Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-12, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. juni 2014síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 13. juni 2014 · Nr. 66 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Siðsøga við Óla Jacobsen Ósemjur í Sumba vórðu avgjørdar við glíming Grannastevnurnar vóru stórhendingar, hóast tað kanska ikki hendi so nógv. Hetta var ikki minst galdandi í Sumba. Men Kristian hevði eisini aðrar avbjóðingar sum at avlíva ólógligar hundar E ina ferð vóru tað tveir fiskimenn, sum høvdu hvønn sín hund heim við sær úr Íslandi. Tað var forboð fyri at flyta hundar úr Íslandi vegna eina hundasjúku, sum gekk har. Hetta vistu allir skiparar, og tí vóru teir eisini sekir í hesum lógarbroti. Tað var skjótt, at hetta frættist, og tað var mín skylda at fáa beint fyri hesum hundum. Annar av hesum monnum góðtók at skjóta sín hund, men tað vildi hin ikki. Hann segði seg vilja hava hundin innandura, og hetta skuldi eingin blanda seg uppí. Tað fekst so rættarúrskurður um, at hund­ ur­in skuldi skjótast, og tað var mín skylda at fáa hetta gjørt. Eg fór so til bygdina, har hesin hundur helt til. Saman við mær var Jóan Petur Vest, sum eg hevði skotið harur saman við. Eg visti, at hann var ein góður skjútti. Vit komu til dyrnar hjá viðkomandi, men har var læst. Eg roknaði tó við, at maðurin var heima. Eftir at hava bukað leingi á hurðina, varð hon latin upp. Eg kravdi so at sleppa framat hundinum, so eg kundi gera mína embætis­ skyldu. Eigarin mótmælti, at eg trokaði meg inn til hansara. Hann segði eisini, at hann hevði ikki hundin longur, men tá hoyrdi eg hann uppi á loftinum. Eg gjørdi vart við, at tað var revsivert at forða mær at gera mína embætis­skyldu. Eg segði við Jóan Petur, at hann mátti vera klárur at skjóta hundin, um hann kom út. Maðurin gjørdi tað hann kundi at verja hundin, og stundum gekk tað nokk so harðliga fyri seg. Men har var einki at gera. Um eg lat hetta um meg ganga, so misti eg alla tign. Tað endaði við, at eg fekk byrsuna frá Jóan Petur, og fór sjálvur upp á loftið, har hundurin var. Trupulleikin var, at har var so myrkt, at eg í fyrsta umfari ikki sá hundin. Men sum eyguni vandust við myrkrið, helt eg meg síggja tann ljósagula pelsin. Eg skeyt, og hundurin doyði á staðnum. Hundaeigarin endaði í rættinum í Havn bæði fyri ólógliga at hava innflutt ein hund um­framt at hava roynt at forða embætis­ manni at gera sína skyldu. Grannastevna í Fámjin Í seinasta parti varð greitt frá míni fyrstu granna­stevnu í Hvalba. Tann næsta granna­ stevnan var í Fámjin, og hagar var farið til gongu. Vit komu umsíðir til Fámjins og heim til Jacob Albinus, har eg fekk eina kongaliga móttøku. Grannastevnan í Fámjin var á sama hátt sum í Hvalba, bara vóru fólkini onnur. Grannastevnan var hildin í dansistovuni, har fleiri av rútunum vóru brotnir. Hetta gav fríska luft, men samstundis var tað sera kalt . Grannastevnur høvdu sínar føstu kveru­ lantar, sum klagaðu um alt millum himmal og jørð, so einki lat seg gera. So merkiligt var tað, at hetta ofta vóru menn við somu eftir­ nøvn­um. Tað kundi eisini vera ósemja innan somu ætt, enntá millum faðir og son. Aftaná, at grannastevnan var lokin fekk eg ein góðan nátturða hjá mínum verts­ fólk­um. Har komu so fólk inn á gólvið, sum skikkur var. Hetta var ikki júst tað, sum eg ynskti eftir ein strævnan dag, men eg mátti tó látast, sum eg var fegin um tað. Tað var ikki so nógv fólk upplivdu á vetri, hetta var jú áðrenn nakað var sum æt radio. So tað kundi vera spennandi at fáa fremmandan mann til bygdina, sum visti okkurt at greiða frá. So vóru tað eisini nøkur sum vildu práta við meg undir fýra eygum um teirra serligu trupul­leikar. Tá fóru vit í einrúm. Tað kundi vera midnátt, áðrenn eg kundi leggja meg. Abbi blakaði brennivíns­ fløskuna burtur Dagin eftir fór eg til Sumbiar. Á slíkum ferð­ um hevði eg altíð eina hálva ella heila fløsku av snapsi við mær. Tað kundi altíð henda, at tað kundi vera tiltrongt at leska sær á, um okkurt serligt barst á. Men hvørja ferð eg pakkaði leypin og legði fløskuna í hann, kom eg at hugsa um abba mín Christian í Ólastovu í Havn. Hann fortaldi mær frá eini ferð úr Havnini til Vestmanna. Hann skuldi skjútsa eitt bræv, og hetta var ein seinnapart á vetri. Hann hevði einar tvær breyðflísar við sær og eina lumma­fløsku við brennivíni at taka til, um tørvur skuldi verið fyri henni. Tá ið hann var komin hálva leið móti Skælings­fjalli gjørdist kavarok. Hann var greiður yvir, at støðan kundi gerast kritisk. Hann hugsaði um fløskuna í lummanum, og um hann skuldi styrkja seg við einum dropa. Men hann kom til ta niðurstøðu, at best var at lata vera. Um tað gekk heilt galið, so vildi hann ikki, at hansara lík skuldi verða funnið við eini fløsku í lummanum, sum kundi fáa fólk at halda, at hann var avdottin og tí frystur í hel. Hann blakaði fløskuna frá sær uttan at seta á hana. Hann kom í øllum góð­ um til Vestmanna. Á leiðini fór hann inn á gólvið hjá svági sínum Ludvig Müller, ein kendur ævintýrari. Hetta lyndiseyðkenni hjá abba hugsaði eg altíð um, tá ið eg pakkaði leypin. Skuldi brenni­vín havast við, skuldi tað vera so lítið sum gjørligt, so eingin skuldi kunna siga, at tað var vegna fløskuna, um nøkur vanlukka hendi. Tá ið Evensen basti spøkilsum í Sumba Sum sagt gekk leiðin nú til Sumba, har nógv var øðrvísi enn aðrar staðni. Har vóru nógvir menn, sum søgdu seg at kunna »síggja«. Teir kundu fáa varsil við at fara í kirkjugarðin og taka mold burtur úr eini grøv hjá onkrum, sum teir hildu kundu vera til nyttu fyri viðkom­andi. Hetta kundi so fáa ta óhepnu av­leið­ing, at viðkomandi kundi fara at spøkja heima hjá tí, sum hevði tikið moldina. Kristian Djurhuus og konan Margretha í 1975 Kristian Djurhuus 24. partur