Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-12, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. juni 2014síða 23

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Fríggjadagur 13. juni 2014 · Nr. 66 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur eftir at NSÍ í 2. hálvleiki var greitt omaná. – Hetta er lyklauppgerð. Um vit vinna, verður mun­ urin til HB tvey stig. Eg sá 1. hálvleik millum HB og EB/ Streym. Teir spæla fyri at vinna hvørja ferð – eisini á úti­vølli – so tað verður tor­ ført, men vit trúgva upp á tað, sigur NSÍ venjarin Trygvi Mortensen. HB venjarin, Heðin Askham, sum í fjør vandi NSÍ, kennir NSÍ upp­skrift­ ina, sum er frambrot í síð­ unum og inn­legg frá Árna Frederiks­berg og Andy Olsen og í høvdið á Klæminti A. Olsen. Í HB leguni var vónbrotið stórt eftir heimatapið ímóti EB/Streymi, men HB lið­for­ maðurin ásannaði, at mót­ støðuliðið var gott: – Vit løgdu fyri, sum vit ætlaðu, men stóra trýstið fyrsta korterið bar ikki mál við sær, og so gekk, sum tað ofta ger. Vit mistu moment­ um, og tað kostaði at enda, tá ið teir skoraðu tvey flott mál, sigur Fróði Benjaminsen. Hann stúrir ikki fyri fram­tíðini: – Vit royna hvørja ferð at vinna, og tað fara vit eis­ ini at gera í Runavík. Tað er harmuligt, at vit eru noyddir at broyta uppstilling, tí spæl­ arar eru skaddir, men soleiðis er tað. Nú verða vit aftur ellivu ímóti ellivu, og vit halda okkum til konseptið, sigur HB liðformaðurin. Sundalagið er í stevnuhýri EB/Str - ÍF sunnudagin kl. 15.00 Dómari: Rúni Gaardbo Sundalagsstevna verður í Hósvík í vikuskiftinum. Stevnu­dysturin verður við Margáir sunnudagin. Fyrr í ár var lagið í EB/Streyma leguni ikki gott. Nú hava Rúni Nolsøe og hansara menn vunnið sjey stig burtur­úr trimum teimum sein­astu um­før­unum. Serliga søtur var 2-1 sigurin á útivølli ímóti HB mánadagin. – Hetta ber við sær, at tað nú eru seks stig fram til HB. Tað er ikki órealistiskt at rokna við møguleikanum at vinna hetta aftur. Fyri lagið og hugin at venja og spæla hevur hetta stóran týdning. Vit hava spælt fleiri góðar dystir á rað, og nú vóna vit, at tað fer at halda fram. Ímóti ÍF fara vit at stríðast fyri at fáa stevnuhýrin rætta vegin, sigur EB/Streyma lið­ for­maðurin Gert Hansen. Tá ið ÍF 17. apríl vann 3-0 á heimavølli ímóti EB/Streymi, sá tað ljóst út í Fuglafirði. Síðani tá hevur ÍF spælt sjey ferðir uttan at vinna fulla úrtøku. Úrslitaliga var 4-0 tapið í Klaksvík botnurin: – Besta amboðið at vaska vánaliga avrikið í Klaksvík burtur við er, um vit vinna í Streymnesi. Vit mugu rann­ saka okkum sjálvar og taka betri partar fyri. Skal nakað spyrjast burturúr, so mugu vit arbeiða meiri og dekka betri. Áskoðararnir bakka okkum væl upp, og nú skylda vit teimum at vinna, sigur ÍF mið­vallarin Karl Løkin. Súni trýr upp á tað Víkingur - Skála sunnudagin kl 15.00 Dómari: Páll Augustinussen Avrikið undan og eftir steðg­ in í 3-0 Víkinga sigrinum á Argjum var sum nátt og dagur. Undan hvíldini var tað mál­leyst, og tá vóru stinnu sen­tralu miðvallararnir Hallur Hansson og Súni Olsen ofta áskoðarar. Eftir steðg­in var miðvøllurin meiri eyð­sýndur, og tá skoraði Súni tvær ferðir og Finnur Justinussen eina ferð: – Vit skulu byggja á av­ rikið í 2. hálvleiki ímóti AB. Gera vit tað, so hava vit møgu­leikar ímóti øllum. Nú hava vit Skála og B68, áðrenn HB kemur at vitja í síðsta um­farinum undan summar­ steðg­inum. Tað er upp til okkum at gera av, um vit fram­vegis skulu vera við til at spæla um heiðursmerkini, sigur Víkinga liðformaðurin Súni Olsen, sum veit, hví tað gekk minni væl í 1. hálvleiki ímóti AB: – Vit taptu 2-0 á heima­ vølli ímóti teimum í fyrsta um­fari. Tí bundu vit um í verju­partinum. Tað eru ov nógv mál farin ígjøgnum hjá okkum í ár. Tí eru vit ser­liga væl nøgdir við, at vit hildu tætt á Argjum, og tað er ein av setningunum ímóti Skála, sum ivaleyst bjóðar av í álops­partinum. Eitt av Víkinga vónbrot­ unum fyrr á árinum var, tá ið tað endaði 1-1 á Skála. Skálamenn bíða framvegis eftir fyrsta sigrinum: – Tað verður torført í Gøtu, men vit hava ikki mist mótið. Í framrættaða part­ inum spældu vit okkum til møgu­leikar ímóti B36, men vit megnaðu ikki at fáa úr­ tøku. Tá ið vit fingu tvey mál ímóti okkum eftir stórar verju­villur, so vita vit væl, hvat skal verða betri í Gøtu, sigur Pætur Dam Jacobsen. Aðru hvøja ferð hjá AB AB - KÍ mánakvøldið kl. 18.00 Dómari: Ransin N. Djurhuus Tað lætnaði av álvara í Klaks­ vík, tá ið fyrsti sigurin síðani 21. apríl var veruleiki ímóti ÍF. – Hugburðin var einki at finnast at, og tað var kær­ komið, at framrættaði part­ urin riggaði, og at tað endiliga eydnaðist at skora fleiri mál í opnum spæli. Sjálvsálitið økist, og kemur væl við, nú vit fyrireika okkum at fara á Argir, har okkum bíðar sera torfør uppgáva, tí argjamenn eru svangir, sigur KÍ venjarin Eyðun Klakstein. At tað gekk so væl ímóti ÍF ber positivan trupulleika við sær. Hjalgrím Elttør er nú tøkur aftur eftir leik­bann, innskifti Ísak Simonsen stóð seg sera væl ímóti fugl­firð­ ing­um, og mikukvøldið skor­ aði Henry Heinesen, sum hev­ur verið skaddur, øll mál­ ini, tá ið næstbesta liðið vann 4-0 við Margáir. Úrslitini undirstrika, at AB avrikini hava verið nógv upp og niður. – Tað er neyðugt við betri hugburði. Vit eru fullvísir í, at spælararnir eru nóg góð­ar at vera í bestu deildini. Um tað skal eydnast, so skulu avrikini verða meiri støð­ ug. Ímóti Víkingi vóru eftir­ ansingarnar ikki nóg góðar, og tá ið vit í 2. hálvleiki duttu langt aftur á vøllin, bar tað møgu­leikar við sær til Súna Olsen at royna seg við lang­ skot­unum, sum hann er tiltikin fyri, sigur hjálpar­ venjarin Morten Overgaard. Hjá argjamonnum er tað smeitur, ag Sorin Anghel er leikbannaður eftir fimm gul kort. Fyri vánirnar hjá AB er talan nú um tríggjar lykla­ uppgerðir: KÍ heima, Skála úti og B68 heima. ítróttur VIT TIPPA Pætur E. Jensen tippar... 1: Heimasigur X: Javnleikur 2: Útisigur Fótbóltsserfrøðingarnir hjá Miðlahúsinum tippa umførini í Effodeildini Effodeildin støðan nr. lið dystir vunni javnt tapt + mál - mál +/- stig 1 B36 12 9 3 0 29 12 +17 30 2 HB 12 7 4 1 27 11 +16 25 3 NSÍ 12 6 2 4 27 13 +14 20 4 EB/Streymur 12 5 4 3 22 14 +8 19 5 Víkingur 12 5 4 3 21 15 +6 19 6 KÍ 12 5 1 6 22 22 0 16 7 ÍF 12 3 4 5 19 26 -7 13 8 B68 12 2 3 7 12 25 -13 9 9 AB 12 2 2 8 12 33 -21 8 10 Skála 12 0 5 7 7 27 -20 5 1 x 2 1 x 2 1 x 2 1 x 2 1 x 2 fótbóltur Myndir: Álvur Haraldsen ÍF KÍ NSÍ Skála Víkingur Skaddiur: Jákup Mikkelsen (Knæskaði, ógreitt hvussu leingi) Skaddur: Jóans Flindt Rasmussen (fibur, venur fyri seg sjálvan) Við aftur: Hjalgrím Elttør (leikbann) og Henry Heinesen (skaði) Skaddur: Monrad Holm Jacobsen (4-5 vikur, brotin armur) Skaddur: Poul N. Poulsen (slitið krossbandið, umleið 1 ár) Skaddir: Hans Jørgen Djurhuus (brákað riv, 1-2 vikur) og Dánial Pauli Lervig (liðband í fótinum, ógreitt hvussu leingi)