týsdagur 20. mai 2014síða 44
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 21. mai 2014 · Nr. 57
16
Sosialurin
Tað er nevniliga soleiðis, at skipini
nýtast ikki altíð at koma norður
til Klaksvíkar á beding ella til ein
bryggjukant, fyri at fáa tænast
urnar gjørdar, men arbeiðið verða
eisini gjørt umborð, meðan skipið
liggur aðrastaðni.
– Alsamt fleiri reiðarí hava notið
gott av teirri góðu tænastuni, sum
KSS hevur upparbeitt, og tí eru
fleiri uppgávur komnar til okkara,
sigur Frimodt Rasmussen, stjóri í
KSS.
Sleipistøðin hevur nógv dygdar
umboð til vinnuna. Nøkur av hesum
eru MaK, CAT, International máling,
Baldwin filtur, Stenhøj og Evac.
– Vit hava eisini lagt okkum
eftir at hava fleiri vørur á goymslu
saman við, at vit hava fingið nýggj
umboð á vørum, sum hava við
maskinur og fiskivinnu at gera.
Eisini hava vit gott samstarv við
aðrar veitarar – bæði í Føroyum
og uttanlands – so at kundarnir
fáa tær heildartænastur, sum teir
hava krav uppá, sigur Frimodt
Rasmussen.
Nýggjasta umboðið hjá Klaks
víkar Sleipistøð er IBERCISA – el
drivnu trolspølini, sum bæði verða
brúkt innan sleipibátar, offshore
og í fiskivinnuni. Nýliga varð
avtala gjørd við danska reiðaríið
hjá »Ruth« um eina heilsarloysn frá
Ibercisa til nýggju Ruth, sum verður
smíðað á Kartensens skipasmiðjuni
í Skagen og latin eigarunum fyrst
í 2016. Hetta verður samstundis
fyrsti
nótabáturin/pelagiski
trolarin her um leiðir, ið fær el-spøl
í staðin fyri hydraulisk spøl.
Vit røkja skipini
Ein og hvør reiðari veit, at skipini
skulu hava viðlíkahald, og at tað er
týdningarmikið at stýra hesum á
bestan hátt. Tíðin, ið skipið er úti
úr vinnu, má verða so stutt sum
møgulig. Tískil leggur KSS stór
an dent á at halda ásettar tíðar
ætlanir.
– Vit vinna fleiri av tilboðunum,
sum vit bjóða uppá. Men týdningar-
mikið er altíð, at effektivitekurin er
til staðar, og fyrireikingarnar góðar,
so at arbeiðið heldur tíðarætlanina,
sum reiðaríið hevur lagt. Og tað er
ein vinningur fyri allar partar, sigur
Frimodt Rasmussen við einum
smíli.
Seinastu tíðina hava fleiri skip
verið á bedingini, har tey hava
fingið botnviðgerð ella annað við
líkahaldsarbeiði er gjørt. Tey eru
millum annað Pison, Thor Server,
Thor Beamer, Fiskaklettur og Vest
urland.
Klaksvíkar Sleipistøð er eitt av
teimum miðalstóru arbeiðspláss
unum í Klaksvík við umleið 50
starvsfólkum.
Framgongd hjá
Klaksvíkar Sleipistøð
Seinastu mánaðirnar hevur Klaksvíkar Sleipistøð, stytt KSS, havt stórt virksemi, og flestu
handverkararnir hava havt langar arbeiðsdagar, bæði í Klaksvík og aðrastaðni í landinum.
LÝSINGARTILFAR