sum fevndi um Bach, Beet-
hoven og hópin av tónleika-
verkum eftir Thalberg, Liszt
og Mendelsohn, hevði hann í
høvdinum.”
Á einari konsert í týska bý-
num Cello fekk Brahms høvi
til at vísa sínar gávur og sítt
ótrúliga hegni at snúgva sær
á klaverinum. Flyglið var ikki
stillað og stóð hálvan tóna ov
lágt; men uttan himpr flutti
tá Brahms uttanat c-mol son-
atu eftir Beethoven upp í cis-
moll!
Í Leipzig hittu teir báðir
fremsta klaverleikara nítj-
andu aldar tónaskaldið Franz
Liszt, sum bleiv hugtikin av
tónleikinum hjá Brahms;
men sagt verður at ungi ham-
burgarin ikki vísti tónleiki-
num hjá etableraða meistar-
anum sama áhuga. Av størri
týdningi fyri Brahms var tað,
at teir eisini hittu gitna fiól-
leikaran Joseph Joachim,
sum hann gjørdist vinur við.
Joachim fekk teir at leggja
ferðina um Dusseldorf, har
Brahms fyrstu ferð hitti Ro-
bert Schumann. Meira enn
nakar lá hesin samfelagshug-
aði tónlistamaðurin á taki-
num at vinna tónleikinum
góðar sømdir í Týsklandi og
at stuðla uppundir alt dygd-
argott nýskapandi tónleika-
virksemi. Tætt var ímillum
stórmeistararnar í 18. øld
Bach, Handel, Haydn, Moz-
art og Beethoven; men eftir
deyða hins seinasta í 1827,
kendist tað mongum sum eitt
tónaskapandi tómrúm, hóast
tíðin hýsti úrmælingum sum
Schubert, Schumann, Men-
delson, Liazt og Chopin. Eftir
at hava lært Brahms at kenna
skrivaði Schumann eldhug-
aður í tíðarriti sínum ”Neue
Zeitschrift f~ur Musik” grein,
sum hann kallaði ”Neue Bah-
nen”, har hann tekur soleiðis
til:
”Hann er komin, ungi mað-
urin, við hvørs vøggu yndis-
gudinnur og hetjur standa á
varðhaldi. Navn hansara er
Johannes Brahms.”
Frá degi til annan gjørdist
nú navnið Brahms kent víða
um í tí týskttalandi tónleika-
heiminum; men so hvørt sum
hansara tónleikur breiddist út
millum manna, býttu tón-
listafólk seg í tveir flokkar:
tey, sum vóru hugstoytt av,at
Brahms ikki royndist tann
nýskapandi
undangongu-
maður, sum tey høvdu sett
vónir til, og tey, sum vórðu
hugtikin av tíðarleysa stór-
leikanum í hansara tónleiki,
sum eisini hevur fingið eftir-
tíðina at geva honum sæti
millum
søgunnar
allar-
fermstu tónaskøld.
Brahms dámdi væl at ferðast,
kom eisini víða um, og alla-
staðni vann hann sær vinir,
ið tóku sær væl av honum og
hansara tónleiki. Teirra mill-
um var gitni tónlistarkrittik-
arin Hanslick í Wien, sum
bæði við sínum ummælum
og við praktiskum tiltøkum
varð við til at tryggja honum
góð kor í hesum heimsins
tónleikamiðdepli. Nøkur av
fremstu tónlistafólkum um
tað mundið tóku tónleikin hjá
Brahms til sín og framførdi
hann íðiliga á konsertum —
nøvn sum áðurnevndi fiól-
leikari Joseph Joachim, sang-
arin Julius Stockhausen og
pianistar sum Hans von Bul-
ow og Clara Schumann, kona
Robert Schumann, ið bæði
sum
listarfólk,
persóns-
menska og sum kvinna fekk
avgerandi týdning fyri Brah-
ms. Men ikki minst Brahms
sjálvur vann sær viðurkenn-
ing av sínum tónleiki bæði
sum klaverleikari og sum dir-
igentur. Sjálvur var Brahms
eymjúkur í sínari meting av
egnum verki. Tá ið hann á
fyrsta sinni sá sínar nótar á
prenti, helt hann fyri: Í hesum
nýggja skapi tykjast mínir
nótar mær so skikkiligir og
smædnir. Eg dugi so illa at
venja meg við at síggja hesi
míni náttúrubørn í so fínum
klæðum.” Um sítt komponist-
avirksemi segði hann eina-
ferð: ” Fólk duga ikki rætti-
liga at virðismeta tað besta,
sum er skapað, at tað er slíkt
sum konsertir Mozarts, ið vit
onnur liva av og gerast gitin
fyri. Hesi fólk áttu at varnast,
at tað, sum tey fáa í dropum
frá okkum, kunnu tey fródliga
drekka frá øðrum”. Einaferð
skipað varð fyri konsert við
bara tónleiki eftir Bach, Beet-
Summartónar/Atlantsljómur 2000: Johannes Brahms
Um Johannis Brahms
verður sagt, at hann ser-
liga í seinni árum kundi
loka seg inn í sær sjálvum,
vera ringur at koma í
samband við.Ongantíð
vann hann sær eydnu í
ástarlívi
hoven og Brahms, kendi hann
seg at vera komnan í alt ov
hábornan felagsskap. Ikki
kundi hann ímynda sær, at
júst hesi trý stóru B’ini
skuldu gerast eitt serstakt
hugtak í tónleikasøguni.
So við og við streymaðu
heiðurstekini inn yvir tóna-
skaldið Johs. Brahms. Lærdu
háskúlarnir í Breslau og í
Cambrigde gjørdu hann til
heiðursdoktara, hóast hann í
fyrsta umfari vísti slíkum
heiðuri frá sær. Heimbýur
hansara Hamburg, sum í
hansara yngri árum hevði
lopið hann um við setan av
býardirigenti, gjørdi hann
umsíðir til heiðursborgara, og
fá ár fyri deyða hansara fekk
hann Leopold-ordanin og
varð kosin limur í listaháskúl-
anum í París. Hansara við-
merking var tá: ”Eg frøi meg
meira um eitt vakurt lag, sum
dettur mær í hug, enn um ein
Leopold-ordan. Eydnast ein
symfoni mær, er tað mær kær-
ari enn nøkur heiðursborgar-
rættindi.”
Um persónin Johannis
Brahms verður sagt, at hann
í ungum árum var opin í
sinni, eldhugaður og beina-
samur, við eitthvørt høvi til
reiðar at skapa gleði um seg.
Altíð hevði hann bomm í
lummanum til børn, hann
møtti, og tað var ikki smá-
vegis ómakur, hann gjørdi
sær, tá ið talan var um at veita
skyldfólkum og vinum hjálp.
Myndin, vit hava av honum.
har hann eftir arbeiðsdag
hevði sína dagligu gongd
millum vinir á vínstovum, og
ofta sást smásyvjandi við
vindeygað í sínari stamcafé,
styrkir eisini fatanina av hon-
um sum jovialum manni við
einfaldum lívsmynstri. Men
tónleikur hansara, ikki minst
symfoniirnar, benda á bæði
lívsgleði og sálartrega hvørt
um annað. Sagt verður eisini,
at hann serliga í seinni árum
kundi loka seg inn í sær sjálv-
um, vera ringur at koma í
samband við og kundi vera
hástórur og spottandi. Sálar-
frøðingar hava her hug til at
vísa aftur á hansara truplu
viðurskifti í barnaárum. Ong-
antíð vann hann sær eydnu í
ástarlívi. Sum áður nevnt
fekk samband hansara við
hjúnuni Claru og Robert
Schumann avgerandi týdning
fyri hansara tilveru. Tokki
hansara til ta 14 ár eldru frú
Schumann gjørdist frá hans-
ara síðu til meira enn van-
ligan vinskap, men sjálvt eftir
brádliga deyða vinmansins,
kundi ikki meira koma burt-
urúr. Okkurt samband hevði
hann við aðrar kvinnur, men
ikki tóktist hann førur fyri at
gera nakað álvarsligt burtur-
úr. Í veitslulag skuldi hann
einaferð hava øst seg so upp
í sinni móti hinum kyninum
og hevði brúkt slíkt ókvæmis-
orð, at samveran datt sundur,
og fólk fóru hvør til sítt. Aft-
aná greiddi hann í sínum vón-
loysi frá ræðuleikum, hann í
barna- og ungdómsárum
hevði uppliað í havnarkneip-
unum í Hamburg. Uppøstur
rópti hann: ”Soleiðis upplivdi
eg at síggja kvinnukærleikan
á fyrsta sinni! Og so vænta
tit, at eg skal æra kvinnuna,
sum tit siga tykkum gera!”
Men”harmur og gleði í fel-
ag tey reika” ikki bara hjá
Johs. Brahms, og tann tón-
leikur, sum Brahms legði eftir
seg, ber meira boð um tað
seinna heldur enn tað fyrra.
Fyri kórsangarar er tað nakað
heilt serstakt at sleppa at
syngja Brahms. Hansara tón-
leikur hevur røtur aftur til
fornu meistarar sum Heinrich
Schutz og J.S.Bach. Beet-
hoven var hansara stóra sym-
foniska fyrimynd, men meira
enn nakar megnaði hann at
sameina ættararvin við tað
besta, sum vunnið var fram
til á hansara tíð, eitt harm-
oniskt ríkidømi, sum rættiliga
kylir tær í kropp og sál, sam-
stundis sum tað einfalda fólk-
atónaliga støðugt setir síni
merkir á.
Meira enn í nøkrum verki
upplivir tú hetta tónleikaliga
ríkidømi í verkinum ”EIN
DEUTSCHES REQUIEM”,
sum verður framført í Norð-
urlandahúsinum leygardagin
1/7 og sunnudagin 2/7-2000.
Tvær snøggar
náttúruútgávur
Út er komin stásiliga bókin Føroysk Flora og eisini plakat og kalendari við fuglum
Føroya Náttúrugripasavn hevur latið upp aftur framsýn-
ingina og eisini er komin út Føroysk Flora, plakatin
Fuglar í Føroyum og kalendari
DAGFINN OLSEN
Í mong ár hava vit havt Før-
oya Floru eftir Rasmus Ras-
mussen.
Í eini 10 ár skrivaði dr.
phil Jóhannes Jóhansen,
sáli, handrit til nýggja floru.
Føroya Skúlabókagrunnur
heitti á plantufrøðingarnar
Annu Mariu Fosaa, cand.
scient. og Siggu Rasmus-
sen, cand. hort., um at full-
føra verk Jóhannesar. Nú er
stásiliga bókin Føroysk
Flora komin út. Við eru allar
blómuplantur og leggja-
streingjagróplantur,
eini
400 í tali. Umframt læntar
myndir, hava Astrid Andre-
asen og Martin Joensen
teknað vøkru myndirnar.
Vitjar ein á Náttúrugripa-
savninum, kann ein um-
framt at ogna sær bókina,
síggja forvitnisliga føroyska
botaniska havan, ið har er.
Eisini er útgivin plakat
við fuglum í Føroyum. Ast-
rid Andreasen teknaði.
Somuleiðis er komin út
kalendari fyri ár 2001, har
fuglarnir myndprýða. Sam-
stundis ber til at nýta mynd-
irnar til postkort, ið sostatt
eru ókeypis. Kalendarin
fæst á vanligum støðum,
men eisini, um ein leggur
leiðina framvið forvitnis-
ligu framsýningunum á
Náttúrugripasavninum.
Til ber eisini at vitja
heimasíðna www.ngs.fo,
har eisini ein planta er at
síggja, ið nýliga er funnin.
Har eru planturnar eisini
býttar upp landafrøðiliga.
Atlantsmótinum, sum Før-
oyar jú eru ein partur av
sigur Scott Styles og vísir
á, at føroyingar kunnu
rokna við, tá man fer at geva
loyvi til at bora, at Green-
peace fer til danskar dóm-
stólar fyri tann vegin at
royna at bjóða sjálvum li-
sensunum av, eins og tað
hevur gjørt í Bretlandi. Før-
oyingar kunnu eisini rokna
við, at tá skip og boripallar
fara út á føroyska økið at
arbeiða, so fer Greenpeace
kanska eisini at bjóða
teimum av.
Hann vísir á, at tá bori-
pallar fara úr skotskum
sjógvi og inn í føroyskan
sjógv at arbeiða, tá røkkur
lógarinnar armur í Skot-
landi ikki so langt. Tvs. at
man kann sjálvandi ikki
brúka skotska lóggávu til at
steðga Greenpeace í før-
oyskum øki. Tá er tað før-
oysk lóggáva, sum telur -
um nøkur í heila tikið finst.
Finst føroysk
lóggáva?
Scott Styles reisir nevniliga
spurningin, um føroyskir
myndugleikar í sama mun
sum teir skotsku hava nakra
lóggávu, sum kann forða
Greenpeace at gera seg inn
á leiting á føroyska land-
grunninum.
Herfyri eydnaðist tað
Greenpeace gjøgnum tað
sokallaða Habitat direktivið
hjá ES at steðga útbjóðing-
ini á bretskum øki inntil
víðari. Hóast Føroyar ikki
eru partur av ES, so heldur
Styles, at vit skulu vera
varin, tí hvør veit, um ikki
slíkt ES direktiv kortini er
galdandi í føroyskum øki
eisini, serstakliga tá hugsað
verður um, at mong direktiv
og reglur hjá ES eisini verða
respekterað av londum utt-
an fyri ES so sum t.d. Før-
oyum. Og hetta er kanska
rættiliga náttúrligt fyri lond,
sum eru uttan fyri ES og
royna at fáa sær góðar
avtalur.
-Eg veit ikki um tað
direktivið umfatar Føroyar
eisini, men hvussu og ikki,
so vil Greenpeace royna at
trýsta Danmark, sum er
limur av ES til at tvinga
Føroya at halda seg til
umhvørvislóggávu í ES,
sum Danmark eisini er
umfatað av.
Styles vísir á, at tá Green-
peace kom við kravinum
um, at Habitatdirektivið eis-
ini fevnir um økið uttan fyri
3 fjórðingar og Hægsti-
rættur í London gav teimum
viðhald, kom hetta heilt
óvantað á bretskar olju-
myndugleikar, sum hildu, at
reglurnar bara vóru fyri øk-
ið út til tríggjar fjórðingar
og sostatt ikki fyri alt At-
lansmótið.
Styles útilokar ikki, at
Greenpeacetiltøk
kunnu
koma oljuleiting við Før-
oyar í vanda. Greenpeace
hevur brúk fyri einum
nýggjum „Brent Spar“ fyri
at fáa fólk at seta pengar í
felagsskapin, og her kann
hugsast, at Greenpeace - tá
tað ikki hevur eydnuna við
sær í bretskum øki - fer at
brúka alla orkuna til at
steðga fyrstu leitingina við
Føroyar. -Spurningurin er tí,
um tað finnast føroyskar
lógir og reglur, sum kunnu
taka við avbjóðingini frá
Greenpeace og steðga til-
- Takið hóttan frá
Greenpeace í álvara
tøkum, ella um her tvørtur-
ímóti er eitt rættarligt vac-
uum. Um so er kann hugs-
ast, at Greenpeace kann
forða oljuleiting í mánaðir.
Royndirnar at steðga
oljuleitingini frá skotskum
havnum herfyri men sum
bert vardi í ein dag ella so,
vórðu so sanniliga ætlaðar
at vara longri. Men av tí at
Greenpeace samsvarandi
skotskari lóg bar ótta fyri at
skula rinda milliónir av
krónum í endurgjaldi, góv-
ust teir. Hetta komst av, at
rættarskipanin í Skotlandi
megnaði at tacla hesi ting-
ini rætt. -Finst ein slík rætt-
arskipan ikki í Føroyum til
ta tíð, so beri eg ótta fyri,
hvat kann henda. Green-
peace ber ikki ótta fyri, at
fólk teirra fara í fongsul.
Teir eru meira bangnir fyri
at skula gjalda bøtur og
endurgjald. Tí ræður um at
hava og brúka lógir, sum
geva stórar bøtur heldur enn
koyra fólk í fongsul.
Rætturin
Hvussu heldur skotski olju-
advokaturin tá, at før-
oyingar best kunnu fyrireika
seg
til
taka
ímóti
Greenpeace?
-Tit mugu tryggja tykk-
um, at lógarskipanin veru-
liga kann nýtast til at forða
Greenpeacetiltøkum,
at
tykkara heimildir ganga út
um vanliga sjómarkið og
røkka heilt út á tey økini,
har leitað verður eftir olju.
Í Bretlandi kunnu vit kalla
civilrættin
saman
eftir
tímum, sjálvt á nátt. Eg veit
ikki, hvat tit kunnu í Før-
oyum.
Styles ber ótta fyri, at tað
verður lættari hjá Green-
peace at skapa trupulleikar
fyri leiting við Føroyar enn
við Bretland, tí eru sum sagt
hol í lógini, sum Green-
peace hevur funnið fram til
og kann brúka, so er uppá
tíðina hjá føroyingum at
teppa hesi holini so ella so.
Sjálvur ber hann mest ótta
fyri, hvat kann henda um
Greenpeace fer at spæla út
við sínum „Danmarkar
korti“ sum hann málber seg.
Danmark hevur jú eina
sterka grøna rørslu, og vit
minnast, hvussu Danmark
legði harðliga út saman við
Greenpeace í Brent Spar
málinum móti bæði Hálandi
og Týskalandi.
Styles heldur út frá
royndunum í Bretlandi, at
føroyingar eiga at taka
hóttaninar frá Greenpeace í
størsta álvara - longu nú.
Greenpeace-fólkini eru sera
dugnalig, og áðrenn tú gáar
um tað, hava tey sett seg á
ein boripall, sum so einki
fær gjørt. Hevur man tá ikki
lóggávuna at halda seg til,
so kann hetta fáa álvarsligar
avleiðingar fyri leitingina.
-Eg veit ikki, um Green-
peace fer at gera nakað á
føroyskum øki. Teirra styrki
er jú, at teir einki siga um
hetta frammanundan. Men
tað skal undra meg, um ikki
Greenpeace, sum jú hevur
sett frammaliga á skrá sína
at forða fyri oljuleiting á
Atlantsmótinum,
eisini
hevur ætlanir um at skapa
trupulleikar fyri leiting við
Føroyar, sum jú eru partur
av Atlantsmótinum.
Tá vit spyrja Styles, hvat
hann heldur um eina kom-
andi oljuvinnu við Føroyar
sigur hann, at hon sjálvandi
fer at ávirka samfelagið, eitt
nú við nógvum nýggjum
andlitum í gøtunum.
Heldur
Keypmannahavn enn
London
Men hann heldur eisini, at
Føroyar hava betri møgu-
leikar at fáa ein ágóða frá
hesi vinnu enn t.d. Skotland
og Aberdeen, tá hugsað
verður um ta vald og ávirk-
an ávikavist London og
Keypmannahavn hava. Sty-
les heldur Føroyar vera í
eini betri støðu, og hóast
Skotland nú hevur fingið sítt
egna ting, so hevur tað
ongan myndugleika á olju-
økinum, hann verður fram-
haldandi í London.
-So meðan stýrið í Lon-
don ikki hevur viljað latið
okkum sjálvar bestemma á
oljuøkinum, hevur stýrið í
Keypmannahavn verið so
lagaligt at lata tykkum allan
avgerðarrætt og myndug-
leika yvir oljuni í tykkara
undirgrund.
Nú tað nærkast fyrstu oljuelting á føroyska landgrunninum lúrir hóttain frá
Greenpeace. Tað vita skotar alt at siga føroysku grannum sínum. Teirra boð
til føroyskar myndugleikar eru tí longu nú at gera allar tær neyðugu fyrireik-
ingarnar til tess at kunna „tacla“ Green-peace-aktiónir á rættan hátt
Scott Styles ávarar føroyingar móti Greenpeace
JAN MÜLLER
Scott Styles er lektari í olju-
rætti og undivísir á universi-
tetinum í Aberdeen. Hann
var her í fjør saman við tí
kenda Alex Kemp, profess-
ara í oljubúskapi. Fyri stutt-
umvitjaði hann so aftur
her, eitt nú fyri at skapa
áhuga millum føroyingar at
koma til Skotlands at út-
búgva seg. Undir vitjanini
tosaði hann m.a. við Fróð-
skaparsetrið um samstarv.
Hann heldur tað vera góður
møguleiki hjá føroyingum
at fara til Skotlands at lesa
víðari. Styles var eisini úti
og vitjaði fleiri skúlar fyri
at kunna um møguleikarnar
at lesa víðari í Skotlandi.
Hann heldur, at Aberdeen
kann vera eitt alternativ til
eitt nú Keypmannahavn og
í fleiri mátar eisini eitt gott
alternativ, tí her eru meira
hóskandi umstøður.
-Hetta er sjálvandi eitt
persónligt val, fyrimunir eru
sjálvandi við at fara til Dan-
markar, men tað eru so eis-
ini fyrimunir at fara til
Aberdeen. Spurningurin um
kostnað, nú vit ikki eru
partur av ES, er sjálvandi
nakað, sum kann tyngja,
men ráð eiga at vera fyri tí.
M.a. fáa føroyingar, sum
lesa í Skotlandi, SU.
Oljuvinna og góð ráð
Umframt at góðir møgu-
leikar eru at útbúgva seg
víðari innan oljufak ber eis-
ini til at lesa enskt og onnur
fak við. Hetta var høvuðs-
málið við vitjanini, men
sum serkønur á oljuøkinum
legði Scott Styles eisini
leiðina inn til Oljumálastýr-
ið og hitti fólk, sum hava
við hesa vinnu at gera.
Scott Styles heldur seg
hava ráð at geva føroy-
ingum, nú vit skulu í gongd
við eina oljuleiting, og tað
er sjálvandi fyrst og fremst
á lógarøkinum, eitt nú í
sambandi við atgerðir hjá
felagsskapum sum Green-
peace móti oljufeløgum.
Herfyri gjørdi Green-
peace seg inn á oljupallar,
sum skuldu til at bora eftir
olju á Atlantsmótinum men
vórðu skjótt steðgaðir av
myndugleikunum. Ístaðin
fyri at taka Greenpeacefólk-
ini við revsilógini í hondini,
so var vanlig borgarlig sak
reist móti teimum, og av
ótta fyri at fáa risastórar
bøtur tóku Greenpeacefólk-
ini seg aftur.
-Áhugaverdi spurningur-
in fyri tykkum føroyingar er
sjálvandi, um Greenpeace í
framtíðini fer at gera seg inn
á
komandi
leiting
í
føroyskum øki. Teir vilja
jú steðga allari oljuleiting á