Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-12, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. juni 2014síða 5

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Fríggjadagur 13. juni 2014 · Nr. 66 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 fyri hvalirnar Rannvá G. Fossaberg – Tá eg fór við í felagsskapin, gjørdi eg tað lyftið, at meti eg tað verða neyðugt, so eri eg til reiðar at doyggja fyri ein hval. Soleiðis er hug­burð­urin eisini hjá øllum hinum sjálvbodnu fólkunum, sum koma at vera í Føroyum næstu tíðina, tí kann eitt deyðs­fall steðga grinda­dráp­ið, so halda vit, at tað er tað vert. Orðini eigur tann 55 ára gamli Scott West, sum mánadagin kom til Før­oya fyri at leggja stóra átakið hjá Sea Shepard ímóti grinda­ drápi til rættis. Ameri­kan­ arin, sum er fyrrverandi løgreglumaður, er leiðari hjá teimum umleið 600 fólk­ unum, sum hetta summ­arið koma at vera í Føroyum, har tey fara at royna at steðga grinda­drápi. – Vit hava eina greiða ætlan fyri, hvussu vit skulu bera okkum at, um illa vil, og ein grind ger landgongd. Eg fari ikki at avdúka ta strategiina, men eg kann vissa tykkum um, at vit eru til reiðar at fara í fongsul og enntá lata lív, um tað merkir, at vit kunnu bjarga bara ein­um hvali út av teimum mongu, sum hvørja ferð verða dripnir, tá eitt grindadráp fer fram, sigur Scott West. Átakið er longu byrjað Tá Norrøna kom til Føroya mánamorgunin var Scott West og 13 onnur fólk frá Sea Shepherd við í ferða­fólka­ hópinum. Tó so komu tey fyrstu sjálv­bodnu fólkini, ið stuðla felagsskapinum, longu í farnu viku, og heilt fram til 1. oktober koma og fara enn fleiri sjálvboðin. – Áðrenn hetta átakið byrj­aði, gjørdu vit eina greiða ætlan yvir, hvussu tey sjálvbodnu komu at ar­ beiða her í Føroyum, og við góðari samskipan hava vit megnað at gjørt eitt slag av arbeiðsætlan, sum eisini passar til tey sjálvbodnu, sigur Scott West, ið leggur afturat, at fólkini eru í yms­ um aldursbólkum og úr eini 27 londum. Sjálvur hevur hann konu sína og 21 ára gomlu dóttrina við sær á ferðini í Føroyum. Hesar seinastu dagarnar hava fólkini frá Sea Shepherd funnið seg til rættis og eru byrj­að upp á arbeiðið at steðga grindadrápi í Før­oy­ um. – Vit hava fólk, sum halda eitt vakið eyga við øllum hval­vágunum í Føroyum. Tað gera tey við antin at vera á staðnum ella eisini koyra runt til tær ymsu hval­ vágirnar við rættiliga tøtt­ um millumbili. Tað er líka í Við­vík, vit ikki hava nakrar eygleiðarar, tí har er ikki møguligt at koma til við bili. Men við hesi eyðgleiðingini av hvalvágunum kring landið eru vit til reiðar og vita alt fyri eitt, um so er, at ein grind er á veg, greiðir Scott West frá. Royna ikki at provokera Tá Scott West og hini sjálv­ bodnu fólkini komu til Før­ oya mánamorgunin, høvdu tey við sær níggju bilar, sum hava eyðkenda búmerkið fyri felagsskapin á bilhurðunum. Sjálvur vísir hann staðiliga aftur, at bilarnir hava til enda­máls at provokera. – Vit mugu hava bilar fyri at koma runt her í landinum. Tað er einfalda orsøkin. At bil­arnir so hava okkara bú­ merkið á er bara fyri at fólk kunnu identifisera okkum, og harafturat, so eru vit errin av tí, sum vit gera, og eru ikki bangin fyri at vísa tað, sigur Scott West og vísir fram ann­ að hondliðið við eini tattov­ ering av búmerkinum. – Av tí at tað er heldur dýrt fyri okkum at leiga bilar, valdu vit at keypa nakrar gamlar, sum vit so hava við okkum á ferðini. Vit hugsaðu, at kanska eru tað nøkur fólk, sum ikki dáma okkum og tí hava hug til at gera herverk á bilarnar, men tá talan er um heilt gamlar og slitnar bilar, so ger tað ikki so nógv, um so er, at okkurt herverk verður gjørt á teir, sigur Scott West. Hann leggur dent á, at Sea Shepherd ikki er kom­in til Føroya fyri at gera før­oy­ ingum nakað ilt. – Vit eru ikki ímóti føroy­ ingum. Als ikki. Vit eru bara her fyri at verja hvalirnar, slær Scott West fast. Fingið blandaða móttøku Fyrrverandi løgreglumað­ urin, sum seinastu seks árini hevur arbeitt fulla tíð fyri Sea Shepherd, heldur, at hann og hansara starvsfelagar hava fingið eina heldur blandaða móttøku av føroyingum. – Nógv eru fyrikomandi og vinarlig, og eitt nú politi­ star, tænarar og fólkini á ferða­skrivsstovunum hava verið ógvuliga professionel og hava veitt okkum góða tænastu, hóast tey persónliga kanska ikki stuðla tí, sum vit gera, fortelur Scott Weat og heldur fram: – Men eg havi so eisini upplivað seinastu dagarnar, at ein maður gav mær tekin um, at eg átti at verið skorin á háls, og ein annar ætlaði at kasta eina ølfløsku eftir mær. Men slíkar reaktiónir eri eg vanur við eitt nú frá Japan, har eg mangan havi verið í royndini at bjarga delfinum, sigur Scott West. Hann sigur seg hava lagt til merkis, at fólk eru varug við, at felagsskapurin er í land­inum, men ikki vita heilt, hvussu tey skulu fyri­halda seg, tá tey síggja per­són­ar í eitt nú húgvum og troyggj­ um við Sea Shepherd bú­ merkinum á. – Tá eg eri til handils her, síggi eg væl, at fólk teska saman, hyggja eitt sindur løgið eftir mær, og onkur roynir enntá at taka myndir av mær í loyndum. Men alt hatta ger mær ikki nakað, tí slíkur atburður mótvegis okkum frá Sea Shepherd er rættiliga vanligur, greiðir Scott West frá. Leggja trýst á føroyingar Tá øll tey sjálvbodnu fólkini frá Sea Shepherd eru komin til landið innan fyri næstu vikurnar, verða umleið 500 teirra á landi, meðan eini 100 verða stødd á sjónum. Scott West leggur dent á, at hesi tilsamans 600 fólkini kunnu hava stóra ávirkan á, hvat tað er fyri ein mynd, sum poten­ tiel nýggj ferðafólk kunnu fáa av Føroyum. – Tá henda ferðin hjá okk­ um í Føroyum endar first í oktober, hava øll hesi 600 fólkini eina søgu at fortelja. Antin fortelja tey søguna um Føroyar sum eitt deiligt stað við áhugaverdari list, ríkum tónleikalívi, hugnaligum hús­um, stórum festivalum og vakra tjóðarbúnanum. Ein søga, sum ivaleyst kann gera Føroyar áhugaverdar fyri fólkum kring heimin, sigur Scott West og heldur fram: – Ein onnur søga er eisini ein møguleiki, og tað er ein ræðusøgu um blóðbað og ørskap. Tað er upp til tykkum føroyingar, hvørja søgu tit vilja hava tey 600 fólkini at fortelja úti í heimi, sigur Scott West avgjørdur. Hann heldur tó ikki, at tey á henda hátt royna at leggja eitt trýst á føroyingar. – Eg vil siga sum so, at eg vóni, at okkara fólk fara at keða seg, meðan tey eru her, tí so merkir tað, at ferð­ in hevur verið ein suc­cess, av tí at eingir hvalir eru blivnir dripnir. Næstu mán­ aðirnar sleppa okkara fólk at uppliva føroyingar og før­ oyska samfelagið og kunnu fáa nakrar positivar søgur at fortelja úti í heimi. Men fer grinda­dráp fram, meðan vit eru her, so verður talan um nakrar heilt aðrar og óhugna­ ligar søgur, sum fólkini fara at fortelja, sigur Scott West. rannva@sosialurin.fo – Eg eri til reiðar at lata lív, um tað er tað, sum skal til fyri at bjarga einum hvali frá grindadrápi. Og tað kann eins væl henda á hesi ferðini í Føroyum og aðrastaðni. Soleiðis sigur amerikanarin, Scott West, ið samskipar arbeiðið, sum fólkini frá Sea Shepherd felagsskapinum skulu gera í Føroyum næstu mánaðirnar í royndini at steðga grindadrápi T-shirt hug­ skotið er barns­ ligt – Eg havi frætt um hug­ skotið við t-shirtunum og fyri at siga sum er, so haldi eg hatta vera ótrú­liga barnsligt, sig­ ur Scott West. Seinastu dagarnar hev­ur kjak verið um, hvussu føroyingar skulu bera seg at, um so er, at grind­ir koma í summar. Ymsar áskoð­anir og hug­skot eru komnar fram í kjakinum, og eitt av teim­um kreativu hug­ skot­inum snýr seg um, at allir grindamenn skulu lata seg í t-shirtir við bú­merkinum hjá Sea Shep­herd á. Scott West held­ ur lítið um tað hug­ skotið. – Tað sigur seg sjálvt, at gongur onkur í eini Sea Shepherd blus og samstundis drepur hval, er tað ikki eitt av okkara fólkum. So hatta hevur lítla og onga ávirkan, sigur Scott West. Tvíkiljan Brigitte Bardot, sum gitna franska sjónleikarkvinnan, tann nú 77 ára gamla Brigitte Bardot, hevur givið Sea Shepherd var í Føroyum seinast Sea Shepherd var í Føroyum fyri trimum árum síðan