hósdagur 12. juni 2014síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 13. juni 2014 · Nr. 66
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Marjun Dalsgaard
Almannaverkið hevur gjørt
skjótt av, og nýggjur økis
leiðari er longu settur í starv
í Heimatænastuni, øki 1, sum
er Suðurstreymoy.
Meta av Fløtum er í løtuni
leiðari á Lágargarði, og er
biðin um at røkja starvið
sum økisleiðari í øki 1 eisini.
Hon hevur játtað, og tekur
við alt fyri eitt.
– Fyrst og fremst fari eg at
brúka orkuna upp á at betra
um trivnaðin hjá starvs
fólkunum, tí eg havi skilt,
at trivnaðurin er ein trupul
leiki, sigur Meta av Fløtum.
Hon veit tó einki um, hvat
trupulleikin er, sigur hon.
– Nú má eg seta meg inn
í støðuna, eg veit einki um,
hvat gongur fyri seg, ella
hvat trupulleikin er, men eg
havi skilt á lagnum, at trivn
aðurin ikki er góður, so tað
er har, eg fari at leggja mína
orku, sigur Meta av Fløtum.
Tað fer hon at gera við at
lurta eftir starvsfólkunum.
– Eg havi boðað starvs
fólkunum frá, at eg komi út í
bólkarnar, og eg fari at lurta
eftir teimum, so eg fái eina
hylling av, hvat trupulleikin
er. Hvat halda tey, eigur at
gerast øðrvísi, og so taki eg
tað har frá, sigur hon.
Fakligan stoltleika
Umframt trivnaðin, hevur
verið
funnist
at
fakliga
støðinum í øki 1. Meira enn
helvtin av starvfólkunum
hava onga fakliga útbúgving,
og haraftrat eru fleiri, sum
heldur ikki hava royndir
innan eldrarøkt. Meta av
Fløtum sigur, at hon hevur
ikki sett seg inn í viður
skiftini enn, men at hon vil
styrkja starvsfólkið fakliga.
– Eg vil gjarna geva teim
um fakligan stoltleika, og eg
fari at seta meg inni í, hvussu
vit kunnu hækka fakliga
støðið. Tað er av týdningi at
skilja, hvar fólk eru, so fyrst
fara vit at finna útav, hvat
fakliga støði er, og hvønn
tørv
starvsfólkini
hava.
Síðan fara vit møguliga at
bjóða teimum skeið, eins og
sjúkrarøktarfrøðingar, sum
longu eru í skipanini, skulu
vera við til at hækka støðið
hjá hinum, sigur hon.
– Tað týdningarmesta er
at lurta eftir starvsfólkunum,
hjálpa teimum og styrkja
tey fakliga, sigur Meta av
Fløtum.
Pengarnir seta markið
Tað er eingin loyna, at eldra
økið hevur verið fyri nógv
um sparingum, og tað er
avbjóðandi at fara undir eitt
starv sum leiðari í einum øki
har starvsfólkini mistrívast
og pengarnir eru fáir.
– Tað er vist, at pengarnir
avgera, hvat er møguligt og
ikki. Vit kanna tørvin hjá
teimum eldru, og meta um
hvørja tænastu tey skulu
hava, men um vit kunnu
veita ta tænastuna velst um,
um nakrir pengar eru, sigur
Meta av Fløtum.
Hon er 60 ár, og hevur
hollar royndir bæði innan
sjúkrarøkt á Landssjúkra
húsinum og sum leiðari
innan eldraøkið.
Áðrenn hon byrjaði sum
leiðari á Lágargarði, var hon
varaleiðari í Heimatænast
uni, øki 1 í fýra ár og leiðari í
einum fyribils starvi í eitt ár.
Hon søkti starvið sum leiðari
av Lágargarði í 2007.
Sostat var Cecilia Vestur
eið sett sum økisleiðari í øki
1 2007, tá Meta av Fløtum fór
á Lágargarð.
Fyribils loysn
Meta av Fløtum tók nakrar
dagar at hugsa seg um í, áðr
enn hon takkaði ja til starvið
sum økisleiðari Hon mátti
millum annað spyrja stýrið
fyri Lágargarð um tað var í
lagi fyrst. Tað var tað, men
treytin var, at hon helt fram
á Lágargarði. Hon takkaði
ja, men væntar sær langar
dagar.
– Eg vænti tað ber til, tí at
eg kenni økið so mikið væl,
og tí tað koyrir rættiliga væl
á Lágargarði. Fleiri av mínum
uppgávum kunnu røkjast av
deildarleiðarum
á
Lágar
garði, sigur hon. Hon leggur
aftrat, at ein orsøk til, at hon
segði ja, er at tað er ein tíðar
avmarkað uppgáva.
Sostatt er loysnin gald
andi til 1. Januar 2015, tá
kommunurnar
yvirtaka
eldraøkið. Tó er tað møguligt
at halda fram eftir 1. januar,
tí
bæði
Lágargarður
og
Heimatænastan verða lagdar
undir kommununa.
Hóast 60 ár á baki hevur
hon ongar ætlanir um at.
– Eg havi nógv at geva av,
og tað, at eg eri 60 ár, hevur
teir fyrimunir, at eg havi
nógvar royndir. Eg ætli mær
als ikki at pakka saman enn,
sigur Meta av Fløtum.
marjun@sosialurin.fo
heimatænastan
Eg fari
fyrst og
fremst
at lurta
Nýggi økisleiðarin í Suðurstreymoy fer at brúka orkuna upp á trivnaðin. Fyrst og
fremst fer hon at lurta eftir, hvat starvsfólkini hava at siga, sigur Meta av Fløtum
– Nú fari eg at seta meg inn í viðurskiftini, so
eg skilji starvsfólkini, og hvør trupulleikin er,
sigur Meta av Fløtum. Hon hevur tikið við sum
økisleiðari í Heimatænastuni, øki 1, men skal sam
stundis røkja starvið sum leiðari á Lágargarði