Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-12, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. juni 2014síða 7

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Fríggjadagur 13. juni 2014 · Nr. 66 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 heimatænastan Sálarfrøðingur skal fylgja leiðsluni Tey hava tørv á eini lekjandi tilgongd. Trivnaðurin í Heimatænastuni er so mikið vánaligur, at ein sálarfrøðingur skal fylgja leiðsluni, nú átøk skulu gerast fyri at betra um trivnaðin Marjun Dalsgaard Trivnaðurin í Heima­ tænastuni hevur verið úti av lagi vánaligur. So vána­ ligur, at einki annað var at gera, enn at økis­leiðarin fór heim, sigur Hallur Thomsen, stjóri á eldra­ depl­inum. Upprunaliga var ætlanin at gera eina trivnaðar­kanning, ella eina støðu­meting av trivnað­ inum, við tí fyri eyga at finna útav hvørji tiltøk kunnu setast í verk fyri at betra um trivnaðin. Tá úrslitið av kanning­ ini kom, vísti tað eina mynd, sum var so vána­lig, at ætlanin mátti endur­ skoð­ast, sigur hann. Fyri at bøta um trivn­ aðin er neyðugt at seta ein nýggjan leiðara sum skjót­ ast, og tí hevur Almanna­ verkið borið skjótt at, og hevur spurt Metu av Fløtum, sum er dagligur leið­ari av Lágargarði, um hon vil taka við starv­inum sum økisleiðari fyri­bils. Sálar­frøðingurin, Helgi Rasmussen, sum hevur staðið fyri trivnaðarkann­ ing­ini í Heimtænastuni, skal somu­leiðis vera við í byrjanini, við tí fyri eyga at skapa eina skipaða tilgongd fyri at betra um trivnaðin. – Fólk sum mistrívast og hava tað ringt hava tørv á eini lekjandi proces, sigur Hallur Thomsen. Hann vil ikki nevna nakað dømi um, hvat kanningin vísir, men sigur, at tá tað verður víst á so nógv negativ virður­skifti í eini kanning, er neyðugt at hugsa um, hvussu starvsfólkið verður handfarið. Lítið av sjúkrafráveru Forkvinnan í Felagið Før­ oyskir Sjúkrarøktar­frøð­ ingar, Óluva í Gong, hevur sagt við Sosialin 2. juni, at tað ikki var ein rættvísandi kanning, sum var gjørd av trivnaðinum. Hon heldur, at økið er so niðurpínt, at tað er orsøkin til, at fólk mistrívast. Haraftrat hevur ikki verið nógv sjúkra­frávera, og tað er tað ofta, tá fólk ikki trívast. Men tað merkir ikki, at trivn­aðurin hevur verið í lagi, sigur Hallur Thomsen. – Eg kann bara gita, hví sjúkrafráveran hevur verið lág, men tað hevði bara verið eitt git, so tað fari eg ikki at úttala meg um, sigur hann og leggur aftrat: – Útfrá sjúkrafráveru aleina ber ikki til at stað­ festa um trivnaðurin á ein­ um arbeiðsplássi er í lagi. Orøkin til, at tey hava »headhuntað« Metu av Fløtum er, at tey kenna hana frá størvum innan Almanna­verkið framman­ undan. – Vit eru ikki í iva um henn­ara førleikar, og tað er av týdningi, at ein nýggj leiðsla kann koma í gongd, skótast, sigur hann. Tíðindini um, at Meta av Fløtum var sett í starv sum fyribilsleiðari vórðu væl mótikin. – Fleiri av starvsfólk­ unum kenna Metu av Fløtum frá tíðini, tá hon var leið­ari í øki 1, og tey vóru sera fegin um at hoyra, at hon kemur aftur. Fólk vóru glað og hon fekk klemm á gongini aftaná, sigur Hallur Thomsen. Hann ber seg undan at svara upp á, hví einki hevur verið gjørt við leiðslu­trupulleikan áður. – Eg havi bara verið her í átta mánaðir, so tað veit eg ikki, sigur hann. Fyrrverandi økis­leið­ar­ in, Cecilia Vestur­eið hev­ur verið í starv­inum í sjey ár. 80 starvs­fólk ar­beiða und­ir økisleið­aran­um í øki 1. marjun@sosialurin.fo Fólk, sum mistrívast og hava tað ringt, hava tørv á eini lekjandi proces. Tí skal ein sálarfrøðingur fylgja leiðsluni í byrjanini, sigur depilsstjórin á eldra­ deplinum, Hallur Thomsen Myndir: Álvur Haraldsen Tað hevur leingi ljóðað, at trivnaðurin í øki 1 innan Heimatænastuna er úti av lagi vánaligur. Fakliga støðið er lágt, og avvarðandi eru ónøgd við tænastuna, sum tey eldru í Suðurstreymoyarøkinum fáa. Í mai 2014 vísti eitt svar frá landstýriskvinnuni í almannamálum, Anniku Olsen, at meira enn helvtin av starvsfólkunum innan heimarøktina ikki hava nakra fakliga útbúgving. Ása Holm, forkvinna hjá heilsuhjáparunum, vil vera við, at talið er enn hægri, og segði við Sosialin 19. mai 2014, at bert 4-5 av 38 heimahjálparum hava nakra útbúgving og fleiri hava heldur ongar royndir og koma so at siga »av gøtuni«. Í mai 2014 skrivaðu vit um ein eldri mann í Havn, sum lág við somu blæðu í 10 – 15 tímar hvønn dag og ikki slapp í bað í 11 vikur. Røktin og arbeiðsumstøðurnar hava verið vánaligar, og ein trivnaðarkanning avdúkaði síðst í mai óvanliga vánaligan trivna millum starvsfólkið í øki 1. Síðst í mai fór økisleiðarin frá, og mikudagin 11. juni var kunngjørt, at Meta av Fløtum er sett í starv sum økisleiðari. Mistrivnaður í Suðurstreymoy