Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-20, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. mai 2014síða 36

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 21. mai 2014 · Nr. 57 8 Sosialurin Leo Poulsen Smyril Blue Water er partur av móð­ur­felagnum, Blue Water, ið er eitt upp­runaliga danskt felag. Og tað, sum sermerkir felagið er, at so at siga allur farmur fer fram á trailara. Serliga loysnin við at brúka trailara tryggjar eina flutn­ings­ góðs­ku, sum ikki er samanberilig við eitt nú bingjuflutning, sigur John Frandsen. Tað, sum er serliga gott við trailara­flutningi er, at vøran kann heintast allastaðni í teimum 26 londun­um, sum Smyril Blue Water hev­ur skrivstovu í, og flytast hagar, hon skal, uttan at umskipan er neyðug. Tað er ein sannroynd, at kem­ur skaði á vøruna, hendir tað allar­ oftast undir umskipan. Við tað, at vør­an ikki verður handfarin umdir flutn­ingi, er vandin fyri skaða mini­ mal­ur, sigur John Frandsen. Hetta er ein av orsøkunum til, at nógv virkir og stovnar hava valt Smyril Blue Water sum fastan veit­ ara av flutningsloysnum. Til dømis hevur Smyril Blue Wat­er flutt fleiri av stóru bygn­ing­ un­um, sum standa um alt landið, og kem­ur væntandi at flyta nógv av tí, sum stendur í gerð í løtuni, sigur John Frandsen. Hvønn krók í heiminum Smyril Blue Water kann vísa á fleiri av teimum bygningum, sum eru gjørd­ir seinastu árini, og fleiri av teim­um, sum standa í gerð í dag. Líka mikið, um vit tosa um heilar skúl­ar, flakavirkir, vindmyllur, motor­ar til Smyril, generatorar til Sunds­verkið, 120 tons kranar ella 29 metra long betong elementir, sigur John Frandsen. Tað er sjálvandi bert ein brot­ part­ur av tí, ið Smyril Blue water flyt­ir millum lond. Vit kunnu eisini nevna allar glas­vegg­ir til Marknagilsdepilin, bilar, bussar motorar til flogfør, byggi­ti­lfar ella smærri el-lutir. Vit hava bestu og røttu loysnina at flyta vøruna heim, sigur John Frand­sen. Smyril Blue Water er eitt so­ nevnt »one-stop shopping«. Tað merkir, at óansæð, hvør tørv­ ur­in er, um tað er flutningur við temperat­uri, sjófrakt, flogfrakt ella van­ligar hurð-til-hurð flytingar, so hava vit altíð loysnina. Og sjálvandi toll­a­vgreiða vit eisini allan flutning við okkum, sigur John Frandsen. Smyril Blue Water hevur eisini eitt samstarv við altjóða kurér­tæn­ astu­na, TNT. Við hesum samstarvi kunnu vit tryggja, at Smyril Blue Water um­ vegis TNT við egnum bilum kann røkka út í hvønn krók kring knøtt­ in til røttu tíð og rætta kostna. Bert hug­flogið setur mørk, og saman skapa vit loysnir, sigur John Frand­ sen. Tvær ferðir um summarið Sum einasta flutningsfelag í Før­oy­ um, kann Smyril Blue Water bjóða RO/RO flutningsloysnir við nýggj­ um og framkomnum køli- og frysti­ vongum. Hetta tryggjar eina skjóta reaktiónstíð og eina óbrotna køli­ ketu frá hurð til hurð. Í vetrarhálvuni er fráferð úr Før­ oy­um hóskvøld við komu til Hirts­ hals leygardag fyrrapart. Hetta ger tað møguligt at røkka flest allar destinatiónir í Norðureuropa tíð­ liga mánamorgun. Í summar­hálvu­ ni er haraftrat ein eyka fráferð sunnukvøld við komu í Hirtshals týs­morgun, sigur John Frandsen. Samansetningurin av góðsi, sum fer av landinum, spennir víða, og fevnir um feskan laks, fryst­an fisk, ísaðan fisk, saltfisk og turrgóðs. Gjøgnum neyvt samstarv við aðr­ar Blue Water skrivstovur og agentar, kann Smyril Blue Water levera flutningsloysnir til allan knøttin á einum høgum tænastu­ støði til kappingarførar prísir, sigur John Frandsen. Skjótt um allan heim Ein stórur partur av tí feska fiski­ num fer umvegis terminalin hjá Smyril Blue Water í Padborg. Úr 3.200 fermetra stóru køligoymsluni verður fiskur úr Føroyum sampakkaður við fisk úr Danmark og Noreg og fluttur víðari til mið- og suðureuropa, sigur John Frandsen. Smyril Blue Water samstarvar tætt við fleiri stórar bingjuflutnings fyritøkur, so sum APL, COSCO, MAERSK LINE, CMA/CGM við fleiri, og hetta gevur atgongd til allan heimin. Flutningurin av bingjum til ´åog úr Føroyum fer fram á trailaralastum soleiðis, at RO/RO konseptið verður varðveitt, sigur John Frandsen. Smyril Blue Water bjóðar eisini flutningsloysnir við flogfrakt um allan heim. Fiskurin fer við Norrönu til Hirtshals og víðari við bili til flogvallir í Norðureuropa, har hann verður flogin út til USA við levering sunnudag, og levering í Kina og restina av heiminum mánadag, sigur John Frandsen, stjóri í Smyril Blue Water. Skjótasta flutningsfelag á Norðurhøvum Norröna er síðst skipið, sum fer úr Danmark í vikuni og av fyrstu skipum, sum kemur til landið fyrst í vikuni, longu 30 tímar seinni, sigur John Frandsen, stjóri á Smyril Blue Water Lýsingartilfar