Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-12, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. juni 2014síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 13. juni 2014 · Nr. 66 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Í eini 20 ár hava føroyingar, sum fylgja tað allar minsta við í miðlunum, vitað, at eitt ávíst tollmál hevur verið í Sørvági. Sama við eini ávísari flaka­ maskinu, einum fiskiloyvi, eini ferð til New York og so framvegis. Alt meiri og minni prógvað ella óprógvað. Og nú hetta kvøldið í Degi og Viku, eftir at løgmaður hevði gjørt tað, sum vit øll helst vistu at hann fór at gera – nevniliga einki, varð so øll framhaldssendingin skorin niður í nakrar minuttir og borðreidd fyri okkum aftur. Og fjøldin er ósamd, tí er hetta borandi og sakligur journalistikkur, forfylging ella okkurt heilt triðja? Valla ber til sakliga longur at tosa um hetta málið. Tí tað endar altíð við verju ella álopi. Rættiliga trupult gerst tað, nú miðlarnir fara í hesar somu skotgravir. Tí eg havi staðfest, at hvørja ferð KVF ber hetta málið fram, og tað ger KVF mangan, er bara spurningurin um tímar, fyrr enn VP er á breddanum við viðmerking frá ad-hoc toyminum, sambands­manni, eygleiðara ella onkrum heilt øðrum, sum kann vera hvør sum helst huldumaður. Og eg spyrji meg sjálvan hví so er, og um KVF er serliga treiskt í júst hesum málinum, og hví tað so er? Men hvussu eg so vendi og snari, standi eg eftir við kensluni, at her er ikki alt rætt. Tað, sum víst hevur verið á í øllum hesum málunum, er ikki reiðiligur atburður, sum fólk flest góðtaka ella loyva sær sjálvum. Hetta eru viðurskifti, sum tyngja persónliga, fyri flokkin og nú fyri alla politisku skipanina. Og tað er álvarsamt. Serliga tá ið tað eftir øllum at døma als onga avleiðing fær yvirhøvur. Sum tað stendur í brúðarvísuni, “skal tíð til alt, og ein er tíðin at dansa”. Og ein er tíðin at siga, at nú er nóg mikið. Nú er best, at eg víki, so onnur kunnu halda á í friði og samstarvi. Ella at floksleiðslan ger tað. Tann tíðin haldi eg er bæði komin og farin, tá ið tað viðvíkur fíggjarmálaráðharra okkara – og helst onkrum øðrum politikara eisini. Sekur ella ósekur er í grundini líka mikið. Sjálvandi ikki hjá honum, men tá ið tað viðvíkur politikkinum og kósini. Tað eigur ein flokkur ella ein løgmaður at tora at siga. Tí eingin leikari er størri enn liðið og leikarar koma og fara, men liðið heldur á. Tað fer tó ikki at henda í hesum førinum, tí tað snýr seg ikki um politikk, men um persónar. Persónar við ego til hæddar sum háhús og sum halda fast í valdinum, um so alt raplar kring teir. Teir eru sum Narcissus í gamla Grikkalandi. Forelskaðir í sær sjálvum. Og ást fjalir lýti. Magnus Tausen stjóri fyri Námi EYGA MÁLIÐ Narcissus! kjak kjak Herálvur Jacobsen formaður Føroya Lærarafelags Í grein á Facebook sunnu­ dag­in 8. juni, sigur ein lær­ ari sína hugasan um øktu arbeiðs­byrðuna, sum er áløgd lærarum. M.a eru próv­tøku­ krøv og próvtøkuuppgávur broytt í innihaldi og økt í vavi, so fyrireikingin og rætti­arbeiðið er vaksið mun­ andi. Lærarar skulu skriva undir­vísingar­gongdir og ársætlanir, synopsur og finna ókendan tekst o.s.fr. Hon trýr als ikki uppá, at vit við hesum fáa ein betri skúla, og hvør er tá ætlanin við nýggju uppgávunum? Ein annar sera viðkomandi spurningur, hon setur er: “Hvør hevur avgjørt, at tað skal verða so”? Eg fari ikki at endurgeva alla grein­ ina her, hóast innihaldið er viðkomandi og rakar nakrar sera grundleggjandi spurn­ ingar um skúlaskap og lær­ ing. Undirtøkan, greinin fær millum lærarar, talar sítt klára mál. Av teimum 560 limunum í Facebook-bólk­ inum hava 150 longu viðmælt (mær dám­ar) og aðrir 50 hava gjørt við­merkingar. Talan er um spur­dómar, sum lærarar kenna seg aftur í. Økta arbeiðsbyrðan er í stórari andsøgn til spar­ing­ arnar á fólka­skúla­økinum seinnu árini. Sparingar, sum m.a. hava havt við sær, at lær­arar eru álagdir at undir­vísa fleiri tímar, sam­ stundis sum tíðin til aðrar upp­gávur er munandi skerd. Líka so álvar­samt er tað tó, at lærarar í stóran mun síggja øktu krøvini um skjal­festing sum óneyðugt og tíðar­krevj­ andi arbeiði, uttan stór­vegis meining. Tíðin hevði ver­ið nógv betur brúkt til at fyri­ reika undirvísing ella til sam­veru við næmingarnar. Kenslan av eftirliti og av at skriva til leiðsluna, sum kort­ ini ikki hevur stundir at lesa, er ikki ókend. Spurningin um, hvør ið hev­ur avgjørt, at tað skal verða so, fari eg ikki at svara. Tann spurningin kunnu av­varð­andi myndugleikar svara, hóast eg ivist stórliga í, at av­varð­andi myndug­leikar hava nakað svar. Men tað ber til at hug­leiða um, hví støðan er sum hon er. Øll vita, at okkarar skúla­ politikkur meira og minni hevur fyrimynd í donskun skúlapolitikki. At vit støðugt hava kopierað danskar skúla­tankar er fyrigeviligt, men vanda­málið er, at tað í stóran mun hevur sloppið okkum undan at orða okkara egna skúla­politikk og av tí sama hevur orðaskiftið um fólkaskúlan í stóran mun snúð seg um smálutir heldur enn um grundleggjandi inni­ hald og virði. Fyri góðum tjúgu árum síðan byrjaði vend at koma í donsku fólkaskúla­hugs­anina. Í 1991 luttók danski fólka­ skúlin fyri fyrstu ferð í altjóða lesikanning, og úrslitini vístu, at danskir næmingar ikki lósu so skjótt og væl sum næmingar í øðrum av lut­takaralondunum. Aft­aná komu aðrar altjóða kann­ing­ ar. Fyrsta Pisa-kanningin, sum OECD skipaði fyri, var í 2001. Og síðan er tað í stóran mun tilmæli frá OECD, sum hava myndað skúlapolitikkin í heimsins londum. Í 2006 luttóku Føroyar fyri fyrstu ferð í Pisa-kanningini. Hesin ovurhugin at luttaka í altjóða sambærligum kanningum kom ikki av ongum, men var ein avleiðing av alheims­ gerðini, sum tók dik á seg, og sannføringini um, at allir tættir í samfelagnum, eisini út­búgvingarverkið, mugu brynj­ast til kappingina m.a. við Tikara­búskapirnar í Asiu. Sum ein liður í átakinum er í Danmark ásett, at 95% av ungdóminum skulu hava eina ungdómsútbúgving. Eitt mál sum tað gongst illa at náa, og sum setur nógvar ung­dómar undir trýst at velja útbúgving, hóast hugur ella evni ikki samsvara valin­ um. Eitt annað átak var at seta ítøkilig mál fyri, hvat næm­ingar skulu duga á ymiskum floks/aldursstigum. Og sum framhald av hes­ um var umráðandi at finna og skjalfesta bestu undir­ vísingarhættir at náa ásettu málunum. Í Føroyum byrjaði sam­ svar­andi námsætlanar­ ar­beiðið í 2008, og í fólka­ skúl­anum vóru nýggju náms­ætl­anirnar settar í gildi í august í 2011. Tað er ov eintáttað at siga, at hetta bara var ein eftirgerð av donsk­um viður­skiftum, tí um somu tíð var neyðugt at taka nýggja próv­tals­stigan í nýtslu, skuldu vit ikki verða eftir­bátar á altjóða út­búgv­ ingar­markn­aðinum. Abso­ lutti próvtalsstigin krevur neyv mál, so næm­ing­urin kann metast í mun til ásettu málini og ikki t.d. í mun til floksfelagarnar. Tá námsætlanirnar, við neyvt ásettum málum vóru almannakunngjørdar, vóru fleiri lærarar, sum settu spurn­ingin um, hvussu lær­ arar skuldu fyrihalda seg til næmingar, sum menn­ ingarliga vóru so fyri, at tað var órealistiskt og beinleiðis skaðiligt at trýsta hesar næm­ingar fram móti ásettu mál­unum, hóast floksstigið sam­svaraði. Hesum kundi eing­in ella var eingin at svara. Samstundis skortar ikki við ábendingum um, at økta áherðslan á fakliga inni­haldið, m.a. orsakað av Pisa-kanningum og lands­ royndum, krøvini um at náa ásettum fakligum mál­ um og økta trýstið á ung­ dómar um í skundi at velja út­búgving, sæst aftur í úr­ skiljing av næmingum til serlig undirvísingartilboð og í øktum tali av ørkimlaðum ung­dómun, sum ikki finna fótafesti í ráðandi rákin­um. Alt hetta eygleiða lærarar dagliga, men stóri trupul­ leikin er, at eingin áhugi er í at samskifta á tí støði, sum lærarar vita er viðkomandi og neyðugt. Í kjalarvørrinum á nýggju námsætlanunum komu økt krøv um skjalfestan. Iva­leyst eru krøvini grundað á náms­ frøði, men eisini við einum íkasti av misáliti. Kravið um at partar av álagda skrivliga arbeiðinum skal handast skúlaleiðsluni til ásetta tíð kundi bent á tað seinna. Hetta er tó, tá saman um kemur, ikki so týdningarmikið. Tað, sum átti at fingið ávar­ingar­ klokkurnar at ringja, er, at stórur partur av fólka­skúla­ lærarunum metir seg hava fingið álagdar uppgávur uttan at arbeiðstíð í ársverk­ inum fylgir við, og enn verri, at lærarar hava kenslu av, at uppgávan í lítl­an mun gagnar dagliga ar­beiðinum og tí ikki geva meining. Framvegis standa vit við spurninginum um, hvør hev­ur sagt at tað skal verða so. Brotini omanfyri kundu kanska bent á, at broyt­ing­ arnar at kalla eru rik­nar inn á okkum úr Dan­mark og út­ heiminum ann­ars, men hóast tað er tað neyð­ugt, at lærarar fáa spurn­ingin svaraðan, um hvørjar grund­gevingarnar fyri broyting­unum eru. Tað er ein væl kend sann­roynd, at útbúgvinga­rpolitisk átøk ikki neyð­turvi­liga fremja lær­ing. Er tað tað, sum er um at henda her? Hvør hevur avgjørt, at tað skal verða so? Musikkskúlaskipanin søkir eftir lærara at byrja í august 2014 Starvið er tíðaravmarkað til skúlaárið 2014/2015. 20 tímar um vikuna í elbassi og kontrabassi í Nes Sóknar Musikkskúla, Musikkskúlanum í Vág um og í Tórshavnar Musikkskúla. Lokið prógv frá musikkkonservatorium krevst. Løn­ ar­ og setanarviðurskifti sambært sáttmála mill um Fíggjarmálaráðið og Føroya Musikk lærara felag. Umsóknarfreist: 30.06.2014. Umsókn, við prógvi og viðkomandi skjølum, skal sendast til: Musikkskúlaskipan Føroya att: Martin Mouritsen, leiðari Hoyvíksvegur 72, FO 100 Tórshavn martin@mmr.fo tlf 216462 www.musikkskulin.fo