hósdagur 29. juni 2000síða 8
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
15
gult cyan magenta svart
tíðindablaðið sosialurin
gult cyan magenta svart
tíðindablaðið sosialurin
Nr.122 - 29. juni 2000
Nr.122 - 29. juni 2000
JÁKUP MØRK
Seinnu árini er tað vorðið
alt meira vanligt, at lið í
bestu deildini hjá monn-
um styrkja seg við leik-
arum uttan ífra í longri
ella styttri tíðarskeið.
KÍ roynir nýggjar
leiðir
Hjá kvinnunum hevur
henda gongd tó ikki verið
so vanlig. Sjálvandi hava
liðini fingið styrk av og
á, men hetta hevur aloft-
ast verið við leikarum,
sum vanliga búgva uttan-
lands, men sum kanska
eru heima í summarfrí
ella líknandi.
Nú verður tó øðrvísi
hesum viðvíkjandi, tí til
steypafinaluna hjá kvinn-
um, sum verður leikt
sunnudagin, hevur KÍ
fingið sær styrk av flat-
londum.
Talan er um Lisbeth
Hansen, sum vanliga er
liðfelagið við Helgu Ell-
ingsgaard og Eyðvør úr
Dímun í Hillerød.
Lisbeth er 25 ára gom-
ul, og hevur sína dagligu
gongd í álopinum, har
hon leikti 157 dystir fyri
Rødovre, áðrenn hon í
fjør gjøri av at flyta til
Hillerød. Eisini hevur hon
leikt tvær ferðir á danska
U-21 landsliðnum, so tað
er ikki hvør sum helst,
sum KÍ hevur fingið
hendanvegin. Enn hevur
hon tó ikki vunnið sær
fastan sess í Hillerød á-
lopinum, men hon hevur
tó alla tíðina verið við í
fyrstaliðshópinum.
Tað eru tvíburðarnir á
KÍ liðnum, Rannvá og
Ragna Andreasen, sum
hava fingið alt í rættlag
hesum viðvíkjandi. Rag-
na greiðir frá, at tær kenn-
a Lisbeth frá tíðini, sum
tær vóru liðfelagar í Rød-
ovre.
Víðari sigur Ragna, at
hetta hevur ligið í
luftini leingi, men at
tað ikki varð fyrr ein
í farnu viku, at alt
kom í rættlag.
Annars heldur KÍ
leikarin, at tær halda
hetta vera eina sera
spennandi roynd, og
hon væntar eisini, at
hetta fer at styrkja
um KÍ liðið. – HB
hevur jú fleiri ferðir
fingið Helgu og
Eyðvør heim til slík-
ar dystir, so tí hildu
vit eisini, at vit kundu
roynt hetta. Nú hava vit
tríggjar ferð verið í fin-
aluni, uttan at tað hevur
eydnast at vinna, so nú
skal tað vera. sigur Ragna
at enda.
Eyðvør skal styrkja
HB-liðið
Lisbeth T. Hansen kemur
til Føroya fríggjadagin,
og í sama flogfari verður
eisini Eyðvør úr Dímun,
sum skal styrkja um HB
liðið í finaludystinum.
Eyðvør hevur hetta
kappingarárið roynt seg í
Hillerød, har hon sostatt
hevur verið liðfelagi hjá
Lisbeth. Hon kemur nú
heim í summarfrí, og
væntandi fer hon ikki
heim aftur fyrr enn mið-
skeiðis í august mánaði,
so umframt sjálva steypa-
finaluna, fer hon vænt-
andi at styrkja um HB lið-
ið í einar tveir ella tríggjar
landskappingardystir eftir
summarfrítíðina.
Spurd um hon ætlaði
sær heim at vinna steypa-
finaluna svaraði hon, at
tað ætlaði hon sjálvandi.
Hon legði tó dent á, at hon
roknar við einum sera tru-
plum dysti, og hevði mest
sum hug at gera KÍ til
favorittar.
– Sum eg havi skilt á
lagnum, so mugu vit vera
Liljuna av Fløtum Jesp-
ersen, Gunn Müller og
Vivian Torleifsson fyri
uttan, so har eru í øllum
førum tríggir týðandi
leikarar, sum ikki verða
við.
Hvussu fer at avtorna,
tá tær báðar Eyðvør og
Lisbeth, sum vanliga eru
liðfelagar, skulu royna
seg móti hvørjum øðrum,
er sjálvandi ilt at gita. Tað
tykist tó sannlíkt, at tað
júst kann verða onnur
teirra, sum kemur at hava
avgerandi orðið at siga
sunnudagin.
Styrkja seg
Steypafinalan: Báðir finaluluttak-
ararnir í kvinnufinaluni fáa styrk
uttan ífrá
Eyðvør ur Dímun
er onnur av Hill-
erød leikarunum,
sum kemur av flat-
londum at spæla
steypafinalu
TORBJØRN JACOBSEN
Rotterdam. Hugsi tað var í
84. Silgdu á gomlu leiðini
hjá Skipafelagnum, ímillum
Havnina, Grimsby & hend-
an stórstaðin í skipahøpi.
Kom at kenna ein av hesum
water-klerkunum
serliga
væl. Molukkurnar í Kyrra-
havinum eru fyrrverandi há-
lendskt hjáland, og haðani
var hann slektaður. Vit vóru
javnir í árum.
Fótbóltur var hansara
subreligión, og hóast íðin
Feyenoord viðhaldsmaður,
so hevði landsmaðurin Si-
mon
Tahamata
størstu
stjørnuna í hansara fót-
bóltsknokki.
Fara Føroyar at troytta
meg nakrantíð, - so flyti eg
til Hálands at búgva. Eitt
deiligt land og eitt serliga
fryntligt og blíðligt fólka-
slag.
Farvæl til Cruyff
Hepnið hevði tað við sær,
at árliga steypafinalan skul-
di spælast ímeðan vit lógu
inni á Maas ánni hetta várið.
Feyenoord vs. Fortuna Sitt-
ard. Livandi legendan Johan
Cruyff skuldi spæla sín
seinasta dyst. Hesaferð fyri
Rotterdam-liðið. Hesin Ru-
dolf Nurejev í fótbóltsheim-
inum skuldi hetta kvøldi
enda sítt aktiva fótbóltslív
á De Kuip Stadion, og
hálvthundrað túsund há-
lendingar fóru at fagna og
takka honum fyri, at hann
gjørdi Háland til eitt stór-
veldi í fótbóltsheiminum.
Okkara trupulleiki var, at
øll atgongumerkini vóru
seld. Orðaði hetta við vin-
mannin frá Molukkunum.
Hann vildi gera tað sum
stóð í hansara makt. Sær
sjálvum hevði hann syrgt
fyri í ivaleysa góðari tíð.
Kvøldið fyri steypafinaluna
fór hann á veiðuferð á svarta
marknaðinum, og har hevði
hann fingið okkum fatur á
atgongumerkjum, soleiðis
at øll manningin kundi
síggja persónligu finaluna
hjá kanska heimsins besta
spælara nakrantíð. Einar
500-600 krónur mundu tær
kosta pr. stk., - men tað bilti
einki, heldur hetta upp-
livilsið enn deyðu krónurnar
á eini turrari bankabók.
Útselt
Vit báðir molukkanarin og
eg fingu okkum kanska ein
genevara og eina Heineken-
øl hetta kvøldið, dubbaðu
okkum til hetta stóra slagið,
sum lá ein sólarring burturi.
Árla morgunin eftir fingu
vit, óvæntað, siglingarboð
frá Skipafelagnum. Og nú
vóru góð ráð dýr. Høvdu
kanska keypt køttin í sekk-
inum. Molukkanarin kom
við boðunum, niðurbrotin,
so niðurundirkomin okkara
vegna, at tað tóktist sum ein
flóðalda í Kyrrahavinum
hevði skolað heimlandið
hansara av heimskortinum.
Vit norðbúgvar eru kanska
meiri sinniligir, so eg royndi
at sissa hann so frægt sum
tilbar. Saman royndu vit síð-
ani at finna onkrar útvegir.
Søguligur dystur
Ótrúligt sum man kann
hugsa rationelt í kreppu-
støðum. Flestu føroyingar
kenna Lamain. Hinderikus
Lamain og pápi mín kend-
ust heilt væl og harvið var
hann mær ikki heilt ókendur
heldur. Fryntligi hálending-
urin er giftur inní og er ein
av oddvitunum í Skipafe-
lagnum Føroyar. Ringdi til
Keypmannahavnar
og
greiddi honum frá støðuni.
Tað var leyst og liðugt bein-
anvegin. Bara vit løgdu til
havs so títt og knapt dyst-
urin var liðugur, skuldu vit
onki hoyra aftur um hesa
hendingina.
Soleiðis kann ein vinar-
ligur maður geva einum gar-
da av sjómonnum eina upp-
living sum teir ongantíð
gloyma aftur í lívinum. Vin-
maðurin var í sínum sjeynda
himni.
Soleiðis gongur tað tá ið
hvørt lagar seg eftir øðrum.
Jóhann Cruyff og hin seinri
so kendi Ruud Gullit, á høg-
ra veingi, vunnu finaluna.
Kanska var hetta onkurs-
vegna ein søguligur kross-
vegur, harið Cruyff læt
spælið frá sær til hina seinri
so stóru Surinam-stjørnuna
Ruud Gullit.
50.000 hálendingar róptu
seg hásar hetta kvøldið. Ein
ófatulig kensla sum eingin
kann greiða frá. Nú blása
fótbóltsvindarnir aftur um
Evropu, og um 3 vikur, fyr-
sta sunnudagin í juli mán-
aða, verða evropameistarar-
nir kosnir á sama leikvøll-
inum sum megastjørnan
Cruyff læt frá eitt slag av
fótbólti, totalfótbóltin, sum
allur heimurin síðani hevur
verið bergtikin av.
Gævi at eg kundi verið
hjástaddur á De Kuip Leik-
vøllinum hin 2. Juli, tá ið
eftirkomarar Cruyff´s, van
der Sar, Stam, de Boer, See-
dorf, Davids, Overmars,
Winter, Kluivert, Bergkamp
og aðrir vónandi kunna lyfta
evropasteypinum upp ímóti
skýggjunum eftir ein totalan
sigur á heimavølli.
Her heima
Kanska havi eg nú verið ið
so internationalur. Turbu-
lensurin er øgiligur fyri tíð-
ina og fótbóltsvindarnir eru
globalir. Røkka heilt til Før-
oya og longri. Vit sum hava
traðkað okkara barnaskógv-
ar í túninum úti í Grógv
vóna sjálvandi at Løgmans-
steypurin verður fluttur til
Gøtu, eftir at hann hevur
otað seg upp ímóti skýggj-
unum úr lógvum Magna
Jarnskor, á hinum nú so fa-
møsa landsleikvøllinum, -
Tórsvølli. Hetta verður ein
sjaldsamur
sunnudagur,
harið besta liðið í Evropu
verður kosið samstundis
sum skurðarnir gera innrás
í Gundadali og yvirtaka
leiklutin hjá grágæsnum, - í
hvussu er fyri ein dag. Tað
hevur kanska verið ið so
tunnligt í landskappingini
higartil, men sum ein skyld-
maður úti í Grógv plagdi at
taka til: “Lad ikke modet
falde.” Seti tykkum nú fyri
at tit eisini fáa steypin frá
bryggjaranum í Klaksvík,
úti á Svangaskarði 2´
Mikkjalsmessudag, tá ið
fótbóltsfjøllini umsíður eru
gingin. Persónliga vóni eg
tó at 5´ deildarliðið hjá NSÍ
gerst føroyameistari, nú tá
ið eg sjálvur havi snørað
mær gaggurnar til eitt
spennandi kappingarár. Illar
tungur vilja vera við, at tað
eru politiskar orsøkir til, at
eg eri komin á liðið, men
líkamikið, tá ið vit vunnu
19-2 á FRAM á niðara vølli
i høvuðsstaðnum, kom eg á
málskjúttaralistan. Tað sig-
ur kanska ikki so nógv. Tað
velst um eyga sum sær.
Tað visti hann einki
um
Tom Søndergaard er eitt tað
stórsta talentið sum Dan-
mørkin hevur fostrað. Spæl-
di við B93 og danska lands-
liðnum. Seinri spældi hann
saman við Jóhann Cruyff í
Ajax. Í 60-árunum var hann
saman við B93 í Føroyum
og spældi. Ímóti Býliðnum
á Ólavsvøku. Dómarin var
føroyingur. Og einaferð
dømdi hann brotsspark til
Býliðið. Tom fer út ímóti
síðulinjuni, og tá letur í
honum: “Det var s´gu ikke
straffe(!)”. Skamt harífrá
stóð Jákup hjá Emil hjá Gø-
tuJákup, ella HavnaJákup
sum vit kallaðu hann úti á
Glyvrum. Orðknappur sum
hann var, svarðaði hann
Tom Søndergaard soleiðis:
“Áh, hold du din kæft, du
har s´gu ikke forstand på
fodbold(!)”
Tað verður verðandi ein
ævigur sannleiki, at teir
bestu fótbóltsspælararnir
altíð standa framvið síð-
ulinjuni. Spyr bara Martin
Juul, Oddfríð, Jallin, 2 X
Atla, Henry, Andreas, Kaj,
Jørgen Evald o.a…
DU HAR S´GU IKKE
FORSTAND PÅ FODBOLD…!
Niðanfyristandandi grein, sum er ein hugleiðing um tær fótbóltshendingar,
sum í hesum døgum fara fram, hava vit fingið sendandi. Greinin hevur áður
verið prentað í GÍ-skránni, men tolir helst at síggja dagsins ljós einaferð enn
Sama dag, sum GÍ og HB skulu royna seg ´í finaludystinum um Løgmassteypið, verður
EM-finalan leikt á leikvøllinum í Rotterdam, og hetta kann geva orsøk til afturhvarv
Lesið eisini
ÍtróttaSosialin á
alnetinum:
www.sosialurin.fo
Máltindurin
Signar Johannesen
AB
11
Kristoffur Vidtfeldt
B71
11
Oddbjørn Joensen
AB
9
Pauli Hansen
Skáli
9
Egill Steintórsson
VB
9
Aksel Højgaard
B68
8
Kaj Roest
TB
8
Jákup Olsen
B68
6
Kári í Láabø
VB
6
Svend Poulsen
AB
6
Regin Arge
B36
5
Hallur Christiansen
TB
5
Eyðun Svalbard
TB
5
vunnin
tapt
mál-
dystir v
-
j
-
t
mál
mál munur
stig
1
B36
10
8
- 0
- 2
31
8
23
24
2
AB
10
7
- 0
- 3
46
22
24
21
3
Skála
10
6
- 1
- 3
38
21
17
19
4
VB
10
6
- 0
- 4
25
31
-6
18
5
B71
10
5
- 0
- 5
36
28
8
15
6
B68
10
3
- 3
- 4
31
26
5
12
7
TB
10
3
- 2
- 5
34
34
0
11
8
FS Vágar10
3
- 2
- 5
28
30
-2
11
9
KÍ
10
3
- 0
- 7
25
76
-51
9
10 ÍF
10
2
- 0
- 8
21
39
-18
6
Kappingin um gull og silvur
krónurnar sær út til at gerast
tættari, enn tað leingi vóru
ábendingar um. Skálamenn,
sum hava lagt av at rógva
kapp, savna seg nú um fót-
bóltin. Úrslitini hava verið
góð tær seinastu ferðirnar,
og um tað ikki fer at órógva
ov nógv, tá teir nú aftur fara
at fyrireika seg til eitt nýtt
kappingarár í hondbólti, so
kundi tað væl farið at laga
seg soleiðis, at teir í AB fara
at fáa kapping um plássið,
sum ber beinleiðis uppflyt-
ing til næstbestu deildina
við sær.
Munurin er ikki serliga
stórur millum tey fremstu.
AB og Skáli hittast á Argj-
um 13. august. Úrslitið av
tí dystinum fer at verða
rættuliga avgerandi fyri,
hvussu tað fer at laga seg.
Í botninum gongur tað
bara skeiva vegin hjá klaks-
víkingum, sum enn eina
ferð taptu syndarliga stórt.
Um gongdin tær seinastu
ferðirnar undan summarfrí-
tíðini fer at halda fram, so
skal KÍ bara spæla tvær
ferðir eftir summarfrítíðina,
áðrenn eitt hundrað mál eru
farin ígjøgnum hjá teimum.
Tað stendur eisini illa til
hjá ÍF. Hjá teimum er talan
um næstbesta liðið. Teir
hava bara vunnið tvær ferðir
í teimum fyrstu tíggju dyst-
unum.
Annars er tað stórur mun-
ur á, at tað gongur betur at
fáa dómaraseðlarnar til vega
nú, enn tað gjørdi inntil fyri
nøkrum heilt fáum árum
síðani. Í so máta tykist tað
rigga væl í so at siga øllum
feløgunum.
FS Vágar–B68
Tá fyrra umfarið var hálv-
runnið, hevði Jákup Olsen
longu skorað tvær ferðir fyri
gestirnar, og alt bendi á, at
teir skuldu fara við øllum
stigunum úr Vágm. Men so
varð ein av toftamonnunum
útvístur, og í 2. hálvleiki var
tað akkurát so, at B68 fekk
javnleik og harvið eitt stig.
Jógvan Hendrik Samuel-
sen ella Hegga er heima í
summarfrí, og hann skoraði
eitt av málunum hjá FSV.
Kanska hann verður at
síggja á besta liðnum í
august.
Olaf
Højgaard
hevur tey seinnu árini verið
evnaríkur miðvallari á besta
B68 liðnum. Hann spælir
ikki á høgum støði longur,
tí hann er sjómaður. Í frí-
tíðini er hann góður fongur
hjá 3. deildarliðnum, og
hann skoraði eitt mál hesa
ferð. Janus Thomsen, sum
onkuntíð hevur verið í 1.
deild, javnaði til 5-5 í evstu
løtu.
ÍF–B36
Kanska var miðalaldurin
hjá fuglfirðingunum bara
tað hálva av tí, sum hann
var hjá gestunum úr B36,
sum tað hesa ferð eydnaðist
at manna lið hjá. Í 1. hálv-
leiki dugdu ungu fuglfirð-
inganrir ikki at gera nyttu
av, at teir ivaleyst orkaðu
væl meira enn mótstøðu-
menninir. Ferðin var lág, og
møguleikarnir vóru fáir.
Bara ein lítil løta var farin
av seinna umfarinum, tá
royndu B36 menninir settu
tingini upp á pláss. Regin
Arge setti hol á, tá hann var
fyrstur á returbólti eftir
roynd frá Sigfríða Cle-
mentsen. Jákup Mørk hevði
møguleika at økja til 2-0,
men hann spældi uppaftur
leystari Sigfríða Clement-
sen. Jákup hevði eisini
næstsíðsta
fótin
á,
tá
Tummas Eli Hansen økti til
3-0. Skotið hjá arbeiðssama
ítróttarblaðmanninum fór í
stólpan og út til fyrrverandi
landsliðsmannin.
Tummas Eli var í álopin-
um hjá B36, og tað var
hann, sum spældi álopsfe-
lagan Sigfríða Clementsen
leysan, so hesin kundi økja
til 4-1. Ólavur Ellingsgaard,
sum var einasti veteranurin
á ÍF liðnum, minkaði um
munin til 3-1, og Viggo
Johannesen pyntaði um til
2-4.
VB–TB
Jóansøkudysturin varð fing-
in frá hondini longu fríggja-
kvøldið. Tað var ikki ser-
liga nógvur futtur í, men lítil
ivi var um, hvør átti tað
betra liðið.
Einki mál kom undan
steðginum. í 2. hálvleiki
stútaði Marner Richard
heimaliðið framum, og fyrr-
verandi TB venjarin, Egil
Steintórsson,
staðfesti
heimasigurin. Veteranurin
tykist skora í so at siga
Skáli nærkast toppinum
3. deild: At vágbingar eru væl fyri sæst eisini aftur í úrslitunum hjá næstbesta liðnum, sum er við í kappingini um
heiðursmerkini
hvørjum dysti.
Vágbingar eru við í kapp-
ingini um bronsukrónurnar,
og tvørámenn eru nøgdir
við, at teir higartil væl og
virðiliga hava megnað at
hildið niðurflytingarvand-
anum langt frá sær.
Skáli–KÍ
Í fyrsta umfarinum vóru
skálamenn
í
Klaksvík.
Fyrsta umfarið í 3. deild
varð spælt sama dag sum
fyrsta umfarið í 1. deild.
Fyrsta umfarið í 2. deild
varð spælt eina viku seinni.
KÍ vann í fyrsta umfarinum
móti Skála. Teir á Skála
hildu seg vera óhepnar ta
ferðina, tí teir høvdu næst-
bestu klaksvíkingarnar sum
mótstøðumenn.
Síðani tá hevur tað so
spakuliga gingið rætta vegin
hjá Skála. Ta seinnu tíðina
hevur tað hilnast meira enn
illa hjá KÍ. Klaksvíkingar
fingu ein mann útvístan í 1.
hálvleiki,
men
tá
var
munurin longu so mikið
stórur, at tað ikki hevði
stórvegis
týdning
fyri
gongdina.
JH
Støðan, 3. deild menn
Úrslit
10. umfar – 25. juni
FS Vágar–B68 5–5 (0–2)
0–1: Jákup Olsen 14.
0–2: Jákup Olsen 24.
1–2: Jónsvein Olsen 48.
2–2: Jógvan H. Samuelsen
53.
3–2: sjálvmál 55.
3–3: Jákup Olsen 57
3–4: Olaf Højgaard 61
4–4: Hilmar Hansen 70.
5–4: Eyðfinn Fjalsbak 72.
5–5: Janus Thomsen 90.
Reytt kort: Arnfinn Olsen,
B68, 36.
ÍF–B36 2–4 (0–0)
0–1: Regin Arge
0–2: Sigfríður Clementsen
0–3: Tummas Eli Hansen
1–3: Ólavur Ellingsgaard
1–4: Sigfríður Clementsen
2–4: Viggo Johannesen
VB–TB 2–0 (0–0)
Dysturin varð leiktur 23/6
1–0: Marner Richardt
2–0: Egill Steintórsson
AB–B71 2-4
Varð
leiktur
21/6
og
umrøddur í farnu viku
Skála–KÍ 14–3 (5–0)
1–0: Pauli Hansen 4.
2–0: Pauli Hansen 20.
3–0: Marius Joensen 25.
4–0: Jón Rasmussen 29.
5–0: Pauli Hansen 40.
6–0: Niels Thomsen 53.
7–0: Annfinn Joensen 59.
8–0: Hans Chr. Djurhuus
61.
9–0: Bent Djurhuus 67.
10–0: Jørmund Joensen 69.
10–1: Christian Andreasen
70.
11–1: Pauli Hansen 72.
12–1: Jørmund Joensen 74.
13–1: Jørmund Joensen 81.
14–1: Hans Chr. Djurhuus
83.
14–2: Bárður Andreassen
86.
14–3: Bogi Isaksen 89.
Reytt kort: Sámal Henrik-
sen 33.
(gult og beinleiðis reytt)