Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-06-29, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. juni 2000síða 9

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 17 gult cyan magenta svart tíðindablaðið sosialurin gult cyan magenta svart tíðindablaðið sosialurin Nr.122 - 29. juni 2000 Nr.122 - 29. juni 2000 CARL ELI NOLSØE SAMUELSEN Teir seks fremstu telvarnir í heiminum eru ikki bangnir fyri at telva ímóti hvørjum øðrum. Hesaferð møttust teir í Frankfurt at telva eina spennandi kvikkaping sum hevði metstóra peningavirð- isløn til vinnaran. Eftir styrkisraðfylgju var manningin hendan; Kaspa- rov, Kramnik, Anand, Shi- rov, Morozevich og Leko. Telva skuldu teir dupultum- far, sostatt tíggju umfør. 25 minuttir høvdu teir í part til talvið. Skjótt sást at Anand varð ikki til steðga, og vann hann sannførandi kappingina við 7,5 stigum av teimum tíggju møguligum, meðan russiska kempan Kasparov bert fekk ognað sær seks stig, men nokk til eitt annað pláss. Anand hevur higartil havt eitt sera ringt talvár 2000. Hevur als ikki líkt sær sjálv- um, men telvingin hjá hon- um í Frankfurt varð av ser- kønum mett einastandandi. Hann tapti einki talv og telvaði sera positivt alla kappingina. Kasparov er aldrin nøgd- ur við eitt annað pláss, men sjúka forðaði helst honum at spíla seg rættiliga út. Hann hevði krím undan kappingarbyrjan, men kendi seg frískan nokk at endaføra kappingina. Kramnik bleiv tann triði í røðini við fimm stigum, meðan Shirov varð beint í hølunum við hálvum fimta stigi. Morozevich og Leko endaðu aftastir við hálvum fjórða stigi. Hesin seinni vann annars bæði ímóti Ka- sparov og Kramnik. Menniskjan hongur í Tey síðstu árini hevur talv- teldan ment seg við rúkandi ferð, og hendan ferð tykist ongan enda hava. Tað eru tvær talvteldir sum veruliga hava sligið seg fastar í talvheimin; Deeper Blue og Fritz. Hendan síð- sta er í roynd og veru eitt talvforrit ognað vanliga brú- karanum, til eitt nú at royna seg ímóti í privatum brúki. Tað varð nevnliga forritið Fritz, sum fekk møguleikan at royna seg fyri kortum í- móti elituni, undantikið Ka- sparov. Kramnik, Anand, Shirov, Morozevich og Leko royn- du seg tveir reisir móti teld- uni. Eins og í Frankfurt varð telvað kviktalv. Úrslitið varð 5-5! Støðan var 4-4 áðrenn Shirov átti at telva tvey tey síðstu talvini ímóti forriti- num. Sjálvt um Fritz kann rokna um 3. milliónir støður um sekundið, so væntaðu tey flestu kortini at Shirov ikki fór at skuffa menniskja- talvheimin. Fyrsta talvið vann Shirov við hvíta fólk- inum, men í siðsta talvinum gjørdi Shirov eitt mistak við svarta fólkinum, sum Fritz revsaði við harðari hond. Gert tú eitt mistak ímóti Fritz, ja so tapir tú við brest- in. Hetta seinna talvið er við í blaðnum í dag. 5-5 og enn vinnir teldan ikki ímóti menniskjanum, men sum teldan, eins og talvteldan útviklar seg í dag gongur neyvan long tíð fyrr- enn heilin verður taparin í hesum heilaítrótti. FM í snartalvi Verður í Kommunuskúla- skálanum leygardagin 1. juli kl. 11.00. Tilmelding á staðnum hálvan tíma undan kappingarbyrjan. Miðað verður ímóti at ha- va ein opnan bólk við nógv- um dupultumførum, men verður undirtøkan góð verð- ur møguliga deilt í tveir bólkar. Vinnarin fær 1500 krónur, steyp og heiðurin. Nummar tvey og trý fáa somuleiðis peningavirðislønir, og góðar ratingvirðislønir verða eis- ini givnar. Anand í serflokki Indarin Viswanathan Anand vann kvikkapingina Frankfurt Chess Classic Gi- ants framanfyri Gary Kasparov 1.e4 e6 2.d4 d5 3.exd5 exd5 4.Rif3 Rif6 5. Bd3 Bd6 6.0-0 0-0 7.Bg5 Bg4 8.Ribd2 Ribd7 9.c4 c6 10.c5 Bc7 11.Fc2 h6 12.Bh4 g5 13.Bg3 Rih5 14.Bxc7 Fxc7 15.Rfe1 Rfe8 16.Bh7+ Kg7 17.h3 Be6 18.Bd3 Rif4 19.Re3 f6 20.Rae1 Bf7 21.Bf5 Rif8 22.a3 Rxe3? Eitt avger- andi mistak sum bert gev- ur Fritz møguleikan at vinna 23.fxe3 Rih5 24.e4 Re8 25.e5 Rie6 26.b4 Rihf4 27.g3 Rig6 28.Rib3 fxe5 29.dxe5 Rief8 30.Fc3 Kg8 31.Fe3 Be6 32.Ribd4 Ff7 33.Fd3 Rie7 34.g4 Rieg6 35.Rixe6 Rxe6 36.Bxe6 Rixe6 37.Ff5 Rigf4 38.h4 d4 39.hxg5 hxg5 40.Kh2 Og Shirov gavst 1-0 Talvið hesa vikuna Hvítur : Fritz (Talvforrit) Svartur : Alexei Shirov Luttakaragjaldið er 50 krónur. Føroyameistarin Flóvin Tór Næs fær ikki møguleik- an at ogna sær heitið FM í snartalvi. Hann fer nevnliga saman við Rógva W. Ras- mussen og Martini Poulsen til Ungarns at telva kapping, ið byrjar 1. juli. Eftir hesa kapping fara Flóvin og Rógvi víðari til eina kapp- ing í Kekkia. Hesu ferð eydnaðist tað Viswanathan Anand at vinna á Gary Kasparov. Anand sýndi í Frankfurt, at hann framvegis eigur at roknast millum sterkastu telvarar í heiminum Mynd: CENS Lagið á landsliðsmiðver- janum í Sogndal er betri nú, enn tað var fyri nøk- rum vikum síðani. Eins deyð er annars breyð, er eitt væl kent orðatak, og tað kunnu vit kanska brúka í hesum førinum. Í føroyska liðnum í nor- skum fótbólti eru fleiri spælarar skaddir í løtuni. Tað hevur havt við sær, at tað nú er brúk fyri summum, sum ótolnir hava bíðað eftir møgu- leikanum. Ein av hesum síðst nevndu hevur verið Hans Fróði Hansen. Eftir triðja óstbeinabrotið hevur tað verið torført hjá Hans Fróða at sleppa framat aftur. Einki hevur verið at sagt til, at lagið ikki hevur verið av tí besta, tí Hans Fróði fór í fjør av land- inum fyri at royna, hvussu langt fótbóltsevnini kun- du røkka og ikki fyri at sita á beinkinum. Lagið á Juliani Johns- son er einki serligt nú. Hann er eisini í Noregi fyri at spæla fótbólt. Síð- sta sunnudag varð hann skaddur, og skaðin í lær- inum er so mikið álvars- samur, at miðvallarin varður ikki við aftur fyrr- enn eftir stutta summar- steðgin. At Julian varð skaddur bar møguleikan fyri Hans Fróða við sær. Hann kom inn í miðverjuna síðsta sunnukvøld. Ein annar miðverji varð fluttur fram á miðvøllin. Tað er mann- ingartrot á miðvøllinum, og tað sær út til at gerast møguleikin hjá Hans Fróða: – Sunnukvøldið kendi eg á mær, at tað gekk væl. Tað hevur gingið væl í venjingini síðstu tíðina, og eg rokni avgjørt við at fáa møguleikan at prógva, um eg hoyri til á besta liðnum, sigur ein væl nøgdur Hans Fróði Han- sen úr Sogndal. Fleiri føroysk feløg ha- va spurt seg fyri, hvussu møguleikarnir vóru at leiga føroyska verjuspæl- aran í Sogndal, men allar ætlanir hesum viðvíkj- andi eru sleptar – fyribils í hvussu so er. Í blaðnum týsdagin søgdu vit, at Sogndal skuldi spæla ein útsettan dyst síðsta mánakvøld. Upplýsingarnar høvdu vit úr norskum bløðum. Men dysturin varð ikki spæl- dur. Hann er aftur úsettur og verður ikki spældur fyrrenn eftir stutta summ- arsteðgin. Í gjárkvøldið skuldu Kurt Mørkøre, Hans Fróði Hansen og hinir í Sogndal spæla steypa- dyst. Á heimavøllinum høvdu teir vitjan av Vå- lerengen úr bestu deildini. Talan er um eit kent felag, har ein av teimum, sum vóru við norska landslið- num í EM kappingini, spælir við. Tað er mið- vallarin Kjetil Rekdal, sum sat á beinkinum í øll- um trimum dystunum. JH Hans Fróði í summarhitanum Julian Johnsson venur ikki saman við hinum í Sogndal, og hann verður ikki tøkur aftur tær fyrstu vikurnar Hans Fróði Hansen er nú um at fáa fótin fastan á besta liðnum hjá Sogndal JÁKUP MØRK Sundalagsstevna verður um vikuskiftið, og Róðrasam- bandið hevur nú boðað frá, hvørjir bátar hava meldað seg til róðurin. Talið av bátsmanningum, 62, er tað størsta higartil í ár, og er ein orsøk til hetta helst, at nú er tað seinasta freist hjá teimum bátum, sum ætla sær at luttaka á ólavsøku. Fyri at kunna luttaka á Ólavsøku, skal báturin nevnliga hava luttikið í min- st trimum á undanfarnu FM róðrunum. Nakrir bátar eru, sum bert hava luttikið í einum róðri higartil, og skulu teir hava møguleika at verða við á ólavskøku, er alneyðugt við luttøku á teimum báðum komandi stevnunum, sum eru sundalags- og vestan- stevna. 5-mannafør, dreingir 1 Junkarin 2 Blikur 3 Spógvin 4 Kollur 5 Havfrúgvin 6 Tjaldrið 7 Drekin 8 Royndin Fríða 9 Sílið 10 Báran 6-mannafør, kvinnur 1 Sólmundur 2 Lómur 3 Hvessingur 4 Gongurálvur 5 Jarnbardur 6 Páll Fangi 7 Fuglfirðingur 8 Riddarin 9 Kollfirðingur 5-mannafør, gentur 1 Junkarin 2 Dúgvan 3 Spógvin 4 Blikur 5 Beinta 6 Havfrúgvin 7 Hvassi 8 Ørnin 9 Frúgvin 10 Drekin 11 Tjaldrið 12 Sílið 13 Royndin Fríða 14 Bylgjan 15 Firvaldur 16 Súlan 17 Kollur 6-mannafør, menn 1 Snopprikkur 2 Hósvíkingur 3 Hvessingur 4 Strálan 5 Kollfirðingur 6 Sólmundur 7 Gongurálvur 8-mannafør 1 Knørrur 2 Víkarbáturin 3 Kvívíkingur 4 Miðvingur 5 Gullbrandur 6 Toftabáturin 7 Argjabáturin 8 Nevið Reyða 9 Húsavíkingur 10 Heiðabáturin 11 Oyndri 12 Ørvur 13 Sjóriddarin 10-mannafør 1 Suðringur 2 Eysturoyingur 3 Havnarbáturin 4 Nólsoyingur 5 Vestmenningur 6 Kjølur Sundalagsstevnan 62 bátsmanningar havaa boðað frá luttøku á Sundalagsstevnuni, sum í ár verður í Kollafirði Fara tær á Jarnbardi aftur at skúgva alla mótstøðu til viks, tá tær skulu royna seg á sundalagsstevnuni, sum í ár verður í Kollafirði? Nú er greitt, at tað verður Suni Johansen úr Sanda- vági, sum skal vera óhefti maðurin á vøllinum, tá GÍ og HB komandi sunnu- dag klokkan 15 fara at spæla finaluna í kapping- ini um løgmanssteypið á Tórsvølli. Hjálpardómarar vera Jens Albert Simonsen og Hans Falkvard Hansen. 4. dómari verður Petur Reinert. Undan dystinum og í hálvleikinum fer Havnar Hornorkestur at spæla. Í kvinnufinaluni, sum HB og KÍ fara at spæla á Intertoto kappingin ger, at tað er torført hjá føroyska liðnum at fáa pláss fyri dystunum í landskappingini Meðan Leiftur stríðist og hevur undanvind í Intertoto Cup verður spælt av lívsins kreftum í íslendsku landskappingini. Í Íslandi hava teir ikki summarfrí frá fótbóltinum soleiðis sum vit kenna tað her hjá okkum. Tað verður farið undir landskappingina nakað seinni, enn tað verður farið undir hana í Føroyum, teir enda fyrri, enn føroyingar gera, og tí verður spælt alla tíðina. Tað eru veðurumstøður- nar, sum gera, at kappingin er løgd soleiðis til rættis. Men hetta ber trupulleikar við sær fyri tey feløgini, sum taka lut í europeisku kappingunum. Fyrsta liðið, sum í ár hevur kent sviðan av hesum, er Leiftur. Seinni í summar fara bæði ÍA og ÍBV at fáa somu trupulleik- ar. Meðan hini liðini í Íslandi hava spælt átta dystir, so hevur Leiftur bara spælt seks, og føroyska liðið í Ó- lafsfirði fær ikki møguleik- an at royna seg aftur í lands- kappingini fyrrenn 13. juli. Føroyingarnir í Íslandi fara ikki at keða seg næstu vik- urnar. Tá teir fara at spæla fyrsta landskappingardystin verður talan um fjórða dyst- in í ellivu dagar. 13. juli verður mótstøðuliðið hjá Leiftri Fram úr Reykjavík. Leiftur hevur higartil bara fingið seks stig, og teir eru nú aftast í bestu deildini. Mánakvøldið vóru fleiri dystir spældir. Liðið hjá Pálli Guðlaugssyni, Kefla- vík, hevði vitjan av liðnum hjá Una Arge, ÍA av Akra- nesi. Gestirnir vunnu 2–0. Teir komu á odda beinan- vegin við brotssparki, og teir øktu til 2–0, tá ein góður hálvur tími var farin. Oddalið í íslendsku kapp- ingini er Fylkir. Mána- kvøldið vunnu teir 2–0 í Grindavík. Stjørnan vann 2–1 á Breiðabliki. Hetta var fyrsti sigurin hjá Stjørnuni, sum harvið fór av aftasta plássinum. I Íslandi verður nógv tos- að um, at dystinir í lands- kappingini eru keðiligir á tann hátt, at so fá mál verða skorað. Fylkir hevur skorað fimtan mál í átta dystum. Einki av hinum liðunum hevur skorað fleiri enn ell- ivu mál. Jens Martin Knudsen hevur áður víst á trupulleik- an, at liðini í Íslandi leggja størsta dentin á at verja, og at tað meiri ræður um ikki at tapa heldur enn at vinna. Dreymurin hjá Jens Martini hevur verið at broyta spælið hjá Leiftri. Tað var m.a. tí, at teir á Ólafsfirði keyptu John Petersen. Higartil hev- Leiftur fær ikki spælt vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Fylkir 8 4 - 4 - 0 15 6 9 16 2 KR 8 4 - 3 - 1 11 7 4 15 3 ÍA 8 4 - 2 - 2 7 5 2 14 4 Grindavík 8 3 - 4 - 1 10 5 5 13 5 Keflavík 8 3 - 3 - 2 8 12 -4 12 6 ÍBV 8 2 - 5 - 1 11 6 5 11 7 Fram 7 1 - 3 - 3 6 10 -4 6 8 Breiðablik 8 2 - 0 - 6 10 16 -6 6 9 Stjarnan 7 1 - 1 - 5 3 8 -5 4 10 Leiftur 6 0 - 3 - 3 3 9 -6 3 ur úrtøkan hjá Leiftri í nýggju útgávun i ikki verið nakað serlig. Men tað kemst m.a. av, at teir hava spælt færri dystir enn hini liðini. JH Støðan, íslendska landssímadeildin Altjóða uppgávurnar hjá Leiftri forða fyri, at teir fáa leikt sínar dystir í heimligu kappingini, og hetta hevur aftur við sær, at tað í løtuni ikki ber til at vinna seg av niðasta sessinum á stigatalvuni Suni skal halda skil á ovara vølli í Gundadali sunnudagin klokkan 12.30, verður Kim Ejdes- gaard dómari. Hjálpar- dómarar verða Ólavur Weihe og Tommuy Jen- sen, og Regin Egholm verður 4. dómari. Í unglingafinaluni, sum verður hóskvøldið klokk- an 19.00 á Mølini á Eiði, verður Niklas á Líðarenda dómari. Hjálpardómarar verða Tummas Pauli Ol- sen og Jóannes Mikkel- sen. Finalan verður mill- um HB og NSÍ. JH Unglingafinalan verður á Mølini á Eiði í kvøld Tað verður Suni Johansen úr Sandavági, sum skal døma finaluna um løgmanssteypið