týsdagur 20. mai 2014síða 33
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mikudagur 21. mai 2014 · Nr. 57
Sosialurin
Var seks ár til skips
Kaj Leo var tilsamans seks ár á
sjónum, og tað var eina góðveðurs
nátt í Kyrrahavinum, at hann gjørdi
av, at hansara lívsstarv ikki skuldi
vera á sjónum.
- Tað var mánalýsi hesa náttina.
Eg stóð og hugdi niður í sjókortið
og hugsaði, at nú hevði eg gjørt
mær nakrar royndir á sjónum,
men at sjógvurin fór ikki at gerast
mítt lív. Eg vildi eisini sleppa at
roynda meg í vinnulívinum uppi
á landi. Tað, sum var uppi á landi,
dró nú meira enn sjógvurin. Eg
haldi ikki, at hetta hevði nakað
við heimlongsul at gera, men tá
eg hugsi um hesa tíðina, hevur
ítrótturin ivaleyst fylt og drigið
nokso nógv í mínum hugaheimi.
Eg vildi meira enn bara at vera
burtur í sjóvinnuni.
Gjørdist fiskasølumaður
Kaj Leo sigur, at meðan hann var
heima millum túrar, tá hann var í
farmaskipasigling, fekst hann eitt
nú við at selja bilar hjá Reyni Ser
vice, og seinni var hann eisini í star
vi hjá bilasøluni í eitt ár ella so.
- Í 1989 fór eg at arbeiða á Føroya
Fiskasølu, og her byrjaði eg við
Birgiri Danielsen sum stjóra. Seinni
tók Bjarti Mohr við starvinum og at
enda Niels Sørensen. Her starvaðist
eg árini 1989 til 1995. Eftir hetta fór
eg í starv hjá Kósini í Klaksvík, har
eg var søluleiðari við Jóhan Páll
Joensen sum stjóra árini 1995 til
1997.
At enda í føroyskum vinnulívi
var Kaj Leo samognari í útflutn
ingsfyritøkuni Farex í 10 ár.
Støðan millum
Føroyar og ES
Vit spurdu eisini løgmann, nær
hann gjørdist politiskt áhugaður -
ella, um tað alla tíðina hevur búð
ein ávísur politikari í honum.
- Nei, eg skonkti ikki politikki
ein tanka tey fyrstu nógvu árini av
mínum unga og vaksna lívi. Áhug
in fyri politikki kom ikki, fyrr enn
eg kom í starv sum sølumaður
í Føroya Fiskasølu. Tað var ikki
minst okkara tollviðurskifti við ES
við laksi og øðrum fiskaúrdráttum,
sum eg helt vera burturvið.
Hann sat við stóru kundunum í
Evropa og sá, hvussu vónleys støð
an við høgu tollforðingunum var.
Tá birtist ein neisti í honum, og
hann sá, hvussu ES ynskti at keypa
okkara rávøru, men ikki okkara
framleiðslu.
- Eg vildi gjarna viðvirka til, at
vit fingu betri viðurskifti við ES.
Orsøkin til, at eg seinni stillaði
upp fyri Sambandsflokkin var, at
eg helt, at hesin flokkur best fór
at slóða fyri, at Føroyar fingu betri
sømdir í ES. Tað skal heldur ikki
vera nøkur loyna, at tað var Ed
mund Joensen, sum eggjaði mær
til at stilla upp, sigur hann.
Politiska gongdin
Kaj Leo Johannesen var árini 1997-
2000 býráðslimur í Tórshavnar
býráð og hevur síðani 2002 verið
løgtingsmaður.
Hann varð valdur til landstýris
mann í uttanríkismálum í 2004,
tá hann eisini gjørdist formaður í
Sambandsflokkinum.
Hin 26. september í 2008 varð
hann valdur sum løgmaður fyri
ABC-samgonguna. Eftir løgtings
valið 2011 helt hann fram sum
løgmaður í samgongu millum
Sambandsflokkin,
Fólkaflokkin,
Miðflokkin og Sjálvstýrisflokkin.
Í oktober 2011 fór Sjálvstýris
flokkurin úr samgonguni, eftir at
Kári P. Højgaard varð koyrdur frá
sum landsstýrismaður, men sam
gongan var nóg stór til at halda
fram við hinum trimum flokk
unum.
- Eg gjørdi alt fyri at fáa mína siglingstíð so
skjótt sum til bar, tí dreymurin var at fáa
eina útbúgving sum skipsførari, sigur Kaj
Leo Holm Johannesen, ið fór til skips fyrstu
ferð sum 13 ára gamal og sum annars sigldi
við línuskipinum Váðasteini í fýra ár.
Mynd: Álvur Haraldsen