Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-12, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. juni 2014síða 30

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum 4 • 13. juni 2014 6 Bókmentir Bókmentir eru pulsurin í einhvørjari mentan ýggi formaðurin í Rit­høv­ unda­felagi Føroya, Sámal Soll, er føddur í 1977, og er uppvaksin í Havn. Hann hevur skrivað fleiri stutt­ søgur og søgur fyri børn. Sámal hevur týtt nógv, m.a. barna- og ung­dóms­søgur, sum Bókadeild Føroya Lærara­felags hevur givið út. Í Varðanum og øðrum ritum standa stuttsøgur, sum Sámal hevur týtt eftir eitt nú Ernest Hemingway. Sámal skrivaði sum yngri stutt­søgur til ymisk rit, tríggjar søgur sluppu í søgu­savnið »Russiskur dansur«, sum Dimma­lætting í 2001 gav út eftir eina stutt­søgukapping. Stuttsøga hansara »Ver ikki bangin« vann pláss í norðurlendskum savni við nýskrivaðum spøkilsissøgum til børn, ið varð givin út í 8 londum. Seinni hevur hann skrivað stuttsøgur, sum staðið hava í Vencil og Varð­anum. Sámal er cand. Mag. í enskum máli og bókmentum. Hann hevur arbeitt fleiri ár innan samskifti og marknaðar­ føring, men starvast í løtuni sum lærari í Hoydølum. 1 Hvussu hava føroyskar bókmentir tað? – Í sambandi við at fyrsta føroyska skald­søgan, Babelstornið, gjørdist 100 ár í 2006, lat Landsbókasavnið gera eina upp­teljing av øllum føroyskum skald­ søgum, sum vóru komnar út hesi 100 árini. Uppteljingin vísti, at bert góðar 100 skaldsøgur vóru á føroyskum máli í 2006. Hetta er eitt sera lítið tal, hvussu tú so vendir og snarar tí, og hóast tað tykist at vera ein vaksandi títtleiki av útgávum hesi seinastu árini, so eru vit langt burtur frá har, sum eg haldi, at vit eiga at vera. Støðan hjá føroyskum bókmentum hevur altíð verið viðbrekin, og kanska meira nú enn nakrantíð, hóast fleiri bøkur vera skrivaðar nú enn fyrr. Orsøkin er, at fortreytirnar hjá rithøvundum at arbeiða eru broyttar samstundis sum sam­felagið er broytt. Ímyndin av tí føroyska rit­høv­undanum, sum ein, ið skrivar skald­søgur aftaná arbeiðstíð er ikki sam­tíðar­hóskandi. Eingin velur at virka sum rithøvundur, tí tað er eitt skila­góð yrkisleið fíggjarliga, so tí hvíla føroyskar bók­mentir í høvuðsheitum á eldsálir, sum stríðast ímóti streyminum fyri at fram­leiða nakað, sum vit øll kunnu njóta gott av. 2 Hvat skulu vit brúka bókmentir til í samfelagnum? – Bókmentir eru pulsurin í einhvørjari mentan; pulsurin, sum sigur okkum, um mentanin er á lívi ella ikki. Johann Wolfgang Goethe skrivaði, at “afturgongd hjá bókmentum vitnar um afturgongd hjá tjóðini.” Bókmentir eru sostatt óloysiliga knýttar at okkara mentanarsamleika og vit leggja okkara felags vitan um lívið í bøkur. Bøkur eru enn týdningarmesta amboðið, vit hava, tá vit skulu læra okkara børn og ungdóm um heimin og lívið. At lesa bøkur hevur eisini altíð verið ein háttur at samskifta úr einari øld í aðra. Vit kunnu lesa tað, sum fólk hava skrivað fyri mongum árum síðani og tað skapar eina kenslu av felagsskapi í mentanini. Í øllum talgilda surrinum í upplýsingarsamfelagnum, so vera tað kortini í bókum at eftirkomarar okkara fara at lesa um okkum, hóast tær bøkurnar kanska ikki eru av pappíri longur. 3 Hvussu kunnu umstøðurnar hjá bókmentum sæð út í tí fullkomnu verðini? – Vit eiga at viðurkenna týdningin hjá bók­mentum við at bøta um arbeiðs­um­ støðurnar hjá teimum, sum fáast við at skriva bøkur. Vit eiga at viðurkenna, at tað fæst eingin fíggjarligur vinningur hjá teimum, sum skriva bøkur, undir van­ ligum marknaðarumstøðunum. Tað er neyðugt, at samfelagið stuðlar teimum, sum skriva fíggjarliga, tí vit hava brúk fyri føroyskum bókmentum í Føroyum. Mentanargrunnur landsins letur starvs­lønir á hvørjum ári og tað er at fegn­ast um, men upphæddin er ov lítil og manna­gongdin viðvíkjandi hvør verður valdur at stuðla og hvør upphæddin verð­ur, er ikki nóg gjøgnumskygd. 4 Hvat eru størstu forð­ ingarnar fyri menning av bókmentum í dag? – Bøkur verða skrivaðar og koma út nøku­lunda regluliga á hvørjum ári, men ein menning kundi verið í ritstjórnini av teimum bókunum, sum koma út. Hetta er eitt mál, sum vit í Rithøvundafelagnum hava umrøtt og vit ætla at kanna møgu­ leikan at gera innanhýsis kritikkbólk, so­ leiðis at limir kunnu fáa møguleikan at fáa skikkaðar meiningar um sína tekstir frá øðrum rithøvundum. 5 Hvat vilt tú arbeiða fyri, sum formaður í rithøvunda­felagnum? – Vit fingu nýggja nevnd í Rithøvunda­ felagnum fyri góðum mánaði síðani og eg haldi, at vit hava eitt sera gott samstarv. Eg eri sjálvur nýggjur, men aftrat mær eru roynd fólk sum Marjun S. Kjælnes, Rói Patursson, Janus á Húsagarði og Bergur Rasmussen. Vit hava nøkur yvirordnað arbeiðs­ mál í nevndini, men vit hava eisini nøkur ítøkilig tiltøk, sum vit arbeiða við beint nú. Vit eru farin undir reglulig upp­ lestrar­kvøld aftur, sum gevur limum okkara eitt høvi at lesa sítt tilfar fyri áhoyrarum. Higartil eru hesi kvøld bert í Sirkus Føroyar í Havn, men um áhugi og arbeiðsmegi er til tess, ber til at halda upp­lestrarkvøld aðrastaðni í landinum eisini. Rithøvundafelag Føroya er til fyri føroyskar rithøvundar, týðarar og mynd­ prýðarar, og felagið arbeiðir fyri áhuga­ málunum hjá hesum limum okkara. Eisini virkar felagið fyri, at føroyskar bók­mentir fáa góðar umstøður at menn­ ast og trívast. Vit skulu gera okkara til at fáa føroyskar bókmentir at blóma. N Inger Smærup Sørensen Fimm spurningar til nýggja formannin