hósdagur 12. juni 2014síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 13. juni 2014 · Nr. 66
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Sunnudagin 25. mai fingu Randi Rólantsdóttir og Brian
L. Festirstein av Eiði hendan fitta sonin. Hann var 41 cm
langur og vigaði 1695 gr.
Føðingar
Nú Frits rundaði tey sjeyti,
hugsaði eg mær, at onkur
mentamaður fór at skriva
nøkur orð um henda menta
mann, men so var ikki, og tí
setti eg meg niður at festa
nøkur orð á blað um henda
fjølbroytta mann, tí er tað
nakar, sum hevur nøkur rós
andi orð uppiborin, so er tað
Frits.
Frits og eg eru skyldmenn
bæði í kvenn – og kalllegg í
Oyndarfirði og í Fuglafirði.
Hann vaks upp Norðuri
á Bakka og eg á Miðjuni.
Í
barnaárunum
sóu
vit
ikki nógv til hvønn annan,
tí vit spældu mest niðri í
fjøruni, á Støðni og á Pidda
sabrúgv, meðan Frits og
bakkadreingir helst mundu
halda mest til niðri á Stóru
brúgv ella Kolbrúnni, sum vit
eisini søgdu. Ikki tí, heima
dreingir komu eisini norður
á Stórubrúgv, men tað var
mest í sambandi við, at páp
arnir fóru av stað ella komu
aftur.
Tá ið vit so fóru í skúla
– eg eri tvey ár eldri enn
Frits – sóust vit so av og á,
men tað var ikki, fyrr enn
vit vóru hálvvaksnir ella so,
at vit hittust á leikvøllinum,
á rættini ella onkrastaðni,
har fólk savnaðist. Seinni
sungu vit báðir í Fuglafjarðar
Sangkóri undir kønu hond
Herluf Berthelsens og Arnold
Abrahamsens, tá ið Herluf
okkurt ár var burturstaddur,
og Frits við síni góðu rødd
var ein góður stuðul, fyrst
hjá okkum tenorum og seinni
hjá bassunum. Henda tíðin í
kórinum var sera hugnalig,
og vit ferðaðust víða um í
landinum og sungu.
Frits var eina tíð býdrong
ur í Piddasahandli, og tað var
eg eisini, men so varð preli
minerskúli settur á stovn í
Fuglafirði í 1958, og tað var
sanniliga eitt gott tiltak, tí
nú fóru nógvir ungdómar í
preliminerskúla, sum annars
ikki høvdu havt ráð at farið
til Havnar, sum tey fáu fyrr
høvdu havt møguleika til.
Frits var á fyrsta liðnum,
sum fór í preliminerskúlan,
og eg fór árið eftir. Seinni fóru
vit so báðir á læraraskúla í
Havn og tóku prógv í 1967.
Vit vóru fýra fuglfirðingar í
okkara flokki: Jógvan Ólason,
sáli, Hans Olaf Joensen, Frits
og undirritaði, og vit komu
nú at hava meir samband við
hvønn og kennast betri.
Frits hevur altíð havt gott
árræði. Hjá honum er onki
ómøguligt. Hann leggur bara
í vaðið, og sum oftast við
góðum og sera góðum úrsliti.
Minnist eitt kvøldið, Martin
Holm, rektarin, hevði bjóðað
okkum út til ein drekka
munn. Vit sótu í hugnaligu
stovuni og prátaðu, og eitt
klaver stóð í einum króki.
Knappliga reistist Frits, fór
yvir til klaveri, spældi eitt lag
og sang ein føroyskan sang,
og vit tóku undir. Martin fór
yvir til Frits, legði hendurnar
á herðarnar á honum og
takkaði fyri sangin og segði,
at hetta høvdu ikki nógv
gjørt honum eftir. Slíkt áræði
dámdi honum sera væl.
Tíðin á Læraraskúlan var
góð, og um tú vart nóg nær
lagdur, fekst tú væl burturúr.
Vit tóku læraraprógv í 1967.
Frits fór alt fyri eitt í starv í
Fuglafjarðar skúla, og eg fekk
starv í Runarvíkar skúla. Eg
fekk arbeiði í Fuglafjarðar
skúla í 1971, og sostatt komu
vit at starvast saman í mong
ár.
Sum eg havi nevnt, hevur
Frits
nógvar
fjølbroyttar
gávur. Sangin havi eg nevnt,
men hann fór skjótt í holt
við kórsang, og í hesum sam
bandinum mugu vit nevna
hansara ótrúliga arbeið við
gentukórum, bæði ung og
eldri gentukór, sum hann
hevur ferðast nógv við bæði
heima og uttanlands, og
sum hava fingið sera góð
ummæli, og tað skal Frits
eiga, at her hevur hann gjørt
eitt megnar arbeið. Kendi
kórleiðarin John Højby segði
nú eitt árið, Frits aftur hevði
samlað »Gentukórið« saman
– nógvar av teimum vóru nú
ommur – at tað, kórið av
rikaði, var í heimsflokki, og
hann legði aftrat, at hetta
segði hann ikki fyri at vera
fólkaligur, og tað sigur ikki
so lítið.
Frits
stjórnaði
eisini
Fuglafjarðar sangkóri í fleiri
ár, eins og hann eisini hevur
spælt í hornorkestrinum.
Frits er góður røðari, og
mangar eru tær røðurnar,
hann hevur hildið víða hvar.
Í skúlanum var hann fastur
røðari á grækarismessu, tá ið
Herluf legði frá sær.
Ítróttarmaður
hevur
hann eisini verið. Hann
spældi fótbólt eina tíð, men
eg haldi ikki , hann kom at
gera tær stóru skreytirnar
her, tí eitt kvøldið, meðan vit
vandu, komu hann og ein
annar at renna so ógvusliga
saman, sum jú ikki var so
undarligt, og hann fekk ein
rættiligan hvøkk, so hann
gavst at spæla fótbólt, men
hann fylgir kortini væl við í
fótbóltinum.
Frits er góður svimjari,
og í ungum árum svam hann
kapp. Á onkrari ólvsøku
svam hann kapp á sjónum
við góðum úrsliti, og hann
var eisini við í kappsvimj
ingum á sjónum á Varma
keldustevnum.
Hvønn
leygarmorgun
tíðliga savnast einir 15 –
20 mans í góðum aldri í
svimjihøllini í skúlanum og
hugna sær í hylinum eina
góða løtu, og aftaná møt
ast teir á lærastovuni til
ein góðan drekkamunn við
morgunbreyði afturvið, og
her er Frits trúfastur at møta
upp, og kenni eg hann rætt,
tekur hann sanniliga lut í
tí hugnaliga prátinum við
borðið.
Nústaðni komi eg til
listamannin Frits. Tað er ein
stórur fyrimunur at duga at
tekna, tá ið tú ert lærari.Tá ið
Frits fór upp til talvuna og
skuldi tekna okkurt, so var
tað eitt, tvey, trý, so hevði
hann gjørt nakrar strikur,
og alt fyri eitt líktist, og tað
øvundaði eg honum ofta.
Umframt at tekna hevur
hann málað nógv, og mangar
eru framsýningarnar, hann
hevur havt bæði her heima
og uttanlands, og á hvørji
Varmakeldustevnu í eini 30
ár hevur hann, saman við
øðrum, skipað fyri listafram
sýning í fimleikahøllini.
Hann hevur eisini evnað
fleiri træskurðir, bæði stór
ar og smáar, og onkra stóra
mynd hevur hann gjørt úr
betong, so eisini sum lista
maður er hann fjølbroyttur.
Frits hevur eisini stóran
áhuga í seyði. Hann hevur
nakrar seyðir, sum hann
tekur sær væl av. Í ungum
árum røktaði hann í Góða
dalshaga saman við Arnold
Øre, og hann hevur ofta sagt
frá hugnaligum løtum, teir
hava sitið og práta í bispa
garðinum í Góðadali. Eitt
árið áttu starvsfelagarnir
Frits og Hálvdan veðrar
norðuri í Klemmuni, og tá
heystið kom, varð nógv
tosað um, hvør mundi vera
betri, tí teir vóru sera prúðir
at vera hagaveðrar. Fritsa
veðrur hevði fingið navnið
Gorbatjov, og tá ið teir skuldu
viga hann, varð vektin hjá
Frits ov lítil, so teir máttu
skaffa eina vekt aftrat, og tá
bar til. Gorbatjov vigaði 69
pund, og Hálvdansa veðrur 67
pund. Á lærarastovuni varð
ofta tosað um hesar veðrar,
og Hálvdan ivaðist stórliga í,
um vigingin í kjallaranum hjá
Frits mundi vera álítandi.
Frits hevur eisini skip
að fyri fleiri sera áhuga
verdum
seyðakvøldum
í
Mentanarhúsinum,
har
menn úr ymsum bygdum í
Eysturoynni hava greitt frá
um seyðahald, og eitt árið
herfyri skipaði hann fyri ferð
til Íslands at vitja Húsavík,
vinarbýin hjá Fuglafirði, har
vit greiddu ílendingum frá
okkara seyðahaldi, og sum
altíð vóru íslendingar sera
blíðir.
Eg fari at takka Frits og
Alexandru fyri hugnaligar
løtur saman og ynskja teim
um blíðan byr framyvir.
Kristin
Frits Johannesen
skyldmaðurin og vinmaðurin
sjeyti ár
Mikudagin 4. juni fekk Hans Andrias ein lítlabeiggja. Hann
var 55 cm langur og vigaði 3670 gr. Foreldrini eru Sigrid og
Niels Juel Arge, Klaksvík.
28. mai fingu Ann Ellingsgaard og Finn Jensen ein son.
Hann vigaði 3840 gr og var 54 cm langur. Her sita stoltu
stórusystrarnar Saranja og Natasja undir beiggjanum.