hósdagur 12. juni 2014síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 13. juni 2014 · Nr. 66
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
ítróttur
Jóannes Hansen
Tað sær gott út hjá B36,
sum eftir 12 umfør hevur 30
stig – fimm stig fleiri enn
HB! Harvið er B36 í løtuni á
FM kós. Síðst Jákup á Borg
og liðfelagar hansara vóru
meistarar var í 2011. Tá varð
FM vunnið við manér. Í 2011
varð B36 meistari við 67
stigum ella fleiri stigum enn
nakað annað felag nakrantíð
hevur rokkið. Næsthægsta
FM úrtøkan er 61, sum NSÍ í
2007 vann fyrsta og higartil
einasta FM heitið við.
Í 2011 var B36 úrtøkan
eftir 12 umfør 28 stig ella tvey
færri enn nú. Eisini í 2011 var
B36 ósigrað eftir 12 umfør.
Tá var talan um 8 sigrar og
4 javnleikir. Higartil í ár er
úrtøkan 9 sigrar og 3 javn
leikir. Metárið fyri trimum
árum síðani tapti B36 tvær
ferðir – báðu ferðir 2-1 ímóti
EB/Streymi.
Hóast tað sær gott út hjá
B36, so er ikki talan um met
stóra úrtøku eftir 12 umfør.
Síðani tað í 1995 varð farið
frá tveimum og til at geva
trý stig fyri vunnan dyst, er
tað tríggjar ferðir komið fyri,
at feløg burturúr 12 teimum
fyrstu
umførunum
hava
vunnið fleiri enn 30 stig:
Tá ið EB/Streymur í 2008
fyri fyrstu ferð vann FM, var
úrtøkan hjá teimum í Sunda
lagnum 32 stig eftir 12 tey
fyrstu umførini.
Metið fyri úrtøku burtur
úr 12 teimum fyrstu umfør
unum eigur GÍ. B36 vann FM
í 2001 við 46 stigum fyri 18
dystir. Tá ið tólv umfør ella
tveir triðingar vóru farnir av
kappingini var GÍ á FM kós.
Úrtøkan hjá gøtumonnum
var tá 34 stig fyri 11 sigrar,
ein javnleik og einki tap.
Tá hevði B36 31 stig, sum er
hægsta úrtøkan nakrantíð
hjá B36 burturúr fyrstu tólv
umførunum.
Higartil í ár er B36 hvørja
ferð farið av vøllinum við
úrtøku. Tað er ongantíð
komið fyri, síðani kappingin
í 2005 varð víðkað úr 18 og
til 27 umfør, at FM vinnarin
ongantíð hevur tapt. Síðsta
árið, at FM vinnarin vann
úrtøku burturúr øllum um
førunum, var í 1989. Tá varð
B71 FM vinnari eftir at hava
vunnið 13 dystir, spælt fimm
javnar og ongan at hava tapt.
Nú kenna teir
uppskriftina
B36 - B68
Sunnudagin kl. 15.00
Dómari: Dagfinn Forná
Toppliðið skal fyri triðju
ferð á rað royna seg ímóti
botnliði, nú B68 fer at vitja
í Gundadali. 1-1 ímóti AB í
Gundadali varð ikki góðkent
í B36 leguni, og tí var 3-0
sigurin á Skála serliga søtur:
– AB vardi, meðan Skála
leyp á og vildi vera við til at
mynda spælið. Tað er lættari,
tá ið mótstøðuliðið er við
upp á tað. Vit stressaðu Skála
frammarlaga á vøllinum. Tað
bar við sær, at teir gjørdu
mistøk, sum vit sektaðu,
staðfestir B36 miðvallarin
Hanus Thorleifsson, sum
heldur fram:
– Toftamenn hava víst, at
teir vilja mynda álopsspæl.
Vit fáa at síggja, hvussu teir
fara at spæla ímóti okkum,
men tað er heilt víst, at vit
undirmeta ikki mótstøðu
liðið. Royndirnar hava víst,
hvat tað kann bera við sær,
um uppgávan ikki verður
tikin í álvara. Um allir geva
seg hundrað prosent, so
hava vit møguleika at vinna
á øllum, og nú ræður um at
varðveita góðu plaseringina.
B68 hevur nógv um oyr
uni. Í átta dagar spældu teir
tríggjar dystir, og nú skulu
toftamenn tvær ferðir í
Gundadal í nakrar fáar dagar
–
landskappingardystur
ímóti B36 og hálvfinala ímóti
HB.
Hóast B68 mánakvøldið
tapti 2-0 ímóti NSÍ, so er
Jógvan Martin Olsen nøgdur
við avrikið:
– Vit avráddu framman
undan, at hugburðurin og
arbeiðið skuldu verða so
leiðis, at vit eftir dystarlok
við góðari samvitsku kundu
hyggja hvønn annan í eyg
uni, og tað livdu vit upp til.
Tíverri vunnu vit ikki úr
tøku, eisini tí Andras Gango
var sannur brandur í NSÍ
málinum. Vit høvdu vant,
hvussu vit ikki skuldu koma í
tær støðurnar, sum bóru NSÍ
málini við sær. Tað er ikki
annað at gera enn at endur
taka somu venjingarnar og
vóna, at mistøkini ikki fara
at endurtaka seg í Gundadali,
sigur B68 venjarin.
Trygvi hyggur uppeftir
NSÍ - HB
sunnudagin kl 15.00
Dómari: Lars Müller
12. umfar lagaði tað soleiðis,
at tað nú eru fimm stig frá
NSÍ og fram til HB. NSÍ
hevur tríggjar tær seinastu
ferðirnar fingið fult ímóti
trimum
teimum
niðastu.
Undan hesum dystunum fór
B36 úr Runavík við 1-0 sigri,
metárið
fótbóltur
Tað er komið fyri áður, at úrtøkan hevur verið størri eftir 12 umfør, enn hon er í ár,
men tað er merkisvert, at B36 nú hevur fleiri stig eftir 12 umfør, enn árstalsfelagið
hevði, tá ið tað fyri trimum árum síðani vann FM við met nógvum stigum
Fylg fótbóltinum á www.in.fo ...fyrst og fremst!
LIÐ TÍÐINDI
AB
B36
B68
EB/Streymur
HB
Skaddir: Karstin Højgaard
(fóturin, 1-3 vikur) og
Gert Drangastein (1-2 vikur)
Ivasamur: Jógvan Skeel Nolsøe (fóturin)
Leiknbann: Sorin Anghel (5 gul kort)
Skaddur: Símun Joensen
(knæskaði, ógreitt hvussu leingi)
Skaddir: Evrard Blé
(knæskaði, ógreitt hvussu leingi)
Niklas Poulsen (knæskaði, langtíðarskaddur)
Skaddur: Arnar Dam
Ivasamir: Jónas Tór Næs
(Skaði frá seinasta dysti),
Marni Djurhuus (Skaði frá seinasta dysti)
og Arnbjørn Hansen
Skaddir: Christian R. Mouritsen (Fóturin)
og Gunnar Haraldsen (lærkrikin, óvist)
Ivasamir: Andrew av Fløtum (fibur)
og Alex José dos Santos
(fóturin – fór út móti EB/Streym)
Leikbann: Heini Vatnsdal (Beinleiðis reytt)
B36 er betri
fyri enn