Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-20, síða 54
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. mai 2014síða 54

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 21. mai 2014 · Nr. 57 26 Sosialurin Leo Poulsen Tað var ikki av tilvild, at Ture Kor­ sager endaði sum shipping mekl­ ari. – Eg meiri ella minni vaks upp á kaini í Esbjerg, har pápi mín í 30 ár var stjóri í einum fiskavirki, sigur Ture Torsager. Eftir lokna útbúgving arbeiddi hann í sjey ár hjá Mærsk, og tað var har, hann fekk áhuga fyri skips­ mekling. – Eg sá góðar møguleikar innan økið, og eftir sjey ár hjá Mærsk gjørdi eg av at stovna mína egnu fyritøku, sigur Ture Korsager. Tað var í 1986, at Atlantic Shipp­ ing A/S var sett á stovn, og enda­ málið hevur alla tíðina at mekla í skipasølum, og tað er serliga innan størri fiskiskip; hartil arbeiða vit eisini við nýbyggningum. – Tú kanst siga, at okkara sølu­ økið umfatar allan heimin, men tó eru vit at siga ikki inni í teimum tropisku londunum, tí har kenna vit okkum ikki at hava okkara sterku síðu, sigur Ture Korsager. Virkisøkið er serliga savnað í norðurhøvum, og tað vísa sølurnar hjá felagnum eisini. – Seinast, vit vóru við í einari skipa­sølu til Føroya, var fyri smá­ um tveimum vikum síðani, tá vit avgreiddu keyp av einum skipi úr Norður Írlandi til Føroya. Tað var P/F Jókin, ið keypti skipið, sigur Ture Korsager. Ein rímiliga stórur partur av teirra virksemi liggur í keyp og sølu av eisini føroyskum skipum. Áðrenn »Fram« var leveraður til nýggju eigarnar, vóru teir eisini við í fleiri øðrum skipasølum til og úr Føroyum, sum t.d. »Klakkur« til Klaksvíkar, »Eivind« til Sandavágs, »Venus« úr Sándavági til Noregs, »Tummas T« til Gøtu, »Slættaberg« úr Noregi til Klaksvíkar, »Næra­ berg« til og úr Klaksvík, »Poseidon« úr Hósvík til Rusland, og so fram­ vegis. – Vit vóru eisini við í fýra par- trolara nýbygningum til Føroya, hesi skip vóru skip bygd í Spania. Talan var um »Bakur«, »Stelkur«, »Falkur« og »Heykur«, sigur Ture Kor­sager. Føroyskt tilknýti Atlantic Shipping A/S er sum nevnt stovnað í 1986, og eitt serligt eyð­kenni hevur alla tíðina fylgt felagnum. – Vit hava altíð havt føroysk starvs­fólk umborð. Og í dag er helm­ingurin av starvsfólkunum føroy­ingar. Og tað merkir, at fýra av teimum átta starvsfólkunum í fyri­tøkuni, eru føroyingar, sigur Ture Korsager. Eisini málsliga er meklara­fyri­ tøkan væl fyri. – Um vit byrja norðan ífrá, so megnað vit sjálvandi føroyskt og danskt, og harvið norðurlendskt eisini. Síðani er tann eini før­oy­ ingurin uppruna russi, so tað málið megna vit eisini. Vit hava eisini fólk sum tosar spanskt og týskt. At enda hava vit eisini ein kinverja í fyritøkuni, so málsliga eru vit sera væl fyri, sigur Ture Korsager. Og at vera skipsmeklari á altjóða støði, førir eisini nógva ferðing við sær. – Nógv av tíðini fer fyri ferðing, og tað er til næstan hvønn blett á heimskortinum. Tað eru altíð upp­ gávur, ið vit mugu taka okk­um av, og tað ræður jú um at veita kundum okkara dyggastu tænastuna, sigur Ture Korsager. Talan er um nógv sølufólk i fyritøkuni, og bert fáum í um­sit­ ing­ini. – Vit kunnu siga, at sjey av okkara starvsfólkum eru í søluni, meðan bert hitt eina er í umsitingini, sigur Ture Korsager. Kontórið liggur strategisk væl Atlantic Shipping A/S hevur kon­ tór nærum í hjartanum av Keyp­ mannahavn, tað vil siga aftanfyri Glyptoteki yvir ímóti Langebro, sum er bert einar 3-5 minuttir til gongu fra Tivoli. – Í samband við okkara nógvu ferðing uttanlands er tað um­ráð­ andi, at vit hava stutta leið til flog­ vøllin í Kastrup. Tað tekur okkum bert einar 15 minuttir at koyra út í Kastrup og kunnu sostatt via flúgvara verða í flestu havnabýum í Europa/Norðanlondum við stuttum varskó, sigur Ture Korsager. - Vit kunnu eisini koyra við bil til Skagen, Hirtshals og Esbjeg uppá fáar tímar. Sama er galdandi viðvíkjandi havnum í Svøríki, Týsklandi, og so víðari har fiskiskip javnan lossa, sigur Ture Korsager. Uppgávurnar broytast Tað er við nøgdsemi, at stjórin í Atlantic Shipping kann líta aftur á smá 28 ár í vinnuni, og so at siga øll árini hava havt svørt tøl á grund­ linjuni. – Eg haldi ikki, at vit nakað ár hava havt eitt undirskot at vísa á, sigur Ture Korsager. Teir hava kortini merkt eina ávísa broyting í arbeiðsforminum seinnu árini. – Talan gerst í altstørri mun um at selja skip við kvotum nú á døgum. Og tað mugu vit sjálvandi laga okkum til, sigur Ture Korsager. Hetta hevur ført til størri aktivi­ tet á serliga norska og danska markn­aðinum. – Tað er serliga har, vit merkja størri virksemi, og áhugin fyri skip­ um við kvotu er eisini størstur har, sigur Ture Korsager. Atlantic Shipping hevur sum longu nevnt leverað eitt skip til P/F Jókin í Hvalba, og skulu lata eitt skip til Noreg í hesari vikuni. – So skulu vit eisini levera eitt skip til Suðurafrika um eitt ár – har íð sáttmáli longu er undir­ skriv­aður, so vit hava bæði stutt- og lantsiktaðar loysnir og avtalur, sigur Ture Korsager, stjóri í Atlantic Shipping. Soleiðis sigur felagið stutt um seg sjálvt: »Atlantic Shipping A/S, grundlagt i 1986, er et internationalt skibs­ mæglerfirma med speciale i køb og salg af større fiskeskibe og køle­ skibe. Det gælder såvel brugte skibe som nybygningsprojekter. I dag er Atlantic Shipping et af verdens førende skibsmægler­ firmaer indenfor fiskeskibe. Vores team på 8 velkvalificerede med­ arbejdere fra Danmark, Færøerne, og Kina er til enhver tid parate til at yde vores kunder den bedst mulige service. Vores veletablerede netværk af direkte kontakter over hele verden holder os dagligt informeret om markedsbevægelser inden for fiske­skibe, og gør os i stand til at foreslå passende salgskandidater på så godt som alle modtagne fore­ spørgsler. Vi ser frem til at samarbejde med jer!« www.atlanticship.dk Danskt meklarafelag við sterkum føroyskum bondum - Vit hava verið við í mongum skipshandlum, bæði til og úr Føroyum, og hitt seinasta skipið, vit meklaðu í, var »Havilah«, sum seinni fær navni »Fram«, sum var endaliga avgreidd í farnu viku, sigur Ture Korsager, stjóri í Atlantic Shipping A/S. LÝSINGARTILFAR