Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-20, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. mai 2014síða 32

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 21. mai 2014 · Nr. 57 4 Sosialurin Vilmund Jacobsen Tað verður mangan sagt, at hevur tú ikki verið til skips, hevur tú held­ ur ikki gingið í lívsins skúla. At fiski-og sjóvinna í Føroyum hevur verið mett sum lívsins skúli, er ivaleyst tann týdningur, sum vinn­an gjøgnum langar tíðir hevur havt í okkara samfelag. Tað eru politikararnir, sum skapa karmarnar um vinnuna, og tí he­v­ur tað eisini verið mett sum ein dygd, at tey, sum skulu skapa hesar karm­ar, av royndum vita, hvørjir tørv­ir­nir og trupulleikarnir eru. Ungur til skips Sosialurin hevur skift orð við løgmann, Kaj Leo Holm Johanne­ sen, har hann í stuttum greiðir frá síni tíð sum dekkari við Váða­steini, stýrimaður hjá Mæersk og farma­ skipinum Herborg, sølu­mað­ur hjá Føroya Fiskasølu, virkisleiðari á Kós­ini í Klaksvík og sameigari av út­flutni­ngsfyritøkuni Farex. Kaj Leo er føddur hin 28. august í 1964. - Eg fór fyrstu ferð til skips sum 13 ára gamal við farmaskipinum Star River. Pápabeiggi mín, Ras­mus Johannesen, førdi skipið, og eg slapp við sum dekkari í summar­ frítíðini millum 6. og 7. flokk. Vit fóru yvir til Íslands við fiskamjøli. Í Ís­landi sigldu vit millum býir, og eg hal­di, at hesin túrurin vardi einar tríggj­ar vikur ella so. Løgmaður sigur, at hann fekk sjó­verk, tá teir høvdu loyst, og hann hevði sjóverk í einar tveir dagar ella so. Hóast hetta var um summarið, var veðrið vánaligt, tá Star River loys­ti í Miðvági. - Fyrstu náttina reyk pakn­ ingurin í kúgvaeyganum í mínum kam­ari, og strálan av sjógvi stóð inn á dúrkið. Hetta var tó eingin trupulleiki, men var eitt vátt upplivilsi hesa fyrstu nátt­ina. Vit bankaðu rust og gjørdu alt tað vanliga, sum hoyrir dekkara­arbeið­ num til umborð á einum farma­ skipi. Kaj Leo sigur, at hann fór rætti­liga motiveraður umborð á Star River, men hann ásannar, at motiva­tiónin var ikki eins stór, tá hesin túrurin var lokin. Saman við Jóhan í Hoyvík Tá summarfrítíðin var liðug, og Kaj Leo hevði gjørt sær sínar fyrstu royndir á skipsdekki, fór hann aft­ ur í skúla at gera seg lidnan við 7. flokk. - Summarið eftir fór eg sum 14 ára gamal veruliga til skips. Hetta var við línuskipinum Váðasteini við Jóhan í Hoyvík sum skipara, og minnist eg rætt, loystu vit í Før­oy­ um hin 20. juni í 1979. Jóhan visti nógv­ar søgur at siga, og hann lærdi meg nógv. Hann fortaldi mær eisini frá hendingini, tá teir í krígstíð flýddu úr Danmark við Hoyvík. Eg minn­ist hann sum ein skilagóðan og rætt­vísan mann, sum hevði góða disiplin umborð. Kaj Leo minnist fyrstu róður­ vaktina á veg vestur um hav ávegis til Labrador á svartkalvaveiði við Váða­steini. - Tá hevði Jóhan ikki sjálvstýrara um­borð á Váðasteini, men ein stýri­ pinn. Eg var ikki vanur at stýra á henda hátt, og tí eydnaðist mær held­ur ikki alla tíðina at halda kós­ ina nóg væl. Tá bað Jóhan meg stilla meg við róðrið sum var miðskips á brún­ni og stýra manuelt eina løtu. Hann helt, at skipið fór at brúka ov nógva olju, um ov stór sveiggj vóru í stýr­ingini. Eg vandi meg tó skjótt við at brúka stýripinnin at stýra við. Vit høvdu vánaligt veður yvir til St. John’s í Labrador, og eg haldi, at vit sigldu í eini 15 samdøgur, har­ av eg hevði sjóverk teir fyrstu dag­ ar­nar á túrinum. Sum 7-8 ára gamal smádrongur byrj­aði Kaj Leo at egna hjá út­róðr­ ar­bát­um á Bacalao, og tí dugdi hann rímiliga væl at egna, tá hann liðugur við barnaskúlan fór um­ borð á Váðastein. Á hesum fyrsta túrinum varð svart­kalvin skráskorin og frystur. Tað vóru langir túrar við Labrador. Vildi hava siglingstíðina - Eg var nú knýttur at Váðasteini í eini fýra ár og var soleiðis, sum árini gingu millum teir royndastu línu­menninar umborð. Eg hevði stórt álit á Jóhan í Hoyvík, og eg hal­di eisini, at hann hevði álit á mær. Millum túrar, tá skipið var í útlandinum og seldi veiðina, var eg onkran línutúr við eitt nú Stapa­ num og Nesbúgvanum. Kaj Leo sigur, at hann gjørdi alt fyri at fáa sína siglingstíð so skjótt sum til bar, tí dreymurin hjá honum var at sleppa á Før­oya Sjómansskúla og fáa eina út­búgv­ing. - Jóhan í Hoyvík bað meg eisini koma umborð aftur, eftir at eg var vorð­in skipsførari, leggur hann aftr­at. Í sínari tíð við línuskipi eydn-að­ ist Kaj Leo at sleppa á ymiskar leið­ ir og ymiskar veiðir, tó at alt var við línu. Teir vóru bæði í føroyskum sjógvi, undir Íslandi, við Labrador og við Nova Scotia, og umframt at fiska tey vanligu fiskasløgini, var hann eisini á hemaraveiði. Stýrimaður við Klaru Mæersk - Eg var 18 ára gamal, tá eg fór á Før­oya Sjómansskúla og gjørdist skips­førari sum 21 ára gamal - og sum 21 ára gamal stóð eg eisini sum stýrimaður á brúnni umborð á Klaru Mæersk. Kaj Leo sigur, at hann sigldi úti í tvey ár tilsamans - ávikavist við Klaru Mæersk og seinni sum stýri- mað­ur við farmaskipinum Herborg, sum Hans Pauli Johannesen á Salt- sølu­ni átti. - Eg kann nevna, at Klara Mæersk var eitt søguligt skip. Tað var júst við hesum skipi, at rituvíkingurin, Anton Olsen, fleiri ár frammanundan bjargaði teim­ um mongu vietnamnesisku flótta­ fólk­unum. Tá eg kom umborð á skip­ið, sást ymiskt umborð, sum min­ti á hesa stóru bjarging, og eitt nú vóru heilsanir frá fólkum, sum vóru bjargaði, og sum tøkk høvdu uppkallað børn eftir Antoni. Minn­ ist eg rætt, fór henda bjarging fram í 1975 sum eg kom umborð á Klaru Mæersk sum stýrimaður í 1986. Jóhan í Hoyvík gjørdi løgmann til ein raskan línumann Kaj Leo Holm Johannesen var tilsamans seks ár á sjónum, og tað var eina góðveðursnátt í Kyrrahavinum, at hann gjørdi av, at hansara lívsstarv ikki skuldi vera á sjónum. - Tað var mánalýsi hesa náttina. Eg stóð og hugdi niður í sjókortið og hugsaði, at nú hevði eg gjørt mær nakrar royndir á sjónum, men at sjógvurin fór ikki at gerast mítt lív, sigur hann