Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-12, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. juni 2014síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Fríggjadagur 13. juni 2014 · Nr. 66 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Leo Poulsen Hon hevði verið til arbeiðis sjálvt triðja hetta kvøldið. Hon er leiðari í Burger King, og starvið liggur millum ann­ að í at lata aftur, og at telja peng­arnar upp og fáa teir í náttar­boksina. Tað gjørdi hon eisini hetta annað páskakvøld. Hon gongur so yvir móti BankNordik, tá tveir mans knapp­liga leypa út framan fyri hana. – Eg sá, at teir vóru í hettu­ troyggju, og at teir høvdu skeletmasku á høvdinum. Onnur var meira lýsandi enn hin, greiddi kvinnan frá. Hon helt, at tað vóru starvs­felagar hjá henni, sum høvdu biðið hana koma í býin tað kvøldið, ið drivu gjøldur við henni. Ikki tvætla, segði hon og klappaði øðrum á herarnar. Teir taka síðani eftir mapp­un­um, og tá gekk tað upp fyri henni at tað var meira alvor­ligt enn so. Tey takast so um mapp­ ur­nar, og hon fór niður at húka. Hon kom tó upp aftur, og spark­aði út eftir øðrum ráns­manninum, sum hon rakti í lærið. Tá fekk hon nevan á høk­ una. – Eg fekk nevan á høkuna, og sjálvt um hann ikki rakti heilt, fekk eg øgiliga ilt, greiddi kvinnan frá. Hon tók seg undan í tí at mað­urin sló, og ti rakti hann hana á høkuna og ikki á kjálkan. Illa fyri Tá menninir høvdu fingið fatur á einari mappu av trim­ um, tóku teir til beins, meðan kvinnan helt oman aftur í Burger King. Hon var so skakað, at hon mintist ikki til tele­fon­ nummarið hjá politinum, og heldur ikki 1-1-2, so hon fekk fatur á náttarvaktini, sum síðani ringdi ti politiið. Næstu dagarnir gingu sum vanligt, men einar tríggjar dagar seinni kom hendingin rættiliga til hana, og hon mátti verða heima í ein heil­an mánað. – Eg fekk ongar pengar frá Burger King, meðan eg lá heima, men tíbetur kom frítíðarlønin fyrst í mai, so eg brúkti teir pengarnar, greiddi kvinnan frá. Hendingin annan páska­ dag hevur kortni havt tað ávirk­an á kvinnuna, at hon nú altíð hevur ein náttar­vakt við sær, tá hon fer í náttar­ boksina. Spurd, um hon hevði nak­ að at leggja aftrat, tá vitnis­ frágreiðingin var av, segði hon rørd, at hon mangan seinni hevur hugsað um, at hetta kundi ført til, at hon ongan­tíð kom at síggja lítla son sín aftur. Rættarmálið helt fram seinnapartin hósdagin Manglaði pengar at sleppa til arbeiðis Ein óhugnaligur tanki Leo Poulsen Hendan annan Páskadag, 21. apríl í ár, var lívið lætt hjá teim­um báðum brøðrunum, annar 21 og hin nú 24 ára gamal. Teir høvdu verið saman partar av degnum, men hitt­ ust so aftur um 20 tíðina á kvøldið. Tá kom hin yngri við ein­ um frálíkum uppskoti: Hann hevði nevniliga hoyrt, at starvs­fólk frá Burger King hvørt kvøld eftir lukkitíð bar umsetningin frá degnum niðan í náttarboksina hjá BankNordik. Tað var skjótt bæði leyst og liðugt, og tann yngdi fór heim og tok tvær hettutroyggir og tvær andlitsmaskur, tveitti tær út um í garðin, fór síðani eftir klæðunum og legði tey í bilin. Teir báðir brøðurnir hitt­ ust aftur um 22 tíðina, og koyrdu so niðan til viðar­ lund­ina, har teir parkeraðu bilin. Síðani løgdu teir leiðina niðan til BankNordik, har teir settu seg at bíða. Eldri bróðurin var heldur drukkin, og sovnaði, meðan teir sótu og bíðaðu, men varð vaktur, tá yngri bróðurin sá starvsfólkið koma út gjøg­ num dyrnar hjá Burger King. Teir báðir settu so mask­ ur­nar á høvdið og lupu so til, tá starvsfólkið var komið nóg langt fram. Tókust um pengarnar »Giv mig pengene«! Soleiðis segði yngri bróð­ urin einar tvær ferðir, meðan hann royndi at fáa fatur á pen­ingamappuni. Ella mapp­ unum, tí tað snúði seg í veru­ leikanum um tríggjar pen­ inga­mappur. Tey tókust so eina løtu um mappurnar, og báðir ákærdu vóru samdir um, at kvinnan í eitt tíðarbil setti seg niður í húk, meðan hon helt fast um peningamappurnar. Spurdir, um teir nakrantíð slóu kvinnuna søgdu báðir, at tað høvdu teir avgjørt ikki gjørt. Hinvegin greiddi tann eldri frá, at meðan kvinnan hevði sitið niðri á húki, hevði hon sparkað eftir honum. Hetta helt ákærin, Camilla Dahl, ljóða ógvuliga ósann­ líkt, og til tað svaraði ákærdi: Hvat kemur tað sakini við«? Eldri bróðurin fekk so til endans rykt eina av mapp­un­ um frá kvinnuni, og so hildu teir báðir til beins gjøgnum plantaguna, eins og avgjørt var framman undan. Meðan teir renna, eydnast tað at fáa talt peningin, sum var 5.382 krónur. Hetta helt yngri bróðurin var í lægra lagi, men tað kom fram, at eldri bróðurin hevði stungið sær sjálvum 2.000 krónur í lumman, so minni var at býta. Manglaði pening Yngri bróðurin greiddi í sínari frágreiðin frá, at honum hevði mangla pengar, fyri at kunna sleppa til arbeiðis. Hon­um manglaði pengar til bensin. Hann segði seg ikki hava hugsað so nógv um, hvat kundi vera í mappuni við pengunum. Hann helt, at talan kundi verða um einar tveytúsund krónur og so kanska heilt upp í 10.000 krónur. Eldri bróðurin hevði fyri politinum sagt, at yngri bróð­urin helt, at tað saktans kundi koma heilt upp í 20.000 krónur burtur úr. Í rættinum segði ákærdi, at teir als ikki høvdu hugsað um nakrað ávísa upphædd, men tað var bara tað, at fáa hendur á peningi, so yngri bróðurin slapp til arbeiðis. Hann helt annars ikki, at hetta álopið ljóðaði so álvar­ samt. Teir báðir brøðurnir eru ákærdir fyri tilsamans 10 ymisk lógarbrot, tó ikki øll saman. Álopna kvinnan vitnaði eisini í rættinum fyrrapartin, har hon til seinast rørd greiddi frá, at ræðuligi veruleikin ikki var gingin upp fyri henni fyrr enn nakrar dagar seinni ÚR RÆTTINUM Tað komfram undir rættarmálinum hósmorgunin, at annar av teimum skuldsettu manglaði pengar til bensin, so at hann slapp til arbeiðis eftir páskir FHS FJARLESTUR Les, tá tú hevur hug og tíð Lærugreinar 2014/15:  Samfelagsfrøði C  Støddfrøði C  Føroyskt C  2 evnisskeið Umsóknarfreistin er 30. juni 2014 Kostnaður er kr. 1.200 fyri Samfelagsfrøði, kr.1.700 fyri Føroyskt og kr. 1.900 fyri Støddfrøði. Kostnaðurin fyri Evnisskeiðini er kr. 300. Lesturin er umvegis internetið. Evnisskeiðini verða tó heilt ella partvíst tikin á skúlanum. Umsóknarblað og meira kunning er á heimasíðu skúlans www.fhk.fo. Føroya Handilsskúli Dalsvegur 1 | Kambsdalur | 530 Fuglafjørður fhk@skulin.fo | Tel. 610900 | Fax 444901 | www. fhk.fo Um skúlan: Á Føroya Handilsskúla á Kambsdali eru vit áleið 250 næmingar og 35 starvsfólk. Vit bjóða út Búskaparbreytina, ið er 3 ára gymnasial útbúgving og FHS, ið er eitt ára støðisútbúgving. Harumframt bjóða vit fjarlestur, akademiútbúgving og skeið. Vit stremba til eina og hvørja tíð eftir, at virði skúlans – dygd, opinleiki, virðing og framfýsni – eyðkenna alt virksemi skúlans.