hósdagur 12. juni 2014síða 29
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
4 • 13. juni 2014
Dunst
veistlurnar
Tað byrjaði við
at vit gjørdu
stuðulsveistlur fyri
at fáa pengar, men
at gera veistlurnar
var so stuttligt og
gjørdist endamálið í sjálvum sær. Tær vóru stórar,
litríkar, við útgjørdum rúmum og hópin av drag
performance. Øll kundu vera við og koma við sínum
serliga showi.
Hinkynd reagera annaleiðis
Í veistlunum reageraðu tey hinkyndu, sum áskoðarar,
annaleiðis og gjørdu ymiskt vit samkyndu eru alt
ov blúgv til at gera alment. Tá ið Trash Draggan á
pallinum vísur fram sítt numsehul við varrastift á,
so snýr tað seg ikki um at vilja sex her og nú, men
um at vísa á seksualitet. Eg gjørdi tað fyri at vísa
at vit í Dunst eru til og til tað brúkti eg Trash Drag
performance.
Hvat kann eg brúka?
Dunst varð boðið til Berlin, Amsterdam, Stockholm,
Zürich, Barcelona, Onglandi, Fraklandi og aðrastaðni at
gera veitslur. Í eini stórari tómari høll í Berlin tykstist
tað vónleyst at fáa ein stemming. Ongir pengar og tíðin
knøpp. Vit funnu eina rúgvu av gomlum spolabondum
sum vóru gloymd í einum lítlum rúmi, gjørdu
bandsalat og klipsaðu tað upp undir
loftið og framvið pallinum. Tá ið hurin
gekk fekk trekkurin tað at liva og ljósið
spældi í tí. Ein fremmandakendur
bandsalat skógur. Tað riggaði so væl.
Hvat kann eg geva?
Undir hesi veistluni í Berlin uppdagar
Dennis nakað serligt. Millum tær 20 draggurnar í
ferðalagnum vóru nakrir, sum einki show høvdu –
søgdu seg einki duga. Aldeilis einki. Dennis tekur
synd í teimum:
»So kunna titt vera við í míni performance.«
Tá ið tónleikurin byrjar skullu teir toga eitt sindur
í leidningin meðan eg sang. Men teir rykkja so harliga
at mikrofonin rýkur úr hondunum á mær. Eg aftaná, fái
fatur og togi, alt í meðan eg royni at syngja víðari. Teir
rykkja hana frá mær aftur. Teir oyðileggja fullkomuliga
mítt show! Eg eri irriteraður, men salurin er um at
flána. Tá uppdagaði eg, hvussu einastandandi tað
virkar á einum palli, nettupp einki at duga, men at vilja
nakað. Tað ger tað særbært og viðkvæmt – og tað er
fangandi og stuttligt. So í Dennis Agerblad Band eru
tað nú bara eg sum dugi nakað og so fýra fimm aðrir,
sum sleppa við um teir einki – absolut EINKI duga.
Hvat kann eg brúka? Hvat kann eg geva? Eru av
gerandi spurningar fyri meg. Um eg hitti ein sum ikki
heilt megnar sjálvur, so fái eg hug at hjálpa. Eg hjálpi
og brúki, og báðir partar eru nøgdir.
Rútma og óskikkilig orð.
Eitt videolag hjá mær á Youtube, sum er spælt fleiri
enn 100.000 ferðir, eitur Bol mig i mit numsehul.
Orðini ljóða rútmiskt og »numsehul« fram um »røvhul«
– tú hoyrur munin. Tað sama ger seg galdandi við
»Snorubolla« í Snorubollagenturnar. Orðini vit eru
uppvaksin við sum verandi óskikkilig og forboðin virka
vekjandi upp á uppmerksemi og komik. Eg havi arbeitt
nógv við tekstum og tónleiki, tað er bara nógv meira
spennandi og hartil lættari at fáa boðskapin út við
performance.
Trash drag og særbæri.
Dennis Agerblad Band ger Trash Draggu perfomance
við særbæri. Draggan ger áskoðaran forvitnan. »Hvat
er hatta fyri nakað? Er tað farligt?« hugsa tey og koma
sostatt onkursvegna nærri. Ein feilur, eitt brot hendur.
Brádliga er tað formfulla viðkvæmt, og trash draggan
gerst til ein persón, sum er livandi. Hjá ákoðaranum
lætnar, »Júmen, tað er einki farligt«, og so flenna tey.
Kanska koma tey spakuliga til eitt stað tey ikki kenna.
Henda hendingarøðin kveikjur nýggjar tankar.
Hinkynda verðin
Eg kom inn í ta hinkyndu verðina tit hava skapað, hon
passar ikki til mín. Eg geri mín egna veruleika sum eg
vil hava hann. Við mínum klæðum – øllum eg nerti við.
Í hinkyndu handlunum er eingin skjúrta sum passar til
mín – so eg seymi mína egnu.
Eg vil fegin vísa, at verðin kann vera alt møguligt
annað enn mann trýr.
Snoribollagenturnar snurra á Den
Frie. Ein eftirskjálvti frá epicentrinum
merkist undir høllini hjá tí etableraða
og vælfriseraða.
Alt kann vendast á høvdið.
Dennis agerblad