hósdagur 12. juni 2014síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Fríggjadagur 13. juni 2014 · Nr. 66
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Góðu Mor og Far / Bedste og
Bedstefar / Hanne og Kaare!
Hendan heilsanin er til
tykkum í sambandi við 40 ára
brúdleypsdag tykkara, 8. juni,
og í sambandi við, at tit bæði
runda pensiónsaldurin í ár:
Kaare 16. februar og Hanne
17. juni. Hetta merkir, at tit
bæði (partvís) eru liðug við
tykkara borgarliga lívsyrki.
Og tað er avgjørt vert at mar
kera! Í nærum 40 ár hava tit
á hvør tykkara hátt ríkað
og givið tykkara íkast til
arbeiðslívið, og tað er tí við
einum ávísum sorgblídni, at
tit so smátt hava valt at gev
ast.
Hvørgin tykkara er føroy
ingur av uppruna, bæði
stava úr Jyllandi, Kaare frá
Himmerland og Hanne frá
Viborg-leiðini. Og tykkara
uppruna hava tit hildið fast
í, m.a. tosa tit altíð “jysk” sam
an, so vit børn hava verið
von við hesa dialektina og
skilja okkara “jysku” familju.
Eisini gera tit nógv burtur úr
at varðveita sambandið við
familjuna og vinir í Danmark,
soleiðis at vit børn (og nú eis
ini barnabørn) kenna okkara
donsku røtur og føla okkum
eisini heima har.
Í august 1976 broyttist
tykkara tilvera fullkomiliga,
tá Hanne sum tann fyrsti av
tykkum steig fótin á land í
Føroyum. Við sær hevði hon
1½ ára gomlu Dorthe. Tá lá tað
ikki í kortunum, at tit skuldu
búseta tykkum her í longri
tíð. Hanne hevði fingið eitt
árs vikariat í Studentaskúl
anum í Hoydølum, har hon
skuldi undirvísa í donskum
og týskum, og Kaare var
eftir í Danmark fyri at gera
sína útbúgving lidna sum
chief-maskinmeistari. Men
longu árið eftir kom hann
til Føroya, hann hevði fingið
starv sum maskinmeistari á
Bacalao. Og tit gjørdu av at
leingja tykkara uppihald á
klettunum, í øllum førum til
Dorthe skuldi byrja í skúla.
Jacob varð føddur í Føroyum
í 1979, og Dorthe byrjaði í
Venjingarskúlanum á sumri
í 1981! Og her eru tit/vit enn!
Tað eru vit sera glað og takk
som fyri, og mong onnur við
okkum.
Mangan hava fólk undrast
á, at tit ikki eru flutt niður
aftur, og vit bæði, Jacob og
Dorthe, hava ofta fingið
spurningin: “jamen, høvdu
tit einki tilknýti til Føroya
áðrenn?” og “hvussu ber tað
til, at tey búgva her enn?”
Hetta verður ofta sagt við
stórari virðing og við einum
eftirfylgjandi “fantastiskt”!
Tað at tit avgjørdu at festa
røtur í Føroyum, skyldast
nógv ymiskt: tykkara opin
leiki fyri føroysku tilveruni/
mentanini/matinum,
gleði
við føroysku náttúruni, at
tit skjótt fingu ein breiðan
vinaskara, sum vit børn hava
tikið til okkum sum okkara
føroyska familja og sjálvandi
trivnaðurin á arbeiðspláss
unum.
Tykkum dámar sera væl
at vera úti í føroysku náttúr
uni, og hetta hava vit havt
gleði av, hóast vit kanska ikki
altíð vóru so glað um hetta
sum børn. At verða noyddur í
regnklæði og at hava ein Fjäll
räv á bakinum í sjeyti/áttati
árunum var heldur flóvisligt
og rættiliga “typiskt danskt”!
Men har var eingin bøn – út
skuldu vit, líkamikið hvussu
veðrið var! Og tað fegnast vit
um í dag, tí longu sum smá
høvdu vit verið á teimum
flestu føroysku oyggjunum
og upplivað fjølbroytta før
oyska
veðurlagið.
Hvørt
summar vóru vit í Danmark
og vitjaðu familju og vinir.
Og har var heldur einki
afturhald við upplivingum
av vøkru donsku náttúruni.
Vit hava gingið mangar skóg
ar- og strandartúrar, fyri ikki
at nevna allar kirkjurnar og
museumini, sum vit hava
vitjað. Tí hetta er eisini tykk
ara felags áhugi – at vitja
mentanarlig og søgulig støð.
Fyri júst 20 árum síðani
gjørdist versonurin, Súni, ein
nátúrligur partur av familj
uni, og hann er sjálvsagt
eisini vorðin innvígdur í
okkara familjulív, eins væl
og tit nýta gleði av hansara
familjuuppruna. Hetta sæst
serstakliga aftur í teimum
mongu góðu ferðunum, vit
hava havt saman við tykkum
við Gjógv. Fyri ikki at gloyma
ferðirnar til summarhúsið
í Hals, har Súni sanniliga er
vorðin væl og virðiliga inn
vígdur í tykkara ovurstóru
gleði av at heinta ber. Mang
an er hann vaktur á miðjari
nátt fyri at verða við á eitt
nú “hyben-veiðu” í prikandi
runnum, fyri síðani at reinsa
tær saman við Kaare á terass
uni til seint um kvøldið, með
an Hanne ger klárt til súlt
ingina í køkinum. Hetta er
alt gjørt við hugna og gleði
og njótingini av “en stille
dram”! Tá tit blivu Bedste
og Bedstefar fyri fyrstu ferð
fyri 12 árum síðani, gjørdust
hesar ferðirnar enn stuttlig
ari og hugnaligari. Og nú eru
barnabørnini trý í tali. Tey,
Sofía, Jóhanna og Kristian,
hava tvey fantastisk Bedste
og Bedstefar, sum tey eru
sera góð við. Ikki ber til at
siga í orðum, hvussu nógv tit
hava at týða fyri tey trý.
Hóast tit altíð hava verið
glað um at búgva í Føroyum,
vóru árini 2005-2006 rættiliga
tyngjandi fyri tykkum. Hetta
var orsakað av kjakinum um
266b. Tað var eyðmýkjandi
og hart fyri tykkum og okk
um at fylgja við í tí til tíðir
niðrandi
orðaskiftinum
bæði á politiska pallinum
og í fjølmiðlunum. Men tit
hava altíð stuðlað Jacob
100 procent, og hetta vísti
Hanne eisini, tá hon var við í
sjónvarpssendingini, Cassio
peia, sum m.a. snúði seg um
at vera foreldur at einum
samkyndum í Føroyum.
Góða Mor/Bedste/Hanne!
Tú hevur í samfull 38 ár
sett tín serstaka dám á Før
oya Studentaskúla og Hf-
skeið, bæði sum undirvísari
og sum bókavørður. Hvat
hevði skúlin verið uttan títt
ídni, tín eldhuga og tín stóra
áhuga! Vit hava ikki tal á,
hvussu ofta vit hava hoyrt
frá fyrrverandi næmingum
hjá tær, at “Hanne, hon er
besti lærari, eg nakrantíð
havi havt” og “Hanne er tann
lærarin, sum vakti mín áhuga
fyri bókmentum”! Arbeiðið
hjá tær hevur verið/er eitt
lívsstarv, og sum tú sjálv
orðar tað, hevur tað verið eitt
kall at gerast lærari. Í tínum
arbeiði ert tú sera nærløgd
og 100 % perfektionist, og
tað merkir, at tú setur høg
krøv til tín sjálvs og eisini til
næmingarnar. Hóast tað ert
tú sera umsorganarfull og góð
við teir - strong, men rættvís.
Kanska ikki av tilvild at tú
hevur lisið týskt, orðingin
“Ordnung muss sein” hóskar
framúr væl til tín! Og nú
hava tey á Læraraskúlanum
eisini fingið gleðina av tínari
undirvísing, og her hevur tú
valt at halda áfram eina tíð
afturat. Umframt undirvís
ingina kundu vit valt eina
ørgrynnu av øðrum starvs
økjum, har tú hevur havt ein
týdningarmiklan leiklut.
Góði Far/Bedstefar/Kaare!
Tú byrjaði sum chief á
Bacalao (síðani Fiskavirking)
í 1977 og arbeiddi har fram til
1996. Vit, Dorthe og Jacob,
minnast serliga væl fiska
luktin av tær, tá tú kom aft
ur frá arbeiði. Tað var ikki
nakar ódámligur luktur, tað
var meira eitt gott tekin um,
at nú var tú komin heim. Tí
tú arbeiddi nógv og ofta til
seint út á kvøldið. Og tað
kom meira enn so fyri, at tú
eisini varð uppringdur um
náttina, um nógvur fiskur
var, og onkur maskina var
gingin fyri. Tú var álitið har,
eingin ivi um tað. Frá at hava
arbeitt saman við nógvum
fólki valdi tú at royna eina
nýggja avbjóðing, sum stóð
tær í boði, og tað var at gerast
umboðsmaður hjá Scanvægt
í Føroyum. Nú skuldi tú
royna teg sum sjálvstøðugur,
hóast tú komst runt alt Før
oyaland til nógvar ymsar
kundar. Hetta var eitt sera
tíðarkrevjandi arbeiði, og tær
dámdi tað væl. Kortini kom
tað væl við, at tú orsakað av
bygnaðarligum broytingum
fekk starv hjá Formula, ikki
minst tí at her fekst tú aftur
góðar starvsfelagar og eitt
sera gott arbeiðspláss. Og
sum tað arbeiðsgrev tú er,
fer tú sjálvandi ikki heilt frá
enn, men hevur fingið eina
serstaka avtalu, so tú arbeiðir
niðursetta tíð. Og hetta
hevur tú valt einamest við tí
fyri eyga at hjálpa okkum við
húsinum Við Myllutjørn.
Nú eru tit bæði sum tveir
frælsir fuglar og hava møgu
leika at gera tað, sum tit
eisini brenna fyri – at ferðast
til fjarskotin lond. Í 2010 vóru
tit í Sýria, áðrenn borgara
kríggi brast á, og í oktober
gongur leiðin til Iran. Men
áðrenn heystið kemur, vilja
tit hjálpa okkum við húsin
um. Stóra takk fyri tað!
Vit vilja enda við at ynskja
tykkum hjartaliga til lukku
við øllum døgunum! Blíðan
byr í tí nýggja. Vit gleða okk
um til allar løturnar saman
við tykkum!
William Heinesen: (brot
úr) Thi natten kommer (1972)
Da aner du
her ved vejs ende
hvor dine spor fyger til
den evige begyndelses
ansigt.
Meget er for sent.
Mangt er forspildt.
Men alt er endnu i vorden.
Sofía, Jóhanna, Kristian,
Jacob, Súni og Dorthe
Heilsan til Hanne og Kaare
Hjartaliga takka vit tykkum, sum á ymsan hátt vístu
samkenslu, tá góði maður mín, pápi, verfaðir, abbi
og langabbi okkara
Asbjørn Petersen
andaðist 23 mars.
Vit takka tykkum, sum vitjaðu og fjálgaðu um
hann hansara seinastu tíð.
Ein serstøk tøkk til Miðstovuna á Lágargarði fyri
góða røkt og umsorgan og til Sólrun og Hansinu í
palliativa toyminum á Landssjúkrahúsinum.
Takk fyri alla hjálp, vit fingu til jarðarferðina.
Takk fyri blómur, kransar og troystarrík orð
Takk øll tit, sum fylgdu honum til hansara seinasta
hvíldarstað.
Minna, Elinborg, Thurid og Egil