hósdagur 12. juni 2014síða 28
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
4 • 13. juni 2014
Alt kann
vendast
rash drag epicentur
Í nullunum uppstendur eitt
Trash Drag performance
epicentur í Keypmannahavn.
Rembingarnar røkka djúpt
niður í stórbýar submentanina
í Evropa. Tað er felagsskapurin Dunst.
Mitt í rokanum er Trash Draggan Dennis
Agerblad. Hugflogið og evnini tykjast einki
mark at hava. Í dag er, takkað verið Dennis
Agerblad, tað sum var undirgrunds, nú við
á sensureraðu framsýningini hjá Den Frie,
har filmurin Snoribollagenturnar er sloppin
gjøgnum nálareygað.
Einasti bøssi í Føroyum
Dennis Agerblad er eisini Robin Ova Tolfsen. Undir
uppvøkstrinum í einum trúgvandi heimi í Vestmanna
gersts hann varur við, at hann er samkyndur. Tað er
ófrættakent, forvitnisligt og einsligt. Hann heldur seg
vera einasta bøssa í Føroyum. Tað broytist, og Robin,
sum hann eitur tá, fær í Havn sín fyrsta sjeik og fittar
samkyndar vinmenn. Hann fer til Danmarkar fyri at
vera samkyndur og kallar seg Ova.
Í ‘90unum er hann bara Ova. Dugnaligur, bæði
handverks- og listaliga. Gongur á Danmarks design
skole, meistrar tekning, máling, tekstil, tekst, tónleik
og fløvuútgávu. Seymimaksinu stýrur hann sum
einki, takkað verið kvøldskúlatímunum ungdómsárini
í Vestmanna. Hansara list er viðurkend og verkini
verða seld.
Dunst
Í 2001 búði eg í Stokcholm. Eg var ein túr í býnum í
Keypmannahavn, og ein segði við meg: »Du skal lave
Dunsts hjemmeside.« »Nåh, skal eg tað?« hugsaði eg,
»Hvad er Dunst?« »En strikkeklub for transer.« »Ok, jeg
er på.« svaraði eg. Eg helt tað ljóðaði stuttligt.
Hugskotið var eitt stað fyri vinalag og kreativitet,
har bøssar og transar kundu hittast, uttan at tað snúði
seg um at skulla skora.
Dunst gjørdist eitt sexualpolitiskt, aktivistiskt,
listarligt forum fyri allar transvestittar, hermafro
dittar, trans-, sam- og tvørkynd og freaks við onkrum
upp á hjarta. Dunst strembaði eftir at stuðla uppundir
eina serstaka, megismikla, litfagra, larmandi, spenn
andi og queera undirgrund í Danmark.
Tey hinkyndu komu eisini og vildu vera við, men
tá søgdu vit »Nei vita tit nú hvat, restin av verðini
er tykkara, nú muga tit lata okkum hava hetta fyri
okkum sjálvi.« Men til veistlurnar hjá okkum vóru tey
vælkomin.
Frk. Verden
– ein heilt nýggj verð
Í 2000 hevði eg verið til showið
Frk. Verden. Eg elskaði í heila
tikið at vera til Drag Queens
show, at uppliva fólk á palli,
gleðina og orkuna millum
áskoðararnar, men sjálvur at
fara á pall, tað fall mær ikki
inn – eg eri ikki og eg verði
ongantíð Drag Queen. Men
tá ið eg sá Ramona Macho
undir Frk. Verden, vendist
mín fatan av hvat drag
er heilt á høvdið »WAU!!!
Hatta er jú performance. Hatta kann jú alt
møguligt. Hatta vil eg gera.« hugsaði eg.
Dunst og drag – Hvat kann
eg brúka? Hvat kann eg geva?
Í Dunst var fantastiska stuttligt, forvitnisligt,
eksperimenterandi og mennandi. Vit mentu
hvør sína serstøku draggu. Hjálptust við at
finna uppá. Tóku hugskot frá hvør øðrum og gjørdu tað
til okkara egna.
Trash, trans og queen
»We are all born naked. The rest is drag« Ru Paul.
Ein Drag Queen er ein narcistiskur bøssi som pyntar
seg til eina vakra drotning. Brúkar allar litirnar í
sminkudósini - og so eina dós av glimmur omaná. Hví
skal alt vera so pent? Transar smekka bara paryk og
varrasftit á og líkjast mest einum manni sum er komin
til at lata seg í klæðini hjá konu síni. Ein Trash Dragga
er eitt bland av tí Drag Queens og Transar gera.
Dunst og Dennis
Í Dunst kom Dennis, ein samleiki ið altíð hevur verið
innan í mær, fram. Kroppurin hjá mær húsar eisini Ova
og Robin, som eisini hava fleiri persónligheitir, sum eru
ein partur av tí heildini ið er eg. Dennis hevur eisini
fleiri síður. Ringasta Trash Drag í Keypmannahavn,
Superstar Dennis Elegance og Privati Dennis. Robin og
Ova sita megipartin av tíðini á eini hyll og savna dust,
men onkra nyttu gera teir við hvørt – smáting.
Dennis Agerblad vendur verðini á høvdið, og vit standa í fyrstu
atløgu sum kánus. Við Trash Drag performansum og filmum
skelkar, øsir, undirheldur og ræðir hann. Hansara list er seksual
politisk og aktivistisk. Hann fær áskoðaran at hugsa annar
leiðis. Hann ger tað fyri at vísa á, at ein sum hann er til
Dennis Agerblad
Marita Dalsgaard
á høvdið!
T