týsdagur 20. mai 2014síða 34
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 21. mai 2014 · Nr. 57
6
Sosialurin
Leo Poulsen
Mest er ein av stóru fyritøkunum
í landinum, og har er nóg mikið at
gera.
Á skipasmiðjunum er tað um
vælingar av skipum, meðan tað á
Mest í Runavík fyri tað mesta er
rustfrítt, vit fáast við, sigur Mouritz
Mohr.
Tað er fyri tað mesta vanligt við
líkahald og umvælingar og onkur
umbygging vit takast við.
Tað eru føroysk og útlendsk
skip, tó mest føroysk, men eingin
nýbygging í løtuni, sigur Mouritz
Mohr.
Hann sigur, at teir saktans
kunnu gera nýbygningar, men
kappingin við eystureuropeisku
skipasmiðjurnar er hørð.
Mest í Runavík fæst mest við
rustfrítt, og tað verði seg til flaka
virkir, og umborð á skipum, og so
alivinnan , bæði á sjógvi og landi,
sigur Mourtitz Mohr.
Eitt annað, sum stjórin á Mest
leggur stóran dent á, er eykaluta
goymslan.
Vit hava eina stóra eykaluta
goymslu í Havn, á Skála og í Runa
vík, og vit hava eisini eina søludeild
og hava lagt okkum eftir at fara
umborð á skip og vitjar reiðaríir,
sigur Moutritz Mohr.
Tað eru øll sløg av umvælingum,
tað verið seg stál ella máling og so
nakað av timbur og apteringsar
beiði.
So hava vit eisini eina teknistovu
uppi, , sum er ein tekni- og verk-
ætlanardeild. Teir gera ymiskar
uppgávur fyri reiðaríir, sjálvt um
skipið kanska ikki stendur her, sig-
ur Mouritz Mohr.
Ein av uppgávunum er klassa-
kravdar tjúktarmátingar, har máta
verður , hvussu tjúkt stálið er.
Á verkstøðunum hava vit møgu
leika at gera eitt nú hydraulik
slangur, og tað verða gjørdir nógvir
hundrað metrar fyri ikki at siga
kilometrar av slíkum slagnum um
árið, sigur Mouritz Mohr.
Eykalutagoymslan
hjá
Mest
er hin størsta í landinum við uml
60.000 skrásettum lutum.
Har er so vert at nevna, at vit
hava 24 tímar tænastu á eykalutum,
og tað er hvønn dag í árinum. Tað
ber tí altíð til at fáa fatur á okkum,
og vit levera eykalutir allar tíðir á
samdøgrinum, sigur Mouritz Mohr.
Talan kann vera um alt møguligt,
so sum tetningsringar, legur ella
hydraulikslangur.
Hvat so en talan er um, so eru vit
á staðnum 24 tímar um samdøgrið,
sigur Mouritz Mohr.
Og tað er ikki bara skip, teir
servicera.
Talan kann eisini vera um ein
entreprenør, har ein slanga er farin
á eini gravmaskinu ella annað. Tal
an kann verða um alt, sigur Mouritz
Mohr.
Eitt annað øki, sum teir eisini
eru úti um seg, eru kranarnir.
Teir verða brúktir á okkara egna
øki, eins væl og teir verða leigaðir
út. Vit gera rættiliga nógv arbeiði
uttan um skip, eitt nú fjarhitarør
ella stálkonstruktiónir. Og í løtuni
hava vit ein krana uppi í Húsahaga
til vindmyllurnar hjá SEV sigur
Mouritz Mohr.
Hann heldur, at tað er nóg mikið
at gera allastaðni í løtuni.
Seinastu skipini vit bygdu, vóru
Thor Alpha, sum var leveraður
í 2007, og Thor Omega, sum var
handaður í 2008. So tað er ikki
longri síðani enn so. Men so fánaði
tað burtur, og tey eru so fyribils
seinastu skipini, sum bygd vóruí
Føroyum, og tey vórðu bæði bygd
á Skála, sigur Mouritz Mohr, stjóri
á Mest.
Nú er nokk at gera
Fyri tveimum trimum árum síðani vóru sløk tíðarskeið, men seinastu 1- 1 1/2 árið hevur verið nokk at gera
hjá okkum, bæði á skipasmiðjuni í Havn og á Skála, og eisini á Mest í Runavík, sigur Mouritz Mohr, stjóri
Lýsingartilfar