hósdagur 12. juni 2014síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Fríggjadagur 13. juni 2014 · Nr. 66
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hetta skuldi vera serliga ringt í tíðini hjá
prestinum Jens Christian Evensen, sum var
prestur í Hvalba seinnapartin av 19. øld. Tað
finst ein áhugaverd bók hjá konu hansara,
Onnu, har eisini verður greitt frá tíðini í
Hvalba.
Hetta við spøkjarínum skuldi vera serliga
ringt í einum húsum, har teir táverandi
íbúgvararnir ikki sjálvir høvdi framt hetta
»gravrán«. Hetta var gjørt av teimum, sum
búðu har frammanundan.
Hetta var serliga ringt um midnáttartíð,
og tað var hvørt kvøld. Tað kendist, sum um
ketur vóru drignar um øll húsini. Húsfólkini
sendu so í síni neyð boð eftir Evensen, sum
eins og flestu aðrir prestar skuldi hava
studerað svartakunst, og sum var hildin at
duga meira enn at mata seg.
Evensen kom so allan vegin úr Hvalba.
Tað var fullmáni, tá ið hann kom vegin fram.
Prestur fór beint í spøkilsishúsið. Hann gav
øllum boð um at fara út um. Hetta galt eisini
kúnna. Eingin mátti lúra ella hyggja. Men
onkur hevði kortini lúrt og hevði sæð prestin
ganga runt húsini ein veg og so tríggjar
ferðir hin vegin. Síðan fór hann inn í húsið
og steðgaði har eina løtu.
Komin út aftur segði hann við fólkini, at
nú kundu tey trygt fara inn aftur, tí nú var
spøkingin manað í jørðina.
Prestur vildi ikki gista, og hann fór beint
avstað aftur saman við sínum fylgjara, Joen
Jacob Joensen, sum bar leypin hjá presti. Tá
teir komu so langt, at bygdin ikki sást longur,
gjørdist leypurin knappliga ógvuliga tungur,
sum um hann var fullur av blýggi, og fylgjar
in segði aftaná, at »tað var ikki meira enn
at vit knógvaðu til Lopra.« Eg spurdi Jóan
Jakku, um hann trúði hesum. »Ja, hvat skal
ein trúgva, eitt er vist, at leypurin knappliga
bleiv so tungur, sum eg havi sagt, og hvat
kann tað hava verið annað enn at spøkjaríið
er komið í leypin, tá vit vóru komnir so langt,
at bygdin var horvin handan heyggjarnar.
Presturin legði okkum eisini so dýran við, at
vit máttu ansa eftir ikki at traðka í hansara
fótaspor, tí so vildi alt ilt koma yvir okkum.
Ikki fyrr enn vit komu so langt, at kirkjan
í Vági kom undan, lætnaði leypurin líka
knappliga, sum hann var tyngdur.«
Nú kann ein trúgva tí ein vil. Kanska
hevur Evensen verið ein slíkur sálarfrøðing
ur, at hann hevur vitað, hvussu hann skuldi
basa slíka yvirtrúgv. Kanska hevur tað verið
vitanin um jørðina, sum var tikin úr kirkju
garðinum, sum hevur ávirkað fólk soleiðis, at
tey hava billað sær inn at hava hoyrt okkurt
forborgið, um tað einki hevði uppá seg.
Bara tað, at prestur hevði verið á staðnum,
kundi gera tað, at fólk tóku møgulig ljóð sum
náttúrulig.
Bardagi avgjørdi ósemjur
Eg hevði fingið at vita, at grannastevnur
hjá Gudmundi Effersøe, pápa Oliver, kundi
vara í fleiri dagar í Sumba, og at tær vóru
roknaðar fyri at vera líka stuttligar sum
brúdleyp.
Tá var tað javnan soleiðis, at tá ið tveir
menn ikki kundi semjast, at teir fóru at glím
ast fyri at fáa avgjørt, hvør ið skuldi hava
rætt. Hetta gekk soleiðis fyri seg, at teir
skuldu taka í buksurnar á hvørjum øðrum
niðri við knøini. Tann, sum fekk hin upp frá
og lagt hann niður, hevði vunnið trætuna.
Sýslumaðurin steðgaði ikki slíkum avgerð
um, uttan so at vandi var fyri, at borðið,
hann sat við, koppaði.
Men eg hevði ongan hug til at brúka so
langa tíð uppá eina grannastevnu. Spurning
urin var eisini, hvussu tað samsvaraði við
vanliga rættarfatan at avgera stríðsmál á
henda hátt.
Men eg var nú spentur uppá, hvussu
grannastevnan í Sumba fór at spæla av.
Dansistovan var smekk full av fólki, menn
og dreingir. Tað hevði altíð verið skikkur í
Sumba, at dreingir í skúlaaldri sluppu við til
grannastevnu. Hetta kundi so vera í lagi, so
leingi teir ikki órógvaðu, og tað gjørdu teir
ikki. Teir klappaðu óført saman við teimum
vaksnu. Men tað kundi gerast kvalið inni við
so mongum fólkum.
Viðgerðin av málunum, sum vóru til
viðgerðar, var eisini sámilig, men tað vóru tó
nógvir stikkpillarar um gamlar syndir, hóast
hesar einki høvdu við málini á dagsskránni
at gera.
Johan Hendrik spleisaði allar av
Sum áður nevnt var ein fastur partur av
dagsskránni á grannastevnum søla av felags
økjum. Tað var tað øðrvísi í Sumba í mun
til aðrar bygdir, at menn kappaðust um at
bjóða hvønn annan av. Tað kendist sum
menn hildu sína æru vera gingna ov nær, um
onkur annar bjóðaði meira enn teir.
Eg minnist serliga eitt dømi, tá ið rætturin
til bit á Sumbiar hólmi skuldi seljast. Her
var kappast um at bjóða sum vanligt. Men
beint áðrenn hamaraslag var ein nýggjur,
sum gav boð. Hetta var ein heilt ungur
drongur, beint konfirmeraður. Hetta fekk
mannin við seinasta boðnum at síggja reytt.
Ein slíkur grønskollingur skuldi ikki bjóða
hann av. Ættarfólk hansara vóru eisini illa
við av dirvinum hjá dronginum og bóðu
hann halda aftur. Men hesum lurtaði hann
ikki eftir og helt áfram at geva boð. Hann
fekk eisini hamaraslag og rindaði prísin, sum
gjørdist um tað dupulta av tí vanliga.
Hetta var Johan Hendrik Joensen, sum
seinni gjørdist varamaður á tingi fyri tjóð
veldisflokkin. Hann gjørdist eisini nevndar
limur og eitt skifti formaður í fiskimanna
felagnum
Johan Hendrik var sera errin um sín sigur.
Hann var ein rættur sumbingur, teir vildu
altíð vera bestir! Johan Hendrik gjørdist
seinni stórur ognarmaður.
Eisini kapping um brúðargávur
Hetta kappingarlyndi sást eisini við brúðar
gávum. Tað vanliga var at hava stór brúdleyp
við nógvum brúðarsveinum og -gentum. Tað
var eisini vanligt at bjóða allari bygdini og
eisini grannabygdunum.
Gávurnar vórðu latnar dagin eftir, tá ið
tað var brúðarhús. Tær vóru ofta kontantur
peningur. Tá ið ein gestur sá, hvat tann
undanfarni hevði latið, so lat hann eitt
sindur meira. Tað, sum kom inn, var ofta
meira enn ríkiligt at gjalda útreiðslurnar av
brúdleypinum. Aftaná bleiv so tosað um,
hvussu brúdleypið hevði loyst seg. Tað var
ein, sum kortini ikki var so heppin, og sum
hevði havt undirskot av sínum brúdleypi.
Hann royndi so at fáa undirskotið av
brúdleypinum trekt frá í skatti. Men hesum
hildu skattamyndugleikarnir ikki vera
heimild fyri!
Komandi partur:
Sjálvandi høvdu sumbingar eisini
sítt »hav«. Men tað var illa dámt,
tá ið ein hvalbingur kláraði at lyfta tí.
Onnur grannastevnan hjá Kristian Djurhuus var í Fámjin
Tað skuldi ikki sigast um Christian í Ólastovu,
at hann var útideyður av brennivíni
Jens Christian Evensen, prestur,
fekk beini fyri spøkilsum í Sumba
Ella og Johan Hendrik Joensen,
sum 14 ára gamal spleisaði
allar av á uppboðssølu