Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-11, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. juni 2014síða 4

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 11. juni 2014 · Nr. 65 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jón Brian Hvidtfeldt Samstundis sum politiska ynskið um at knýta Argir tættari og betri saman við rest­ina av høvuðsstaðnum gerst alsamt størri, so tykist rokn­ing­in fyri arbeiðið at veksa sam­svarandi. Seinnapartin fríggjadagin fyri hvítusunnu vórðu til­ boð­ini uppá brúnna um Sandá latin upp. Tað, sum leyp í eyguni, var óvanliga stóri prís­munurin. Arbeiðið varð boðið út í innbodnari útbjóðing millum tær tríggjar fyritøkurnar, sum higartil hava verið inni í hesi áragomlu verkætlan. TG-Verk bjóðar sær til at gera brúnna fyri 83,5 milliónir. Articon bjóðar sær til at gera brúnna fyri 74,5 milliónir, og nógv tað lægsta til­boðið eigur J & K. Petersen, sum bjóðar sær til at gera ar­beiðið fyri 59,8 milliónir. Allar upp­hæddirnar eru uttan meir­virðis­gjald. Í tilboðnum liggur bara ar­ beiðið at gera sjálva brúnna, meðan rund­koyringarnar báðu­megin koma afturat. Í feb­ruar skrivaði Tórshavnar Kommuna undir sáttmála við sp/f Andrias Berg, sum ger báðar rundkoyringarnar og tilhoyrandi íbindingar báðu­megin brúnna fyri til­ samans 9,7 milliónir krónur. Tí er greitt, at nýggja vega­ sam­bandið millum Havnina og Argir fer at kosta 70 milliónir krónur. Tilboðini Fyritøkan J&K Petersen eig­ur sum nevnt nógv tað lægsta tilboðið uppá at gera brúnna um Sandá í Havn. Stóri prís­munurin kom óvart á sjálvt stjóran í fyritøkuni. – Nei, satt at siga dugi eg ikki at svara tær, hví mun­ urin á tilboðunum er so stór­ ur, segði ein ovfarin Stein Olvur Petersen, stjóri í J&K Petersen við Rás2 fríggja­ dagin. Sum tann einasta av teim­ um trimum fyri­tøk­unum hevur J&K Petersen eitt til­ boð, ið kann sigast at minna um fyrru útbjóðing, ið var á heysti í 2012. Ta ferðina bjóð­ aði J&K Petersen sær til at gera alt arbeiðið, íroknað rund­koyr­ingar, fyri 60,8 milliónir krónur. Tilboðið hjá TG Verk var 57,4 milliónir, um­framt eitt alternativt tilboð á 52,7 milliónir. Triðja fyri­tøkan, Articon, bjóðaði sær til at gera alt arbeiðið fyri 54,7 milliónir. So meðan J&K Petersen var dýrast í oktober 2012, er fyritøkan nógv bíligast nú: – Eg kann bara tosa fyri okkara fyritøku. Og tað er, at vit standa við okkara tilboð og prísir, sigur Stein Olvur Petersen. Hjá kappingarneytunum í Articon og TG Verk er semja um, at talan hesaferð er um eina heilt aðra verkætlan. – Í 2012 var talan um eina totalenterprisu, har vit sjálvi stýrdu arbeiðnum, meðan vit hesaferð bjóða uppá eitt liðugt projekt, staðfestir Høgni Lauritsen og vísir á fleiri ítøkiliga munir millum bæði projekt. Serliga vísir stjórin á TG Verk á, at í nýggja projekt­ inum verður brúkt munandi meira av stáli, umframt at nøgdir­nar av gróti eru mun­ andi størri hesaferð. – Í 2012 bjóðaðu vit okk­ um til at gera eina beton­ brúgv, men nú er sniðið nógv broytt og berandi stál­ kon­struktiónir eru partur av tí. Tað dýrkar okkara til­ boð munandi, sigur Høgni Lauritsen. Stjórin í TG Verk ásannar samstundis, at meira er at gera í byggivinnuni, og tí hækka prísirnir. Hann hevur tó ikki nærri frá­greiðing um stóra prís­ munin millum innkomnu til­boðini. – Nei, men eg haldi at J&K eru dekan ov bíligir, sigur Høgni Lauritsen. Hjá Articon er tónin meira hvassur. Fyritøkan bjóð­aði sær sum nevnt til at gera alt arbeiðið fyri smáar 55 milliónir krónur í fyrra út­bjóð­ingarumfari. – Tá valdi Tórshavnar Komm­una at diskvalifisera øll til­boðini. Tað vóru vit sera mis­nøgd við, sigur Jón Sigurdsson. Stjórin í Articon heldur samanumtikið lítið um, hvussu málið við brúnni um Sandá er handfarið. – Vit bjóðaðu okkum til gera alt arbeiðið fyri handan prísin. Tað var eingin ivi um, at vit vildu hava arbeiðið. Tá vit geva tilboð leggja vit okk­ um altíð eftir at bæði prísur og tíðarætlan halda, sigur Jón Sigurdsson av­gjørdur. Hóast tað seinni er ført fram, at neyðugt er at brúka munandi meira grót til verk­ ætlanina enn upp­runa­liga mett, so fær tað ikki stjóran í Articon at broyta støðu. – Eg trúgvi einki uppá, at hetta hevði broytt prísin stór­vegis. Tá bjóðaðu vit uppá arbeiðið í eini totalent­ erprisu, og vit skuldu nokk funnið eina loysn á tí eisini, sigur Jón Sigurdsson. Hesaferð bjóðar hann uppá eitt liðugt projekt, ið Lands­byggifelagið og Selmar Nielsen arkitektur hava staðið fyri. Og tað broytir støð­una grundleggjandi: – Nú bjóða vit bara upp á tað, sum er boðið út. Seinast høvdu vit okkara egna pro­ jekt at arbeiða út frá, sigur Jón Sigurdsson. Stjórin í Articon vísir á, at hesaferð er talan um nógv meira grót, stál og betong. Og tað dýrkar. Fíggingin Í oktober 2012 kundi Tórs­ havnar Kommuna fáa nýtt vega­samband um Sandá fyri 55 milliónir krónur. Møgu­ liga bíligari, um tikið var av alternativa tilboðnum frá TG Verk. Í dag er greitt, at rokn­ ing­in fyri sama vegastrekki verður 70 milliónir krónur. Samstundis er greitt, at neyðugu pengarnir eru ikki settir av á íløguætlanini. – Nei, vit mugu bara stað­ festa, at vit nú mugu út og finna pengarnar, ásannar Elin Lindenskov, forkvinna í tekn­isku nevnd í Tórshavnar Býráð. Á fíggjarætlanini fyri 2014 eru fimm milliónir krónur settar av til brúnna um Sandá. Tær koma afturat teim­um 33 milliónunum, ið vóru settar av í fjør og seks milliónunu í 2012. Tær 44 milliónirnar røkka tí bara til stívliga tveir triðingar av rokningini. Og ikki ein króna er sett av á langtíðar íløgu­ játtanini fyri 2015. – Nei, tað er rætt, stað­ festir Elin Lindenskov, sum samstundis ásannar, at vaks­ andi prísurin fyri brúnna um Sandá kann ikki koma heilt óvart á býráðspolitikarar. Sambært ráðgevunum hjá Tórshavnar Kommunu fór nýggja projektið at kosta um­leið 62 milliónir, umframt tær stívliga 10 milliónirnar til rund­koyringar og til­ koyringar­veg. Forkvinnan í teknisku nevnd hevur tó einki boð uppá, hvar pengarnir skulu finn­ast. – Persónliga haldi eg tó, at vit brúka sera nógvar peng­ ar til ítróttin. Her áttu vit kanska at bremsa eitt sind­ ur, tí brúgvin um Sandá má rað­festast nú. Hon vil ikki beinleiðis siga, hvørt tað var eitt mistak at annulera tilboðini uppá brúnna, tá afturi í oktober 2012. – Eg veit ikki. Har vóru sum skilst stórar óvissur, ser­liga um grótið, sigur Elin Linden­skov. Eitt uppáhald, sum Jón Sigurdsson tó vísir aftur. – Vit vóru sera ónøgd við, at kommunan tá valdi at vraka tilboðini. Var vilji at gera brúnna tá, so var hon liðug í dag. Og kommunan hevði spart nógvar milliónir, sam­mett við tað, sum man nú noyðist at brúka, sigur Jón Sigurdsson. Hóast Articon ikki ger meira við brúnna um Sandá, ásann­andi at teirra nýggja tilboð liggur 15 milliónir oman­fyri tilboðið hjá J&K, so ilskast stjórin inn á hand­ faringina: – Vit brúktu nógva tíð, orku og pengar til at gera fyrra tilboðið. Vit vildu hava hatta arbeiðið, og gjørdu tí nógv burtur úr at bjóða, men síðani varð alt annulerað. Hatta var ein góður ordri at fáa, og tí harmast vit um, hvussu kommunan fór við inn­komnu tilboðunum, sigur Jón Sigurdsson. jonbrian@sosialurin.fo 15 milliónir dýrari Rokningin fyri nýggja vegasambandið millum Havnina og Argir kemur upp á 70 milliónir krónur. Sera vánalig handfaring av Tórshavnar Kommunu, sigur stjórin í Articon, sum í oktober 2012 bjóðaði sær at gera arbeiðið fyri 55 milliónir Brúgvin um Sandá 2012: 55 milliónir 2014: 70 milliónir Nýggja vegasambandið um Sandá kostar nú 70 milliónir krónur. Í oktober 2012 stóð Tórshavnar Kommunu í boði at fáa alt arbeiðið gjørt fyri umleið 55 milliónir, men kommunan tók ikki av – Tað er eingin loyna, at hjá Articon vóru vit sera misnøgd, tá Tórshavnar Kommuna í 2012 valdi at diskvalifisera øll tilboðini, sigur Jón Sigurdsson, sum tá bjóðaði sær at gera alt vegasambandið um Sandá fyri 55 milliónir krónur